týsdagur 30. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 62 - 30. mars 2004
Nr. 62 - 30. mars 2004
17
At ísraelskir stjórnarher-
menn í farnu viku gjørdu av
við Hamas leiðaran Yassin
og at fraklendingar funnu
eina bumba á jarnbreytini
uttanfyri París, fekk parta-
brøv og rentur at lækka.
Øktur vandi fyri yvirgangi
fekk íleggjarar at útseta
íløgur í virðisbrøv, sam-
stundis sum hesir krevja ein
hægri vinning fyri váðan.
Vantandi nýtsla í Evropa
fekk miðbankastjóran at
siga, at teir vóru til reiðar at
taka neyðugu stigini, um
nýtslan ikki øktist. Hetta
varð tulkað sum, at ein
rentulækking í juni er
møgulig. Hetta trýsti evr-
una og renturnar niður, so
at danska 10 ára lánsbræva-
rentan kom á lægsta stigi
siðani juli mánað í fjør.
Eftir kunngerðina um, at
vøksturin í USA er óbroytt-
ur 4,1% og at færri fólk
søktu um arbeiðsloysis-
stuðul, hækkaðu amerik-
anskar rentur og partabrøv.
Tjóðbankin gjørdi tó greitt,
at teir tolnir vilja bíða til
prísvøksturin er vorðin
støðugur og arbeiðsmarkn-
aðurin greitt sýnir batar,
áðrenn teir seta rentuna
upp.
Fríggjadagurin gjørdist
eitt satt vónbrot hjá teimum
sum høvdu væntað eina
bjartskygda
roknskapar-
kunngerð frá Mærsk. Parta-
brøvini fullu 11,5% í virði,
hóast yvirskotið aftaná
skatt vaks úr 12 milliardum
til 17 milliardir krónur og
sølan øktist 3,5% til 157
milliardir í 2003. Orsøkin
til vónbrotið var, at leiðslan
ikki helt útlitini vera eins
bjørt og íleggjarnir høvdu
vónað.
Jess
Søderberg
stjóri metti, at farmaflutn-
ingurin fer at økjast orsak-
að av vøkstrinum í heims-
búskapinum,
men
at
samlaða úrslitið fyri 2004
ikki fer at broytast munandi
um dollarin fer at liggja
10% undir miðal fyri 2003.
Mærsk er serliga viðbrekið
fyri broytingum í dollaran-
um, tí flestu inntøkurnar
eru tengdar at honum.
Partaeigarar skulu ikki
vænta sær eitt eykaútgjald
nú felagið fyllur 100 ár og
eginognin er komin uppá
92 milliardir krónur, hóast
hetta sambært leiðsluni
"teoretiskt" er gjørligt.
Endin á farnu viku gjørdist
góður, so spennandi verður
at síggja, um mótrørslan á
virðisbrævamarknaðunum í
seinastuni er av á hesum
sinni. Arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin úr USA hesa
vikuna, kann gerast tíðandi
fyri rentugongdina kom-
andi vikurnar.
Mærsk fall 11,5% í virði fríggjadagin
Vika 14, 2004
www.kaupthing.fo
Enn einaferð vunnu
næmingar á Fiski-
vinnuskúlanum EBG-
kappingina. Hesaferð
var tað bólkurin P/F
Fargel við framleiðslu
av gelantin úr skræðu
og fiskabeinum
KAPPING
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 26. mars 2004
var føroyska endakappingin
í European Business Game
hildin í Vestmanna. 8 bólk-
ar luttóku í endakappingini,
og nógv fólk høvdu leitað
sær niðan í Vestmanna
Skúla fyri at hyggja at.
Vinnari
av
kappingini
gjørdist bólkurin P/F Far-
gel, ið er mannaður við
næmingum frá Fiskivinnu-
skúlanum í Vestmanna.
Hugskotið hjá vinnara-
bólkinum var at framleiða
gelantin burturúr skræðu
og møguliga fiskabeinum.
