mánadagur 5. november 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Mangt broytist á mannsins ævi
– og soleiðis skal tað vera
Eg skal vera tann seinasta til
at siga, at fyrr var alt gott, og
nú er alt grátt og trist – og
útlitini vánalig. Tí so er ikki.
Fari eg at reksa framburð
in upp, sum er hendur bara
tað stutta tíðarskeið eg havi
livað, ja so verði eg neyvan
liðug, áðrenn býráðsvalið er
av. Og fá munnu tey vera,
sum av álvara ynskja sær, at
alt var sum fyrr.
Men við hvørt rennur
mær tó onkur kensla til hugs,
sum eg hevði ynskt var sterk
ari í dag.
Eg varð smágenta, búði -
eins og ómetaliga nógv før
oysk børn gera tað í dag - í
Danmark, og eg gleddi meg
til at koma til Føroyar at
ferðast á sumri og á jólum –
longdist. Eg bleiv eldri, og
gleddi meg framvegis til at
koma til Havnar. Tí Havnin
var full av lívi, miðbýurin lá
opin og vinarligur og bjóðaði
øllum vælkomnum. Og lok
sins fluttu vit úr Danmark til
Havnar. Og tað var tað besta
sum kundi henda fyri meg.
Síðani tá hevur Havnin
sjálvandi fingið enn meira at
bjóða sínum borgarum, bæði
teimum sum búgva her, og
teimum, sum ikki búgva her
beint nú.
Men um vit lurta eftir, so
er longsulin eftir at koma
heim, og at seta búgv her í
Tórshavnar Kommunu nógv
kølnaður í hjøtunum hjá
teimum nógvu, sum fara.
Eg haldi at eitt nývalt
býráð skal leggja stóra orku í
at kanna gjølla, hvat skal til,
til tess at kveikja áhugan fyri,
at ung fólk velja Havnina til.
Ikki bara hissini metingar.
Ikki minst skulu vit kanna
eftir, hvat er neyðugt til tess
at teir heimsborgarar, sum í
støðugt størri tali velja at
búseta seg í Havn og í Før
oyum, fáa ta skúlagongd, ta
frálæru í føroyskum máli og
ta móttøku, sum sømir seg.
Kenna fólk seg vælkomnan,
geva tey eisini sítt íkast til
felagsskapin og framburðin.
Tórhavnar
Kommuna
kann sum einki finna svarini,
og broyta gongdina.
Tað snýr seg sjálvandi fyri
ein stóran part um bústaðir
til ein sámiligan prís, og at
tryggja fólki ráð til at liva í
Havn, at skapa vinnulig arb
eiðspláss, og fjølbroyttar út
búgvingar og granskingar
møguleikar.
Og so at menna ta ment
an, sum fær hjartað at banka
av longsli hjá ungum og
gomlum. Ansa eftir at tol
semið altíð ræður, og at
afturhald og snævurskygni
ikki fær fastatøkur á okkum.
Og at fáa lív aftur í mið
býin. Eitt hugskot er at við
gera framtíðarvisjónina um
Havnina gjølla, sum varð
løgd fram av hugsjónarfólki
fyri kortum – og gera eina
realistiska raðfesting. Nógv
av tí sum har er hugsað, ber
til at fremja fyri smærri
upphæddir. Og sum kunnugt
varð Rom ikki bygt eftir
einum degi.
Helena Dam á Neystabø
Valevni Javnaðarfloksins
í Tórshavnar Kommunu
Ein virkin
og rúmlig
høvuðsstaðar
kommuna!
Seinastu fýra árini havi
eg sitið sum limur í Tórs
havnar býráði umboð
andi Tjóðveldi og í sam
gongu.
Samgongan
hevur
lagt dent á, at kommunan
er fyri øll og tænastur
skulu koma øllum borg
arum til góða.
Nógv er komið á
skafti, sumt er borið
fram á leið av undanfar
num samgongum – alt
kemur ikki eftir einum
degi – og nógv er lagt til
rættis og útint av ver
andi samgongu í býráð
num. Í teimum størru
málunum hevur tað tí
betur verið eitt samt
býráð, sum hevur staðið
aftanfyri samtyktirnar.
Tað tykist eisini ímill
um fólk flest at vera ein
jaligur hugburður yvir
frambrotini og umráð
andi er tí, at førdi poli
tikkurin
í
býráðnum
sleppur at halda fram
eftir valið. Ein politikkur,
har tey stóru og alneyð
ugu stórmálini eru framd
við fíggjarligum skyn
semi
og
fíggjarligari
langtíðarætlanum. Gam
aní varð skattaprosentið
hækkað við einum pro
senti í eitt tíðarskeið,
men fór hetta beinleiðis
til at gjalda framkomna
og neyðuga Boðanes
heimið, ið nú stendur so
vakurt og prýðiligt Yvir
við Strond.
Skúlin við Løgmanna
breyt og á Argjahamri
eru goldnir, tó er nakað
av lántøku farin til hesar
verkætlanir.
