týsdagur 30. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 62 - 30. mars 2004
Nr. 62 - 30. mars 2004
5
Hóttanin um verkfall
ger, at Fiskavirking á
Tvøroyri torir ikki at
keypa fisk og sostatt
missur fólkið nógvar
arbeiðstímar
VERKFALL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á virkinum hjá Fiskavirk-
ing á Tvøroyri, eru tey ikki
fegin.
Verkfall
hevur
hótt
Strandferðsluna
síðani
leygarkvøldið og tað merk-
ist eisini á flakavirkinum
hjá Fiskavirking á Tvør-
oyri.
So leingi óvissan er um
ferðasambandi, tora tey
ikki at keypa fisk, tí vandi
er fyri, at tey koma at liggja
innibrend við honum.
Ì gjáramorgunin høvdu
tey bara arbeiði til dagin í
gjár, so bleiv ikki meiri,
sum støðan er.
Sostatt hevur bara hótt-
anin um verkfall kosta virk-
inum, og arbeiðsfólkinum,
ein hóp av peningi.
Í farnu viku hevði virkið
á Tvøroyri keypt heilt fitt á
kongafiski, men hóttanin
um verkfall fekk tey aty
umhugsa at flyta fiskin
norður um fjørð, so at hann
kundi virkast á onkrum
virkið norðanfyri, tí tey eru
ikki rakt av einum møgu-
ligum verkfalli.
Men tey tóku kansin og
arbeiddu hann á virkinum á
Tvøroyri kortini.
Á Fiskavirking á Tvør-
oyri siga tey, at tað, sum
hevur størstan týdningin, er
at fáa fisk av landinum við
Norrønu hóskvøld, men
sum støðan er, tora tey ikki
at satsa uppá tað.
Fiskavirking sigur, at tað
er serliga virksemið í Suð-
uroy, sum eitt møguligt
verkfall rakar, tí í allari
restini av landinum, er
virksemið sum vant.
Støðan er ótolandi, ser-
liga nú fiskivinnan er so
hart kroyst frammanundan.
Samstundis missur Fiska-
virkið álitið hjá viðskifta-
fólkunum, tí tað kann vera
tungt at vinna aftur.
Eisini tey, sum fáast við
fiskivinnu, sakna, at politik-
arar gera álvara av tí, sum
teir hava sagt í fleiri ár um at
bera so í bandi, at siglingin
hjá Strandferðsluni skal
verða undantikin ósemjum á
arbeiðsmarknaðinum.
Politikarar hava í fleiri ár
tosað um at bera so í bandi,
at ósemjur á arbeiðsmarkn-
aðinum skuldi ikki ávirka
siglingina hjá Strandferðsl-
uni.
Tað skuldi gerast við at
gera
manningarnar
á
strandfaraskipunum til tæn-
astufólk, ella í hvussu so er
at fáa tey undir eina tæn-
astumannalíknandi skipan,
so at tey ikki kundu fara í
verkfall.
Men hóast tosað hevur
verið um hetta í fleiri ár,
upplýsti
formaðurin
í
maskinmeistarafelagnum,
Jógvan Nybo fyri Sosialin-
um, at teir høvdu ongantíð
hoyrt nakað aftur til hesa
ætlanina.
Serliga hart raka hesar
ósemjur á arbeiðsmarknað-
inum sambandið til Suður-
oyar, tí heili fimm fakfeløg
eru knýtt at Smyrli: Skipara
og navigatørfelagið, Mask-
inmeistarafelagið, Starvs-
mannafelagið og somuleið-
is eru bæði Havnar Ar-
beiðsmannafelag og Føroya
Arbeiðarafelag knýtt at
Smyrli,tí har eru teir limir,
sum binda Smyril ávikavist
í Havn og í Trongisvági.
Sostatt liggur Smyril,
hvørja ferð okkurt av
hesum feløgum er í eini
ósemju á arbeiðsmarknað-
inum- og tey, sum hava
fylgt við seinastu árini,
vita, at tað er í heilum, at
okkurt av hesum feløgun-
um, ikki eru til arbeiðis.
Aftur í ár oyðilegði
hóttanin um verkfall
ein hin størsta dagin í
lívinum hjá teimum
ungu í Hvalba og
Sandvík
VERKFALSHÓTTAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sunnudagin var konfirma-
tión í Hvalba og í Sandvík.
