Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JAN MÜLLER Jógvan Sundstein er eins og Birgir Danielsen eisini fyrrv. tingmaður hjá Fólka- flokkinum. Hann hevur entá verið løgmaður. Hóast partamenn, so eru teir sera ójavnir á máli, tá tað snýr seg um fullveldisætlaninar hjá landsstýrinum. Ella fyri at siga tað bart út. Teir báðir eru rúkandi ósamdir. -Eg haldi, at landsstýrið stendur øgiliga sterkt. Fyrr ella seinni rennur Nyrup høvdið móti múrinum. Landsstýrið má ikki gevast á hondum nú. Tað hevur eina góða sak. Tað hevur gjørt eitt velduga stórt ar- beiði fyri at tilrættaleggja sínar ætlanir. Teir hava hild- ið allar sínar avtalur mót- vegis dønum, sum gjørdar eru frammanundan. Hetta er greiða og avgjørda skoðs- málið hann hevur at geva landsstýrinum og ikki minst løgmanni, Anfinni Kalls- berg. Og tá tað ræður um at halda avtalur, so er Jógvan Sundstein samdur við landsstýrinum um, at Nyrup hevur ikki hildið sínar av- talur frá 1998, sjálvt um hann nú umtulkar tær. Jógvan Sundsstein heldur annars, at partarnir eru komnir rættiliga langt í samráðingunum. Eitt er skiftistíðin. Eitt annað er alt hitt, sum skal fáast uppá pláss. -Havi eg skilt tað rætt, eru teir komnir langt við tí, og har eru eisini rættindi hjá hvørjum øðrum við. Hetta kunnu vit m.a. takka teim- um kanningum og notatum, sum landsstýrið hevur gjørt, fyri. Tí meini eg, at teir skulu samráða seg lidnar. Sjálvur havi eg verið gamal sem- ingsmaður. Tá man kom uppí í byrjanini var stórur ruðuleiki, men sum fráleið søgdu vit við partarnar, at teir máttu fáa øll tey for- mellu tingini uppá pláss. At enda sat tú altíð eftir við einum trupulleika, nevni- liga, hvat tímalønin, mánað- arlønin el. skuldi hækka við. Nakað tað sama er galdandi við hesum samráðingunum. Jógvan Sundstein sigur víðari, at tá tað bert er eitt eftir at samráðast um, so er tað eitt náttúrligt krav frá føroyskari síðu, at tá danir siga, at vit kunnu hava eina haldbaran búskap við fýra ára skiftistíð, so mugu teir eisini vísa okkum, hvat liggur sum grundarlag undir teimum útrokningunum. Kunnu teir ikki tað, so hava danir eina vánaliga sak. Øvugt hava føroyingar eina ringa sak, um vit bara siga 15 ára skiftistíð uttan at koma við nøkrum góðum grundgevingum. Jógvan Sundsstein held- ur, at tann rætta loysnin liggur millum 4 og 15 ára skiftistíð. Persónliga heldur hann, at hon liggur nærri teimum fýra árunum. -Fáa vit eina avtalu, sum sigur, at vit liniert niðurskriva blokkin yvir 6,7, 8 ár, tá er sakin heima. Og tá er tað eisini avgjørt forsvarligt. Jógvan Sundstein er samdur við Høgna Hoydal, tá hann sigur, at trý umfør er ikki nógv til at samráðast um slíkt mál. Hann heldur, at vit væl kunnu hava fleiri umfør aftrat og heitir á landsstýrið um at halda fram í eins góðum treysti sum higartil. Fyrrverandi fólkafloks- løgmaðurin heldur annars ikki tað hevur so stóran týdning at halda tær tíðar- ætlanir man hevur sett út í kortið. Hann vantar tí ikki, at vit fáa nakra fólkaat- kvøðu undan oktober mán- að. Tað ger tí ikki so nógv, um hon ikki verður fyrr enn í fyrst í komandi ári. Stuðlar løgmanni Jógvan Sundstein telist millum