Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 62 - 30. mars 2004 Nr. 62 - 30. mars 2004 11 Elin Lindenskov býráðslimur www.lindenskov.com Kvinnufelagið í Havn hev- ur boðið til fundar at stovna ein kvinnulista at stilla upp til býráðsvalið í heyst. Sum býráðslimur í Havn seinastu 12 árini fari eg staðiliga at heita á Kvinnu- felagið at brúka sína orku til at ávirka politisku flokk- arnar heldur enn til ein kvinnulista. Orsøkin er ein- føld: Fleiri kvinnur verða valdar á politisku listunum enn við einum kvinnulista! Tvær ferðir í áttatiárun- um stillaði ein kvinnulisti upp uttan úrslit. Hendir hetta aftur, skulu vit minn- ast til, at kvinnulistin tá bara tekur atkvøður frá kvinnunum á politisku list- unum. Tað er ein sannroynd, at vit eru nógv, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa kvinnum størri ávirkan í ymsu flokkunum. Tað hev- ur givið úrslit í býráðsar- beiðinum, hóast løgtings- valið seinast var eitt aftur- stig. Tað er eitt stórt og tungt stríð, sum nógvar kvinnur og menn hava gjørt í flokk- unum fyri at vinna javn- støðuhugsjónini frama. Tað er sera týdningarmikið, at hetta arbeiði ikki fer fyri bakka. Taka vit Tórshavnar Bý- ráð í dag, so eru tríggjar kvinnur valdar í býráðið. Beate L. Samuelsen fyri Sambandsflokkin við 209 atkvøðum. Hildur Eyðuns- dóttir fyri Tjóðveldisflokk- in við 335 atkvøðum og undirritaða fyri Javnaðar- flokkin við 392 atkvøðum. Trý tey seinastu valskeiðini hevur Javnaðarflokkurin verið umboðaður við einari kvinnu og einum manni. Tvey tey næstu á listanum hjá Javnaðarflokkinum eru eisini kvinnur. Møguleikar eru fyri at nógvar kvinnur kunnu verða valdar í býráðið á valinum í ár. Fólkaflokkurin hevur fyrr havt kvinnu í býráð- num. Taka vit løgtingsval- ið, so var Annika Olsen nummar fýra á listanum við 152 atkvøðum. Stillar hon upp í heyst hevur hon óivað ein kjans. Fólkaflokkurin hevur fýra umboð í býráð- num. Beate L. Samuelsen í Sambandsflokkin kann væntast at verða afturvald. Nú Tórfinn Smith fór úr Javnaðarflokkinum í býráð- num, eru trý tey fremstu valevnini á Javnaðarlistan- um kvinnur. Elin Linden- skov 392 atkvøður, Rigmor Dam 188 atkvøður og Meta Palle 111 atkvøður. Tilsam- ans høvdu allar 5 kvinn- urnar á Javnaðarlistanum 769 atkvøður. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur boðað frá, at hann fer at stilla eins nógvar kvinnur og menn upp til valini. Kemur Sjálvstýrisflokkurin aftur í býráðið, er Malan Johansen sjálvskrivað toppvalevni. Fyri Tjóðveldisflokkin er Hildur Eyðunsdóttir í bý- ráðnum. Hon kann sjálv- andi eisini væntast aftur- vald. Miðflokkurin hevur ikki umboðan í býráðnum. Men Jenis av Rana hevur verið valdur í býráðið. Hann kann sjálvsagt afturveljast, men meðan hann er løg- tingsmaður og kommunu- lækni hevur hann valla stundir at sita har. Varaum- boð hjá honum á tingi er Charlotta á Váli Olsen. Um kvinnur arbeiða kon- struktivt kunnu vit fáa eitt nýtt býráð, sum hevur meiriluta av kvinnum - har t. d. 7 av teimum 13 bý- ráðslimunum eru kvinnur. Stillar ein kvinnulisti upp, minka hesir møgu- leikar munandi. Seinast kostaði hvørt umboð í bý- ráðnum 723 atkvøður. Um vit nýta løgtingsvalið í ár sum grundarlag er talið 1.042. Vanliga er vallut- tøkan lægri til býráðsval. Mín greiða fatan er, at ein kvinnulisti fer at órógva nógv í øllum flokkum - og taka møguleikan frá fleiri kvinnum at verða valdar. Eg skal ikki siga, at ein slíkur listi ongan kjans hevur at fáa umboð valt, men hann fær valla fleiri umboð. Míni ráð til kvinnurnar í Kvinnufelagnum er heldur