týsdagur 30. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 62 - 30. mars 2004
Nr. 62 - 30. mars 2004
9
Á aðalfundinum hjá
Bláa Krossi Føroya
leygardagin varð
Sverri Steinhólm aft-
urvaldur sum for-
maður, og Kaj Eli
Hansen valdur sum
næstformaður.
Annars var meir gjørt
burturúr aðalfundin-
um hesuferð, av tí at
tað í ár eru 100 ár síð-
ani Blái Krossur varð
stovnaður í Føroyum
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Í nevndina hjá Bláa Krossi
komu eisini Ernst Pólsson,
Harriet Lamhauge, Krist-
ianna Vang, Regin Jacob-
sen, Gimme Olsen og Súni
F. Olsen, sum eisini um-
boðar BláaKrossUngdóm.
Gimme Olsen er nývaldur
fyri Jaspur Langaard, sum
gjørdist nýggi aðalskrivari í
felagnum fyrr í ár.
Bjartskygd
Kaj Eli Hansen sigur, at
hóast nógv bendir á tað
øvuta, eru tey bjartskygd, tá
tað ræður um at tálma rús-
drekkanýtsluni í Føroyum.
Og á pallborðsfundinum
um "Rúsdrekkamentan í
Føroyum um 20 ár" vóru
nógvir glottar at hóma.
- Vit hava góðar vónir
um, at verkætlanin "Børn í
vanda" fer at vera við til at
venda gongdini tann rætta
vegin. Fyri fyrstu ferð í
Føroyum verður nú eitt
skipað og støðugt arbeiði
gjørt fyri at kunna foreldur
um ta ávirkan, rúsdrekka-
nýtsla hevur á børnini.
Tórhild Bjarkhamar hevur
gjørt eitt megnararbeiðið á
hesum økinum, og alt bend-
ir á, at tey eru nógv, ið hava
saknað eitt upplýsingarátak
sum hetta, sigur Kaj Eli.
- Enn er ov tíðliga at gera
sær nakrar niðustøður av
hesum arbeiðinum. Men
tað er ein sannroynd, at vilt
tú røkka langtíðarúrslitum,
mást tú byrja við børnun-
um. Ikki við lyftum peiki-
fingrum, men við at gera
foreldrini meir tilvitað um,
hvørja ávirkan tað hevur á
børnini, um tey javnan
síggja rúsdrekka á borðin-
um.
- Vit vita jú ikki, hvat
børn hugsa í slíkum førum.
Hvussu ávirkar tað hug-
burðin hjá børnum til rús-
drekka, um vit gera rús-
drekka til ein part av ger-
andisdegnum? Tað er ein av
spurningunum, verkætlanin
"Børn í vanda" miðar eftir
at lýsa nærri, sigur Kaj Eli.
Misvísandi mynd
Hinvegin dylur Kaj Eli ikki
yvir, at rákið í samfelag-
num ofta tykist ganga ímóti
fráhaldsrørsluni.
- Vit royna áhaldandi at
ávirka politikarar til at
steðga á og ikki bara fara
fram eftir fummum, tá tað
snýr seg um at útvega
skeinkiloyvi og liberalisera
rúsdrekkasøluna sum heild.
Tíverri er tað so, at tey sum
rópa harðast ofta verða
hoyrd best. Og tað er jú ikki
nøkur loyna, at fjølmiðlar-
nir ofta vísa eini umsókn
um skeinkiloyvi munandi
størri áhuga, enn til dømis
eini ráðstevnu um frá-
haldsarbeiðið.
- Tað ger heldur ikki okk-
ara arbeiði lættari, at rús-
drekkanýtsla ofta verður
tengd at øðrum samfelags-
viðurskiftum, sum til dømis
ferðavinnuni. Seinastu árini
hava
sjónarmið
verið
frammi, sum halda uppá, at
føroyskur rúsdrekkapoli-
tikkur skaðar bæði ferða-
vinnuna og okkara altjóða
umdømi. Samstundis eru
vit errin av okkara aldar-
gomlu føroysku mentan og
vilja fegin vísa hana fram
fyri øðrum. Tað vilja vit
eisini fegin, men vita halda
tað vera misvísandi at geva
ferðafólki eina fatan av, at
rúsdrekka er partur av før-
oyskari mentan ella ger-
andisdegnum hjá føroy-
ingum, sigur Kaj Eli.
Rúsevni
Men arbeiðið hjá Bláa
Krossi snýr seg ikki bara
um at tálma rúsdrekka-
nýtsluni.
Rúsevnisnýtsla
vindur alsamt meir uppá
seg, serliga millum tey
ungu, og tey gerast fleiri og
fleiri, ið søkja sær hjálp fyri
misnýtslu av rúsevnum.
- Hesin trupulleikin er
eitt sindur øðrvísi, við tað
at rúsevni eru ólóglig, og
vit harvið hava lógina í
rygginum. Men lógin er
ikki altíð nokk til at forða
fólki í at traðka við síðuna
av. Tí síggja vit eisini
hendan trupulleikan sum
ein av stóru uppgávunum
hjá Bláa Krossi í fram-
tíðini, sig Kaj Eli Hansen.
