Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru betri karmar til vinnulívið, ið skulu skapa tann vøkstur, sum skal lyfta Tórshavnar kom­ munu úr niðurgangs­ tíðunum, sum vit síggja í løtuni. Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at við at geva vinnulívinum betri karmar at virka undir, fáa vit arbeiðspláss til býin, sum aftur vil føra til, at trivnaðurin skapar fólkavøkstur í kom­mun­ uni. Tá Faroe Seafood fór á heysin í 2010, steðgaði eitt hitt størsta privata arbeiðsplássið í býnum. Hetta í sær sjálvum var tragiskt fyri teir borgarar og tær familjur, ið vórðu raktar. Síðan Faroe Sea­ food steðgaði sítt virk­ semi, hevur Bacalao stað­ið gapandi, sum eitt stórt arr um, hvussu vinnulívið hevur trivist í Tórshavnar Kom­mu­ nu. Tískil er mítt hugskot, at komandi býráð syrgir fyri, at skapa virksemi í Bacalao. Hetta merkir, at býráðið aktivt má inn og syrgja fyri, at byg­ ningurin kann leigast út til vinnulív, so hetta kann skapa arbeiðspláss aftur í býnum. Hetta er neyðugt, og eg eri til reiðar at gera tað, ið skal til fyri at skapa karmarnar til eitt sterkt vinnulív í Tórs­ havn. Fyri at skapa hesar karmar fyri vinnulívi er neyðugt við einum, sum tosar hesa søk. Tað eri eg til reiðar til við tínari at­ kvøðu. Bacalao skal ikki longur verða eitt arr um fyrrver­an­di virksemi kommunuval 2012 Røða hildin í samband við hátíðar­haldið á Boðanes­ heiminum 02.11.2012. Góðu tit øll Fyri gott tveimum árum síðan stóðu borgarstjórin og eg við hakanum og loystu fyrsta flagið av fyri bygg­ing­ ini av hesum stóra bygn­ ingsverki, Boðanesheiminum. Fyri minni enn einum árum síðan var reisigildi, og tá var meginparturin av bygn­ing­ inum innilokaður. Og nú standa vit við lidnum og stásiligum røktar­heims­bygn­ ingi. Tað hevur verið mær ein heiður sum forkvinna í sosi­ alu nevnd og sum byggi­ nevndarlimur at hava fylt hesi bygging líka frá byrjan. Arbeiðið hevur gingið ótrú­ liga skjótt og væl, og fari her beinanvegin at takka bý­ráð­ num, umsitingini og byggi­ nevndini fyri sera gott sam­ starv um hesa stóru íløgu, ið sum kunnugt kemur at loysa stóra røktarheims­trupul­leik­ an í Suðurstreymoy. Kommunan hevur lagt dent á, at Boðanesheimið skuldi vera ein heimligur og fleksibul bygningur bæði at virka og vera í, tí talan er um ein bústað hjá eldru borg­ arum okkara. Tað er ein av­ bjóðing, tí talan er um stóran bygning, men hetta hevur eydnast sera væl. Bygningurin hóskar sera væl til umhvørvið her yvir við Strond, har øll kunnu njóta vakra útsýnið yvir Nólsoyarfjørð. Bygningurin kennist ikki stórur, tá skoðað verður á hann, tvørturímóti. Við Boðanesheiminum fáa vit 64 nýggj búpláss í kom­ mununi. Umframt rúmlig búrúm, hevur bygningurin hópin av møguleikum fyri eldrarøktartænastuna sum heild. Her er serstøk dement­ deild, sum eisini kann býtast upp eftir tørvi. Ríkir møgu­ leikar eru eisini fyri um­ lætting og samdøgursre­ha­ bilitering. Og í fysio- og ergo­terapiini er møguleiki fyri venjingum og stórum dagtilhaldi. Eisini er uttan­ umøkið gjørt sera pent og nossligt. Eg eri vís í, at hesir karmar, tá teir verða gagnnýttir á besta hátt, verða eitt stórt frambrot fyri alla eldra­røkt­ artænastuna í Suður­streym­ oy. Vil eisini taka tað fram, at Boðanesheimið er eitt gjøg­ numbrot fyri varandi ork­u­ skipanir. Sum kunnugt verð­ ur Boðanesheimið einans hitað við sjóvarhita, og tí er eingin vanliga oljuhitaskipan her. Hetta hevur longu givið afturljóð uttanlands, tí van­ ligt er ikki, at sjóvarhiti verð­ ur nýtt til so stórt bygnings­ verk. Her gongur Tórshavnar býráð av sonnum undan, og eg ivist ikki í, at royndirnar og vitanin, ið vit fáa frá