at stuðla kvinnum á teim- um politisku listunum. Tað er einasti máti at fáa eitt javnari býti millum kynini. Landsstýrið hevur lagt sítt fíggjarlógaruppskot fram. Ikki kann sigast, at tølini eru tespilig. Fíggjar- lógin vísir eitt hall upp á nærum 300 milliónir. Hallið er fyrst og fremst orsakað av fallandi inn- tøkum, meðan høga útreiðslustøðið verður varðveitt. Tað er hugaligt at síggja, at vit nú hava fingið ein landstýrismann í fíggjarmálum, ið heilt greitt meldar út, at fíggjarlógirnar fyri komandi ár koma at verða ávirkaðar av fiskaprísum og búskparligu vánunum annars. Hetta hevur ikki verið greitt nokk í farnu árum, og gav tað at bíta, tá inntøkumeting- arnar skramblaðu niður við heilt stórum millióna- upphæddum uppá fáar mánaðar, tí at man eftir øllum at døma hevði gloymt, hvussu føroyski bú- skapurin var skrúvaður saman. Spurningurin við fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum er tó, um man hevur gjørt tær rað- festingarnar á útreiðslusíðuni, ið skulu gerast. Tað tykist verða breið semja um, at útreiðslustøðið hjá landinum er ov høgt. Her verður hugsað um rakstrarútreiðslur og ikki um íløgur. Íløgutørvur er altíð, og serliga er tað umráðandi at tað almenna varðveitir eitt ávíst íløgustøði, tá tíðirnar versna. Almenni raksturin er dýrur. Tað at blokkurin varð niðurskorin við 366 milliónum um árið ger, at tað neyvan slept undan sparingum í almenna rakstr- inum. Verður tað illa dámt , so er at siga sum, at hetta er ein neyðug fylgja av blokkniðurskurðrinum. Sparingar nar eiga at vera sosialt javnvegaðar og raðfestast má við skili. Tí ber ikki til at fara at skera við einum ávísum prosenttali yvir ein kamb. Kanska fer meir at síggjast í fíggjarlógini fyri næsta ár, tá hendan samgongan hevur havt veruliga tíð at lata sín politikk skína ígjøgnum í fíggjarlógarupp- skotinum. Viðvíkjandi fíggjarlógaruppskoti, so er tað kon- struktivt, at størsti andstøðuflokkur hevur lagt fram sítt egna fíggjarlógaruppskot. Hetta uppskot vísir eitt minni hall enn samgonguuppskotið, men trupul- leikin er, at flokkurin hevur ein stóran trúvirðis- trupulleika. Hvussu kann borgarin hava álit á, at eitt uppskot, ið hesin flokkur leggir fram í andstøðu, fer at halda, tá sami flokkur hevur havt medábýrgd av risastórum eykajáttanaruppskotum hvørt tað einasta ár í samgongu. Einki fíggjarlógaruppskot, ið var lagt fram av Karsten Hansen hevur hildið. Hvørt ár hava stórar milliónaupphæddir verið lagdar afturat útreiðslunum. Tí hava vit ilt við at trúgva, at ein flokkur, ið hevur undirbudgetterað kraftugt hvørt tað einasta ár, kann hava eitt uppskot í ár í andstøðu, ið er eftirfarandi. Tó má man vóna, at samgongu- limir hyggja at uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkin- um og geva tí eina gjølla viðgerð, tí hvør veit, kanska okkurt gullkorn er. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Fíggjarlógaruppskot VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Fleiri kvinnur møguleika at verða valdar í býráðið Á páskum Frelsari vár, tey bløðandi sár, á krossi Hann hekk, Hann tók syndina vekk. Hann segði har, tað fullgjørt var, Hann gav upp ond í Harrans hond. Av grøvini upprisin Hann, sum sigur yvir deyðan vann, í himnabúð jú Hann er har, øll skuld er goldin tær og mær. Og kæri Jesus, eg takki tær, fyri lívi títt, ið tú gavst mær, eitt pláss til reiðar tú mær ger, til eg fari úr hesi verð. Olaf F. Berg Hergeir Nielsen Fyri einum ári síðan sam- tyktu vit eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um, »hvussu størv (ársverk) og heimildir, og møguligir partar av almennari umsit- ing og nýggjar umsitingar kundu flytast til útjaðaran.