mánadagur 5. november 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Elin Lindenskov
Býráðslimur
Vit skulu øll trívast í
Tórshavnar kommunu
Tað er sera týdningarmikið
at vit í næsta valskeiði seta
okkum fyri at skapa for
treytir fyri at øll kunna trív
ast í Tórshavnar kommunu.
Vónandi kann stovnurin við
nýggja navninum Bústaðir
verða við til at fíggja alterna
tiva íbúðarbygging og luta
íbúðir í Havn. Hetta hevði
gjørt tað møguligt at búgva
her fyri ein rímiligan kostnað.
Tað er serliga týdningar
mikið, at vit gera Tórshavnar
kommunu liviliga fyri ung og
serliga fyri kvinnur, tí vit
mangla tey í føroyska sam
felagnum. Bíligari bústaðir
høvdu bøtt munandi um júst
hesa støðuna.
Vónandi fer at bera til at
gera Havnina til ein veruligan
universitetsbý við einum
veruligum universitetsbygn
ingi og tí sum hartil hoyrur.
Hetta hevði haft við sær at
ung høvdu støðast betri í
Føroyum og kanska vit enntá
kundu fingið fremmandafólk
henda veg at lesa.
Universitetið eigur at
vera niðri í býnum – til dømis
í Álakeri. Somuleiðis eiga vit
at hava lestraríbúðirnar í
býnum, so fleiri ung seta dám
á býin.
Umstøðurnar hjá barna
familjum eru batnaðar mun
andi seinastu árini við barna
ansing til øll og munandi
betri skúlum. Boðanesheimið
hjálpti væl upp á støðuna við
røktarplássum, men enn er
ikki komið heilt á mál.
Vit í Tórshavnar kom
munu mugu eisini tryggja, at
búpláss verður til fólk við
skerdum førleikum: fólk við
menningartarni,
sálarveik
fólk og fólk við breki. Hesir
bólkar vera ofta ikki sæddir,
men tað er týdningarmikið
at pláss er fyri øllum.
Miðbýurin skal eisini ger
ast meira liviligur. Og ein
ætlan fyri miðbýin er ein
fortreyt fyri at fólk skulu
trívast í býnum í framtíðini.
Her má ein ætlan leggjast.
At enda mugu vit skapa
røttu karmarnar fyri vinnu
na, tí uttan vinnu er eingin
býur. Somuleiðis eiga vit at
stimbra íverksetan. Tað gera
vit við millum annað við
einum
íverksetarahúsi
í
Kongagøtu.
Tað er eingin ivi um, at vit
framhaldandi eiga at stýra
Tórshavnar kommunu bú
skaparliga skynsamt. Tí skal
alt gerast eftir einari ætlan,
soleiðis alt arbeiði verður
gjørt á skynsamasta hátt.
Trivnaður er lykilin til
búskaparligan vøkstur ikki
bara í Tórshavnar kommunu,
men í øllum Føroyum.
kommunuval 2012
Er býráðssessurin til sølu
fyri kvarta millión krónur ?
Um tú koyrir ein túr runt
í Havnini, lesur eina avís
ella opnar ein portal, so er
úrsltið tað sama. Tú sær
beint í skortin á einum pol
itikara, sum fyri eitt ávíst
krónutal roynir at vinna tína
atkvøðu.At fólk eru gramm
at sleppa á Løgting og nýta
nógvar pengar til tað, er væl
skiligt. Tað er eitt vællønt
starv við góðari pensjón
og
feitum
koyripengum.
Býraðssessurin er ikki nær so
væl løntur, men hóast hetta
hava lýsingafólk, prentarar
og hondverkarar góðar dagar
nú valið nærkast.
Tað er tó næstan bara teir
garvaðu livibreyðspolitikarar,
sum hava ráð til at nýta hetta
amboð.
Tað tragikomiska er tó at
flestu lýsingar eru heilt í and
søgn við boðskap og veru
leika !
Her eru nøkur fá dømir úr
rúgvuni.
Spídskandidaturin hjá sam
bandinum nýtir kanska útvið
kr. 100.000,- at fortelja havn
arborgarum at hann stendur
fyri ”fíggjarligt vit og skil”.
Nýggja stjørnuskotið hjá
lista A hevur nýtt sítt valstríð
at fortelja havnarfólkið, at
verandi samgonga brúkar óv
nógvar pengar. Men um hann
fer at hóreiggja sær eins við
kommunukassanum,
sum
við sínum valbudgetti so
verður skjótt tómligt í tí
kassanum. Annars hugaligt
at síggja hvussu gott hugflog
hann hevur fingið frá konuni.
Hon er kendur klummu
skrivari og man hava givið
manninum eitt væl uppiborið
herðaklapp, tá hann skrivaði
”Gula skipið í Havn”
Javnaðarmaður við sæti í
býráðnum, hevur lovað so
nógv til vinstru og høgri at
sjálvt A.P. Møller hevði farið
rabundus um hann skuldi
goldið fyri øll vallyftini.
