Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 116 - 21. juni 2000 – Gransking og menning eru nær tengd. Eingin yvi er um at granskingin er grundarlagið undir at fáa størri peningaliga úrtøku úr fiskivinnuni – hóast tað ikki altíð hendir alt fyri eitt, sig- ur Turið Mørkøre, sum dag- liga starvast sum granskari hjá norsku fyritøkuni AKVAFORK í Ås. Har ar- beiðir hon við góðskumenn- ing av laksi og síli – eitt nú at fremja rættan lit og fast- leika, og at stýra fitiinni- haldinum í fiskinum. Turið Mørkøre, Sjúrður Joensen og Janet Fríða Jo- hannesen hittast í hesum døgum í Norðurlandahús- inum í sambandi við eina vesturevropeiska ráðstevnu um fiskiíðnaargransking. Granskarar úr 17 ymiskum londum leggja úrslit av granskingarroyndum fram. Sjúrður Joensen starvast sum granskari á Fiskeri- forskning í Tromsø. Hann hevur arbeitt nógv við menning av fiskavørum. Millum annað granskar hann hvussu ein best tinar frystan fisk sum skal nýtast til saltfisk. Janet Fríða Johannesen starvast hjá fyritøkuni At- lanticon, fyrrverandi Faroe Fishconsult. Hon hevur gjørt prosjektir fyri ymiskar fyritøkur og eisini fyri Heilsufrøðiligu starvsstov- una. Tá Janet Fríða flutti heim til Føroyar í 1994 byrjaði hon sum vørumenn- ari hjá Fiskasøluni. – Tað var lítið man legði í gransking og vørumenn- ingina tá. Tíðirnar vóru ringar, og umstøðurnar vánaligar at arbeiða undir, sigur Janet Fríða. Í dag ar- beiði við ráðgevandi ar- beiði, sum ikki kan kallast gransking. Ov trongar umstøður Turið og Sjúrður eru bæði samd um, at stórir partar av tí tey gera í dag, ikki hevði verið møguligt at gjørt í Føroyum. – Nakað hevði ein sjálv- andi kunna gjørt, men um- støðurnar eru nógv betri í Norra. Har eru nógv meira pengar, sigur Turið, sum ger serritgerð á Phd-stigi í Norra. Hon verður vænt- andi liðug til jóla. – Tað sær út, sum man byrjar at prioritera at út- búgva fólk á hægri stigi í Føroyum nú, men higartil hevur ikki verið møguligt hjá mær at taka Phd í Før- oyum. – Men viljin er ikki nokk. Ein má hava eitt umhvørvi – eitt nú aðrar granskarar at diskutera úrslitini við. Og sjálvsagt má ein hava at- gongd til mátitólini sum skulu til, sigur Turið. Hesum er Janet Friða púra samd í: – Tú hevur eingi sonevnd pilotanlegg at gera royndir á her. Nakrar fáar kemiskar analysur kanst tú fáa gjørt á Starvsstovuni, men hettar er langt í frá nøktandi. Tað eru ov fá sløg av royndum tú fært gjørt í Føroyum, sigur hann. Tørvandi íløgur - Tað eru tørvandi íløgur í amboð, og harfturat eru eingir pengar settir av til eina miðstøð av granskar- um, sigur Janet Fríða, sum kortini ikki heldur tað vera so trupult at fáa pengar til gransking. – Men tað er torført at fáa nokk til eina áhaldandi gransking, sum gevur nakað í einum longri perspektivi. Føroyski fiskiíðnaðurin hevur brúkt so nógva orku uppá at yvirliva. Tey hava ikki duga at sæð nyttuna av granskingini – tað at tú kanst fáa tað inn í vinnu- lívið seinri. Føroyska vinn- an hevur ringt við at góð- taka at granskingin ikki altíð kan nýtast beinleiðis. Aðra staðni gerst tú kanska tíggju prosjektir, og av teimum er tað bert eitt sum beinleiðis kan nýtast og Gransking: Býtisbarnið hjá før- oysku fiskivinnuni – Gransking er annað en at hyggja í mikroskop og dilla við molekylum. Føroyska vinnan má fáa eyguni upp fyri at gransking í longdini kan spinna stór virði inn í føroyska fiskiíðnaðin! BJØRT SAMUELSEN SKRIVAR: geva nakað av sær í vinnuni. Tað forstáðilisi fyri gransk- ingini, hevur man ikki havt higatil, heldur Janet Fríða. Uppá