teir fólkafloksmenn, sum taka fult og heilt undir við formanni sínum. -Sjálvt um Anfinnur Kallsberg var eitt sindur skelkaður í byrjanini av hasum seinasta tíðindafundinum, so haldi eg, at hann kom sera væl frá fundinum. Og eg kann bert siga, at eg stuðli løg- manni í hesum máli. Jógvan Sundstein er ann- ars ikki samdur við tey, sum siga, at Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin hava drigið løgmann og flokk hansara longur út á full- veldisleið, enn teir í veru- leikanum vilja. -Eg vil heldur siga, at tað er Anfinnur, sum hevur drigið Tjóðveldisflokkin langan veg, tí tað løgmaður sigur og stendur fyri í hesum málinum, er hansara erliga meining. So mikið væl kenni eg hann. Anfinnur Kallsberg er ein fullblóðs fullveldismaður. Tá prátið kemur inn á ymsu meiningarnar í Fólka- flokkinum í hesum máli viðgongur Jógvan Sund- stein, at løgmaður hevur trupulleikar av ávísum ting- monnum og her sipar hann serstakliga til Bjarna Djur- holm, sum hann heldur hellur nógv til ta negativu síðuna. Óli Breckmann hin- vegin er meira svingandi. Ikki ærligt spæl Jógvan Sundstein er rætti- liga avgjørdur, tá hann um- røður Nyrup og hansara samráðingarhátt. -Nyrup spælir ikki erligt spæl. Hann veit, at tað ein- asta hann kann koppa eini fólkaatkvøðu við, er at fasthalda um tey fýra árini, tí hann roknar við, at Føroya fólk út frá tí fara at atkvøða nei. -Hetta er tað júst tað sama, sum Knud Christen- sen spældi uppá í 1946. Nyrup fer fyrr ella seinni at renna høvdið móti múri- num. Hann kann nevniliga blíva heilt snýttur. Kann hann dokumentera, at fýra ár er í samsvar við avtaluna frá 1998, so dokumenterar hann samtíðis mótvegis Føroya fólki, at støðan er so mikið góð, at vit væl- saktans kunnu klára okkum. Men um hann ikki kann dokumentera tað, so verður hann noyddur til at taka eina aðra støðu. Og tá kann hann ikki bara standa við einum politiskum pástandi og siga, at tað skal vera fýra ár. Tá fær hann heldur ikki í síðsta enda tað politiska baklandið í Danmark við sær. So mik- ið álit havi eg hóast alt á hinum donsku politisku flokkunum. Jógvan Sundstein ivast ikki í, hví Nyrup heldur so fast uppá fýra árs skiftistíð. -Tað er tí, at hann vil ikki av við Føroyar. -Hví? -Tað er av ymsum orsøk- um. Ein er prestisjan. Har næst er tað uttan iva eisini ein hernaðarligur spurning- ur. Fyri tað triðja er tað helst eisini ein búskaparligur spurningur, tí tað er eitt positivt fíggjarligt íkast at hava Føroyar sum part av ríkinum. Fyri tað fjórða eru Føroyar í dag eitt land við stórum havøki. Og vit vita, at havøki telur nógv í dag. Síðani er tað óttin fyri, at avgerðin hjá føroyingum fer at gera, at Grønland eisini fer at taka fullveldi. Aftrat hesum so kemur tann van- liga forfongiligheitin hjá Nyrup um, at hann vil ikki standa eftir í søguni sum tann forsætirsráðharrin, ið slepti einum parti av tí danska landinum. Samanspæl Jógvan Sundstein sigur seg hava fylgt sera væl við pol- itisku gongdini í Føroyum seinastu árini, og hann er sannførdur um, at Nyrup spælir saman við tí politisku andstøðuni í Føroyum. -Tað er so heilt upplagt, at føroyski Javnaðar-flokk- urin og tann danski spæla saman. Sama er við Sam- bandsflokkinum og Vinstra- Jógvan Sundstin, fyrrv. løgmaður við Anfinn Kallsberg: Halt fram at samráðast - og tit fara at fáa eina góða avtalu sigur Jógvan Sundstein, sum ikki heldur Nyrup spæla við erligum kortum flokkinum, og tí spæla An- ders Fogh og Nyrup eisini saman. Tað minnir meg aftur á 1946, men tá var tað ein meiriluti í Føroyum, sum spældi saman við don- sku stjórnini, sum bráddliga bleiv til ein minniluta. 