Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 DÁNJAL HØJGAARD ST leggur seg vanliga ikki út í innanríkismál. Ikki uttan so, at talan er um vápnað stríð, ella at partarnir eru samdir um at boðsenda ST. Tískil er tað ikki sannlíkt, at landsstýrið fær nakað burturúr at venda sær til ST, fyri at fáa glið á samráð- ingarnar um føroyskt full- veldi. Hetta upplýsa ST-keldur fyri Sosialinum. - Eg tori ikki at siga, hvat ið fer at henda í hesum ítøkiliga førinum. Men trup- ult er at ímynda sær, hvussu ST skal fáa nakran leiklut, tá ið talan er um innanhýsis- viðurskifti av hesum slagi, sigur Farhan Haq, talsmað- ur á ST-høvuðsborgini í New York. Semja krevst Farhan Haq sigur, at for- treytin fyri, at ST kemur uppí leikin í máli sum hes- um er, at partarnir - lands- stýrið og danska stjórnin - eru samdir um hetta. - Vanligt er, at ST bert játtar at vera semingsstovn- ur, um so er, at partarnir vilja hetta. ST kann bjóða seg til at hjálpa pørtunum í teirri løtu, partarnir siga seg vilja hava hjálp. Men ST ST-keldur: Mekling krevur semju Sambært keldum í ST fer altjóða stovnurin neyvan at leggja seg út í trætuna millum landsstýrið og donsku stjórnina. Ið hvussu so er ikki so leingi sum danska stjórnin er ímóti uppílegging leggur seg ikki út málið, uttan so, at partarnir eru samdir um, at ST skal hava ein leiklut, sigur Haq. - Er støðan sostatt tann, at ein av pørtunum ikki vil hava ST upp í leikin, so kemur ST vanliga heldur ikki uppí málið, sigur tals- maðurin í New York. Friðarligt øki Sambært eini ST-keldu í Keypmannahavn er tað sera ósannlíkt, at ST gerst mekl- ari í fullveldismálinum, um danska stjórnin er ímóti hes- um. - Eg vænti at tað verður trupult at fáa ST uppí leikin, tí hetta verður mett sum eitt innanhýsis danskt málsøki, sigur keldan, sum ikki vil vera nevnd á navni. ST-keldan í Keypmanna- havn leggur dent á, at danska stjórnin ongantíð hevur sett seg ímóti, at Fø- oyar gerast fullveldsisríki, og, at ætlanin er at hava ein fólkaatkvøðu um spurn- ingin. Harafturat hevur tað týdning, at tað valda friður og lutfalsliga góð viður- skifti millum Føroyar og Danmark. - Úti í heimi er vanliga fatanin, at heimastýrislógin hevur verið ein góð skipan, sigur ST-keldan, sum kortini slær fast, at Føroyar eru partur av donskum utt- anríkispolitikki og ST- limalandinum Danmark. Eingi vápn ST-talsmaðurin Farhan Haq vísir á, at ST kann leggja seg út í innanhýsis viður- skifti hjá londum, um so er, at talan er um vápnað stríð, har friðurin og trygdin eru í vanda. Sum dømi nevnir hann kreppuna í Eystur- Bert 10. hvør er góðkend! Rætting: Ein óheppin villa kom í yvirskriftina til greinina um føroyskar fyritøkur og um- hvørvisgóðkenning í blaðnum í gjár. „Tíggjunda hvør fyritøka onga umhvørvisgóðkenning“ ljóðaði yvirskriftin. Tað rætta skuldi sjálvsagt vera, at bert tíggjunda hvør fyritøka (uml. 10%) hevur umhvørvisgóðkenning - eins og skrivað stóð á forsíðuni og í sjálvari greinini. Vit biðja lesaran halda okkum til góða. blaðm. Timor og kríggið á Balkan. -Hesi eru dømi, sum hava at gera við altjóða frið og trygd. Tað eru mál við al- tjóða dimensjónum, og ikki mál, sum rætt og slætt snúgva seg um innanhýsis viðurskifti hjá einum landi - t.v.s. um innanhýsis poli- tikk, sigur ST-talsmaðurin í New York. ∆ Ikki bert annar – men báðir. Skal ST átaka sær leiklutin sum semingsstovnur í fullveldismálinum, mugu stjórnin og landsstýrið vera samd um hetta Mynd: Føroyska Tí›indastovan Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Rákið við at vendast SAMTÍÐIS sum amerikanska forsetavalið nærkast, er málið um deyðadóm við at koma fram aftur í almenna orðaskiftinum. Útvarpoið hevur seinastu dagarnar borið áhugaverd tíðindi úr Statunum um nettupp spurningin um deyðadómin, sum er partur av amerikanskum politikki og gerandis- degi. TAÐ frættist, at tað er við at taka seg upp ein rørsla í USA, sum hevur sett avtøku av