týsdagur 30. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 • týsdagur • 30. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast hann sum
Stjørnu-venjari fegn-
aðist um gullið, so
harmaðist Svein
Rógvi Nielsen sum
landsliðsvenjari um
kappingina, sum
hann helt vera eitt
stórt vónbrot
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Umframt at hann stóran
part av árinum hevur vant
kvinnuliðið hjá Stjørnuni,
so er Svein Rógvi Nielsen
eisini partur av venjarapar-
inum hjá føroyska kvinnu-
landsliðnum í hondbólti.
Og hesum viðvíkjandi
var fagnaðurin um at kalla
lidnu hondbóltskappingina
als ikki stórur.
- Eg má bara siga, at
kappingin í ár hevur verið
eitt stórt vónbrot. Tað hava
verið trý lið, sum hava
kappast í oddinum, meðan
hini hava verið nakað nak-
að nógv veikari, og sum
landsliðsvenjari má eg siga,
at tað er keðilig støða.
- Fyrst og fremst verða
leikararnir ikki nóg hart
matchaðar í einstøku dyst-
unum, og tað í sjálvum sær
er ikki serliga mennandi hjá
teimum. Hartil haldi eg, at
fleiri av teimum leikarum,
sum spæla við niðaru lið-
unum, væl kundu verið
meira aktuellar til landslið-
ið, um tær dagliga vóru
partur av eini meira mið-
vísari venjing. Eg skilji
væl, um onkrar av hesum
eru vónbrotnar um lands-
liðsúttøkuna, men fyri okk-
um er tað eisini eitt vón-
brot, at hesir leikarar ikki
hava ment seg meira, og
kanska er tað eisini so, at
tær til komandi ár eiga at
umhugsa, hvar tær skulu
spæla hondbólt, er ber-
søgna útsøgnin hjá Rógva
Nielsen.
Og so leggur hann eisini
at enda dent á, at áhugin
fyri kappingini ikki er so
stórur, sum hann kundi
verið. Júst orsakað av tí
sama.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tá tú spælir kanska fýra
dystir á rað, sum tú kanst
vinna við 20 málum, so
verður áhugin fyri kapp-
ingini minni. Ikki tí at vit í
Klaksvík skulu grenja í so
máta, men generelt tykist
hetta vera ein trupulleiki,
og tað kann bara bøtast um
hetta við øktum spenningi.
Støðið er hækkað
Hóast landsliðsvenjarin í so
máta kanska tykist heldur
dapurt-skygdur, so fegnast
hann tó kortini um, at
støðið í føroyskum kvinnu-
hondbólti tykist vera hækk-
andi.
- Einki er at ivast í, at
støðið hjá fremstu liðunum
er væl hægri nú, enn fyri
nøkrum árum síðani. Tað er
bara spell, at hendan betr-
anin av kvalitetinum ikki
hevur fevnt um fleiri lið, tí
við tí kundu vit fingið eina
nógv
meira
spennandi
kapping, sum samstundis
hevði verið nógv meira
mennandi fyri einstøku
leikararnar, sigur altso ann-
ar partur av føroyska lands-
liðsvenjaraparinum at enda.
Undan kappingar-
árinum var ætlanin,
at Svein Rógvi Nielsen
burturav skuldi
arbeiða við ungdóm-
inum í Stjørnuni,
men umstøðurnar
lagaðu tað seg øðr-
vísi. Somikið øðrvísi,
at hann leygardagin
stóð sum meistara-
venjari hjá besta
kvinnuliðnum í land-
inum
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vísti seg at vera ein
heppin avgerð, sum leiðsl-
an í Stjørnuni tók, longu tá
trý umfør vóru leikt í lands-
kappingini hjá kvinnum.
Undan kappingini varð
avtalað annars gjørd við
Yelena Barlov um, at hon
skuldi venja liðið, men tað
stóð skjótt greitt, at hetta
ikki fór at verað nøkur var-
andi loysn.
Heldur enn at bíða, so
valdi leiðslan í felagnum alt
fyri eitt at senda útlendska
venjaran heim, og ístaðin
varð Svein Rógvi Nielsen –
sum annars er ungdóms-
venjari í felagnum – biðin
um at átaka sær uppgávuna
at venja fremsta kvinnu-
liðið.