« Frásæð einum avgjørdum miðstaðarmanni, sum at- kvøddi blankt, samtykti løgtingið við 29 atkvøðum at gera eina roynd at flyta út í útjaðaran almenn størv og umsitingar. Einki ávíst innihald var í hesum uppskoti frá javnað- arflokkinum, sum tá sat í andstøðu, og einki víðari spurdist burturúr tí heldur. Hesum partinum hava vit bjarga í land við uppskot- inum um at flyta ein part av strandafaraskipum landsins til Suðuroyar, soleiðis at suðringar sleppa at umsita teirra egnu viðurskifti. Nú situr javnaðarflokk- urin innafyri í samgongu, og hevur ríkiligar møgu- leikar fyri at fáa kjøt á sítt egna mál, sum nærum eitt samt løgting samtykti. Varamaðurin hjá Sverra Midjord trokaði seg inn á formanssessin í vinnu- nevndini, og fekk her teir optimalu møguleikarnar fyri at viðgera hetta upp- skot okkara. Men gakk. Hann vísti tí frá sær, og hirdi tí ikki eina sømuliga viðger. Sum nevndarfor- maður í vinnunevndini hevði hann allar møgu- leikarfyri at fylgja upp løgtingsins vilja í sínum egna máli, men hann sveik. Har vit aðrir stóu sum menn, og samtyktu uppskot javnaðarfloksins í and- støðu, sveik Hendrik Old so dyggiliga møguleikarnar fyri at fylgja málinum víð- ari, nú høvi beyðst í sam- gongu. Strandferðslan hevur á fundi við vinnunevndina greitt frá, at ikki ber til at órógva kongaríkið teirra. Heildaratlit hvørva og dupultfunktiónir koma í staðin fyri sigur hesin stovnur sjálvandi, eins og allir aðrir stovnar vildu gjørt, skuldi teir verið spurdir líknandi spurningar. Og so - Gud hjálpi tú okkum - sigur formaðurin í vinnunevndini nú í álitin- um, at fjarstøðan úr Suður- oynni fer at darva munandi dagliga samskiftið og sam- starvið hjá SL, og alt gerst nógv truplari og kostnaðar- miklari. Formaðurin í vinnu- nevndini kýkar rátt tí, ið hesin almenni stovnur borðreiðir við, og slær við hesum grundgevingum ein sjeytummaseym gjøgnum allar møguleikar fyri at flyta nakað sum helst út um bøgarðarnar hjá sær sjálv- um. Í undanfarnu samgongu sat ein suðringur, og søgu- liga stór tøk vóru tikin fyri Suðuroynna. Eisini var hann við til at samtykkja uppskot javnaðarfloksins, sum í dag vísir seg at hava verið sett fram upp á hvamsvís. Hendan samgongan yðj- ur í suðringum, og áhuga- vert verður at síggja, um allir fara at roynast eins kaldir mótvegis oynni, sum formaðurin í vinnunevndini tykist gera. Ein seinasta vón er, at Sverri Midjord tekur í herðatoppin á varðamanni sínum, og sigur honum, at Tvøroyri hevur eitt náttúr- ligt krav upp á at umsita stórsta skipið í flotanum, sum enntá ber býarmerkið hansara á hekkuni. VIÐMERKINGAR Hendrik Old sveik Suðuroynna Páll Poulsen Í greinini "Fortíðin kemur ikki av sær sjálvari" skriv- aði Páll Poulsen um kon- struktivan interferens. Søguáhugaði fólk hava spurt um nøkur dømi. Her er eitt klokkuklárt dømi.. Í 10 kapittul skrivar Andras Mortensen í Hinum Føroyska Róðrarbátinum um Bátsband. (Undirstrik- ingar, framhevjan, viðm. í parentes PP). "Tann beinleiðis orsøkin til, at løgskipanin um eina- handil varð avtikin í 1856, var, at hon gekk ímóti § 88 í nýggju donsku grund- lógini frá 1849, sum segði, at "alle indskrænkninger i den frie og lige Adgang til Erhverv, som ikke ere begrundede i det almene Vel, skulle hæves ved Lov". Níggju ár seinni, í 1865, varð ein onnur løgskipan í Føroyum avtikin við somu grundgeving, nevniliga ein skipan, ið snúði seg um bátahald. Hon varð av summum rópt "bátsbandið" og øðrum "bátshandil". Í