Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 Sosialurin - 311820 PLACK ATTACK RAVMAGNS TANNBUST PLACK ATTACK RAVMAGNS TANNBUST 399,- 399,- 399,- Vøruhúsið á Hjalla Tel. 342500 Tilboðini eru galdandi til og við leygardagin 1/7-2000 FRÁ SPAR 99,- 24 cm FUTURA BREYÐKNÍVUR 24 cm FUTURA BREYÐKNÍVUR 99 99 95 95 99 95 SPAR 79,- Rein og skær dygd við ergo- nomiskum haldi, ið liggur væl og trygt í hondini. Tolir maskin- uppvask. Fyrr 179,- TILBOÐ INNI/ÚTI HITAMÁTARI INNI/ÚTI HITAMÁTARI 99 99 95 95 99 95 SPAR 50,- í snøggum sniði til borð ella vegg. Mátar hitan bæði inni og úti. Fyrr 149,95 99 99 95 95 99 95 VINN EIN MIKROBYLGJUOVN - sí tilboðsblaðið SPAR 300,- TILBOÐ TILBOÐ 2,0 l. FEITTKÓKARI 2,0 l. FEITTKÓKARI Yrkisfeittkókari í fittligum sniði. Lokið kann læsast og takast av, varma- likamið og oljukarið kunnu takast úr so reingeringin verður lættari. Fyrr 699,- TILBOÐ TILBOÐ TEBRYGGJARI TEBRYGGJARI 99 99 95 95 99 95 TILBOÐ 1,0 l. sjálvvirkandi, ið bryggjar te við 94-100 gradir heitum vatni og fær tað besta burturúr tebløðunum. Heldur te'ið heitt. Fyrr 199,- - tann persónliga og heildar tannrøktar- skipanin til alla familjuna. Darrandi bust, ið melur 4000 ferðir í klingur um minuttin. 4 ymiskir litir. BÍLIGT Vitja okkum á http://www.litaval.fo RÚNAR REISTRUP Nú røkist fyri at fleiri far- telefonútbjóðarar sleppa inn á føroyska telesamskiftis- marknaðin. Fyri góðum ári síðan varð tað sokallaða fastnetið, tað vanliga tele- fonnetið, latið upp fyri øðr- um útbjóðarum, og um ikki so langa tíð fara aðrir út- bjóðarar - føroyskir sum út- lendskir - at fáa møguleikan at bjóða seg fram á markn- aðinum fyri tráðleysum fjar- skifti, millum annað við far- telefonkervi. Gera klárt til útbjóðingina Fjarskiftiseftirlitið arbeiðir í løtuni við útbjóðingartil- arinum sum skal liggja til grundar fyri útbjóðanini av sokallaðum koncessiónum til at reka tráðleyst fjarskift- iskervi. Ein slík koncessión gevur havaranum rætt til annað- hvørt sjálvur at uppbyggja egið tráðleyst fjarskiftisnet ella leiga seg inn á eitt slíkt. Sum er, er Føroya Tele ein- asta fyritøka, ið hevur at- gongd til mobila fjarskiftis- marknaðin, men í tráð við løgtingslógina um fjarskifti, sum millum annað hevur til endamáls at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á fjar- skiftisøkinum, verður hetta nú broytt. Tráðlesyir møguleikar Í fyrstu syftu fer hetta at hava við sær, at kapping verður millum ymiskar út- bjóðarar á marknaðinum fyri fartelefonsamskifti. Men tráðleyst fjarskiftis- kervi hevur gyltar framtíð- arvánir innan dataflutning. Startskotið kom longu við møguleikanum at senda stutt tekstboð millum GSM telefonir, og annað umfar byrjaði fyri ikki so langari tíð síðan við sokallaðu WAP-tøknini, sum gevur møguleika at knýta fartele- fonir til internetið. Hetta slagið av dataflutn- ingi yvir tráðleyst kervi má tó metast sum byrjunarstøði til framtíðar møguleikar. Kappingin fer at merkjast Fyri brúkaran fer kapping innan tráðleyst fjarskiftið Fyrst var tað fastnetið, ið bleiv opið fyri øðrum fyritøkum enn Føroya Tele. Nú er stundin komin til tað tráðleysa sambandið. Fjarskiftiseftirlitið er um stutta tíð liðugt við útbjóðingartilfarið, og tá er klárt at geva øðrum tele- fyritøkum loyvi at bjóða tráðleyst samband til føroysku brúkararnar. helst at merkjast við prís- lækkingum og øktari ferð í menningini av tráleysum