Í dag – fimm mánaðir
seinni – er meistaraheitið
hjá liðnum ein veruleiki,
men sjálvur heldur Rógvi
ikki, at gullið var eitt evni
yvirhøvur, tá venjaraskiftið
fór fram.
- Málsetningurin hjá okk-
um tá var fyrst og fremst at
stabilisera liðið. Vit høvdu
eisini tríggjar sera truplar á
skránni, tá VÍF, VB og
Neistin komu á vitjan. Móti
VÍF taptu vit tepurt, men
síðani gjørdist talan um
spennandi sigrar á VB og
Neistanum, og so gekk bara
ein veg.
Stjørnan vann eisini tað,
sum var eftir av grundspæl-
inum, og tær lógu tí á odda,
tá farið varð undir enda-
spælið. Í steypakappingini
gekk eisini væl, og sjálvur
sigur Rógvi, at tað var eftir
finalusigurin á VB, at hann
av álvara fekk eina sterka
trúgv upp á meistaraheitið.
- Sjálvandi hevði onkur
tosað um tað áðrenn, men í
bussinum heim ta ferðina
fekk eg av álvara at kenna,
hvussu nógv kvinnurnar
vildu royna eftir hesum.
Uttan at eg hevði sagt
nakað, avtalaðu leikararnir,
at hetta fram til kapping-
arlok var eingin, sum skuldi
í býin. Heldur ikki tað
kvøldið.
- Og sami seriøsi stemn-
ingurin hevur alla tíðina
merkt hópin. Góð uppmøt-
ing og hørð venjing hava
verið miðvísa uppskriftin,
og í dag gav hetta eisini
úrslit. Bæði tí vit ígjøgnum
allan dystin megna at halda
okkara uppleggi til dysitn,
og eisini tí vit seinastu
løtuna høvdu tað yvirskot-
ið, sum skuldi til fyri at
tryggja
sigurin,
segði
Rógvi Nielsen.
Ungdómsvenjarin bleiv vaksin
Kappingin var eitt vónbrot
Tað var ein væl nøgdur Svein Rógvi Nielsen, sum leygardagin kundi seta kós norðureftir móti Klaksvíkini, har stór móttøka
bíðaði honum og leikarunum
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 62 - 30. mars 2004
Anna Lisa, Ári og
Klæni í ferðsluni
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Ein biltúrur er liður í einum
framhaldandi útgávusam-
starvi millum Ráðið fyri
Ferðslutrygd og Føroya
Skúlabókagrunn. Hetta er
onnur bókin um Onnu Lisu,
Ára og Klæna í ferðsluni,
og evnið hesa ferð er: --
Hvussu sita børn trygg í
bilinum? Fyrra bókin var Á
veg í barnagarð, sum kom
út í fjør heyst. Katarina
Nolsøe hevur týtt báðar
bøkurnar úr íslendskum
eftir Jón Ármann Steinsson
og Jón Hámund Marinós-
son.
Ein biltúrur er eitt úrslit
av virkseminum í Ferðslu-
ringi Barnanna, sum Ráðið
fyri Ferðslutrygd setti á
stovn í 1984. Síðani tá
hevur staðið øllum børnum
í boði at fáa tilfar um
ferðslu og ferðslutrygd.
Bókin er um tey bæði,
Onnu Lisu og Ára, og vin-
mann teirra, Klæna, sum er
rúmdarmaður. Tey trý fara
at læra barnið ferðsluregl-
urnar saman. Ætlanin við
bókini er, at barnið skal
læra at ansa sær í ferðsluni
og at birta í kjak millum
foreldur og barn um evnið.
Í bókini verður eisini stað-
fest, at tað er ikki nóg
mikið at sita við hús og
læra um ferðslu við at lesa,
barnið má eisini gera sínar
royndir úti í ferðsluni. Børn
læra best av at royna sjálvi.
Fremst og aftast í bókini
eru nágreiniligar leiðbein-
ingar
til
foreldur
um
skilagóða nýtslu av bilstóli,
bilkodda og bilbelti til
børnini í bili.