Ein argjamaður, býráðs
limur fyri Fólkaflokkin hevur
stór skelti á Argjum har tað
stendur ”A fyri Argir” Alt gott
um tað. Men tá sami maður
lýsur heiman fyri Sandá er
boðskapurin broyttir til ”Vel
trygga framtíð” og ”Sterkari
miðstaður”
Borgarstjórin heldur seg
ikki aftur ! Tað sigst at ein
ávís
hondverkarafyritøka,
leggur sær árið tilrættis eftir
býráðsvalinum. Undan vali
num eru fleiri mans settir av,
til at seta skeltir og bannarir
upp fyri borgarstjóran. Tey
árini valstríð er, fáa starvsfólk
hjá hesu fyritøku helst eina
eyka stóra jólagávu. So at
borgarstjórin ”skapar úrslit”
er sjón fyri søgn.
Eg kundi hildi áfram í
tímar. Grannskoðari sum er
formaður í lokalfelagnum hjá
Jørgen í Havn, hevur í stórum
lýsingum roknað seg fram til,
at vit skula hava heili fýra
parkeringshús í miðbýnum.
Tá nú maðurin umboðar
Fólkaflokkin, kundi onnur,
eisini vit uttan grannskoð
araútbúgving, skjótt rokna
okkum fram til at tað eina
húsið, skuldi liggja í garðinum
hjá samkomuni ið valevni
hoyrir til...
Míni partafólk eru helst
ikki petti frægari, men teim
um kunna hini sleppa at
skjóta eftir, um tey hava hug
til tess. Niðurstøðan er tó
greið, nógvir pengar brúktir
av poltikarum í einari roynd
at keypa tína atkvøðu !
Eg smæðist ikki við at
kunngerða at eg havi sett kr.
6.000,- av til mítt valstríð.
Kundi verið spennandi um
onnur tora at siga hvat tey
brúka.
So nú má fólkið sleppa at
ráða. Valið er um tey vilja
hava umboð í býráði, sum
vísir fíggjarligt vit og skil í
verki, eisini í valstríðnum.
Ella um tey vilja hava livi
breyðspolitikara, sum fjórða
hvørt ár, er til reiðar at seta
húsini í pant. Hetta í vónini
at lumpa seg til ”four more
years” í gróthúsinum á vagl
inum.
Brandur í Dali
Valevni á lista E til
býráðsvalið í Havnini
Í hesum valdøgum har
vit Valevnir yvirhøvur
øll lova tað sama um vit
verða vald haldi eg at
vit eisni eiga at hugsa
um
tær
ideologisku
hugsjóninar sum ikki
verða
tiknar
uppá
tunguna
av
nøkrum
flokki,
heldur
ikki
Tjóðveldinum.
Tjóðveldið eigur at
rannsaka seg sjálvt, hvar
standa vit ídag? eg haldi
vit skulu fara aftur til
røturnar hjá flokkinum
tá hann veruliga var
flokkurin hjá fiskimonn
um og verkafólki. At
berjast fyri tí góða og
mennandi so at vit øll –
andans
og
handans
verkafólk – hava góð kor
og umstøður í Tórshavn
og øllum Føroyum. At
endurfinna meiningina
við megnar orðum sum
Samhaldsfesti,
soli
daritetur og so sjálvandi
Frælsi,
Javnaður
og
Brøðrarlag. Heldur ikki
mugu
vit
gloyma
Fullveldishugsjónina og
at Føroyar ein dag skulu
verða ein sjálvstøðug
Tjóð, sum vit øll verða
errin av.
Við
okkara
ríka
tilfangi,
okkara
fólki
og
øllum
sum
er
Føroyskt hava vit allar
møgulleikar at evna til
eitt gott samfelag har
trivnaður og nøgdsemi
eru loysunarorðini og
har eitt nýmótans og
altjóðagjørt
vinnulív
er
lokomotivið,
eitt
vinnulív sum hugsar
um
tað
burðardygga
og hevur fyrilit og atlit
við okkara tilfangi, Ogn
Føroya Fólks og sum
vit bert hava til láns frá
okkara eftirkomarum.
Hjálpið Tjóðveldinum
til at gera eitt gott land
enn betur.
Frælsi, Javnaður
Brøðralag,
Tjoðveldi
Jógvan Arge
Tórshavn,
valevni á Lista E
Tulipanærin
ger um seg
Tað eru nú mong ár
síðani, at Arni G jagstraði
tulipanærina á skutara
runt í Havnini. Býar
myndin var so eyðkend
og trupulleikin so stórur,
at tað endaði við, at
Harkaliðið og landið alt
sang um Tulipanærina.
Í Havn vassa vit ikki
dagliga í lambalorti, hó
ast seyðurin til tíðir er
til stóran ampa undir
Kongavarða á Argjum,
serliga tá hann leitar
seg føði á smáu grasple
nunum og urtapottunum
frammanfyri nýggju hús
unum.
Men aðrastaðni í kom
mununi er trupulleikin
sera
sjónligur.
Poula
Hansen rekur eitt pol
itiskt stríð fyri at fáa
sparlarnar burtur úr
túnunum í Nólsoy, og í
Kollafirði eru tey við at
sálast , tí einki fær frið
fyri seyðinum.
Nú sá eg í onkrum
blaði, at støðan ikki er
petti frægari á Velbastað,
har ynski eisini er fram
mi um, at urtagarðarnir
verða friðaðir og túnini
sparlafrí.
Tá ið nú hetta er til so
stóran trega nógvastaðni
í kommununi, átti tað í
hesum trivnaðartíðum
at borið til at raðfest vet
rarfriðingina eitt sindur
hægri.
Finnbogi Arge