Mateskjur til børnini
Umframt
nevndarvalið,
vóru nógv ymisk tiltøk á
skránni hjá Bláa Krossi
fríggjadagin og leygar-
dagin. Leygarkvøldi vóru
umleið 100 fólk savnaði til
til veitsludøgurða á Runa-
víkar Sjómannsheimi, har
Heimamissiónin handaði
Bláa Krossi ein málning í
føðingardagsgávu.
Á
familjumøtinum
sunnudagin vóru tað børn-
ini, sum fingu føðingar-
dagsgávu frá Bláa Krossi.
Har fingu øll børnini hvør
sína bláu og hvítu Blákross
mateskju við Sunkist og
øðrum góðum í. Eisini var
Angela við til Familju-
møtið, og sjálvandi dámdu
børnunum hetta sera væl.
Familjumøtið var skipað
sum ein sunnudagsskúli
fyri øll. Eitt sera væleydnað
tiltak, har eini 4-500 fólk
tóku lut.
Blái
Krossur
Føroya
bjartskygdur
- Á veitsludøgurðanum fekk Blái Krossur ein málning í 100 ára føðingardagsgávu frá Heimamissiónini
- Fleiri nýttu høvi, at siga sína hugsan um "Rúsdrekkamentan í Føroyum um 20 ár" á
pallborðsfundinum leygardagin
- Martin Kúrberg, Harriet Lamhauge og Jógvan á Lakjuni sótu við pallborðið
Tórhild Bjarkhamar stendur
á odda fyri verkætlanini
"Børn í vanda."
– Av eini ella aðrari
orsøk leyp Sjónvarp
Føroya um hoyring-
arnar, tá teir seks
deildarleiðararnir í
SVF vórðu sagdir úr
sínum leiðarastørv-
um, og er hetta bein-
leiðis í stríð við fyri-
sitingarlógina, sigur
Gunnleivur Dals-
gaard í Starvsmanna-
felagnum. Sjónvarpið
hevur tikið ónøgdina
til eftirtektar
UPPSAGNIR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tað kom sera dátt við, tá
seks deildarleiðarar fyri
hálvu aðru viku síðani
fingu fráboðan um, at teir
vórðu sagdir úr sínum
leiðarastørvum í Sjónvarpi
Føroya. Orsøkirnar vóru
bygnaðarbroytingar fyri at
fáa eitt smidligari og
professionellari sjónvarp,
har fýra deildir innan fram-
leiðslu av sendingum vórðu
niðurlagdar. Hesar eru tíð-
indadeildin,
mentanar-
deildin, samskiftisdeildin
og framleiðsludeildin, og
leiðararnir av hesum deild-
um fingu boð um, at teir
vórðu sagdir úr starvi.
Gloymdar hoyringar
Viðkomandi starvsfólk eru
limir í Starvsmannafelagn-
um, og fakfelagsformað-
urin Gunnleivur Dalsgaard
sigur, at mannagongdin hjá
leiðsluni í SVF ikki hevur
verið sambært lógini.
– Fyrisitingarlógin ásetur,
at starvsfólkini hava rættin
til hoyringar, og hetta skal
altíð gerast, áðrenn nakar
verður sagdur úr starvi, slær
fakfelagsleiðarin fast. Við
tað at SVF leyp um hoyring-
arnar, hevur Starvsmanna-
felagið víst sína ónøgd við
skeivu mannagongdina, og
hevur SVF leiðslan tikið
hetta til eftirtektar.
– Í staðin fyri beinleiðis
uppsagnir vórðu hoyringar
seint í seinastu viku sendar
deildarleiðarunum, og ikki
fyrr enn hoyringsfreistin er
úti tíðliga í apríl, kann støða
takast til, hvat víðari fer
fram,
sigur
Gunnleivur
Dalsgaard.
Hoyringin fer fram skriv-
liga, og er hetta ein lógar-
bundin gongd, har deildar-
leiðarar sambært Gunnleivi
eiga at fáa eina góða og
grundleggjandi frágreiðing
um, hví teir eru sagdir úr
starvi, so teir eisini hava
møguleikan at koma til
orðanna.
– Men hesar hoyringar
vórðu lopnar um við bein-
leiðis boðum um uppsøgn,
og hetta hava vit nú fingið
broytt, staðfestir formaður-
in í Starvsmannafelagnum.
Hóast fakfelagið ikki kann
avgerða, hvat endaliga úr-
slitið verður, er ábyrgdin
sambært formanninum al-
tíð at tryggja tey rættindi,
limirnir hava.
– Nú er hoyringsprosess-
in í gongd, og so dugi eg
ikki at siga, hvat víðari
hendir, endar Gunnleivur
Dalsgaard,
formaður
í
Starvsmannafelagnum.
– Tað hevur frá byrj-
an verið ætlanin at
halda allar ásetingar
við hoyringum, sigur
sjónvarpsstjórin
Mikkjal Helmsdal.