Klaus Rasmussen frá Ras-
mussen og Weihe, ið var ein
av teimum fýra dómarun-
um, legði í sínari niður-
støðu dent á, at allir bólkar
høvdu arbeitt dúgliga, og at
fleiri av íbirtarahugskotun-
um vóru sera áhugaverd, og
tí fingu tveir bólkar gávu
fyri góð og original hug-
skot. Ein bólkur frá Tekn-
iska Skúlanum í Klaksvík
fekk gávu frá Føroya Spari-
kassa fyri hugskot um at
framleiða eina lampu, har
keyparin umvegis netið
sjálvur kann bíleggja og
rinda lampuna, og partvíst
sjálvur
kann
sniðgeva
lampuna við støði í ymisk-
um modulum. Ein bólkur
frá
Handilsskúlanum
í
Tórshavn fekk gávu frá
Norðoya Sparikassa fyri
hugskotið um at nýta »blue
tooth«-tøkni til billyklar, so
tað er lætt at finna lykilin.
Vinnarabólkurin, ið er
myndaður av Sigurð Marn-
er Simonsen, Levi Nybo og
Ásmundur Hansen, fekk
steyp frá Mentamálaráðn-
um umframt gávu frá Før-
oya Banka. Harumframt fer
vinnarabólkurin at umboða
Føroyar í evropeisku enda-
kappingini, ið verður í
Kekkia í juli í ár.
Vestmanna
kommuna
hevur altíð sýnt EBG-til-
takinum stóran áhuga, og
Vestmanna kommuna hevði
fríggjadagin lænt EBG-
tiltakinum høli til enda-
kappingina, og harumframt
stílaði kommunan fyri góð-
um kaffiborði til allar lut-
takarar og áskoðarar, með-
an dómararnir dømdu upp-
gávurnar,
sigur
Claus
Reistrup, sum er í stýr-
ingarbólkinum fyri EBG í
Føroyum.
Fiskivinnuskúlin vann European Business Game
Vinnarabólkurin, ið er
myndaður av Sigurð Marner
Simonsen, Levi Nybo og
Ásmundur Hansen, fekk
steyp frá Mentamálaráðnum
umframt gávu frá Føroya
Banka. Harumframt fer
vinnarabólkurin at umboða
Føroyar í evropeisku enda-
kappingini, ið verður í
Kekkia í juli í ár
Flokkurin hjá Jacqu-
es Chirac, forseta var
fyri einum lemjandi
ósigri á landsparta-
valinum sunnudagin.
Nú verður roknað við
broytingum í stjórn-
ini
FRAKLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jean-Pierre Raffarin situr
neyvan í franska forsætis-
ráðharrasessinum nógvar
dagar afturat, og hann
verður neyvan tann einasti
ráðharrin, sum noyðist at
fara úr stjórnini.
Orsøkin er tann dyggi
smeiturin, sum stjórnar-
flokkarnir UMP og UDF
fingu á landspartavalinum
sunnudagin. Gjáramorg-
unin vístu tølini, at flokk-
arnir høvdu fingið 37 pros-
ent av atkvøðunum, meðan
sosialistarnir høvdu fingið
50 prosent. Undan valinum
høvdu teir konservativu
meirilutan í 14 av teimum
22 landspørtunum. Nú
hava teir bara meiriluta í
tveimum landspørtum.
Tann stóra framgongdin
hjá vinstravonginum legg-
ur stórt trýst á Jacques
Chirac, forseta, og hildið
verður fyri vist, at hann fer
at umskipa stjórnina. Polit-
iska skipanin í Fraklandi er
soleiðis háttað, at forsetin
tilnevnir ein forsætisráð-
harra at útinna politikk for-
setans,
og
Jean-Pierre
Raffarin kann ikki kenna
seg tryggan í stóli sínum,
skriva tíðindastovurnar.
Raffarin er vorðin ill um-
tóktur orsakað av fleiri ný-
skipanum í almennu umsit-
ingini og ymsum tiltøkum,
sum hava havt til endamáls
at liberalisera arbeiðs-
marknaðin.
Landspartavalið gjørdist
ikki tann stóri sigurin hjá tí
sera høgrasinnaða Jean-
Marie le Pen, sum kann-
ingar
undan
valinum
høvdu víst. Flokkur hans-
ara. Front National, fekk
12,5 prosent av atkvøðun-
um. Á Valinum í 1998 fekk
hann 15 prosent.
