týsdagur 30. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 62 - 30. mars 2004
Nr. 62 - 30. mars 2004
3
Fríggjakvøldið var
rættur hátíðardámur
í Vági. Frelsunarher-
urin tók nýggju og
stásiligu húsini í
nýtslu. Við horntón-
leiki fór skrúðgonga
úr gomlu húsunum til
nýggju húsini, har
eini 270 fólk vóru
savnað til víglsuna av
nýggju húsunum
FRELSUNARHERURIN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Frelsunarherurin
tók
fríggjakvøldið
í
nýtslu
nýggju húsini í Vági.
Frelsunarherurin heldur til í
Havn og í Vági. Ymsar hava
umstøðurnar
verið
tey
mongu árini, hildið hevur
verið til í Vági. Og hóast
húsini, sum Frelsunarher-
urin seinnu árini hevur átt í
Vági, ikki hava verið av
leið, so hóskaðu tey ikki til
tíðina og ynskiligt var eisini
við meira plássi.
Og nú er bøtt um um-
støðurnar.
Stásilig hús
Við hjálp frá Frelsunarher-
inum í Noreg kom í lag at
byggja nýggj hús. Og í dag
standa húsini liðug og kosta
tey millum 3,5 og 4 milli-
ónir krónur, tá alt er við.
Húsini eru í tveimum
hæddum og umframt er
íbúð til forstandaraparið.
Íbúðin er ikki full hædd.
Húsini eru 21 metrar lang
og 14 breið. Íbúðin er 9x14
metrar. Miðhæddin er til
virksemi av ymsum slag
við sali og øðrum. Kjallarin
er stórur og er enn ikki inn-
rættaður.
Fríggjaskvøldið var nógv
fólk savnað til vígsluna og
til at taka húsini í nýtslu. Úr
Havnini komu nógv fólk og
tað sigst, at ikki allir bilar-
nir sluppu við Smyrli hetta
kvøld. Eini 270 fólk vóru
komin saman til hátíðarløt-
una.
Styrkt við hornblásarum
úr Havn byrjaði kvøldið
klokkan 19 við, at skrúð-
gonga við tónleiki fór frá
gomlu húsunum til tey
nýggju, eftir stutta takkar-
løtu fyri tey árini, ið hildið
hevur verið til har.
Sangløta var síðani í
nýggju hølunum. Klokkan
20 var sjálv vígslan og
formliga vóru húsini tikin í
nýtslu. Sámal Jákup Joen-
sen leiddi sangløtuna.
Hans Jørn Mølkjær, ið er
verkfrøðingur og hevur
staðið fyri bygging hjá
Frelsunarherinum, handaði
so lyklarnar. Hann handaði
Donald B. Ødegaard lyklar-
nar. Hesin er kommandørur
fyri Frelsunarherin í Noreg,
Íslandi og Føroyum og stóð
hann eisini fyri sjálvari
vígsluni.
Tá hann hevði fingið
lyklarnar handaðar, hand-
aði hann lyklarnar víðari til
forstandaraparið í Vági,
Eyðun og Irena Christian-
sen.
Hans
Jørn
Mølkjær
greiddi í stuttum frá byggi-
ætlanini. Hann frøddist um
vælvildina og góða sam-
starvið við t.d. kommun-
una, sum eittnúi hevur
staðið
fyri
arbeiðinum
rundan um húsini.
Fólk frá ymsu samkom-
unum í Vági tóku lut í há-
tíðarløtuni og høvdu eisini
orðið.
Gávur vórðu handaðar
Frelsunarherinum í sam-
band við at nýggju húsini
eru tikin í nýtslu, bæði
peningur og útgerð og kann
nevnast gáva frá Vágs
Kommuni og útgerð frá
Formula.fo.
Seinni var drekkamunnur
á skránni.
Leygardagin var løta fyri
innbodnum og eini 100 fólk
vóru til staðar. Sunnudagin
var møti á morgni og hend-
an dag vóru eisini 3 sol-
dátar innvígdir og eisini var
barnavælsignilsi.