tænastum, metir Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskift- iseftirlitinum. Í londunum kring okkum hava brúkararnir eisini merkt kappingina á annan hátt, nevniliga við víð- gongdum kampanjum hjá fjarskiftisútbjóðarum, sum bóru við sær, at fartelefonir eina tíð vórðu seldar fyri bara eina krónu, um brúk- arin harafturfyri vildi binda seg til útbjóðaran í eitt hálvt ár. At fartelefonir verða seld- ar við stórum avslátturi, um brúkarin samstundis bindir seg til ein útbjóðara, er galdandi enn í teimum lond- unum, har kapping er á økj- unum, men tó í nakað minni mun. At vit fara at uppliva tað sama her í Føroyum, tá kapping kemur á økinum, er ikki óhugsandi heldur Jógvan Thomsen. Avmarkað tal av útbjóðarum Sambært stjóranum á Fjar- Nú verða fleiri fartelefon- útbjóðarar skiftiseftirlitinum er áhugin fyri at sleppa at bjóða út tráðleys fjarskifti stórur, men væntandi verða tað bert veittar tvær ella tríggjar koncessiónir til at veita tráðleyst fjarskifti, umframt hana, sum Føroya Tele longu nú hevur. Á Fjarskiftiseftirlitinum stíla tey ímóti, at útbjóð- ingartilfarið skal vera klárt beint eftir summarferiuna, men nær fyrsti nýggi út- bjóðarin fer at bjóða tráleyst kervi út, ber ikki til at siga við vissu. Verður samanborið við útbjóðingina av koncessi- ónum til tráðborið fjarskift- iskerv, so gekk eitt lítið ár frá tí at fyrsta koncessiónin varð latin, til viðkomandi felag hevði samrátt seg fram til eina avtalu við Føroya Tele og kundi fara í gongd við at bjóða tænastur út. Helst verður nakað tað sama galdandi fyri ta tráð- leysa kervið, metir Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskift- iseftirlitinum. RÚNAR REISTRUP Við løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, varð grundarlag lagt fyri fríari kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum. 29. november í 1997 varð Fjarskiftiseftirlitið sett á stovn við tí endamáli at umsita hetta málsøki. Stovnurin bleiv síðan bygdur upp, og 15. mars í fjør fekk Føroya Tele, sum frammanundan hesum hevði havt einkarætt til at reka fjarskiftiskervi, ístaðin eina koncessión, ella loyvi, frá landsstýrismanninum í vinnumálum eftir tilmæli frá Fjarskiftiseftirlitinum. Við hesum var einkarætt- urin hjá higartil einasta fjarskiftisveitara í Føroyum ikki bara formelt, men eisini praktiskt avtikin. Stutt eftir varð konsessión givin til Sp/f MET og síðan tá hava Sp/f Ravmagn, Sp/f Alnót, Iridium, Sp/f Tele- tænastan og P/F Farodane øll fingið meira og minni umfatandi koncessiónir til at reka fjarskiftiskervi. Tað mest umfatandi loyv- ið at reka fjarskiftiskervi er enn tað hjá Føroya Tele. Hareftir eru tey mest um- fatandi loyvini tey hjá Sp/f Teletænastuna og Sp/f Al- nót. Stóri munurin millum hesi loyvini er heimildin at reka mobilt fjarskiftiskervi, sum bert Føroya Tele, sum er hevur loyvi til. Men sum viðgjørt í greinini omanfyri, er hetta nú við at broytast. Liberalisering á fjarskiftisøkinum Síðan nýggja lógin um fjarskifti bleiv samtykt fyri trimum árum síðan, er nógv hent á hesum øki. Heili sjey fyritøkur hava hetta seinasta góða árið fingið sokallaðar konsessiónir, ella loyvi, at bjóða út fjarskiftistænastur Tað er ikki meira enn eitt gott ár síðan, at Føroya Tele stóð einsamalt á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Nú hava seks aðrar fyritøkur avmarkaði loyvi at reka fjarskiftiskervi