Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 30. mars 2004 15 Ein filmur kann vera við til at bjarga mannlívum Ein filmur um bjarg- ingarbátar hevði havt sera stóran týdning fyri trygdina á sjón- um, heldur Erland Jacobsen, sum hevur siglt í yvir 50 ár BJARGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein filmur um bjargingar- bátar kann verða við til at bjarga mannalívum. Tað heldur tvøramaðurin, Erland Jacobsen. Hann hevur verið sjó- maður alt sítt lív og fáur hevur so drúgvar royndir á sjónum, sum hann. Til- samans sigldi hann í heili 53 ár, frá tí at hann var 14 ára gamalur, til hann fór frá við eftirløn, 67 ára gamal. Og sum sjómaður hevur hann tikið lut í mongum trygdarskeiðum, eins og hann hevur verið við í mongum venjingum um bjarging. Av og á henda óhapp og vanlukkur, har smábátar eru uppi í og har tað vísir seg, at bjargingarútúgerðin av einhvørjari orsøk ikki hevur verið til ta hjálp, hon varð ætlað at vera. – Eitt er, at teir, sum sigla við skipum, hava skyldu at vera á trygdarskeiði. Men vit eiga ikki at gloyma, at í Føroyum eru eisini túsund- tals smábátar, har eigarar- nir ikki hava skyldu at vera á trygdarskeiði og har teir av somu orsøk heldur ikki hava verið á skeiði. Tí ivast Erland Jacobsen heldur ikki í, at tað er ein stórur partur av teimum, sum hava smábátar, sum ikki eru nóg væl kunnugir við bjargingarútgerð. Hann leggur kortini dent á, at hetta má og skal ikki leggjast út sum um at hann sigur, at ókunnleiki er or- søkin til tær vanlukkur og tey óhapp, sum hava verið við smábátum, tí tað veit hann einki um. – Orsøkirnar kunnu vera so mangar, sum vit ikki kenna til. Men hann leggur afturat, at hetta eru hendingar, sum hava ávirkað hvørt mans- barn í Føroyum. Og heldur ikki han kann lata vera við at hugsa um hesar tilburðir. Og hann heldur, at hann hevur eitt hugskot, sum kann økja munandi um trygdina á sjónum hjá teimum, sum sigla við smá- bátum. Film um bjarging Og hann heldur, at tað kundi verið eitt frálíkt hugskot at gjørt ein film um bjarging. – Fyri tíð síðani sóðu vit í sjónvarpinum ein mann, sum royndi at fáa ein gummibát at blása seg upp í svimjihylinum í Havn. – Tað tók honum rættiliga langa tíð. Og tá ið tað tekur so langa tíð í einum heitum svimjihyli, har als ongar aldur eru og har maðurin kann arbeiða púra róligur í fullari vissu um, at als ong- in vandi er, vísir okkum, hvussu trupul bjargingarút- gerð er at hava við at gera og, hvussu neyðugt tað er við sera góðum kunnleika til hana. – Tí eitt er at fáast við bjargingarútgerð í svimji- hylinum í Havn. Men eitt er vist, og tað er, at tað er ein heilt onnur søga at fáast við útgerðina í eini neyðstøðu, har bæði kuldi og kanska eisini stormur og høgar aldur, gera seg galdandi og har menn sjálvsagt eru strongdir til tað ítarsta fyri at bjarga lívinum. – Tá er skjótt at koma til at gera okkurt mistak og tað kann føra til tann vissa deyða, heldur Erland Jacobsen. Tí heldur hann, at onkur skuldi tikið seg saman og gjørt ein stuttan film um bjargingarbátar. Hetta heldur hann, hevði fingið sera stóran týdning fyri trygdina á sjónum hjá øllum teimum, sum hava smábátar. – Í hesum filminum skuldi tað verið nágreiniliga greitt frá, hvussu ein skal bera seg at fyri at fáa ein bjargingarbát at blásast upp. – Samstundis skuldi hesin filmurin víst nágreiniliga, hvør útgerð og, hvørjir lutir eru umborð á einum slíkum bjargingarbáti og, hvussu teir skulu brúkast. Alt hetta heldur hann, at nógvir av teimum, sum eiga smábátar, ið veruleikanum ikki hava gjørt sær nóg greitt. Tí heldur hann eisini, at hesin filmurin skuldi verð- ið vístur í sjónvarpinum regluliga, kanska eina ferð um mánaðin fyri at prenta bjargingarútgerð í høvdið á teimum, sum brúka bát. Erland Jacobsen vísir á, at eitt nú vísti royndin í svimjihylinum, hvussu long línan var at draga, áðrenn báturin blástust upp. – Men sendingin vísti ikki, at tað er eisini ein ann- ar máti