hesum kapitli skal verða kannað, hvat keldutilfarið í sambandi við hesa skipan sigur okkum um gongdina í føroyskum bátahaldi í tíðini fram til avtøkuna av hesi løgskipan og sosialum viðurskiftum í tí sambandi. Skipanin um bátsband var ongantíð fest á blað, men virkaði í rættarskip- anini sum óskrivað lóg. Mong dømi eru um slíkar lógir í rættarsamfeløgum í Norðurlondum í eldri tíð, men í granskingarligum høpi hevur higartil verið lítið gáað um tær, netupp tí tær ikki finnast skrivaðar í lógarteksti, men einans av umrøðu í øðrum keldum, eitt nú rættarúrskurðum, ið eru varðveittir skrivliga, og í søgn. (Einki dømi nevnt). Við lógartekstum er tað annars soleiðis í søgufrøði- ligum høpi, at teir ikki treytaleyst kunnu metast sum keldur til verulig søgulig viðurskifti av teirri einafaldu orsøk, at soleiðis sum lógin er til skjals, er hon fyrst og fremst at meta sum ein normur, ið lóg- gevarin vildi skuldi ganga í framtíðini. Um normurin veruliga varð hildin, sæst ikki úr lógartekstinum sjálvum. Við teimum óskrivaðu lóg- unum er øðrvísi, tí tær vóru úrslit av og vóru til við sið- venju. (Inkongruens) So frægt sum til ber at stað- festa innihaldið í teimum, má tí metast, at tær endur- spegla viðurskiftini, sum tey veruliga vóru, (Inkongruens) og ikki ein- ans normin, ið lóggevarin vildi hava settan í gildi (Hvussu setur man ein norm í gildi?). Tær óskriv- aðu lógirnar, sum virkaðu í rættarskipanini, kunnu tí sum mótsetningur til tær skrivaðu lógirnar frá kongi eyðmerkjast sum fólksligar lógir. (Diffust, eingin definitión, her stendur heldur ikki hvussu hesin mótsetningur kemur fram. Talan er helst um praksis og hevd). Tann nágreiniligasta heimildin um skipanina um bátsband eru viðmerking- arnar til lógina frá 1865, sum tók hana av, og í inn- ganginum til tær verður greitt soleiðis frá henni: "Fra gammel Tid paa- hviler der visse færøske Jordejendommes Besiddere Forpligtelse til at holde store Fiskerbaade og andre af Færøernes Indbyggere Forpligtelse til at gøre Tjeneste paa disse Baade. Om dette Forhold haves der ingen Lovbestemmelser, naar undtages den ved Pla- katen af 23. Marts 1813 be- kendtgjorte kongelige Resolution av 13 . s . om, at Sager angaaende Rettig- heden til at bygge og holde Fiskerbaade paa Færøerne skulle som Politisager paa- kendes af hvert Steds Sysselmand, samt at Sysselmændenes Kendel- ser, naar Parterne ej ville akkviescere ved samme, skulde indankes for Amt- manden, og af ham uden videre Appel paakendes; men i øvrigt er Forholdet ordnet ad Sædvanens vej." Soleiðis skrivar Andras Mortensen í "Sjómentum", um hin føroyska bátin. Hann fekk bæði Phd. og M.A. Jacobsens heiðursløn fyri bókina, sum kostar fýra hundrað krónur. Tað hann ikki skilur er at lógir kunnu vera lógir, (grundlógin er lýst í Føroyum sum ein vanlig lóg í 1850), men tað sum jura eisini gongur út uppá er: "Hvat ger man". T.d. ber til í dómi at ganga ímóti lógarteksti, um tekst- urin er avoldaður ella um- handlaðu viðurskiftini eru av sovorðnum slag, at tey ikki eru hóskandi longur. §88 verður heldur ikki funktionelt defineraður í mun til samtíðina. Andras heldur seg hava "gefundenes gefressen" í hesum, men hann er ikki á leið. Tí Kongaligi Grøn- lendski Handilin KGH skuldi verið avtikin, um hatta passaði. Stovnaður í 1774-75. "Í grundlógini frá 1953 sæst sami tekstur í § 74. Alle indskrænkninger i den fri og lige adgang til er- hverv, som ikke er be- grundede i det almene vel, skal hæves ved lov." Log- iskt sætt skuldi Kgl. Grøn- lendski Handilin KGH verið niðurlagdur