Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ”Nei, nei, nei. Tað skal vera konkret. Altso púra ítøkiligt. Annars kunnu fólk ikki fyrihalda seg”. Eg kjakaðist við ein kenning, ið eg møtti á gøtuni. ”Skalt tú veljast, mást tó lova mær okk­ urt”. Umframt at eg tilluti havna­borgarum størri visio­ner evnir, enn bara at síggja til endan á einum 50 m hyli, so eri eg eisini ósamdur við hesum ”lova-mær- okk­ urt-hugtakinum”. Eg fari ikki at lova tær per­ sónliga nakað sum helst. Tí tað kann eg ikki. Eg havi latið meg stilla upp til býráðið, tí eg vil gera nakað fyri býin. Veri eg kroystur, so ja – alla kom­mu­nuna. Eg havi eisini játtað at fara upp á stórskíggjan við Bøkj­arabrekku, á eina 18 fermetra stóra elektroniska mynd. Tað var nú mest fyri at ganga mammu á møti, tí hon sigur seg einki hava sæð til mín í valstríðnum. Eg ætlaði at skriva ”Hey mamma” á mynd­ina, men eg tordi ikki. Í staðin skrivaði eg tað, sum liggur mær nærm­ ast: Havnin – fyrst og fremst. Sum eg síggi avbjóð­ ingarnar hjá einum komandi býráði, eru tær størri og meira yvir­skip­ aðar, enn tað, at hava meiningar um ein­stak­ar vegabungur og um hvussu eitt til høvið leigað parisarahjól skal eita. Um tú samanber Tórs­havnar Býráð við eitt virkið, so er býráðið nevndin í virkinum, ið skal stinga út í kortið, hvør ið kósin skal verða. Tá kósin er sett, fer virkisleiðslan og úti við 1.700 fólk til arbeiðis í Tórshavnar kommunu eftir settu kósini. Tað er hetta, eg havi latið meg stillað upp til. Eg havi ikki boðið meg fram sum montør av fyri­bilsloysnum, men hin vegin havi eg boðið meg fram at stinga út í kortið. Eg vil, eins og tú, hesum býnum væl og eg eri troyttur av at standa á síðulinjuni, meðan mon­tør­arnir av fyribils­ loysnum gera seg lidnar. Teir verða ong­antíð lid­ nir. Fyribilsloysnir eru sum kunnugt ikki nøkur varandi loysn. Sæð í ljósinum av verandi umstøðum, skal komandi býráð m.a. taka støðu til hvønn leiklut Havnin skal hava í Før­ oyum, í norð­ur­lend­skum høpi, við atliti til olju­ vinnu og um vit ætla at skapa okkum ein leiklut, við atliti til køkuna, sum júst nú verður býtt í Arktis. Hatta vóru bara nakrar av útvendu av­ bjóðing­unum. Eitt komandi býráð skal eisini steðga fólka­ frá­flyt­ingini. Eitt kom­ andi býráð skal í roynd og veru loysa flestu upp­ gávurnar, sum tú skuldi trúð, at eitt landsstýri átti at loyst. Men sum høvuðsstaður og drív­ meg­in í hesum lítla landi­num, skal Havnin seta øll hesi tingini í verk. Tað krevur at avbjóð­ ingarnar verða raðfestar, fyri at loysnirnar kunnu verða haldgóðar í kom­ andi tíðum. Tað krevur eisini, at tað er dygd og tyngd í teimum verk­ ætlanum, ið kommunan fer undir. Til sjeynd og seinast krevur tað, at tú skilir hví eg ikki kann lova tær persónliga nakað, sum tú kanst taka heim við til tín sjálvs og sum bara tú kanst fáa gleði av. Nei tú. Vit skulu hugsa longri enn til næsta summar­festival. Hitt er sgu for platt. Tað er sgu for platt... kommunuval 2012 Kettubýurin Tað eru skjótt tjúgu ár síðani eg át mín seinasta tebolla á konditaríinum, saman við ommu míni. Tað staðið stend­ ur fyi mær, sum eitt livandi stað, ið savnaði Havnar­ borgarar í ymiskum aldri og úr ymiskum samfelags­ mentanum. Eg veit ikki hví konditaríið hevði eitt slíkt hjartapláss í býnum. Helst ein samanrenning av ymisk­ um faktorum. Í dag hevur Tórshavn einki hjarta og eg haldi, at vit øll sakna felags­ kapskensluna, sum ríkaði tað staðið og harvið eisini mið­ býin. Men ístaðin fyri at royna at endurskapa eina farna tíð, er tó ofta betur at hyggja rundan um seg, um ikki umhvørvið hevur rembt sær og nýggjar fláir daga undan. Guðrun og Guðrun heldur einsamalt lív í gongugøtuni í dag, saman við Tutl á ´Det Glade Hjørn og bóka­savni­ num longur niðri. Handils­ kjarnin stendur tómur undir liðini á Ebenezer, annars eru tveir bankar, ein ítrottar­ handil og Glimmir. Miðbýurin er tómur. Bara um náttina, í vikuskiftinum, er lív. Ein stórur partur av mið­ savnandi handils­virk­semi liggur spjatt um allan býin. Nema við Apple produkt­ unum liggur á hálsi saman við BR, Vøggan á Falkavegi, Gurðun og Guðrun á vagli­ num, Sirri og Steinum­pro­ duktini á Áarvegnum saman við Etika, Rúsan á hálsi, Smyrjubreyðsbúðin á Bøgøtu, Kaffihúsið Undir Bryggju­ bakka, Carello á kaj­ini, osfr. Tað er eyðsæð at kundar­ skarin á hesum støð­um er avmarkaður, um fólk noyðast at koyra fimm, tíggju min­ uttir frá stað til stað, fyri