mánadagur 5. november 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er gleðiligt at Bú
staðarfelagið (gamli Húsa
lánsgrunnurin)
hevur
fingið heimildir til at
veita lán og at reka leigu-
og lutaíbúðir, tí tørvurin
á lestrar- leigu- og luta
íbúðum er vaksin nógv
seinnu árini.
Kommunu
skúlaøkið
Vit áttu at rivið gamla
kommunuskúlan niður,
bygt íbúðarlonir ístaðin
og fingið eitt fyrimynd
arligt umhvørvi og savn
ingarstað fyri øll.
Tað er trupult hjá
lágløntum, lesandi og
støkum, at skapa sær
eina framtíð í Havn Vilja
vit at Tórshavnar kom
muna skal vaksa, er al
neyðugt at skapa karmar
og góðar umstøður fyri
borgaran at seta búgv.
Eru bústaðarumstøð
urnar ikki nøktandi, velja
fleiri heldur eina framtíð
uttanlands, har bústað
armarknaðurin er fjøl
broyttari enn okkara.
Ein íløga í fragari bú
staðarviðurskifi er ein
íløga í trivnaðin. Hetta er
bráðneyðugt vilja vit
hava vøkstur og vælferð
í Havn.
Havnin er
býurin, vit
vilja búgva í
kommunuval 2012
Rógvi á Rógvu
Valevni hjá Tjóðveldi
Gerið Havnina til lestrarbý
Aftaná Hoydalar fór eg í 1975
á Fróðskaparsetrið í 2 ár.
Jóhan Hendrik W Poulsen
hevði avloyst Christian Mat
ras, sum framvegis hevði
nakrar fáar tímar. Skemt
ingarsami Mortan Nolsøe
undirvísti saman við Ole
Jacobsen, Ulf Zachariassen,
norska
gestalærarunum
Trygvi Skomedal og svianum
Bjørn Hagstrøm, sum altíð
setti sær og øðrum sera høg
mál.
Vit vóru ikki nógvir
næmingar tá, men lestrar
umhvørvið var gott, og vit
fingu ein førning fyri lívið.
Tí fegnist eg um, at Fróð
skaparsetrið 37 ár seinni
hevur ment seg til ein depil,
har umleið 100 fólk starvast
og talið av lesandi er farið
uppum 650. Stóri vøksturin
kemur tó mest av saman
leggingum við aðrar skúlar í
høvuðsstaðnum í eini roynd
at skapa eitt samanhangandi
undirvísingarumhvørvi.
Fiskivinnan er at kalla
horvin úr høvuðsstaðnum,
og tær stóru framleiðslu
eindirnar liggja nú í Norð
oyggjum, Eysturoynni, Vág
oynni og Suðuroynni. Havnin
eigur ongan part av fiska
tilfeinginum, og hetta sæst á
Vestaru Vág, har bert eitt
sindur av landingarvirksemi
er.
Havnin skal tí finna nýtt
virksemi til fólkið, her býr.
Fremsta boðið í løtuni er at
gera býin til ein lestrarbý við
øllum tí avleidda virksemi
num, sum kann standast av
hesum ( t.d. matstovur, íbúðir
og aðrar tænastur).
Skal hetta eydnast, má
fólkið standa saman um
átakið. Tað ber ikki til at
spjaða hægri undirvísing um
alt landið, og tí mugu møgu
ligar ætlanir um at flyta
sjóvinnuútbúgvingarnar úr
Havnini sleppast.
Tað er ikki nóg mikið at
hava útbúgvingarnar í sama
býi, tær mugu savnast á sama
øki, campus, soleiðis at vit
veruliga fáa gjørt ein lestr
arfelagsskap fyri tey lesan
di.
Størsta
vandamálið
í
løtuni er fráflytingin. Onga
aðrastaðni rýmir helvtin av
studentunum av landinum á
hvørjum ári, men skal før
oyski ungdómurin nema sær
vitan, noyðist hann ofta at
fara. Tí eiga vit at gera alt
fyri at geva ungdóminum ein
møguleika fyri at vera ver
andi í landinum. University
of Faroe Islands kundi verði
ein partur av loysnini.
Finnbogi Arge
Oljuinntøkur til flogvøll
og sjúkrahús
Enn
hevur
spurningurin
ikki verið so nógv frammi,
men eg kenni meg rættiliga
vísan í, at flestu føroyingar
munnu hava ta áskoðan, at
tá olja og gass eru funnin
í undirgrundini, so skulu
vit seta inntøkurnar í ein
oljugrunn. Hesin skal fyrst
og fremst skal tryggja kom
andi ættarlið, men eisini
vera ein framtíðartrygd hjá
samfelagnum
yvirhøvur,
skuldu kreppur herjað.