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 til Heilsu Nú hevur tú møguleikan at gerast lærlingur í Heilsu. Vit søkja eftir 2 lærlingum at byrja beinanvegin. Hevut tú hug at arbeiða innan heilsu- og húðrøkt, og hevur tú hegni til at veita kundum okkara eina góða tænastu, kunnu vit bjóða tær eitt áhugavert og fjølbroytt lærupláss í handli okkara í SMS. Tað er ein treyt at tú hevur FHS ella HH. Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið og hoyra nærri um læruplássini. Skrivlig umsókn skal í seinasta lagi 30. juni 2000 sendast til Heilsu Postboks 1017 FO-110 Tórshavn lærlingar Heilsa selur vørur og veitir ráðgeving innan heilsu- og húðrøkt. Heilsa samstarvar við fyritøkuna Matas, ið hevur 50 ár á baki innan heilsu- og húðrøkt. Tað góða ráðið ger munin SMS • Tel 31 48 88 2 p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 JAN MÜLLER Nú einki úrslit spurdist bur- tur úr í tí 3. samráðingar- umfarinum millum lands- stýrið og donsku stjórnina kundi verið áhugavert at vita, hvat fólk heima í Før- oyum meina um málið. Og ein rættiliga áhugaverdur spurningur í tí sambandi er, hvat baklandið hjá løg- manni, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum, heldur um gongdina og støðuna í løtuni. Tað er eis- ini vert at merkja sær, at hóast landsstýrisflokkarnir úteftir standa samdir, so eru oftani røddir frammi á tingi og frá floksbaklandinum, sum ikki eru samdar. Hetta er einki óvanligt fyri polit- isku gongdina sum heild í einum landi. Tað vilja altíð vera tey, sum ikki eru nøgd við rikna politikkin hjá sín- um egna flokki. Í so máta er henda samgongan einki eindømi. Men neyvan nakrantíð áður er so nógv orka brúkt til eitt politiskt mál sum til sjálvsstýris/fullveldismálið. Og tað eru tey, sum halda, at eftir 3. samráðingarumfar við danir eru vit komin til eitt vegamót. Landsstýrið kann ikki bara halda fram sum um einki var hent. Ein teirra er Birgir Dan- ielsen, ein framstandandi vinnulívsmaður, fyrrv. ting- maður og ein av høvuðs- stuðlunum og forsprákar- unum hjá Fólkaflokkinum í eitt mannaminni. Hann sig- ur seg eisini hoyra til tann partin av veljarunum hjá Fólkaflokkinum, sum alla tíðina hevur ivast í leiðini hjá løgmanni og her ikki minst, hvussu langt fólka- floksleiðarin átti at fara saman við Tjóðveldisflokk- inum í hesum stóra máli. Nú eftir at samráðingar- nar í Keypmannahavn end- aðu úrslitaleysar vil hann fegin siga sína hugsa, sum hann metir kanska eina helvt av Fólkaflokkinum taka undir við. Trupulleikin Trupulleikin í øllum hesum málinum heldur Birgir Dan- ielsen er tann, at teir, sum hava samráðst sum lands- stýri, hava ikki ta røttu undirtøkuni millum