mánadagur 5. november 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Vesturbýurin
menningarøki
Fjøllbroyttir
bústaðir
Eitt sereyðkenni við Vest
urbýnum er, at har er
gingið undan við at
skapa fjølbroytni í bú
staðarbyggingini. Longu
í 70´unum var ein tann
fyrsti íbúðarblokkurin
bygdur við uttast Landa
vegin. Í 80´unum komu
blokkar við leiguíbúðum
og
raðhúsum
Undir
Fjalli, eins og tað í Vest
urbýnum eisini finnist
einasta veruliga næm
ingaheimið í landinum.
Og seinastu árini eru,
umframt vanligar set
húsabyggingar,
eisini
bygdir íbúðarblokkarnir
undir Gráasteini og rað
húsabyggingar í Stóra
gerði og Heygsgerði.
Kommunan eigur stór
økir í Flatnahaga, sum
eru vælegnaði til bú
staðarbygging. Og tað
eru longu gjørd ymisk
uppskot við m.a. punkt
húsum til íbúðir oman
fyri
raðhúsini
Undir
Fjalli, eins og tað er
náttúrligt, at fleiri næm
ingabústaðir eisini verða
bygdir í økinum, nú
Skúladepilin
nærkast.
Og tað er eisini gleðiligt,
at onnur arbeiða við
ítøkiligum ætlanum um
lutaíbúðir í Vesturbý
num.
Á henda hátt fæst
enn størri fjølbroytni og
útboð
í
bústaðarmøguleikarnar
í Vesturbýnum, soleiðis
at karmarnir hjá ungum
at festa búgv gerast
lagaligari.
Gera miðstaðardepil
í Vesturbýnum
Men Vesturbýurin tørvar
ein miðstaðardepil, eins
og økið á Hálsi er tað í
Eysturbýnum og Karla
magnussarbreyt í Hoy
víkshaganum.
Nú farið verður undir
brúnna um Sandá í
næstum, kemur Markna
gilsvegurin í enn størri
mun at verða sambind
ingarvegur millum nátt
úrligu býardeplarnar við
Argjum í suðuri, Hoy
víkini
í
norðuri
og
Gundadali ímillum. Og
tá nýggji innkomuveg
urin
til
Havnar
er
gjørdur, liggur Vestur
býurin í enn størri mun
sentralt í býnum.
Tað er tí púra onki
minni enn ein sjálvfylgja,
at býráðið tí nú ger sín
part, og fer undir at
skapa eitt miðstaðarøkið
í Vesturbýnum. Og tað
mest sjálvsagda økið, er
stóra økið millum Landa
vegin og Marknagils
vegin. Her er pláss, og
við einum Skúladepli,
einum nýggjum Vestur
skúla til fólkaskúlanæm
ingarnar og eini ítróttar
høll, manglar einans at
skapa
karmar
fyri
handilslívið og øðrum
tænastuvinnum í øki
num. So er miðstaðarøkið
fyri Vesturbyin veruleiki.
Tekur
tú
undir
við
hesum set so krossin
við
Levi Mørk á
býráðsvalinum 13 nov.
Levi Mørk
Veruleikar í og hugsjónir fyri
Runavíkar kommunu (2. partur av 5)
Øki 1
(Kommunal fyrisiting):
Kommunala fyrisitingin eig
ur allatíðina at mennast. Vit
hava fyri 1½ ári síðani sett á
stovn mentanardeild og hava
nú eina heila fyrisiting, t.v.s.
vit hava fíggjardeild, sosiala
deild,
mentanardeild
og
tekniska deild. Samanumtikið
kunnu vit siga, at fyrisitingin
virkar væl. Tey seinastu tvey
árini hava vit eisini brúkt
orku upp á at fáa dagført
teldukervið, samstundis sum
vit hava fingið nýggja jour
nalskipan. Hetta hevur kravt
nógv av
starvsfólkunum,
men nú eru vit við at koma á
mál við hesi umskipan. Vit
arbeiða allatíðina við at
menna fyrisitingina, og enda
málið er, at vit skulu vera í
fremstu røð og, at borgararnir
fáa bestu tænastu.
Øki 2 (Almanna- og
heilsumál):
Hetta er eitt stórt øki, sum
er merkt av, at fleiri av
tænastunum eru tvíbýttar,
tá um tann fíggjarliga partin
ræður, t.v.s. útreiðslurnar
verða býttar millum land
og kommunu. Gongdin tey
seinnu árini hevur verið tann,
at landið minkar sín part
ella tekur hann heilt burtur
á nøkrum av hesum økjum.
Hetta hevur verið strævið,
og
hevur
kommunan
tí
stundum bara tikið alt á seg
– t.d. við eldratilhaldinum,
har øll játtanin varð strikað
í einum, og kommunan sjálv
stovnsetti eitt eldratilhald.
Á hesum økininum eiga vit
allatíðina at fylgja væl við og
tryggja, at okkara borgarar
fáa ta tænastu, teir hava
rætt til.