sjóvarhitaskipanini á Boða­ nesheiminum, verður hent at brúka til aðrar verkætlanir. Eg skal eisini takka tykk­ um øllum, sum hava staðið fyri byggingini og tykkum, sum hava bygt. Tit skulu vita, at tað eru mong okkara, sum spent hava fylgt byggingini. Fleiri hava ímyndað sær at búgva her. Onnur ímynda sær, at gamla mamma ella pápi teirra loksins fær eitt røktarheimspláss. Vit vita jú øll, at tørvurin á hesum góða heimi er sera stórur. Nú er bygningurin liðugur og klárur at taka í nýtslu til stóra gleði og gagn fyri sam­ felagið her í Tórshavnar kom­ munu. Fari her at enda at ynskja okkum øllum hjartaliga til­ lukku við Boðanesheiminum og bestu eydnu til tykkum leiðslu og starvsfólk, ið nú skulu skipa virksemið og lívið her á staðnum. Takk fyri. Høgni Mikkelsen Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Halla Samuelsen Forkvinna í sosialu nevnd og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð. Boðanesheimið liðugt og hvat nú? Vit í Framsókn raðfesta eldra­ økið høgt. Vit vilja vera við til at gera ítøkiligar ætlanir fyri, at tørvurin á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu verð­ ur nøktaður. Boðanesheimið stendur nú klárt til tey eldru at flyta inn í. Ongin ivi um, at hetta stórfingna heim kom í tøkum tíma. Bíðirøðin og bíðitíðin hevur verið long. Umsíðir fáa hesir eldru havnarborgarar ein virðiligan dagligdag. Tey avvarðandi eru glað og ikki minni lætnað um hjartað, tí teirra nærmastu nú fáa ta umsorgan, sum eitt slíkt heim hevur at bjóða. Men tørvurin á íbúðar­ møguleikum í Tórshavnar kommunu til eldri og gom­ul er ikki nøktaður við Boða­ nesheiminum. Tørvurin er nógv, nógv størri enn so. Og bíðrøðin er framvegis long. Tey, sum standa í hesi røð, eru menniskju, sum øll hava tænt fyri seg í samfelagnum. Hesi sita nú og bíða eftir at koma á eitt stað, har tey kunnu hava eitt virðiligt lív. Summi ikki før fyri nakað, onnur bert einsamøll og eldri. Hesum borgarunum skulu vit hjálpa og tryggja góðar og virðiligar umstøður. Men tørvurin hjá eldra ættarliðnum er ikki altíð tann sami. Tí er neyðugt, sum tað fyrsta, at býta eldraøkið upp í 'elli' og 'røkt'. Til tey eldru, ið enn eru før fyri at passa seg sjálvan og kunnu vera við í dagliga húsarhaldinum, byggja vit ellisheim. Til teirra, sum hava røkt fyri neyðini, byggja vit røktarheim. Ein triðji bólkur er eisini. Hetta eru tey eldru, sum eru sjálvbjargin, men kundu hugsa sær ein minni bústað. Til hesi skulu vit byggja eldraíbúðir. Íbúðir, sum tey eldru antin kunnu leiga ella keypa sum eigara- ella luta­ íbúð. Megnar landið ikki at fáa endarnar at røkka saman, so má kommunan koma við rímuligum tilboðum til tey eldru. Alt annað vil hava óhepnar fylgir við sær. Tey eldru óhjálpnu føla seg til yvirs og tey avvarandi hákna undan. Vit í Framsókn ætla ikki at standa passiv og hyggja at og yppa øksl. Vit vilja, at eldraøkið skal lyftast og raðfestast høgt. Tað fara vit at gera! Kristina Ejdesgaard Framsókn Umhvørvið Tórshavnar kommuna leggur dent á umhvørvið og skipar tí m.a. hvørt ár fyri einari heilsu- og umhvørvisviku. Ta viku­ na verður dentur lagdur á týðningin av reinum umhvørvi, og skipað verður fyri nógvum og ymiskum tiltøkum um­ hvørvinum at frama. Hetta er eitt gott og neyðugt tiltak, men um­ ráðandi verður at orða ein orku- og umhvørvis­ politikk, sum allir borg­ arar i kommununi stan­ da saman um. Umhvørvið má takast inn í alt virksemi, bæði á sjógvi og á landi, og her kann og eigur Tórs­havn­ ar kommuna at ganga á odda. Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virð­ini. Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri. Sigrún Mohr Valevni á lista C.