fólkið. Teir hava ein formellan meiriluta í løgtinginum, men hann setir spurnatekin við, um teir hava ein reellan meiriluta har. Birgir Daniel- sen vísir til tær viðmerk- ingar, sum oftani eru í løg- tinginum eitt nú frá fólka- floksmonnum móti full- veldisætlanunum. Hann heldur, at man eigur at taka tær í álvara. -Tá støðan er henda, hvussu ber tað so til, at Anfinn Kallsberg, formað- ur fólkafloksins heldur fram við at koyra linjuna hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum? -Høgni Hoydal er ein góður manipulatorur. Eg eri bangin fyri, at hann hevur manipulerað løgmann. Hann er jú sera skjótur. Áðr- enn tú veit av hevur hann t.d. lagt nakað annað í tað, sum Poul Nyrup Rasmus- sen hevur sagt, enn tað hann í veruleikanum segði. Birgir Danielsen heldur, at føroyingar skulu vera sera glaðir fyri, at samráð- ingarnar blivu so opnar, sum tær blivu. -Hevði støð- an verið tann, sum lands- stýrið legði upp til, nevni- liga at alt skuldi vera loyni- ligt líka til jóansøku, tá má Gud vita, hvar vit tá høvdu verið. Helst høvdu okkara samráðingarmenn lagt nak- að annað í málið, enn tað tann veruliga meiningin var. Og at samráðingarnar blivu opnar kunnu vit takka Poul Nyrup Rasmussen fyri heldur Birgir Danielsen fram og sigur, at hann á ongan hátt dugir at síggja, at man kann hava slíkar samráðingar loyniligar. Ikki brotið avtalu Birgir Danielsen heldur tað eisini vera sagt nóg greitt frá danskari síðu, at vit fáa ikki longri skiftistíð enn fýra ár. -Sjálvandi kann Poul Nyrup ikki tryggja okkum ein livifót, sum líkist tí vit hava í dag og sum danir ætla at hava í fram- tíðini. Og tað er væl hetta, sum liggur í tí, tá hann vísir til Skotland og Portugal. Eisini liggur tað í hesum, at danski forsætisráðharrin trýr ikki uppá, at føroyski búskapurin uttan stuðul kann bera ein livifót sum tann, man vantar Danmark kemur at hava í framtíðini. Eg eri tí ikki samdur við landsstýrinum í, at danir hava brotið nakra avtalu. Kortini heldur Birgir Danielsen, at danski forsæt- isráðharrin átti kanska at útgreinað meira, hvat hann meinar við, tá hann skal vera við til at hjálpa okkum at gerast eitt sjálvstýri og við eini skiftistíð. -Tað kann virka eitt sindur brutalt at siga fýra ár og so ikki meira. Men tað, sum man liggja aftanfyri, er helst, at hann kann ikki taka ábyrgd av, at vit skulu hava sama livifót sum í Danmark allar ævir fram. Birgir Danielsen ivast tí onga løtu í, at danir fara at tvíhalda um eina fýra ára skiftistíð. Tvey alternativ Sum gamal politikari og eygleiðari heldur hann, at tað nú finnast tvey alterna- tiv til støðuna í dag: annað- hvørt leggur landsstýrið frá sær, og so fáa vit nýval, ella má skipast eitt nýtt lands- stýri. Samgonguavtalan verður uppsøgd og ein nýggj gjørd, sum helst fevn- ir um 4 teir størstu flokkar- nar á tingi, soleiðis at man hevur ein greiðan meiriluta aftan fyri eini nýggjari æt- lan. Birgir Danielsen heldur sjálvur, at tað, sum í dag skilur partarnar, er ríkisfel- agsskapurin. Tvs. at vit mugu fáa eitt nýtt upplegg við einum nýggjum lands- stýri við ella uttan val. Treytin fyri tí er tó tann, at man hevur í minsta lagi 