Sosialistarnir vunnu franska landspartavalið
Nevndin, sum kannar
amerikonsku yvir-
gangstilbúgvingina
upp undir 11. sep-
tember-atsóknina, vil
sleppa at avhoyra
Condoleezu Rice,
trygdarráðgeva, men
forsetin sigur nei
HOYRING
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Condoleeza Rice hevur
givið
kanningarnevndini
eina frágreiðing, men tað
var
fyri
afturlatnum
hurðum, og tað er nevndin
ikki nøgd við. Hon vil
sleppa at avhoyra trygdar-
ráðgevan í tí vanliga hoyr-
ingarrúminum, haðani alt
verður sent beinleiðis í
sjónvarpi.
Men George W. Bush,
forseti, og stjórnin hava
sagt kortanei. Grundgev-
ingin er, at eingin trygdar-
ráðgevi er avhoyrdur al-
ment fyrr, og at sam-
arbeiðið ímillum forsetan
og trygdarráðgevan eigur at
vera loyniligt.
Næstformaðurin í kann-
ingarnevndini, Lee Hamil-
ton, segði við sjónvarpið
CNN um vikuskiftið, at
nevndin fer at leggja trýst á
forsetan og stjórnina. Hann
helt, at tað hevði verið ein
fyrimunur fyri stjórnina og
forsetan, verður Condo-
leeza Rice avhoyrd alment.
Fyrrverandi yvirgangs-
ráðgevin hjá George W.
Bush,
Richard
Clarke,
segði í sínari frágreiðing í
síðstu viku, at forsetin og
trygdarráðgevin tóku ikki
hóttaninar hjá yvirgangs-
felagsskapinum al-Qaeda í
álvara, fyrr enn tað var ov
seint. Hesum hevur Con-
doleeza Rice víst aftur, men
hon vil kortini ikki siga al-
ment, hvat hon visti, og
hvat hon gjørdi.
Hevur spanska
løgreglan rætt, ganga
minst 30 yvirgangs-
menn við donskum
passi uppi á sær,
sjálvt um teir einki
hava við Danmark at
gera
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sponsku løgreglumenninir,
sum kanna yvirgangsat-
sóknina í Madrid tann 11.
mars, vilja vera við, at yvir-
gangsmenninir hava havt
samband við viðhaldsfólk í
Danmark og Svøríki.
Eitt nú heldur løgreglan
seg vita, at maðurin, sum
skipaði fyri atsóknini, jord-
anin Abu Musab al-Zaqu-
awi, hevur keypt 30 følsk
donsk pass, sum hann rind-
aði góðar 600.000 krónur
fyri. Berlingske Tidende
skrivar, at passini eru frá
árunum 1996 - 2001, og at
maðurin, sum útvegaði
passini, eitur Abu Rached.
Fregnartænastan
hjá
donsku løgregluni, PET, vil
ikki gera nakrar viðmerk-
ingar til tíðindini.
Spanska løgreglan veit
ikki, hvar Abu Musab al-
Zaquawi er, men nógv
bendir á, at hann fjalir seg
onkunstaðni
í
Evropa.
Franska løgreglan vil vera
við, at hann hevur verið
heilin aftan fyri fleiri at-
sóknir, eitt nú eina bumbu-
atsókn í Bagdad tann 2.
mars, sum kravdi 181
mannalív. Spanska løgregl-
an sigur seg hava prógv
fyri, at nakrir av bumbu-
monnunum í madrid høvdu
samband við al-Zaquawi so
seint sum í januar.
Enn er eingin yvirgangs-
maður tikin við følskum
donskum
passi,
men
spanska løgreglan sigur, at
ein maður við svenskum
passi hevði samband við
teir, sum løgdu bumburnar
í Madrid.
Hon eigur at vitna fyri
almenninginum
Condoleeza Rice vil ikki lata almenningin vita, hvat hon og forsetin vistu um hóttanir frá al-Qaeda, og hvørji stig tey tóku
Yvirgangsmenn
keyptu
donsk pass
Minst 30 yvirgangsmenn ganga við følskum donskum passi,
sigur spanska løgreglan
C
M
Y
K
17
16