Misskiljingin viðvíkj-
andi hoyringum er
orsakað av ógreiðum
orðingum í upp-
runaligu brøvunum
UPPSAGNIR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir at Gunnleivur Dals-
gaard aðrastaðni á síðuni
vísir á skeivu mannagongd-
irnar í SVF, tá seks tíðinda-
leiðarar vórðu sagdir úr
leiðarastørvum sínum, sig-
ur sjónvarpsstjórin Mikkjal
Helmsdal, at hetta ongantíð
var ætlanin.
– Orsøkin er, at fyrstu
brøvini ikki vórðu orðað
nóg greitt, og tískil valdu
vit at taka tey aftur og orða
av nýggjum, so eingin ivi
skuldi vera um nakað, sigur
Mikkjal Helmsdal. Sjón-
varpsstjórin undirstrikar, at
tað ongantíð hevur verið
ætlanin at leypa um nakrar
ásetingar, men at ógreiðu
formuleringarnar í brøvun-
um hava volt misskiljingar.
– Tað arbeiðið hava vit
ikki gjørt nóg væl, og tískil
hava vit sent brøvini av
nýggjum, sigur ovasti mynd-
ugleikin í sjónvarpinum.
Onga ávirkan
Nú er so møguleikin hjá
uppsagdu deildarleiðarun-
um at siga sína hugsan
undir hoyringunum, men
hetta fær ongar avleiðingar
fyri endaliga úrslitið í
gongdini.
– Ætlanin og endámálið
við bygnaðarbroytingunum
er tað sama, og tískil fáa
hoyringarnar ikki nakrar
avleiðingar á ta avgerð, vit
hava tikið, sigur sjónvarps-
stjórin Mikkjal Helmsdal at
enda.
Føroya Tele
afturgongd á
12%
Fríggjadagin hevði
Føroya Tele aðal-
fund, og ársrokn-
skapurin í 2003 vísti
eina afturgongd á
12%
ÁRSROKNSKAPUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Risafyritøkan Føroya Tele
legði fríggjadagin á aðal-
fundi fram ársroknskapin
fyri 2003, og vøksturin,
sum seinastu árini hevur
ligið á umleið 10%,
steðgaði í fjør. Føroya
Tele vísir í tíðindaskrivi á,
at orsøkin tykist vera í
samfelagsbúskaparligu
stagnatiónini
umframt
eini alsamt harðari kapp-
ing á økinum.
Yvirskot á 47
millliónir
Úrslitið í 2003 gjørdist
47,1 millión, eftir at 11,1
millión eru settar av til
skatt. Talan er um eina
minking á 6,4 milliónir
samanborið við 2002, og
tað gevur eina afturgongd
á 12%.
Høvuðsíløgurnar í 2003
vórðu gjørdar í FarIce
kaðalin, sum knýtir Før-
oyar saman við Skotlandi
og Íslandi, nýggja høv-
uðssætið í Hoyvík og fyri-
reikingar til breiðband.
Føroya Tele hevur í 2003
økt munandi um netto
íløgurnar,
sum
vórðu
gjørdar fyri heilar 137,7
milliónir, og tað er meira
enn tvífalt íløgurnar í
2002. Tá vóru íløgur
gjørdar fyri 61,3 milli-
ónir. Samtykt var eisini á
aðalfundinum,
at
11
milliónir verða útgoldnar
til partaeigaran Føroya
Landsstýri sum vinnings-
býti. Eginpeningurin var
við árslok 2003 294,2
milliónir.
Nøktandi úrslit
Føroya Tele metir sum
heild, at talan er um eitt
nøktandi úrslit, men hin-
vegin verður ásannað, at
við støði í yvirornaðu bú-
skapargondini verður úr-
slitið í 2004 helst minni
enn í 2003.
Á
aðalfundinum
fríggjadagin varð nevnd
eisini vald, og aðalfundar-
valdu nevndarlimirnir eru
Hákun
Steingrímsson
(formaður), Reidar Nón-
fjall
(næstformaður),
Tage M. Iversen og Jógv-
an E. Ellefsen. Starvs-
fólkavaldu nevndarlim-
irnir eru Janus Djurhuus
og Bjørg Joensen.
Ovasti myndugleikin í Føroya Tele, Andras Róin, legði á
aðalfundi fríggjadagin fram ársroknskapin 2003, sum vísti
eina afturgongd á 12%. Hetta verður tó mett at vera eitt
nøktandi úrslit
Starvsmannafelagið:
Ólóglig mannagongd í SVF
Lógarásettu hoyringarnar vórðu lopnar um við beinleiðis boðum um uppsøgn, tá
tíðindaleiðararnir í SVF vórðu sagdir úr sínum leiðarastørvurm, og hetta hava vit nú fingið
broytt, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgaard
Sjónvarpsstjórin:
Brøvini eru misskild
– Orsøkin til misskiljingina er, at fyrstu brøvini ikki vórðu
orðað nóg greitt, og tískil valdu vit at taka tey aftur og orða av
nýggjum, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri
C
M
Y
K
9
8