at blása bátin upp uppá, tí línan kann slitna, ella hon kann fløkjast. Hann sigur, at reimarnar, sum halda hylkinum, sum halda gummibátinum saman eru skjótir at loysa, tí tað er bara at taka í teir leysu endarnar og rykkja teir av. – So dettur hylki av bát- inum og beint innanfyri har, sum línan er, er ein ringur. Verður hálva í hann, blæsist báturin upp, sigur Erland Joensen. Hann leggur tó afturat, at hetta hevur ikki verið við í teimum trygdarskeiðum, hann hevur verið á. – Hetta fekk eg at vita, einaferð vit vóru uppi á Gummibátatænastuni. Tað var av tilvild at eg spurdi um tað og tá fingu vit eina frágreiðing. Men á sjálvum trygdarskeiðnum, høvdu vit onki fingið at vita um hetta og tað heldur Erland Jacob- sen vera sera løgið. Erland Jacobsen heldur, at tað, sum hevði havt størst týdning fyri at bøtt um trygdina á sjónum, hevði verið at gjørt ein film um bjargingarbátar og bjargingarútgerð. Hann minnir á, at í Føroyum eru túsundtals smábátar, hvørs eigarar ikki hava verið á trygdarskeiði Yvirlýsing frá Flokstingi Tjóð- veldisfloksins í Klaksvík 26-27 marts 2004 Sjálvræði er drúgvasta tilfeingi Flokstingið staðfestir: • at sjálvræði er drúgvasta tilfeingi hjá føroysku tjóðini • at við miðvísum loysing- arpolitikki ber til at virðisøkja alt tilfeingi í Føroyum - bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga • at Tjóðveldisflokkurin skal verja føroyska sjálvs- avgerðarrættin, tryggja sosial rættindi hjá øllum samfelagsbólkum og berj- ast fyri at skapa eitt før- oyskt vælferðarsamfelag, grundað á teir stóru møgu- leikar, ið eru fyri virðisøking í føroyskari vinnu Flokstingið fegnast um, at Tjóðveldisflokkurin førir ein virknan og framrættað- an andstøðupolitikk við ítøkiligum uppskotum, ið vísa leiðina til eina frælsar Føroyar. Flokstingið mótmælir harðliga, at høgravenda sambandssamgongan spjað ir og ræðir Føroya fólk, og at hon er farin undir miðvíst: • at tøma føroyska sjálv- ræðið og lima okkum inn í danska ríkið • at tøma føroyska væl- ferðarsamfelagið við at geva teimum vælbjargaðu fyrimunir, meðan verka- fólkið skal bera allar byrð- arnar • at tøma alt sjálvsálit og allar hugsjónir úr føroyska samfelagnum • og at tøma landskassan Flokstingið er samt um, at hesi politisku mál skulu hava høga raðfesting í pol- itikki Tjóðveldisfloksins fram móti loysing: • framrættaður vinnu- politikkur og uppgerð við donsku kreppuloysnirnar • sosial frambrot hjá veik- astu samfelagsbólkunum • íløgur í útbúgving og gransking • íløgur í mentan • umhvørvispolitikkur • størri sjálvræði og fíggj- arligt tilfeingi til komm- unurnar • økismening og út- oyggjamenning Í Klaksvík 27. mars 2004 Tjóðveldisflokkurin 15 14 Nr. 62 - 30. mars 2004 Mikukvøldið í síðstu viku varð høvuðssátt- málin og undirsátt- málin um saman- legging millum Tórs- havnar kommunu og Nólsoyar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum í Havn. Eftir undir- skrivingina ótu bý- og bygdarráðslimir- nir vælsmakkandi búff í móttøkuhølun- um hjá Tórshavnar kommunu SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrstur til undirskrivingar var undirsáttmálin, sum samráðingarnevndirnar báðar skrivaðu undir. Í samráðingarnevndini fyri Tórshavnar kommunu sótu býráðsformaðurin, Jan Christiansen og býráðslim- irnir, Leivur Hansen og Heðin Mortensen. Vegna Nólsoyar kommunu sótu bygdarráðsformaðurin, Jógvan Thomsen og bygd- arráðslimirnir, Jan Hansen og Leo Poulsen í samráð- ingarnevndini, og teir skrivaðu eisini undir undirsáttmálan. Bert tvær undirskriftir eru undir sjálvum høvuðs- sáttmálanum, sum vísir til undirsáttmálan, og hesar eiga býráðsformaðurin í Havn og bygdarráðsfor- maðurin í Nólsoy. Jógvan Thomsen, bygd- arráðsformaður í Nólsoy, sigur, at áðrenn undirskriv- ingina, las Jan Christiansen upp høvuðssáttmálan. Annars tók eingin orðið við hetta høvi. Jógvan góðkennir Sambært grein 4 í lógini um sjálvbodna kommunu- samanlegging, skal lands- stýrismaðurin