75% av løgtingi og fólkin- um aftanfyri seg. Um Tjóð- veldið tá verður við ella ikki vil so vísa seg. Teir kunnu vit kanska best verða fyri- uttan. -Hvussu ber tað til, at Anfinn Kallsberg, eftir úrslitið av samráðingu- num og eftir at undirtøkan er so lítil fyri fullveldisæt- lanunum við eini slíkari skiftistíð kortini heldur seg tætt uppat Høgna Hoydal? -Tað er eitt sindur torført at skilja. Men tað er jú so- leiðis í samráðingum, at tað er oftani ein persónur, sum formulerar alt tað, sum brúkast skal. Í hesum føri- num er tað Høgni Hoydal. Hann er skjótur, kvikur og intelligentur og „koyrir løb- ið solo“. Og so stendur An- finn mitt í hesum. Hvat skal hann gera? Hann kann sjálvandi vísa øllum aftur. Men so stendur hann við ongum. Birgir Danielsen heldur avgjørdur fyri, at Høgni Hoydal hevur drigið Anfinn Kallsberg við sær so langt út á djúpt vatn, at tað er torført at venda aftur. Spurningurin er, hvønn stuðul Anfinn hevur í løg- tinginum og í landsstýrinum og í fólkinum! Anfinn Kallsberg følir seg helst eitt sindur einsamallan. -Hvat vil tú so mæla Anfinni til at gera? -Hann skuldi valt eitt av teimum báðum alternativ- unum, sum eg havi nevnt, antin at útskriva nýval ella kanska heldur at sagt upp samgonguskjalið. Nú má ein onnur avtala gerast við fleiri flokkar. Og tú kanst ikki forhandla eitt sovorðið álvarsmál uppá pláss, uttan at tú hevur baklandið í góð- um ordan, og tað hevur An- finn tíverri ikki!! Breið loysn Birgir Danielsen vísir ann- ars til orðini hjá Anfinni Kallsberg um eina breiða loysn. -Tað endurtók hann aftur og aftur, men helt so bráddliga uppat við at siga tað. Eg haldi, at hann nú eigur at taka tað uppaftur fyri at fáa eina breiða semju. Sjálvur haldi eg, at hevði hann havt eina breiða loysn og fingið formulerað nakað yvirfyri Nyrup, sum hevði eina breiða undirtøku í tinginum og fólkinum, so hevði tað fingið eina aðra móttøku, og ein sáttmáli hevði spurst burturúr. Birgir Danielsen sigur seg tí vera vísan í, at tann fyrsti sáttmálin man kann fáa burtur úr er innan fyri Rík- isfelagsskapin og tað verður man noyddur til at taka við. -Nú tú sum fólkafloks- maður tosar um eina loysn innan fyri Ríkisfelags- skapin kanst tú so ikki rokna við at blíva skýrdur sambands- ella javnaðar- maður av fullveldisfólki? -Tað verður teirra sak. Men tað er einaferð soleið- is, at skal man røkka nøkr- um málum, so er man noyddur til at velja eina loysn, sum er borðbar fyri báðar partar. Tú nært einki mál við bara at tvíhalda uppá títt, sum er órealistiskt fyri mótpartin. Hetta er galdandi í politikki, í for- rætning, ja í allar mátar. Tú mást kunna finna eitt kom- promi. Birgir Danielsen heldur onga orsøk vera til at geva upp sjálvstýristankan fyri tað um fyrsta stigið víðari á sjálvstýrisleið skuldi verið innan fyri Ríkisfelagsskap- in. -Í loysnina skuldi verðið lagt eitt menningarelement, ein vilji til at samstarv, pri- oritering av umsitingini, miðjan ímóti einum sjálv- berandi búskapi og ikki minst at laga seg eftir al- tjóða rákinum. Tá so nøkur ár eru liðin, hava vit ment hetta skilagott, og tá er kanska tíðin búgvin til at taka næsta stigið. Tað