Brúgvin um Sandá
verður ein av stóru ætl
anunum, sum fer í gongd
í næstum. Hetta er ein
verkætlan, ið er alneyðug
fyri at sambindingin er
nútíðarhóskandi.
Ein tann størsta av
bjóðingin í komandi tíð
um – bæði fyri kommunu
og land – er fólkafrá
flyting. Her verður neyð
ugt at fáa samstarvið at
virka nógv betur ímillum
landsins myndgleikar og
Tórshavnar kommunu,
serliga innanfyri útbúgv
ingarøkið, so vit fáa fleiri
útbúgvingar og harvið
fáa fólkini at støðast í
heimlandinum.
Her
verður
neyðugt
hjá
kommununi
at
fara
undir ein størri leiklut í
komandi
tíðum
og
harvið taka ábyrgd fyri
hesum álvarsmáli. Eisini
at boða og kunna løg
tings- og landsstýrislim
ir
um
týdningin
av
einum virknum og rúm
ligum høvuðsstaði, ið
ynskir at ganga á odda í
landinum.
Eg bjóði meg fram
aftur á lista E – Tjóð
veldinum – til komandi
býráðsval og ynskja vit
øll á listanum at ganga
fram á leið bæði sum
fólk og land. Í valblað
num, sum er borið í
hvørt hús, er vert hjá
øllum at kaga í.
Jákup Símun Simonsen
býráðslimur og valevni
á lista E.
Jákup Símun
Simonsen
Býráðslimur
Fíggjarpolitikkur til UG
Andstøðan
í
Tórshavnar
kommunu, gerð nógv burtur
úr skuldini, sum kommunan
hevur tikið uppá seg. Alt
millum 140 til 220 mill. kr.
verður nevnt, alt eftir hvør
telur. Skuld tyngir einhvønn
rakstur. Tað er ongantíð gott
at skylda pening, men tað er
so lætt at rópa upp um skuld.
Fyri at fáa eina fullfíggjaða
mynd at støðuni, er neyðugt
at hyggja eftir kringum
støðunum, ið hava íkomið
eina skuldarbinding.
Føroyar og allur heimurin
annars, rendi seg í fíggjarligt
vandaveður á heysti 2008.
Bankarnir klamsaðu lokið á
kistuna og alt virksemið
steðgaði upp yvir nátt. Pri
vata vinnuvirksemi, svann
skjótt burtur í onki, og fólk
við
stórum
fíggjarligum
skyldum mótvegis bankun
um, mistu arbeiði. Ein van
lukkulig støða, um ikki kom
munan var so sterk fíggjarliga,
at hon kundi seta í verk
stórar ætlanir, her undir
stórar
byggiætlanir
sum
skúlin við Løgmannabreyt,
Skúlin á Argjahamri og Boða
nesheimið.
Byggjarí
fyri
umleið 300 mill. kr bara í
hondverkaraútreiðslur.
Afturat kemur ínnbúgv, ráð
geving, grundstykki o.a. fyri
kanska 150 til 180 mill.
Hendan lítla hálva milli
ardin er goldin í krepputíðum,
til at hækka støðið á tæn
astunum, sum kommunan
kann veita! Veruligi vinn
ingurin er at byggifyritøkur,
handverkarar, tænastuvinn
an og arbeiðsfólk hava havt
arbeiði at farið upp til um
morgunin og pengar til at
gjalda fyri seg og síni. Hetta
er ímyndin av eini ábyrgd
arfullari
kommunu,
sum
stendur við endan tá ið pri
vata vinnan hevur tað tru
pult.
Í kreppuni fyrst í 90 ár
unum, steðgaðu bæði privata
vinnan og almenni tænastu
geirin upp 6. oktobur 1992.
Úrslitið var, at Føroyingar
duttu niður í eitt fíggjarligt
vakum. Úrslitið var ræðandi,
familjur máttu rýma frá húsi
og heimi, fyritøkur snaraði
lykilin fyri seinastu ferð og
samfelagið
annars
fór
í
vanrøkt. Tað eru bert fá ár
síðani fólkatalið aftur var á
sama støði, sum áðrenn
kreppuna.
Minnist sera væl tíðina
upp til kreppuna. Samfelags
hjólini koyrdu skjótari enn
nakrantíð fyrr, ongin hevði
tíð at liva, arbeiðskraft mátti
innflytast.
Arbeiðir
sum
gjørd vóru tá, vóru ov dýr og
ov vánalig, tí efturspurning
urin var so nógv størri enn
útboði.
Tað stutta av tí langa er, at
fíggjarstýringin, sum kom
munan hevur staðið sum
garantur fyri er til UG. Vit
hava fingið bygt tveir góðar
skúlar og eitt ellisheim- um
framt onnur arbeiðir til
rímiligan prís. Samfelags
hjólini hava koyrt lutfalsliga
gott, hóast kreppu. Og tað
besta av øllum er, at vit hava
– sum fyrsta kommuna í
heiminum – set álvara aftan
fyri tey føgru orð um grøn
tiltøk, við fríðari busskoyring.
Alt saman í krepputíðum.
Tað er nú ikki so galið!
Sámal Ímundarsson
Valevni Tjóðveldis