spurningin um hvørt “norsku” granskarar- nir kundu hugsa sær at starvast og granska í Før- oyum smílast tey bæði: – Tjaaaee, júú … tað hevði verið øført. Men skalt tú granska mást tú hava um- støðurnar og fleiri pengar enn bara lønina, sigur Turið avgjørd. Hon kundi kanska hugsa sær at vent aftur til klettarnar, men ikki fyri ein- hvønn prís og ikki fyri at starvast við hvat sum helst. – Tað tekur langa tíð at byggja eitt granskingarum- hvørvi, og er tí ongantíð ov skjótt av fara í gongd, heldur Turið. | I Tromsø hevur Sjúrður arbeitt við fleiri prosjektum í samstarvi við – og bein- leiðis rættaði móti vinnuni. Hann heldur sjálvandi tað vera ein fyrimun, skuldi hann sett kós hendanvegin: – Eg kundi hjálpt virkjum at seta í gongd ting, ein veit er rætt at gera og sum bara ov fá vita um, sigur Sjúrður sum kortini yvast eitt sindur í um pengar høvdu verið tøkir til slíkar ætlanir. Framtíðin Men hvat skal so til fyri at fáa eitt granskingarum- hvørvi rættulig upp á bein- ini í Føroyum. Her svara øll trý sum við ein munn: – Pengar!!! – Og so hugburðurin sjálvandi. Tað kan virka sum ein hugburðarbroyting er á veg. Til dømis tosar umboð fyri Fiskavirking um at fáa ein phd student hend- an vegin, at arbeiða við vørumenning. – Ein átti at samla gransk- arar sum eru í Føroym og nýtt orkuna í felagið. Ein- asta skipaða granskingin sum er í Føroyum er á Starvsstovuni og tað er alt ov lítið, sigur Janet Fríða. Hon vísir til at ein bólkur er settir at kannað hvat vinnuni tørvar – Tað verður sera spenn- andi at siggja hvat sum kemur burturúr, og um tað verður byrjanin uppá meira málrættaða fiskiíðnaðar- gransking í Føroyum. Í ali- vinnuni tosar ein til dømis nógv um at leggja saman við útlendskum fyritøkum fyri at fáa tað vitan tey hava uttanlanda. Ein kundi eins væl roynt at samla tær kreftir sum eru her heima, fyri at fáa vitanina sum faktisk longu er her fram og út , sigur Janet Fríða. Góð ráð At enda geva tey trý før- oysku politikararunum og føroysku vinnuni hesi ráð- ini: Sjúrður: – Samstarv mill- um gransking og íðnaðin, og norðurlandasamtarv. Tað eru fleiri norðurlendsk pro- sjektir sum ganga á hvørj- um ári, men føroyingar er næstan ongantíð við. Turið: – Menningarstovn- urin tosar um at savna føroyskar granskarar sum starvast uttanlanda og her heima. Her kan ein gera status: Hvat veit man, hvørji trupuleikar eru og hvussu fer man fram víðari. Tað kan verða ein flott byrjan – væl at merkja um tað verður fylgt upp! Janet Fríða: – Tú mást hava eina basu har nøkur eru í føstum starvi. À einari granskingarmiðstøð skulu virkini so eisini kunna keypa sær tímar – ymiskar granskingartænastur sum teimum tørvar. Ein kundi álagt virkjunum eitt gransk- ingargjald, sum varð ein grundfígging, soleiðis at øll vinnan er við til at gjalda. Turið Mørkøre Janet Fríða Johannesen Sjúrður Joensen Dia Midjord Fær Sambandsflokkurin somu undirtøku vi› kom- andi val, so ver›a minst tvey n‡ggj andlit at síggja. Tey bæ›i Lisbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen hava bæ›i avgjørt ikki at stilla uppaftur. Katrin Dahl úr Fólkaflokkinum hevur eis- ini avgjørt at takka fyri seg. Eftir hvat vit hava frætt, so stillar restin av verandi b‡rá›spolitikarum í Havn uppaftur. Ta› er kortini ikki enda- liga greitt, nær kommu- nurá›svali› ver›ur. Stendur ta› upp til løgmann Anfinn Kallsberg, ver›ur vali› hesafer› tríggjar vikur framskunda› til 16. novem- ber. Men hetta skal løgting- i› siga sína meining um. Ætlar sær í løgtingi› Kaj Leo Johannesen sigur