Eitt
hátíðarmerkt vikuskifti fór
afturum og Frelsunarher-
urin í Vági hevur nú góðar
og stásiligar karmar at
virka undir mitt í Vágs-
bygd.
Frelsunarherurin tikið nýggj hús í nýtslu
Hans Jørn Mølkjær, ið er verkfrøðingur og hevur staðið fyri bygging hjá Frelsunarherinum, handaði so lyklarnar. Hann handaði
Donald B. Ødegaard lyklarnar. Hesin er kommandørur fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum og stóð hann eisini fyri
sjálvari vígsluni.
Eingrím Hom í Hvalba
Frelsunarherurin í Vági tók nýggju og
stásiligu húsini í nýtslu fríggjakvøldið
– Hetta er tann tíðin,
tá ið fiskurin plagar
at vera rak, men eg
haldi, at hann er verri
fyri, enn hann plagar.
Sjálvt hýsan, sum
plagar at vera í
hampiliga góðum
standi, er rak.
Úrtøkan úr fiskinum
er tí sum heild lítil,
sigur Jason Johanne-
sen, virkisleiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánamorgunin
landaðu
partrolararnir, Safir og
Smaragd, eini 170.000-
180.000 pund á Fiskavirk-
ing í Saltangará. Av veiðini
var 110.000-120.000 pund
upsi. Restin var hýsa, longa
og toskur.
Í dag landa Jaspis og
Ametyst í Saltangará, men
tá ið vit frættu í gjár, var
ikki greitt, hvussu nógv
skipini hava inni.
Jason Johannesen, virkis-
leiðari, sigur, at minni er
komið uppá land av fiski
seinastu tíðina, enn vanligt
hevur verið seinastu árini.
– Í síðstu viku arbeiddu
vit bert mánadagin og hálv-
an fríggjadagin. Men hesa
vikuna sær betur út, nú tvey
skip longu hava landað, og
tvey eru á veg. Hetta gevur
arbeiði á virkinum til einar
fýra dagar, sigur hann.
Virkisleiðarin vísir á, at
nú upsaprísurin er so lágur,
royna trolararnir at fáa onn-
ur fiskasløg eisini, og tað
minkar um nøgdina av
upsa.
Fiskurin rak
Jason sigur, at upsin er
ógvuliga smáur, og sum
heild er fiskurin – og ikki
bara upsin – rak.
– Hetta er tann tíðin, tá ið
fiskurin plagar at vera rak,
men eg haldi, at hann er
verri fyri nú, enn hann
plagar. Sjálvt hýsan, sum
plagar at vera í hampiliga
góðum standi, er rak.
Úrtøkan úr fiskinum er tí
sum heild lítil.
Fiskavirking í Saltangará
keypir bara upsan frá trol-
arunum. Hin fiskin, sum
skipini hava, keypa onnur
virkir.
Lágur prísur
Virkisleiðarin vísir á, at
upsaprísurin er framvegis
líka lágur, og miðalprísurin
á upsa liggur neyvan oman-
fyri 3,25 kr. fyri kilo – um
hann yvirhøvur er so fræg-
ur, tá ið saman um kemur.
Sum skilst, er ein orsøkin
til lága upsaprísin, at fisk-
urin er so smáur. Tann
størri fiskurin, sum lítið og
einki er til av, hevur ein
betri prís, men tá ið hesin
fiskurin ikki er uppi í veið-
ini, nyttar lítið.
Minni fiskur
Jason Johannesen sigur, at
minni fiskur er komin uppá
land í vár enn vanligt
seinnu árini.
– Orsøkin er helst hon, at
trolararnir eisini royna at
fáa onnur fiskasløg, soleið-
is at miðalprísurin fyri last-
ina kvinkar eitt sindur upp-
eftir, sigur hann.
Fiskurin er rak og prísirnir eru lágir
Partrolararnir, Safir og
Smaragd, landaðu í
Saltangará í gjár. Í dag landa
Jaspis og Ametyst
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
3
2