deyðadóminum sum ein av sínum fremstu málum. Og tí er nettupp eitt kom- andi forsetaval eisini at sera gott høvi at gera vart við seg. TAÐ áhugaverda er, at ein av oddamonn- unum í amerikonskum politikki og møgu- liga komandi forseti USA, George Bush, sum í dag er guvernørur í Texas, nú byrjar at fáa mótstøðu móti tí politikki, sum hann annars hevur verið forsprákari fyri og sum hann hevur útint utttan samvitskubit. Stat- urin Texas er nevniliga tann statur í USA sum tekur flest fólk av døgum, hann hevur met, og spurningurin er, hvussu eitt slíkt met kann tulkast - til fyrimun ella sum ein vansi fyri forsetavalstríð hansara. TAÐ er eingin loyna, at ein stórur partur av amerikanska fólkinum er fyri deyða- dómi, men sohvørt sum upplýsingin veks- ur og sum tað gongur upp fyri fólki, at mong av teimum, sum verða tikin av døg- um, eru ósek, koma frá sosialt ringum um støðum, eru litt, ja í heila tikið eru á niðastu rók í samfelagnum, og tí heldur ikki hava møguleika at keypa sær dýrar advokatar at verja sína søk, so eru fleiri og fleiri farin at venda deyðarevsingini bakið. Hetta er nakað, sum vit øll eiga at fegnast um, tí - og sum vit hava nevnt her áður - so má almenna deyðarevsingin í einum av heimsins ríkastu og „mest civiliseraðu“ londum metast sum størsta brot framt á mannarættindini nakrantíð. STØÐUGT fleiri amerikanskir statir eru farnir at seta spurnartekin við deyðar- evsingina, nú tað kemur fram, hvussu mong verða dømd ósek ella í hvussu er uttan at hava nóg góða verju. At manna- rættindatalsmaðurin litti demokratiski pol- itkkarin, Jackson, nú eisini er farin at seta deyðarevsingina í fokus, er so mikið meira áhugavert. Tað, sum nú umræður er at fáa demokratiska valevnið til at gera mót- støðuna móti deyðarevsingini til eitt høv- uðsmál. Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer fram. Suðuroyggin og framtíðin Nú ið Oljumálastýrið er flutt úr Havnini og niðan til Hoyvíkar at húsast, vil eg ynskja sitandi samgongu til- lukku við teirra væleydnaða økismenningarpolitikki, hetta var sanniliga eitt satt bragd, at flyta úr Havnini og líka niðan til Hoyvíkar og so bert fyri 1,9 mill. kr. Tað skal eg geva tykkum rætt í, tað gerst ikki av eini- hvørjari samgongu, tað er vist. Við hesum stiginum sæst týðuliga, at hetta er ein økis- menningarsamgonga, og við at seta eina nevnd at kanna økismenning og koma við góðum tilmælum, skuldi borið til at flutt fleiri almennar stovnar úr Havn- ini og líka niðan til Hoy- víkar. Eg mótmæli, at so skal vera. Oljumálastýrið átti eftir mínum tykki at ligið her í Suðuroynni og ætli eg, saman við øðrum, at berj- ast fyri, at tað kemur suður her, ið tað natúrliga hoyrir heima. Tað er løgið, at onki hoyr- ist frá kommununum og frá Oljuvinnuráðnum í oynni, tað sær út sum um tey hava góðtikið, at alt skal vera í miðstaðarøkinum, ella er tað so galið, at tey tiga, tí at tað er teirra samgonga, sum førir an í oljumálinum. Fyri mær og fleiri sær tað út, sum um stungið er út í kortið hjá samgonguni. Her verður onki í oyggj okra, sum kemur at hava nakað við oljuna at gera, sjálvt um øll oljan verður funnin á tí øki, sum natúrliga hoyrir oyggj okra til. Okur hava ein møguleika, og hann er at loysa frá rest- ini av Føroyum. Tá fáa okur ræðið á tí ríkidømi, sum okur eiga og altíð hava átt, og kundi henda oyggj blivið millum tær ríkastu í heim- inum við okra ríku olju- og fiskigrunnum. Í mínum hugaheimi er bert tann eina loysnin, og tað er loysingin frá hinum oyggjunum, har krevst ong- in skiftistíð. Svenning Borg, Vágur Við heilsan frá Ellen, verður sagt frá, at maður hennara, bróðir okkara EJVIN EGHOLM føddur í Leynum 28. juli 1928 uppvaksin í Skopun andaðist 10. juni 2000 og er – sum hann sjálvur vildi tað – gravsettur í Minningarlundini í Dramm- en. Systkini ✝ Marita fingið prógv sum sjónleikari Fýra nýggjar bøkur frá Bókadeildini Smábarnabókina: Nú er betri eftir Hiawyn