vi› Sosialin, at hann í dag ikki hevur tí› at røkja allar sínar uppgávur til fulnar, og tí gevst hann vi› b‡rá›spoli- tikki. – Ver›ur talan um politikk í framtí›ini, so ver›ur ta› landspolitikkur, sigur Kaj Leo Johannesen og leggur aftrat, at áhugin serliga er fyri fiskivinnu. Lisbeth L. Petersen váttar, at hon ikki hevur trivist væl í hesi setu, sum er hennara fjór›a. Átta ár hevur hon virka› sum varab‡rá›sfor- ma›ur og 4 ár sum forma›ur – Hugurin fór longu, tá samgonga bleiv skipa›, og vit vóru sett uttan fyri alla á- virkan. Katrin Dahl ætlar sær fyrst og fremst at brúka tí›- ina upp á síni seks ommu- børn. Hon er 65 ár og hevur veri› sekstan ár í politikki- num. F‡ra ár sum limur í barnaverndini og tólv ár í b‡rá›num. – Nú er nokk. Men hesa tí›ina vildi eg kortini ikki veri› fyriuttan, sigur hon. Dia Midjord Ingi Mohr hevur ikki endaliga avgjørt, um hann stillar upp til komandi val. Ta› ver›ur so ikki á listanum hjá einum politiskum flokki. – Eg gó›taki ikki, at mín avger› ver›ur st‡rd av onkrari politiskari lei›slu. Eg vil sleppa at taka ta avger›, i› gagnar best Tórshavnar kommunu, sigur Ingi Mohr. – Um eg stilli upp, so ver›ur ta› á einum saman- settum borgara- og vinnuflokki. Ingi Mohr vónar, um so ver›ur, at hann og flokkurin fáa stu›ul frá argjamonnum og kollfir›- ingum. – Ta› er nógv lættari hjá teimum at fáa eitt um- bo› í b‡rá›i›, um tey samla› velja at stu›la einum flokki, sigur hann. Tr‡ fólk stilla ikki uppaftur Treyta› frádøming er vápni› Ingi eigur ongan gó›an Lisbeth L. Petersen Kaj Leo Johannesen Katrin Dahl Lisbeth. L. Petersen, Katrin Dahl og Kaj Leo Johannesen gevast vi› b‡rá›spolitkki eftir hetta skei› – Eingin politiskur flokkur sleppur at st‡ra mínum avger›um, sigur Ingi Mohr Dia Midjord Ver›ur tú tikin at koyra ov skjótt, og koyrikorti› ver›ur treyta› frádømt, so fært tú eina royndartí› upp á 3 ár. Kemur tú aftur í klórnar á politinum, so fellur hamarin og koyrikorti› r‡kur. Og ta› er líkamiki›, um talan tá er um eitt anna› brot á fer›slu- lógina. Hevur tú treyta›a frádøm- ing av koyrikortinum, noy ›- ist tú upp til eina roynd, i › fevnir bæ›i um teori og praksis. Bileftirliti› setir eina freist og tú mást l‡›a harrabo›um. Annars missir tú koyrikorti›. Lægri promillumark Marki› fyri promillukoyr- ing er flutt ni›ur frá 0,8 til 0,5. Ver›ur tú tikin vi› millum 0,5 og 0,8 promillu í bló›i- num, fært tú treyta›a frá- døming av koyrikortinum og eina bót. Royndartí›in er tr‡ ár. Br‡tur tú aftur fer›sl- ulógina, missir tú koyrikort- i›. Ver›ur tú tikin vi› millum 0,8 og 2,0 promillu í bló›i- num, missir tú koyrikorti› og fært eina bót. Ver›ur tú tikin vi› meir enn 2,0 promillu í bló›i- num, missir tú koyrikorti› og skalt inn at sita. Dia Midjord – Eg ver›i skuffa›ur, um n‡ggja fer›slulógin ikki fer at hjálpa til, at vit fáa munandi færri fer›sluóhapp, sigur fútin Mogens Nepper-Christensen. Fútin hevur sjálvur veri› vi› til at smí›a n‡ggju lógina og ivast onga løtuna, at føroyingar nú hava fingi› eina nógv betri fer›slulóg. Hann leggur kortini dent á, at lógarsmí› er bert ein partur, tá ein skal royna at minka um fer›sluóhappini. – Uppl‡sing er ein annar minst líka t‡›andi partur, sigur Mogens Nepper-Christensen. N‡ggja fer›slulógin kemur í gildi 1. juli. Fyrr var einki gó›a mamma, um tú í bygdum øki koyrdi meir enn 70 km/t. Eftir n‡ggju lógini fært tú eina bót og treyta›a frádøming av koyrikortinum. Fútin væl nøgdur Mogens Nepper-Christensen ivast ikki eina løtu í, at n‡ggja fer›slulógin er munandi betri enn tann gamla