í innlendis- málum, Jógvan við Keldu, góðkenna sáttmálan um samanlegging. Jógvan var burturstaddur, tá ið undir- skrivingin fór fram, og varð sáttmálin tí sendur inn- lendismálaráðnum til av- greiðslu. Jógvan Thomsen sigur, at tá ið landsstýrismaðurin hevur sett sítt navn undir sáttmálan, er hann enda- ligur og kemur í gildi, 1. januar 2005. - Undirskrivingin merkir, at samstarvið nú byrjar millum kommunurnar, sum um samanleggingin longu er framd. Vit hava valt eyg- leiðaraumboð í nevndirnar hjá Tórshavnar býráði, og tá ið bygdarráðsfundir verða í Nólsoy, verða eitt ella tvey umboð úr bý- ráðnum við á hesum fund- um, sigur bygdarráðsfor- maðurin. Avtøka Við slíkari samanlegging, verður talan sjálvsagt um eina og somu kommunu. Tað merkir, at heitið, Nóls- oyar kommuna, verður av- tikið frá 1. januar 2005, og borgararnir í bygdini verða borgarar í Tórshavnar kommunu. Sambært lógini um sjálv- bodna samanlegging, skulu kommunurnar verða samd- ar um navnið, sum í hesum førinum og náttúrliga verð- ur Tórshavnar kommuna. Eftir undirskrivingina seinasta mikukvøld varð borðreitt við døgurða fyri býráðslimunum í Havn og bygdarráðslimunum í Nóls- oy. Døgurðin, sum var væl- smakkandi stoktur búffur, varð etin í móttøkuhúsun- um hjá býráðnum. Ótu stoktan búff eftir undir- skrivingina Ein avleiðing av sam- anlegging kundi hugsast at verið, at grundøkini fara at gerast dýrari, og at tað tískil verður dýrari at seta búgv. – Grundøkini, sum vit nú eru í holt við at útstykkja, verða seld fyri tað, tey kosta, sigur Jógvan Thom- sen, bygdarráðsfor- maður í Nólsoy SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nakrir fyrimunir eru og nakrir vansar eru. Soleiðis vil tað nú eina- ferð vera, tá ið samanlegg- ingar verða framdar millum kommunur. Fólkið, sum atkvøður fyri, væntar í fyrsta lagi, at fyrimunirnir verða størri enn vansarnir. Tey, sum eru ímóti – ella ivast – halda kanska, at samanleggingina kann bíða eitt sindur. Tey, ið eru fyri, grundgeva fyri síni støðu- takan og tey, sum eru ímóti, grundgeva fyri síni. Í Kollafirði frættist, at ein avleiðing av saman- leggingini við Tórshavnar kommunu, er, at grund- økjaprísirnir verða nógv hægri, enn teir annars hava verið. Sosialurin hevur spurt Jógvan Thomsen, bygdar- ráðsformann í Nólsoy, hvørjir prísirnir á nýggju grundøkjunum, sum kommunan nú útstykkjar, verða. Tað er nevniliga soleiðis, at Nólsoyar kommuna ar- beiðir við eini útstykking, sum í fyrsta lagi fevnir um 9 grundøki eysturi undir Brekkuni, tey rópa. Arbeiðið er komið væl á- leiðis, og skjótt verður bert bíðað eftir, at Matrikul- stovan kemur út til Nóls- oyar og býtir grundøkini sundur. Útreiðsluneutral Jógvan Thomsen sigur, at nýggju grundøkini verða seld fyri tað, tey kosta. Tað merkir, at tey verða út- reiðsluneutral fyri komm- ununa. - Hetta er ein beinleiðis fylgja av lógini um sið- venju, har møguligur undir- prísur merkir, at onnur noyðast at gjalda fyri tann, ið setir búgv. Tí verða grundøkini seld fyri tað, tey kosta. Jógvan Thomsen sigur, at sambært metingini, fer kommunan at selja hesi grundøkini fyri umleið 100.000 krónur hvørt, og tá liggur kloakk og vatn til økini. - Skulu vit selja bílig grundøkir til fólk, sum vilja seta búgv, er neyðugt, at út- stykkingararbeiðið verður gjørt bíligt. Í hesum førin- um liggur kostnaðurin um tær 100.000 krónurnar, sigur hann. Til heystar Bygdarráðsformaðurin sigur, at útstykkingarveg- urin, sum RTS, Runavíkar Transportservice, hevur gjørt, er um at verða liðug- ur. - Eg vænti, at hesi grund- økini verða klár einaferð til heystar, sigur Jógvan Thomsen at enda. Grundøkini verða ikki munandi dýrari 1. januar 2005 verða allir borgarar í Nólsoy borgarar í Tórshavnar kommunu – og heitið, Nólsoyar kommuna, verður avtikið. Seinasta mikukvøld vórðu sáttmálarnir, sum fremja sjálvbodnu samanleggingina, undirskrivaðir Í Nólsoy verða níggju grundøkir klár at byggja á í heyst C M Y K 14