Oram og Frédéric Joos. Eyðna Magnussen týddi úr ensk- um. Barnabókina: Palli Pumm og húsið í Pumsarlág eftir A.A. Milne. Gunnar Hoydal týddi úr enskum. Barnabókina: Egggg eftir Stein Erik Lunde. Jákup í Skemmuni týddi úr norsk- um. Ungdómsbókina: Ørindi í loyndum eftir Torill Eide. Jákup í Skemmuni týddi úr norskum. Nú er betri Tá ið Lítla bjørn er kedd, er Stóra bjørn altíð til reiðar at mussa, so at tað verður betri. Men ein dagin verður Stóra bjørn kedd. Men hvussu skal Lítla bjørn ugga hana? Jú, hon finnur upp á ráð, so lagið verður betri... Nú er betri er 26 síður í litum. Bókin kostar kr. 75. Hestprent stóð fyri prent- gerðini. Palli Pumm og húsið í Pumsarlág Palla Pumm, hann kenna øll. Nógv ættarlið av børn- um um allan heim hava frøtt seg um søgurnar um Pumm og hini dýrini, síðan tær komu á fyrsta sinni í 1926. Í fjør kom so fyrra av teimum upprunaligu bók- unum um heimsgitnu, hun- angshungrandi spælibjørn- ina, Palli Pumm, á føroysk- um. Og nú kemur so tann seinna. Eitt er vist. Bæði ung og gomul fara at stutt- leika sær saman við Palla Pumm, Kristoffuri Róa, Purkili, Kaninusi, Uglasi, Asnari, Kengu og lítlu Ru, tá ið tey fara á ævintýrferð í hundrað metra skóginum. Í hesi bókini finnur Tikári út av, hvat tikárum dámar, og Purkil ger eitt satt bragd. Asnar finnur Gulastovu, og Uglas flytur í hana, og Kristoffur Rói og Pumm finna eina álvalund. Ein kærkomin bók at lesa fyri børnum. Palli Pumm er 153 síður, innbundin í stíva permu. Bókin er myndprýdd við upprunamyndunum hjá Ernest H. Shepard, og hon kostar kr. 118. Hestprent stóð fyri prentgerðini. Egggg »Skjótt er alt fullgjørt, hugs- aði hann við sær sjálvum, meðan hann stóð í køkinum. Hann visti ikki, hvaðani orðið fullgjørt kom, men tað var orðið, hann brúkti. Tað kom óvæntað upp, tá ið hann sá spegilsmyndina av sínum egna andliti við einum óreinum skálkabrosi í køksrútinum. Hann líktist einum djevli. Skjótt er alt fullgjørt, endurtók hann, og nú segði hann tað við sítt egna andlit í køksvindeyg- anum. So fór hann inn í stovuna at borðreiða...« Hetta brotið er tikið úr bókini um ellivu ára gamla Gilbert, sum ikki tolir egg. Gilbert eigur eina pápa- systur, sum, hóast hon veit at hann ikki tolir egg, gevur honum mat við eggi í, og tað letur Gilbert ikki á sær sita... Egggg er 64 síður, inn- bundin í stíva permu. Hon kostar kr. 125. Hestprent stóð fyri prentgerðini. Ørindi í loyndum Ein genta leitar aftur til barndómsheimið hjá mammuni, har hon einsa- møll í nakrar dagar ætlar sær at skriva eina próvtøku- uppgávu. Men ikki gongst sum ætlað. Í staðin brúkar hon tíðina at endurskapa ungdómin hjá mammun, sum doyði, meðan hon var pinkubarn. Sumt hevur hon hoyrt, hon hevur sæð mynd- ir, og so eru tað eisini tær báðar dagbkurnar, sum hon hevur funnið. Søgan um mammuna er bæði hugtakandi og spenn- andi: Ein søga um eina unga gentu, 16 ára gomlu Ingrið, sum fer inn í býin at ganga í studentaskúla. Hetta verð- ur samtíðis ein ferð úr barn- dóminum og inn í vaksna- mannaheimin. Hon ger sínar fyrstu royndir á kær- leiksleið, og hetta er í einum heimi og í einari tíð tá ið tú ikki tosaði um sovorðið, sum viðurskifti millum drong og gentu. Høvuðssøgan, søgan um mammuna, fer fram í Noregi í fimtiárunum. Ørindi í loyndum er 175 síður. Bókin kostar kr. 130. Dimmalætting stóð fyri prentgerðini Ein smábarnabók, tvær barnabøkur og ein ungdómsbók eru bøkurnar, Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út Viðmerking: Marita Dalsgaard úr Havn hevur lokið prógv sum sjónleikari frá Sjónleikaraskúla- num við Odense Sjón- leikarahús. Útbúgvingin, ið tek- ur fýra ár, endaði við, at fráfaringarflokkurin førdi fram Eldførið eftir H. C. Andersen í dramatisering hjá Sør- en Skjold, leikstjóra. Leikurin varð væl móttikin, og til heystar fer Marita undir venj- ingar á Odense teater, har hon skal vera við í leikinum Nicolas Nickelby, ið verður framførdur komandi vár.