at gera síni ørindi. Og eingin sosialur vinningur er av, at fólk ferðast í so se­kuleraðum ringrásum kring býin. Doktor Jacobsensgøta hevur, eftir mínum tykki, eitt náttúrligt potentiali fyri eini miðstaðar gongugøtu. Gøtan er long og smøl, við einum lítlum hugnaligum torg­kend­ um øki í miðjuni og vaglinum fyri endan. Nógv handilsrúm eru omaneftir vegnum, og til ber at skipa fleiri búðstað­ arøki omanyvir. Eftir mínum tykki, liggur gøtan bara og bíðar eftir at blomstra við kafévirksemi, mat­stovu­virk­ semi, handilsvirksemi, búð­ støðum og ymiskum studio­ virksemi til list. Paralellar kunnu dragast við Lauga­ vegur í Reykjavík, mið­býar­ depilin í Íslandi, har nærum alt handils, kafé og nátt­ klubbarvirksemi er samla eftir einari langari gøtu, við einum torgi og grønum øki fyri endan. Omanyvir hesum hølum og eftir paralellgøtum eru íbúðir. Laugavegurin er altíð eitt dynamiskt stað fyri borgaran og ferðandi at vitja. Fyri at slíkur miðdepil skal eydnast, er umráðandi at virksemið er samlað so tætt sum møguligt. Bæði fyri at maksimera spin-off effekt­ ina í sjálvum miðdeplinum og eisini rundan um, á síðugøtum osfr. Býráðið skal gera karmar fyri, hvat virksemi ein slík gongugøta skal innihalda, og seta treytir fyri útleigarar. Í dag standa í heilum handilshøli tóm niðri í miðbýnum, og tað hevur eina negativa effekt á um­ hvørvið. Umráðandi er, at best umtóktu handilsvørur sleppa oman í miðbýin, og at finna javnvágina millum dagvirksemi, kvøldvirksemi og náttarvirksemi. Haruki Murakami skrivar í bókini 1q84, um Kettunar bý. Ein ferðamaður kemur til ein bý, og har eru eingi fólk. Ikki fyrr enn um náttina koma ketturnar fram, og tær agera sum borgmeistari og banka­ fólk o.t. Ketturnar kenna á sær, at ein fremmandur er komin til býin, men tær síggja hann ikki rættuliga. Maðurin er forvitin og steðgar í bý­ num, fyri at royna at skilja samfelagið. Har er bert lív um náttina. Tá hann einaferð ger av at fara avstað aftur, steðgar tokið ikki meira við Kettunar bý. Søgan er ein analogi uppá smábyir sum okkara. Hendan gongdin, sum vit stríðast við, avfólking og deyð mið­staðjar­ øki, er ein kend sosiologisk gongd. Trendir og rák ferðast so skjótt ídag, at smáir býir noyðast at arbeiða hart fyri at idetifisera nýggjar trendir og tørvir og íbirta kreativitet og íverksetanarhug hjá sínum íbúgvum. Ein dynamiskur miðbýar­ depil er ein treyt í einum høvuðsstaði, fyri at inspirera íverksetarahug og styrkja felagskensluna hjá borgar­ num. Uttan hjarta, doyr lív allastaðni. Kettunar býur er mín ræðumynd og er í veru­ leikanum orsøkin til, at eg lat meg leiða upp á listan til býráðsval. Eg trúgvi uppá íverksetarahug, kreativitet, búðskaparvøkstur og fólka­ vøkstur. Vit mugu fyrst hjálpa okkara egnu at røkka tindarnar, soleiðis at restin av samfelagnum kann trívast og mennast. Bara soleiðis hava vit nakran sum helst møguleika at halda fast í heimskaruselluni og halda skuggamyndini aftanfyri, heldur enn frammanfyri okk­um. Hjálp mær at geva mið­ býnum lív, stuðlað mær til býráðsvalið! Poul Clementsen Framsókn Jóna Kristin Thomsen Frælsi, Javnaður, Brøðralag, Tjoðveldi Í hesum valdøgum har vit Valevnir yvirhøvur øll lova tað sama um vit verða vald haldi eg at vit eisni eiga at hugsa um tær ideologisku hugsjóninar sum ikki verða tiknar uppá tunguna av nøkrum flokki, heldur ikki Tjóðveldinum. Tjóðveldið eigur at rann­ saka seg sjálvt, hvar standa vit ídag? eg haldi vit skulu fara aftur til røturnar hjá flokkinum tá hann veruliga var flokkurin hjá fiski­monn­ um og verkafólki. At berjast fyri tí góða og mennandi so at vit øll – andans og handans verkafólk ­– hava góð kor og umstøður í Tórshavn og øll­ um Føroyum. At endur­finna meiningina við megnar orð­ um sum Samhaldsfesti, soli­ daritetur og so sjálvandi Frælsi, Javnaður og Brøðrar­ lag. Heldur ikki mugu vit gloyma Fullveldishugsjónina og at Føroyar ein dag skulu verða ein sjálvstøðug Tjóð, sum vit øll verða errin av. Við okkara ríka tilfangi, okkara fólki og øllum sum er Føroyskt hava vit allar møgulleikar at evna til eitt gott samfelag har trivnaður og nøgdsemi eru loysunarorðini og har eitt nýmótans og altjóðagjørt vinnulív er lokomotivið, eitt vinnulív sum hugsar um tað burðardygga og hevur fyrilit og atlit við okkara tilfangi, Ogn Føroya Fólks og sum vit bert hava til láns frá okkara eftirkomarum. Hjálpið Tjóðveldinum til at gera eitt gott land enn betur. Johan Mortensen