Samstundis er greitt, at í
tí løtu, tann fyrsti føroyski
oljufundurin er veruleiki, so
fer tað eisini at síggjast aftur.
Avkastið av inntøkunum fer
at koma út í samfelagsrenslið,
og tá er spurningurin, hvussu
vit handfara hesa inntøku.
Sjálvandi skulu vit ikki
selja skinnið, fyrr enn bjørn
in er skotin, men eg veit av
drúgvum
royndum
sum
politikari, at tú altíð eigur at
leggja ætlanir og hava tankar
um framtíðina, tí tað er tað
skilabesta at gera.
Fái eg til ta tíð nakra
ávirkan á, hvussu inntøk
urnar frá oljuvinnuni verða
handfarnar, so vil eg mæla
til eina raðfesting, har vit
bæði hava ein oljugrunn,
men eisini seta pening av til
útbúgving og mentan. Hesi
bæði eru sera avgerandi fyri,
at fólk kunnu støðast her á
landi, og samstundis eru tað
hesi bæði, ið fremst av øllum
kunnu kjølfesta okkara sam
leika sum fólk og tjóð.
Skulu vit vera før fyri at
hava eina slíka menning, ið
er treytin fyri at bera Føroyar
fram á leið, kunnu vit heldur
ikki lata eyguni aftur fyri,
at
alneyðugt
verður
at
raðfesta ein nýggjan flogvøll
á Glyvursnesi, ið saman
við verandi flogvølli skal
kunna byggja brýr millum
Føroyar og útheimin. Bæði
sum eitt amboð hjá okkara
útflutningsvinnu og sum ein
trygd fyri støðugari ferðing
til og úr Føroyum.
Skal seg so annars eisini
vísa á eitt annað ítøkiligt
umráði, ið eigur at fáa bein
leiðis gagn av teimum inn
tøkum, komandi oljuvinnan
fer at skapa, so stendur eitt
nútímans og vælvirkandi
Landssjúkrahús ovarlaga á
mínum
ynskilista.
Hetta
eigur at minka um tørvin at
senda sjúklingar burtur í
onnur lond at fáa heilsubót,
tí vit á okkara egna Lands
sjúkrahúsi skulu kunna veita
alla viðgerð, samstundis sum
vit skulu kunna byggja upp
vitan og dugna í okkara
heilsuverki, so bæði læknar
og heilsufólk annars trívast
og støðast her.
Við støðugum ferðasam
bandi
og
einum
góðum
Landssjúkrahúsi
verða
Føroyar tá eitt land, ið kann
veita bæði føroyingum og
øðrum ta viðgerð, ið er fyri
neyðini. Tá verður tað ikki
bara so, at vit fara í onnur
lond at leita okkum hjálp,
men at onnur fara at koma
til okkara.
Heðin Mortensen
Borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu
Rørsla og heilsa
Vit vita, hvussu stóran
týðning heilsan hevur at
siga fyri okkum øll, bæði
ung sum gomul. Við
rørslu kunnu vit vera við
til at byrgja fyri mongum
brekum og sjúkum. Fyri
byrging er bæði betri og
bíligari enn eftirviðgerð:
Betri, tí tann fríski fær
betri lívsdygd, og bíligari,
tí samfelagið sleppur
undan at fara undir við
gerðargongdir,
sum
í
mongum
førum
eru
bæði drúgvar og dýrar.
Her í høvuðsstaðnum
eru vit tíbetur rættiliga
væl fyri í so máta, tí vit
hava alskyns tilboð, tá ið
um rørslu ræður, bæði
til ung og gomul. Tórs
havnar kommuna hevur
á hesum øki skapað
karmar og umstøður
fyri, at fólk fáa høvi til at
venja og vera væl fyri.
Men hesi tilboð eiga at
gerast enn meira fjøl
táttað og fleiri, serliga í
sambandi við innandu
raítróttir, sum kunnu
venjast alt árið.
Ein ítrótt, ið enn er
ikki komin til Føroya, er
Squash.
Hon
kostar
lutfalsliga lítið at fara
undir. Hon vendir sær til
øll, bæði ung sum eldri.
Hon er heilsugóð, og hon
er stuttlig. Hetta er sera
væl dámd ítrótt í lond
unum kring okkum.
Nýhugsan og nýskap
an eru lyklaorðini.
Grundin undir hørðu
virðunum eru bleytu
virðini.
Verði eg vald tann 13.
novembur, er hetta eitt
av málunum, eg fari at
virka fyri.
Sigrún Mohr
Valevni á lista C.