Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 62 - 30. mars 2004 Nr. 62 - 30. mars 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 26. mars var seinasti arbeiðs- dagur hjá Edwardi í Puntabyrgi á gøtu- ljósdeildini hjá Tórs- havnar Kommunu. Í hesum sambandi var móttøka fyri starvs- feløgunum á deildini í Tórfinsgøtu Eftir at hava arbeitt í 25 ár í Havnini fór Edward í Puntabyrgi, sum er ættaður úr Puntabyrgi í Trongis- vági, seinasta fríggjadag suður aftur til Trongisvágs at búgva. Hann verður 67 ár í mai. Edward var ein býar- mynd í Havn. Hann var altíð at síggja í býnum, tá t.d. ein ljóspera var brostin á veganetinum hjá Tórs- havnar Kommunu, var hann skjótur at klúgva upp í ljós- mastrina og skifta hana. Edward kom til Havnar at arbeiða í september 1979. Fyrstu árini á byggivirkin- um hjá bróðurinum Finn í Puntabyrgi og seinastu 16 árini á deildini, sum umsit- ur gøtuljósini hjá Tórs- havnar Kommunu. Edward í Puntabyrgi er føddur í Trongisvági 26. mai 1937. Foreldrini vóru: Nico- lina, ið var ættað úr Punta- byrgi, og Kalli Hansen, ið var sonur kenda havnar- mannin ið varð kallaður "Hans á bakka". Tey vóru átta systkin. Foreldrini og trý systkin eru farin. Hini systkini eru: Gunvør og Hansa, ið búgva í Dan- mark, Finn býr í Hoyvík og Kalli býr í Klaksvík. Edward vaks upp millum dreingirnar í Puntabyrgi, ið nú eru spajddir runt á klótuni. Á ungum árum var Ed- ward í Danmark, har hann tók handilsskúlaprógv á Niels Brock. Heimaftur- komin starvaðist hann á skrivstovuni hjá Kjølbro á Skála Skipasmiðju. Av heilsuávum mátti hann gevast við hesum innan- duraarbeiði. Sum barn var heilsan ikki góð, hann var ringur av astma. Men sum hann vaks og eldist, bardi hann hetta av sær. Onkran túrin var hann til skips, var við eingilsmon- num og við garnabáti í Íslandi. Hann var í fleiri ár í Grønlandi hjá GTO, har hann t.d. starvaðist sum linjumaður. Lættur á sær hevur hann altíð verið serstakliga góð- ur bakkamaður. Eisini var hann koyri- lærari í mong ár í Suðuroy. Edward hevur altíð verið góður við Suðuroynna. Eftir 25 ár norðanfjørðs flytur hann nú suðuraftur. Hann hevur gjørt sær barnaheimið í Trongisvági í stand, so har er sera hugna- ligt. Edward er serstakliga hjálpsamur og altíð klárur við eini hjálpandi hond, tá á stendur, og kenna vit hann rætt, gongur hann ikki leingi fyri einki. Edward í Puntabyrgi: Kend býarmynd hvørvur Á móttøkuni fríggjadagin fekk Edward, høgrumegin á myndini, blómur frá Viggo Christiansen, deildarleiðara fyri el og vatn hjá Tórshavnar Kommunu, Viggo segði eisini nøkur orð og takkaði Edwardi fyri sera gott samstarv Mynd: Magnus Gunnarsson Starvsfelagar á móttøkuni. Hildibrandur Olsen, arbeiðsmaður, Esmar Andreasen, arbeiðsformaður, Jákup Joensen, deildarleiðari fyri gøtuljós, og Marius Müller, tekniskur stjóri Mynd: Magnus Gunnarsson NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 30. mars. Kvirinius, deyður umleið ár 120. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. 60 ár Í dag, 30. mars, verða tvíburarnir Bjarni og Páll Skorastein, Leirvík, 60 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum leygar- dagin 3. apríl frá kl. 18.00. Arnold K. Henriksen hevur 1. apríl starvast í 40 ár á Fiskirannsóknarstovuni. Í hesum tíðarskeiði hevur hann luttikið í at kalla øll- um tættum innan fiski- royndir og fiskifrøði og hevur verið nógv við fiski- rannsóknarskipunum Jens Chr. Svabo og Magnus Heinason. Hann var t.d. við, tá trol- ingin á landleiðini byrjaði við Jens Chr. Svabo og øðrum skipum, hann var við, tá royndirnar at fiska laks við línu byrjaðu undir Føroyum, hann var við til fyrstu royndirnar við rúsum eftir hummara undir Føroy- um, hann var eisini við til at kanna gýtingarøkið hjá kalva norður av Føroya- banka og mangt, mangt annað. Hann hevur umframt øll árini havt álitisuppgávuna at greina aldurin á fiski úr nytrum og roðslum. Í ar- beiðinum hevur hansara partur ongantíð ligið eftir Áðrenn hann kom í starv á Fiskirannsóknarstvuni, sigldi hann við ymsum skipum, m.a. við Ternuni sum 14 ára gamal, við skúlaskipinum Danmark, danska fiskirannsóknar- skipinum Dana, Tjaldrinum og DR. Aleksandrinu. Vert er at nevna, at í ár eru tað 50 ár síðan, hann var við Danu, tá hon leitaði eftir sildayngli við Føroyar við m.a. Jákup Sverra Joen- sen sum kanningarleiðara. Arnold er havnarmaður, sonur Elisabeth og Palla Henriksen úr Havn. Hann var giftur við Jonleyg Dal- bú úr Fuglafirði, sum doyði í 1995. Børnini eru Ann, Palli og Bogi. Í sambandi við dagin verður almenn móttøka á Fiskirannsóknarstovuni 1. apríl frá kl. 15–17. Arnold K. Henriksen: 40 ár á Fiskirannsóknarstovuni Almenn móttøka Í sambandi við, at Arnold Henriksen, biologassistentur, 1. apríl hevur verið 40 ár í starvi á Fiskirannsóknarstovuni, verður almenn móttøka hósdagin 1. apríl 2004 frá kl. 15.00 til 17.00. Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 Tórshavn TÍÐINDASKRIV Áhugin fyri føroyskum 4- mannaførum úr glastrevj- um uttanlands er vaksandi. Í vikuni avskipaði AWI BOATS Service Sp/f úr Runavík eitt 4-mannafar til Danmarkar. Av virkinum verður sagt, at áhugi er fyri føroyska bátinum, og at áhugin er øktur seinastu tíðina. AWI BOATS Service Sp/f: 4-mannafar til Danmarkar Báturin inn á verksmiðjuni hjá AWI BOATS í Runavík. Áhugin uttanlands fyri føroyskum 4-mannaførum úr glastrevjum er vaksandi Mynd: AWI BOATS Arnold K. Henriksen uttan fyri kjallarahurðina í skansapakkhúsinum, har Fiskirannsóknarstovan var fyri 40 árum síðan C M Y K 13 12