Hjá 16 konfirmantum úr
hesum báðum bygdunum
var hetta ein hin størsti
dagurin í lívinum.
Men aftur í ár varð kon
firmatiónin fyri ein stóran
part oyðiuløgd av hóttanini
um verkfall.
Eyðvitað
skuldi
fólk
koma frá fjar og nær at
hátíðarhalda henda stóra
dagin saman við konfir-
mantunum og húski teirra.
Men nú hóttanin um
verkfall hekk yvir landin-
um, vóru tað nógv, sum
ikki hættaðu sær suður í
konfirmatión. Eitt møguligt
verkfall fór nevniliga at
leggja skipini hjá Strand-
ferðsluni, lamin.
Maskinmeistarafelagið
og Fíggjarmálaráðið settust
til
samráðingarborðið
longu fríggjadagin saman
við
semingsmonnunum,
men sunnudagin var fram-
vegis ongin ábending um,
hvønn veg tað bar.
Samdust partarnir ikki
um ein nýggjan sáttmála,
fór tað at leggja bæði
Smyril og fleiri onnur skip
hjá Strandferðsluni lamin.
Sostatt vóru tað mong, sum
ikki hættaðu sær suður í
konfirmatión, tí tey stúrdu
fyri at stranda í Suður-
oynni, varð verkfall ella
verkbann lýst mitt í øllum.
Hjá fleiri konfirmantum,
sum høvdu røtur norðan-
fyri, tók hetta rættiliga
glansin av degnum.
Vit hava fingið at vita, at
hjá onkrum av konfirmant-
unum vóru tað yvir 20 døg-
verðagestir, sum skuldu
koma norðaneftir, men sum
settust aftur, tí teir tordu
ikki suður. Hjá øðrum varð
talið eitt sindur minni. Men
eftir sótu nógvir konfir-
mantar við eini hálvari kon-
firmatión, innibrendir við
døgverða til øll hesi fólkini,
sum ikki kundu koma.
Onkur hevði enntá eisini
fingið gestir uttanlands,
men hesir gestirnir máttu
eisini av aftur landinum
nógv fyrr enn ætlað, tí teir
kundu ikki loyva sær at
liggja fangaðir í einum
verkfalli í Føroyum.
Hjá summum húskum
var hetta aðru ferð, at verk-
fall oyðilegði eina kon-
firmatión og hjá onkrum
var tað enntá triðju ferð.
Rakar Suðuroynna
serliga hart
Og sum vanligt, er tað at
kalla bara Suðuroyggin,
sum eitt verkfall rakar, tí
norðanfyri gekk alt sína
vanligu gongd.
Politikarar hava í fleiri ár
tosað um at bera so í bandi,
at ósemjur á arbeiðsmarkn-
aðinum skuldi ikki ávirka
samferðsluna.
Tað skuldi gerast við at
gera
manningarnar
á
strandfaraskipunum
til
tænastufólk, ella í hvussu
so er at fáa tey undir eina
tænastumannalíknandi
skipan, so at tey ikki kundu
fara í verkfall.
Men hóast tosað hevur
verið um hetta í fleiri ár,
upplýsti
formaðurin
í
maskinmeistarafelagnum,
Jògvan Nybo fyri Sosialin-
um, at teir høvdu aldrin
hoyrt hvørki orð ella eið frá
politiska myndugleikanum
um hetta.
Serliga hart raka hesar
ósemjur á arbeiðsmarknað-
inum sambandið til Suður-
oyar, tí heili fimm fakfeløg
eru knýtt at Smyrli: Skipara
og navigatørfelagið, Mask-
inmeistarafelagið, Starvs-
mannafelagið og enntá
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, tí teir sum binda Smyril
í Havn eru limir har. Og
teir, sum binda Smyril í
Trongisvági, eru limir í
Føroya Arbeiðarafelag.
Sostatt liggur Smyril,
hvørja ferð okkurt av hes-
um feløgum er í eini
ósemju á arbeiðsmarknað-
inum- og tey, sum hava
fylgt við seinastu árini,
vita, at tað er í heilum, at
okkurt av hesum feløgun-
um, ikki eru til arbeiðis.
Tjóðveldisflokkurin
hildið floksting und-
ir herrópinum Virð-
isøking í vinnuni,
ímillum fólk og
ímillum tjóðir
Sjálvræðið er drúgvasta
tilfeingi hjá føroysku tjóð-
ini.
Tað staðfesti tjóðveldis-
flokkurin á flokstinginum
í Klaksvík hetta viku-
skiftið.
Við herrópinum Virðis-
øking í vinnuni, ímillum
fólk og ímillum tjóðir
hevði tjóðveldisflokkurin
floksting um vikuskiftið.
Á flokstinginum vóru
tríggir gestarøðarar.
Steingrímur J. Sigfús-
son, íslendskur altings-
maður og formaður í
flokkinum Vinstri-Grænir
og fyrrverandi landbún-
aðar- og samferðslumála-
ráðharri í Íslandi lýsti sín
fulla stuðul til stríðið fyri
føroyskum fullveldi og
greiddi
frá
íslendsku
sjálvstýrisgongdini.
Niðurstøða hansara er,
at eftir at íslendingar tóku
ræðið í egnum landi, hev-
ur Ísland ment seg frá at
vera fátækasta landið í
vesturheiminum til at vera
ímillum ríkastu londini í
heimi. Hann vísti á, at
hetta var sjálvræðinum
fyri at takka. Hann lýsti
sjálvræði og javnbjóðis
samstarv millum tjóðir,
sum týdningarmesta til-
feingið fyri eitt fólk.
Egil Olsen, stjóri í Faroe
Marine Biotech vísti á teir
ovurstóru møguleikar ið
eru fyri at fáa virðisøking
burturúr fiskivinnuni, um
vit gagnnýta alt tilfeingið á
fiskinum. Hann vísti á tær
góðu royndir, ið longu eru
gjørdar, og hvussu vit við
biotøkni og hjávørum til
matna kunnu skapa nýggj-
ar inntøkur og vinnuvegir.
Hann
fýltist
á,
at
Framtaksgrunnurin ikki
verður brúktur til at gera
verulig framtøk fyri nýggj-
ar vinnuvegir í Føroyum,
men ístaðin setir pengar í
kreppuraktar fyritøkur og
vinnur og brúkar pengar til
at kappast við vinnulívs-
fólk í vinnuni.
Malena Arnholdsdóttir,
forkvinna í Javna greiddi
um Javna og hugsjónini
um, at øll menniskju hava
virðir og evni, ið kunnu
mennast. Hon mælti til
miðvíst at geva menning-
artarnaðum rætt til bústað
og arbeiði, og at fáa grein-
ingarmiðstøð setta á stovn.
Nýggj fólk í
starvsnevnd
Á flokstinginum var eis-
ini val til starvsnevnd og
aðalstjórn floksins.
Jóannes Dalsgarð varð
valdur formaður í aðal-
stjórnini, og næstformað-
ur í starvsnevndini fyri
Heidi Petersen, sum nú
situr á tingi.
Torbjørn Jacobsen varð
valdur til politiskan næst-
formann fyri Heina O.
Heinesen, sum ikki er á
tingi longur.
Kristina Háfoss varð
vald sum starvsnevndar-
limur fyri Annlis Bjark-
hamar, ið bar seg undan
afturvali.
Starvsnevndini sostatt
mannað soleiðis: Høgni
Hoydal er formaður, Jó-
annes Dalsgarð er formað-
ur aðalstjórnini og næst-
formaður í starvsnevndini,
Torbjørn Jacobsen er pol-
itiskur næstformaður, Áki
Jacobsen er kassameistari,
Heidi Petersen er starvs-
nevndarlimur vegna ting-
bólkin og Kristina Háfoss
er starvsnevndarlimur.
Eftir flokstingið gjørdi
flokkurin eisini eina yvir-
lýsing, sum er á síðu 15.
Sjálvræðið er
drúgvasta tilfeingi
Tora ikki at keypa fisk
Tordu ikki í konfirmatión
Smyril er heftir at heili fimm
fakfeløgum og hvørja ferð
okkurt av hesum er uppi í
eini ósemju, verður lann
lagdur
Hóttanin um verkfall hevur
havt avleiðingar fyri
Fiskavirking í Suðuroy, tí har
hava tey ikki torað at keypt
fisk, sum støðan er
Hósdagin verður opið
hús í Dáanum í
Klaksvík, tí tá fyllir
umlættingarheimið
15 ár
HÁTÍÐARDAGUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Hósdsagin 1. apríl millum
klokkan 16 og 18, fer
umlættingarheimið, Dáin í
Klaksvík, at hava opið hús í
samband við, at stovnurin
hevur 15 ár á baki.
Umframt te, kaffi, køkur
og sang, verða eisini røður
hildnar.
Jona
Nielsen,
nevndarformaður og Jóna
Olsen, sum var leiðari, tá
Dáin læt upp, fara at flyta
fram røður.
Starvsfólkið vóna, at
nógv fólk fara at nýta høvið
at koma inn á gólvið í
Dáanum føðingardagin.
Í Dáanum eru 6 døgn-
pláss og 4 pláss fyri dag-
umlætting. Fólk í øllum
aldri, úr øllum landinum
koma til umlætting í Dáan-
um. Yngsti brúkarin er 3 ár
og tann elsti er 82.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at Dáin var ein kærkomin
og alneyðugur stovnur,
sum, um vit kunnu siga tað
so, eigur lívið í mongum
avvarandi at menningar-
tarnaðum.
Tey, sum gjøgnum árini
hava komið til umlætting í
Dáanum, hava trivist væl í
hugnaliga og fjálga um-
hvørvinum har.
Dáin 15 ár
Starvsfólkið í Dáanum í Klaksvík vóna, at nógv fólk fara at nýta høvið at koma inn á gólvið føðingardagin hósdagin
Stig verða nú tikin til
at gera ein kvinnu-
lista í Tórshavnar
kommunu til býráðs-
valið í heyst. Ein
kvinnufelagsskapur í
Havn tekur stig til
hetta og hevur heitt á
Kvinnufelagið um at
stuðla teimum
POLITIKKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nógv tos hevur verið um, at
kvinnur ikki halda seg til,
tá tað kemur til politikk.
Nógvar verða orsøkirnar
sagdar at vera, men í hesum
døgum arbeiðir kvinnufel-
agsskapurin Urd við møgu-
leikunum fyri at gera ein
kvinnulista í Tórshavnar
kommunu.
Stovnandi fundurin var
mánakvøldið á Læraraskúl-
anum, men av tí at blaðið
var farið til prentingar áðr-
enn fundin, so ber ikki til at
siga, hvussu fundurin gekk.
Men í brævið, sum
Kvinnufelagið hevur sent
út til sínar limir, verður
greitt frá, hvørjar ætlanir
Urd hevur.
Eisini
verður
nevnt,
hvussu aðrar roynir við at
gera
kvinnulistar
hava
gingið.
Kvinnufelagið
royndi
tvær ferðir í 50´unum og
tvær ferðir í 80´unum at
gera kvinnulistar. Ta einu
ferðina í 50´unum eydnað-
ist tað einari kvinnu at
verða vald á listanum, með-
an tað ikki eydnaðist í
hinum førunum. Tó restaði
lítið í, skal sigast.
Kvinnufelagið staðfestir
bert í teirra brævi, at kvinn-
ur eru í roynd og veru nær-
um í somu vánaligu støðu,
hvat stýringini av samfel-
agnum viðvíkur – nú sum
tá hinar royndirnar vórðu
gjørdar.
Ójavnar meiningar
Tað tykist, sum tað er mis-
javnt, hvussu kvinnur, sum
eru ella hava verið aktivar í
politikki, taka undir við
hesum tiltakinum. Í blaðn-
um í dag hevur Elin Lind-
enskov eina viðmerking til
kvinnufelagið, har hon
heitir á felagið um heldur at
stuðla teimum kvinnunum,
sum eru á listanum hjá
einum av flokkunum enn at
stuðla
einum
reinum
kvinnulista.
Elin vísir á, at vandi kann
fara at verða fyri, at ein
kvinnulisti tekur atkvøður
frá teimum kvinnunum, ið
stilla upp fyri flokkar.
Men Bergtóra Hanusar-
dóttir, forkvinna í Kvinnu-
felagnum heldur, at hetta er
vælskilligt, at kvinnur taka
seg saman til at gera ein
kvinnulista til býráðsvalið.
– Felagið skilir væl, at
farið verður undir eitt tílíkt
tiltak, sigur hon.
Kristianna Rein, sum
hevur verið býráðslimur í
Tórshavnar býráð, heldur
tað vera eitt frálíkt hugskot
at gera ein kvinnulista.
– Eg eri komin til ta nið-
urstøðu, at ein reinur
kvinnulisti er einasti máti
at fáa fleiri kvinnur upp í
politikk, sigur fyrrverandi
býráðslimurin í Havn.
Kristianna hevur arbeitt
innan politikk í einum ávís-
um flokki í fleiri ár, og
heldur hon, at á ein ella ann-
an hátt er tað truplari hjá
kvinnum at sleppa framat á
einum flokslista. Hon dugir
tó ikki at siga, hvør orsøkin
er til hetta, men trupulleikin
er har, staðfestir hon.
Og samstundis leggur
hon dent á, at tað neyvan
altíð er tí, at kvinnur ikki
vilja stilla upp, sum er
orsøkin til, at tær halda seg
aftur.
– Nevniliga hesin spurn-
ingurin um kvinnur skulu
velja kvinnur er trupul, tí at
krøvini til eina kvinnu í
politikki eru nógv størri
enn til menn. Her meini eg
við, at menn verða skjótari
fyrigivnir, um teir gera eitt
mistak enn kvinnurnar, og
tað kann uttan iva vera ein
av orsøkunum til, at kvinn-
ur er bangar fyri at halda
seg framat, sigur Kristianna
Rein, sum ikki heldur, at
kvinnur eru verri egnaðar
til at arbeiða í politikki enn
menn.
– Hatta er eitt frálíkt
hugskot, og eg stuðli tí 100
%, slær hon fast.
Fyrireikararnir sjálvar til
fundin vilja ikki siga so
nógv um hetta enn, men tær
høvdu so neyvan tikið stig
til hetta, um tær ikki hildu,
at tørvurin var tilstaðar.
Kvinnulisti til býráðsvalið
í Havn
Kristianna Rein, fyrrverandi býráðslimur í Tórshavnar býráð,
heldur tað vera eitt frálíkt hugskot at gera ein kvinnulista til
býráðsvalið í heyst
Savnsmynd
Føroya Bjór
vann kapping
um besta
páskabryggið
Annað árið á rað
vann Føroya Bjór
greitt kappingini um
besta páskabryggið,
sum Selskab for
Vestjysk Ølkultur
skipar fyri
ØLSMAKKING
Eirikur Lindenskov
72 limir í Selskab for
Vestjysk Ølkultur settu
sær sum mál herfyri at
royndarsmakka
níggju
ymisk páskabryggj anno
2004 fyri at finna ársins
páskabryggj.
Talan var um blind-
smakking, so at metingin
skuldi verða so óheft, sum
gjørligt. Ølið var einans
mett út frá lukti, liti,
smakki og eftirsmakki.
Úrslitið var, at Føroya
Bjór Páska Bryggj var
greiður vinnari.
Hetta er triðju ferð, at
føroyska ølið var millum
smakkiroyndirnar hjá Sel-
skab for Vestjysk Ølkult-
ur. Fyrstu ferð var í 2002,
og tá var Føroya Bjór
kosið næstbesta ølið, men
eisini í 2003 varð Føroya
Bjór greiði vinnarin.
– Tað er bara ein vansi
við føroyska páskabrygg-
inum. Tað er ikki at fáa til
keyps her á leiðini, sigur
formaðurin í Selskab for
Vestjysk Ølkultur, Jan
Larsen í Vinderup.
Hini
páskabryggini,
sum vóru við í kapping-
ini, vóru Albani Påske-
bryg, Cars Påske hjá
Carlsberg, Påske Beer hjá
Hancock, Harboes Påske-
bryg, Alm. Påskebryg hjá
Thisted Bryghus og Kylle
Kylle hjá Tuborg.
Føroya Bjór
vann greitt á
øllum hinum
donsku ølunum
– eisini á bæði
Carlsberg og
Tuborg
C
M
Y
K
5
4