meti eg at vera fólkaflokspoli- tikk. -Høgni Hoydal hevur tik- ið málið í egnar hendur og hevur lagt seg langt langt framman fyri Fólkaflokkin, og hevur so megnað at hála hann við sær út í nakað, sum full undirtøka als ikki er fyri í Fólkaflokkinum. Birgir Danielsen sigur seg ikki tala fyri allan Fólka- flokkin men heldur seg tó kunna siga, at tað eru nógv í Fólkaflokkinum, sum bera ótta fyri tí útviklinginum, sum er hendur síðani flokk- urin fór upp í samstarv við Tjóðveldisflokkin. Hann metir, at talan er um kanska eina helvt av flokkinum. Síðani eru tað eisini nøkur „tjóðveldisfólk“ innan Fólkaflokkin men tey held- ur hann vera fá. Val nærkast -Reellla støðan er væl tann, at skjýtur tú hetta málið út nógv longur aftrat, so koma vit nærri og nærri einum vali. Og tess nærri tú kemur valinum, tess torførari verð- ur tað at taka eina rationella støðu. Verður val, so kopp- ar javnvágin. Tá fæst ikki hetta landsstýrið aftur. Og hvar eru vit so spyr hann! - Tá hava vit einki fingið burtur úr, og tá koma javn- aðarmenn og sambands- menn, møguliga saman við Fólkaflokkinum til, og skal man tá til at byrja aftur av nýggjum. -Hví fastheldur Tjóð- veldisflokkurin um eina ætlan, sum hvørki ein meiriluti av føroyingum ella mótparturin kunnu taka undir við? -Spyr teir, teirra krav til meiriluta er 50%. Har kann eg heldur ikki vera samdur. Tí við eina fólkaatkvøðu, so má man hava ein so dyggan meiriluta aftanfyri uppskot- ið, at arbeiðið kann halda á fram og verða liðugt gjørt í skiftistíðini, sum er ætlað til 4 valskeið. Skuldi man so fingið eitt ómotiverað landsstýri, tvs. sambandsflokkin og javn- aðarflokkin til at tikið yvir eftir eina fólkaatkvøða, hvar høvdu vit tá verið henni. -Men er tað ikki løg- maður, sum í veruleik- anum hevur buktina og báðar endar í øllum hes- um máli? -Tað skuldi man trúð. Hann kann bara siga við Høgna, at nú mugu vit antin semjast um at saðla um ella verður hann noyddur at saðla um. Birgir Danielsen, sum sjálvur hevur verið nøkur ár í politikki, veit eisini, at alt hetta er eisini taktikkur. Tað ræður um ikki at missa andlit. Hann viðgongur tí eisini, at tað besta fyri Fólkaflokkin hevði verið, um Tjóðveldisflokkurin kom til ta niðurstøðu, at her var ikki meira at gera. Heldur ikki tá talan er um at fáa ein triðja part uppí sum eygleiðari ella meklari er Birgir Danielsen samdur við landsstýrinum. -Tað eru ikki trupulleikar av hasum slagnum, sum ST tekur sær av. Vit hava í Føroyum ein livifót, sum liggur langt om- an fyri tað, ið ST plagar at takast við. Og fyri ST vil hetta vera ein innanhýsis trupulleiki. Og spyr ST Danmark um málið, so er svarið givið og tí ikki meira at siga um tað. Birgir Danielsen, fyrrv. tingmaður fyri fólkaflokkin við løgmann: – Útskriva nýval ella skipa eina breiðari samgongu - Míni ráð til Anfinn Kallsberg er antin at útskriva nýval ella at siga upp sam- gonguskjalið og fáa eina breiðari samgongu. Nú má ein onnur avtala gerast við fleiri flokkar sigur Birgir Danielsen, fyrrv. tingmaður, sum eisini metir tað vera rætt nú at finna eina loysn við Danmark, sum í fyrstu syftu er innan fyri Ríkisfel- agsskapin