Tann stóra avbjóðingin á
hesum økinum fyri tíðina er
yvirtøkan av eldraøkinum,
sum landsstýrið hevur boðað
frá, verður 1. jan. 2014.
Eldraøkið
er
eitt
sera
týdningarmikið øki, sum eg
onga løtu ivist í, at vit klára
at umsita, men altavgerandi
er, at kommunan heilt greitt
veit, hvat hon gongur inn til
við hesi yvirtøku. Her eru
nógvir spurningar at svara
og nógv ivamál at loysa, áðr
enn yvirtøkan kann gerast
veruleiki. Her eigur kom
munan gjøgnum KSF at
tryggja sær, at t.d. fígg
ingarleisturin er púra greiður.
og at kommunan kann taka
undir við honum, áðrenn
yvirtøkan kann verða framd.
Øki 3 (Børn og ung):
Á hesum økinum eru stórar
íløgur gjørdar í nýggjar
bygningar tey seinastu árini.
Hølistørvurin er rímiliga væl
nøktaður, men eitt sindur
vantar í enn, til vit kunnu
siga, at nú eru vit komin á
mál.
Týdningarmikið
er,
at
námsfrøðiligi parturin er á
høgum støði, og her eru vit í
fremstu røð.
Barnafrádrátturin
er
hækkaður úr kr. 4.000,- upp í
kr. 4.500,- og væntandi verður
hann kr. 5.000,- frá 1. jan. 2013.
Systkinafrádráttur er eisini
innførdur. Á hesum økinum
eiga vit allatíðina at fylgja
væl við og gera tað, vit
megna, at gera barnafamilj
unum tað so liviligt sum
møguligt.
Í okkara kommunu hava
vit tilboð um frítíðaransing
til fyrsta flokk, meðan fleiri
aðrar kommunur hava tilboð
um frítíðaransing fyri annan
flokk eisini. Enn hava vit
ikki megnað at veita tilboð til
annan flokk, men er tað
avgjørt eitt mál, sum arbeitt
eigur at verða við í komandi
valskeiðið, og vónandi verður
hetta til veruleika, soleiðis at
vit fáa veitt eins góða tæn
astu á hesum økinum sum
aðrar kommunur.
Ungdómshús
hava
vit
saman við Nes kommunu og
virkar tað rímiliga væl, og
verður tað eisini væl vitjað
av ungdómi úr okkara kom
munu. Tað, sum vit mangla,
er eitt spælistað, har ung
dómar fáa møguleikan at
koma inn at venja og spæla
tónleik. Her eiga vit sum
kommuna at hjálpa til við at
loysa hendan tørvin.
Endamál og ynski mítt
er, at Runavíkar kommuna
framhaldandi skal vaksa og
mennast, og at vit bjóða
okkum fram bæði í heim
ligum og altjóða umhvørvi.
Magnus Rasmussen
Borgarstjóri
Listi A
Skipað uppvenjing til øll
sjúku- og vanlukkurakt
Tá uppvenjing, eisini kallað
rehabilitering, hevur verið
nevnd er hetta bert sett í
samband við røktarheim og
okkara eldru.
Tað er sjálvandi gott at
búfólk á røktarheimum, og
eldri yvirhøvur, fáa venjing
og uppvenjing. Tað skulu tey
fáa og tað er neyðugt fyri
lívsgóðsku og heilsu.
Men tað eru altso eisini
yngri fólk, ið hava tørv á
uppvenjing, og harvið størri
lívsgóðsku og betri heilsu.
Hvørt ár eru tað fleiri fólk, ið
verða rakt av blóðtøppi,
heilabløðing, vanlukku og
ymiskum sjúkum, ið viðførur
skerdan førleika. Hesi hava
onki skipað tilboð um upp
venjing.
Tá tosa verður um upp
venjing, er tað kropsliga sera
nógv í fokus, men vit mugu
ikki gloyma at vit ikki bert
eru kroppar. Vit mugu hava
eina heildarætlan fyri upp
venjing, har endamálið er at
endurvinna likamligu, sálar
ligu og sosialu førleikarnar,
sum eru neyðugir fyri at
megna gerandisligt virksemi
og virkna luttøku í sam
felagnum.
Her má Tórshavnar Kom
muna gera sítt fyri at stuðla
undir hesum virksemi. Kom
munan skal lurta eftir og
taka ímóti ráð frá teimum, ið
arbeiða innan økið. Í felag
skulu vit lyfta uppgávuna og
gera tað besta fyri teir borg
arar, ið hava tørv á hjálp at
endurvinna heilsu, tað verði
seg bæði kropsliga, sálarliga
og sosialt.
Vit eru nógv, ið vita um
ella kenna fólk, ið stríðast við
hesi viðurskifti. Lat okkum
fáa raðfest og skipað økið til
frama fyri borgara og kom
munu!
Marja L. Gjógvará
Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi