týsdagur 30. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 62 - 30. mars 2004
Nr. 62 - 30. mars 2004
7
Johan Dahl, løgtings-
maður heldur seg ikki
hava fingið rættvísa
viðgerð í sínum
politiska lívi. Hann
ætlaði ikki sjálvur, at
koma soleiðis í fokus,
sum hann kom, men
er komin til ta niður-
støðu, at hann var
tann, sum var best
egnaður til kross-
festing
SAMBANDFUNDUR
Edvard Joensen
Læraraskúlahøllin:
Johan Dahl segði í røðu síni
til landsfundin hjá Sam-
bandsflokkinum, at hann
helt seg vera krossfestan av
fjølmiðlunum og vónar, at
fjølmiðlaábyrgdarlóg verð-
ur sett í gildi, sum kann
forða slíkum støðum í
framtíðini.
Men at teir ringastu fígg-
indarnir skuldu koma úr
egnum flokki, helt hann
vera ovboðið.
– Teir fíggindarnar, sum
eru framman fyri teg, kenn-
ir tú, men verri er við teim-
um, sum standa aftan fyri
teg.
Hann var ógvuliga vón-
brotin av sínum politisku
partamonnum, segði hann.
Eins og fleiri teirra, sum
undan honum høvdu havt
orðið á landfundi Sam-
bandsfloksins, helt Johan
Dahl,
at
fjølmiðlaranir
sleppa ov lætt at seta polit-
isku dagsskránna. Men
politikarin má eisini taka
sína ábyrgd og duga síni
ting, segði hann.
Tað má vera okkara mál
at hava eina góða og væl
samansetta
tingmanning
við góðum baklandi, segði
Johan Dahl.
Hann lovaði Kaj Leo
Johannesen sína hjálp og
stuðul. Tað skal ikki standa
á, lovaði hann.
Hann helt kortini, at røð-
an, sum formaðurin hevði
hildið fyrrapartin var í so
missionerandi og ov lítið
dagsaktuell. Tað er í dag,
vit hava trupulleikarnar,
sum skulu loysast nú, segði
hann, og vísti til rækjuvinn-
una, sum er við at gleppa
okkum av hondum, um
einki
munagott
hendir
beinanveg.
Hann mælti politikar-un-
um til at halda fingrarnar
burtur frá Fiskavirking og
lata Framtaksgrunnin um at
avgera, nær og hvussu
Fiskavirking skal seljast.
Sjálvur heldur hann ikki, at
Fiskavirking skal seljast í
smáum.
Heldur ikki helt Johan
Dahl, at tað var nøkur van-
lukka,
um
útlendingar
keypa Fiskavirking. Eisini
tað eiga vit at lata Fram-
taksgrunnin taka sær av og
ikki føroyska politikarar.
Teir, sum koyra
sjúkrabilarnar í
Vágum, vilja hava
vaktarskipan. Um ein
skipan ikki er avtalað
í seinasta lagi 30.
apríl, leggja teir
arbeiðið niður, siga
teir í skrivi til avvarð-
andi myndugleikar
SJÚKRAFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Vágar:
Ambulansuførararnir
í
Vágum hótta við at leggja
arbeiðið niður, um ikki ein
nøktandi vaktarskipan fæst
innan 30. apríl. Teir hava
roynt í eini seks-sjey ár at
fáa slíka skipan, men enn er
einki hent, siga teir í skrivi
til avvarðandi myndugleik-
ar.
Vága
Bjargingarfelag
hevur higartil røkt sjúkra-
fluningin úr Vágum. Ein
skipan, har Landssjúkra-
húsið hevur goldið Bjarg-
ingarfelagnum fyri flutn-
ingin, hevur higartil verið
galdandi. Men teir, sum
koyra sjúkrabilarnar, hava í
longri tíð biðið um at fáa
eina vaktarskipan, sum
gevur teimum rætt til vakt-
arpening ta tíðina, teir eru
bundnir av vaktini.
Sum er fáa teir bert
samsýning fyri ta tíðina,
teir fysiskt eru í bilinum, og
ikki fyri at vera bundnir á
vakt.
Tórhallur Simonsen, for-
maður í Vága Bjargingar-
felag, sigur, at talan er um
eina hálva millión krónur
ella so árliga, sum ein slík
vaktarskipan
kemur
at
kosta eyka. Sum er kostar
skipanin einar 700.000,-
krónur árliga, sigur hann.
Boðini, teir higartil hava
fingið aftur, eru, at um tal-
an eru um eykakostnað,
kann rokanst við, at koyr-
ingin bara verður løgd
undir Landssjúrkahúsið at
røkja.
Men eina slíka skipan eru
vágafólk ikki nøgd við. Tað
fer at leingja tíðina frá tí,
boð verða send eftir sjúkra-
bili, til sjúklingurin er á
landsshjúkrahúsinum,
munandi, sigur Elisabeth
Thorsteinsson, kommunu-
lækni í Vágum.
Sum er skal bara koyrast
annan vegin. Men tað telur
eisini rættiliga nógv, at
talan er um staðkent fólk,
sum koyrir, og tí beinanveg,
fráboðað er, veit, hvar far-
ast skal. Tað sparir eisini
heilt nógva tíð.
Hans Pauli Støm, lands-
stýrismaður við almanna-
og heilsumálum, sigur, at
hann er ikki í iva um, at ein
avtala fæst áðrenn 30. apríl.
Málið er komið honum
so mikið seint upp í hendur,
at ikki var tíð at avgreiða
tað, áðrenn fíggjarlógar-
uppskotið varð lagt fram,
sigur hann. Men hann
væntar ongar trupulleikar
at finna peningin til eina
vaktarskipan í nevndarvið-
gerðini í samband við fíggj-
arlógaruppskotið.
Tórhallur Simonsen, for-
maður í Vága Bjargingar-
felag sigur, at Hans Pauli
Strøm varð kunnaður um
málið, beinanveg, hann tók
við sum landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at persónliga er hann
fyri, at tænastan verður røkt
lokalt. Tað vil siga, at bil-
arnir verða mannaðir úr
Vágum. Hann hevur eini
trý ymisk uppskot til loysn
á málinum. Sum skilst hell-
ir hann til eina loysn, har
einir
fimm-seks
mans
verða fast knýttir at einum
portørliði í Vágum, og at
skipanin so verður latin
Vága Bjargingarfelag at
umsita.
Var best egnaður til krossfesting
Johan Dahl helt seg ikki hava fingið ta viðgerð, hnn hevði uppiborið í sínum politiska yrki. Serliga
vónbrotin var hanna v sínum politiksu partamonnum, segði han á landsfundi Sambandsfloksins.
Hann hevði tó einki í móti at sita við sama borð, sum eftirmaðurin, Bjørn Kalsø
Mynd: Edvard Joensen
Ambulansuførarar boða frá uppsøgn
Sjúkrabilførararnir í Vágum
hava boðað frá, at um teir
ikki fáa eina vaktarskipan
áðrenn 30. apríl, leggja teir
arbeiðið niður
Í fyrstu røðu síni eftir
at hann var valdur til
formann í Sambands-
flokkinum, bar Kaj
Leo Johannesen
Sambandsflokkin
saman við lívið í
Mykinesi. Draga øll
ikki eina línu, syndr-
ast flokkurin, segði
hann millum annað
SAMBANDSFUNDUR
Edvard Joensen
Læraraskúlahøllin:
Nýggi formaðurin Sam-
bandsfloksins, Kaj Leo
Johannesen, bar í fyrstu
formansrøðu síni, sum var
ársfrágreiðingin til lands-
fund
Sambandsfloksins,
Sambandsflokkin
saman
við lívið á útoyggj, og
nevndi í hesum sambandi
Mykines.
Hann segði, at Mykines-
fólk hava altíð livað tætt at
náttúruni og verið noydd at
drigið somu línu, tí ella
hevði ikki borið til at livað
á einum slíkum stað, segði
Kaj Leo Johannesen.
– Hetta er eisini galdandi
fyri
sambandsflokkin,
segði hann. Um tað eru
einstaklingar í flokkinum,
sum bert arbeiða fyri seg
sjálvar, og ikki fyri enda-
mál floksins, so fáa vit ikki
tað neyðuga álitið frá fólk-
inum til at menna land okk-
ara og fáa harvið ov lítið
burturúr.
Hann heitti staðiliga á
sambandfólk um at standa
saman og vísa øðrum polit-
iskum flokkum, fjølmiðl-
unum og fólki yvirhøvur, at
Sambandsflokkurin ikki er
ein flokkur av einstakling-
um, sum renna hvør í sína
ætt og onga miðvísa leið
hava.
Men um hann metti
framtíðarútlini hjá Sam-
bandsflokkinum javnt við
verandi útlitini hjá útoyggj-
unum, segði hann kortini
einki um.
Fjølmiðlar á skránni
Eitt evni, sum gekk aftur
hjá nógvum teirra, sum
tóku orðið á landsfundi
Sambandsfloksins
um
vikuskiftið, var hvussu fjøl-
miðlarnir seta dagsskránna.
Kanska serliga í politiskum
málum.
Hetta dámdi ikki øllum
líka væl, og nýggi formað-
urin heitti í formansfrá-
greiðing síni beinleiðis á
lokalfeløgini
hjá
Sam-
bandsflokkinum um longu
nú at fara at hugsa um at
seta fólk við til komandi
val. Soleiðis at hesi fólk
kunnu venja seg til at føra
seg fram í fjølmiðlunum og
á tann hátt vinna eitt val.
Tað tóktist, sum høvdu
sambandsfólk í ávísan mun
hug at geva fjølmiðlunum
skuldina fyri, at valúrslitið
ikki varð tað, tey høvdu
vónað, og sum ymsar velj-
arakanningar frammanund-
an løgdu upp til.
Kaj
Leo
Johannesen
segði soleiðis í formansfrá-
greiðing síni:
»Tað er ein sannroynd, at
fjølmiðlarnir hava fingið
stóra ávirkan á, um ein
politiskur flokkur klárar
seg væl ella minni væl. Tað
er gjøgnum fjølmiðlarnar,
at vit røkka inn í hvørt
húski í Føroyum, og tað
setir krøv.
Byrjanin til góða polit-
iska Sambandseind er upp-
stillingarhátturin. Tað er
meiningsleyst, at fólk verða
sett á valevnislistar, sum als
ikki hava áhuga fyri at vera
á listanum.«
Hann heitti tí á fólk um at
brynja seg út longu nú.
Bæði til kommunuvalini,
sum verða í heyst, og til
komandi løgtingsval.
Eisini aðrir røðarar á
landsfundinum høvdu á
orði, hvussu fjølmiðlarnir
eftir teirra tykki ikki bara
høvdu ávirkað, men eisini
beinleiðis stýrt valstríðnum
upp undir seinasta løgtings-
val.
Hóast tey ikki søgdu tað
beinleiðis, var heilt greitt at
skilja millum orðini, at
sambandsfólk høvdu hug at
kasta fjølmiðlunum fyri, at
úrslit floksins ikki gjørdist
tað, tey høvdu sett nøsina
upp eftir.
Samgonguskjalið er
Samband
Sambandsfólk fegnaðust á
landsfundinum um, at Sam-
bandshugsjónin í rættiliga
stóran mun sást aftur í sam-
gonguskjalinum,
sitandi
samgonga arbeiðir eftir.
Fleiri teirra, sum høvdu
orðið søgdu seg hava lagt
merki til, at Sambands-
flokkurin hevði sett síni
fingramerki allastaðni á
samgonguskjalið, og stað-
festu tað millum annað við,
at flokkurin hevði fingið
tveir teir týdningarmiklastu
landsstýrissessirnar yvir-
høvur. Nevniliga fíggjar-
mál og fiskivinnumál.
Formaðurin segði í for-
mansfrágreiðing síni, at
nýskipanaruppskotið hjá
Sambandsflokkinum
er
komið við í samgongu-
skjalið frá A til Z.
Men hóast tað, at sam-
bandsfólk fegnast um at
hava sett síni fingramerki á
samgonguskjalið, sum tey
siga seg eiga frá A til Z, var
ógvuliga lítið orðaskifti um
onnur politisk evni enn
flutning av fiski og fiska-
prísir á landsfundi Sam-
bandsfloksins. Mál sum al-
mannamál
og
mentan
vórðu at kalla ikki nevnd á
landsfundinum annað enn,
at formaðurin í frágreiðing
síni kom inn á, at vælferðin
er ein mannarættur. Hann
nam í hesum sambandi eitt
sindur við heilsuverkið og
fyribyrging, eins og hann
segði, at vit gjøgnum al-
mannaverkið og ALS hava
skyldu at tryggja teimum,
sum á ein ella annan hátt
eru komin illa fyri í sam-
felagnum.
Samferðslan fekk heldur
ikki ta nógvu viðgerðina.
Mest var tað vágatingmað-
urin, Marjus Dam, sum í
sambandi við, at næstfor-
maðurin í danska Vinstra-
flokkinum kom á fundin,
tosaði eitt sindur um fram-
tíðina hjá flogvøllinum í
Vágum.
Nýggi formaðurin i Sam-
bandsflokkinum er sam-
bandsmaður. Men um hann
er traditionellur sambands-
maður, sum fyri einhvønn
prís vil halda fast í sam-
bandinum við Danmark,
sum vit kenna teir gomlu
sambandsmenninar, kann
vera ivasamt. Hann er ES-
sambandsmaður. Tað letur
hann ongan iva vera um.
Tó vil hann halda fast um
Føroyar um sjavstýrandi
tjóð í ríkinum, sum í hans-
ara hugaheimi er danska
kongaríkið. Eisini vil hann
arbeiða fyri einum frælsum
vinnu- og granskingarum-
hvørvi, eins og hann metir
vælferðina at vera ein
mannarætt.
Sambandsflokkurin
er sum Mykines
Kaj Leo Johannesen varð á landsfundi Sambandfloksins valdur til nýggjan formann í flokkinum. Sambandsfólk meta framtíðina
eins og rósuna, ljósareyða og blómandi, við nýggju monnunum, sum í dag mynda flokkin í formanssessinum og í landsstýrinum
Mynd: Edvard Joensen
Ættarliðsskifti er farið fram í Sambandflokkinum. Formaðurin og báðir landsstýrismenn floksins
eru allir yngri enn 40 ár. Tá Lisbeth L. Petersen varð vald til formann floksins, var hon umleið 35
ár eldri, enn Kaj Leo Johannesen er í dag
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6