í seinasta lagi 1953 av somu orsøk, tað bleiv hann heldur ikki ta ferðina. Hann er har enn tann dagin í dag, tó í øðrum líki. Sjálv orðingin "visse færøske Jordejendommes Besiddere" vísir at hendan skipan ikki hevur verið galdandi í øllum bygdum. Sjálvt tíðarintervallið mill- um avtøku einahandilsins og bátsbandsins eigur ikki at vera undirmett og vitan teirra lógkønu tá á døgum. T.d. tekur hann hendingina við avtøku bátsbandsins og speglar hennara præcedens aftureftir til 1855. Tað ber ikki til, præcedens gongur altíð frameftir tíðarlinjuni. (Akkurát sum søgan krono- logiskt). Logiski konse- kvensurin í hesum páhald- inum er at grundlógin framhaldandi bleiv brotin aftaná 1850, fram til 1865. Hetta er heldur ikki nevnt, júst tí talan er um konstruk- tivan interferens. Pástand- urin blívur ikki sannari av at Andras Mortensen nevnir hetta fleiri ferðir í bókini, heldur øvugt fer hetta at vísa eftirtíðini at hann ikki arbeiðir á søguvísindalig- um grundarlagi. Kanska fáa vit einaferð eina søgu- deild, hvørs aðalmál verður at reksa hesar fløkjur sundur aftur? Hans J. Debes sigur í Føroya Søgu soleiðis: "Bátsbandið mátti koma í stríð við fríhandils- og vinnufrælsishugsjónir, so hvørt sum tær mentust í 19. Øld, serliga eftir at kongligi einahandilin var avtikin: Níggju ár eftir at fríhandilin var komin, og sjey ár áðrenn skipsfiskiskapurin byrjaði, fór so í 1865 við lóg úr gildi "Den forpligt- else, der hidtil harpaahvilet en del færøske jordejen- dommes besiddere til at holde baade og visse af Færøernes indbyggere til at gøre tjeneste paa bemeldte baade". Amtmaðurin hevði í 1864 mælt til, at skipanin varð tikin av. Hann hevði nevnt, at nógv klandur og sakarmál stóðust av henni, at hon vinnuliga var vorðin ein kleppur, og at hon tók frá fólki persónlig rættindi, sum Grundlógin frá 1849 annars tryggjaði. Sambært Norsku Lóg skuldi yvirvaldið seta ávísar menn "som baade til lands og til vands skal forskaffe den "som baade til lands og til vands skal forskaffe den rejsende fordringskab". Í oyggja- landi sum Føroyum má hava verið serliga neyðugt við onkrari skipan at flyta fólk um fjørð og sund. Henda skipanin varð nevnd skjútsur., men skyldan fall ójavnt bæði á menn og bygdir. Ein skjútsskaffari í hvørjari bygd hevði ábyrgdina av flutningi, í Suðuroy kallaðust teir, ið tilnevndu skjútsmenninar, nevnarar."( Debes: Føroya Søga Bind 3 síða 197.) Her byggir Debes á kelduútsøgnina, tað er eitt skúladømi um hvussu søga skal skrivast. Hetta er á høgum stigi. Lat okkum heldur ikki gloyma at Amt- maðurin tulkar tekstin, sum stendur í Grundlógini frá 1849. NB: Í Fróðskaparriti nr 41 bls 5. stendur soleiðis skrivað:"Í viðmerkingunum til fólkatingslógina verður eisini nomið við, hví báts- bandsskipanin varð tikin til viðgerðar og tikin av við lóg. Skipanin var ein forð- ing fyri frælsari menning af føroyksum vinnulívi, sum hevði fingið nýggjar fyri- treytir, tá kongaliga eina- handilsskipanin varð tikin av í 1856. Og hon gekk ímóti § 88 í grundlógini frá 1849, sum segði, at "alle Indskrænkninger i den frie og lige Adgang til Erhverv, som ikke ere begrundede i det almene Vel, skulle hæves ved Lov". Soleiðis ber ikki til at skriva. Keldur: Fróðskaparrit 41.bók 1993, Síða 5-6 Andras Mortensen, Hin føroyski róðrarbáturin- Sjómentir føroyinga í eldri tíð Opponentar: Bjarne Stoklund, Arne Emil Kristensen og J.H.W. Poulsen Annales Societatis Scientarium Færoensis Supplementum XXVI Síða 217-220. H.J. Debes: Føroya Søga Bind 3 Anno 2000 Konstruktivur interferensur C M Y K 11 10