Umframt at bókin verður
lisin heima við hús, er hon
eitt gott íkast til frálæruna
um ferðslutrygd í barna-
garði og skúla.
Hestprent hevur prentað.
Ein biltúrur er 16 síður og
kostar 40 krónur í bóka-
búðunum.
BÓKAÚTGÁVA
Dumbo er kendi klassik-
arin hjá Walt Disney, ið
nógv ivaleyst kenna sum
teknifilm. Hetta er søgan
um fílin við teimum stóru
oyrunum, ið er so óheppin
og verður argaður, til Mús
verður vnmaður hansara og
lærir hann at flúgva.
Hesa útgávuna um fitta
fílin Dumbo hevur Mathew
Price skrivað, og mynd-
irnar hevur Atsuko Moro-
zumi teknað.
Sjúrður Gullbein týddi
úr enskum. Bókin, sum er
væl egnað til tey 3-8 ára
gomlu, kostar 80 krónur í
bókabúðunum.
Til børn undir
skúlaaldur, ið hava
hug at læra
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
»Vit telja og skriva tøl« er
stuttlig bók, ið ger tað lætt
at læra og telja frá eitt til
tíggju.
Við fittum tekningum og
stuttligum uppgávum verð-
ur tað hugnaligt at læra at
skriva tølini. Gandapennur
fylgir við bókini, og tí
kunnu tølini vaskast burtur
og skrivast umaftur og
umaftur. Bókin er sera væl
egnað
til
børn
undir
skúlaaldur, ið hava hug at
læra.
Tað er bretska forlagið
Andromeda, ið hevur fram-
leitt upprunabókina. Turið
Kjølbro týddi úr enskum.
Bókin kostar 120 krónur í
bókabúðunum.
Ein biltúrur
Klassik-
arin
Dumbo á
føroyskum
Vit telja og skriva tøl
TÍÐINDASKRIV
Lønardeildin hjá Fíggjar-
málaráðnum hevur gjørt
semju við Felagið Føroysk-
ir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Føroya Tekniska Lærara-
felag. Hitt serstaka er, at
semjurnar fullu innan sama
samdøgur
Samstundis, sum sam-
ráðingar eru millum Lønar-
deildina hjá Fíggjarmála-
ráðnum og Maskinmeist-
arafelag, er greitt, at semja
er gjørt við Felagið Før-
oyskir
Sjúkrarøktarfrøð-
ingar og Føroya Tekniska
Lærarafelag.
Semjurnar við hesi bæði
feløg vórðu gjørdar innan
fyri sama samdøgur, ávika-
víst tann 25. og 26. mars,
og tað er rættiliga serstakt.
Báðar semjurnar halda seg
til lønarkarmin, sum er
umleið 9 prosent í tvey ár.
Hjá sjúkrarøktarfrøðing-
unum hækkar grundlønin
afturvirkandi 2,47 prosent
tann 1. oktober 2003 og
3,90
prosent
tann
1.
oktober 2004. Hjá lærar-
unum á teknisku skúlunum
hækkar lønin 4 prosent
somuleiðis 1. oktober í
2003 og 2004.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
hava avtalað, at tvey pro-
sent av lønarupphæddini
kunu brúkast til serligar
frídagar. Tað merkir, at
starvsfólk
kunnu
velja
millum eina fríviku afturat
ella at fáa lønina útgoldna.
Tekniskt
Lærarafelag
hevur avtalað samsýning
fyri at vegleiða og próv-
hoyra sjálvlesandi.
Í báðum semjum er av-
tala um at fara undir
skipaða førleikamenning.
Fíggjarmálaráðið
og
Maskinmeistarafelagið sita
framvegis og samráðast um
nýggjan sáttmála. Samráð-
ingarnar fara fram undir
leiðslu av semingsmonn-
unum Jógvan Amonsson og
Alfred
Petersen.
Sem-
ingsmenninir hava útsett
eitt møguligt verkfall til á
midnátt í gjár, leygardagin
27. mars. Sáttmálin millum
partarnar fór úr gildi 1.
oktober 2003.
Tríggjar nýggjar barnabøkur eru komnar á
marknaðin: Føroya Skúlabókagrunnur og
Ferðslutrygd gava út bókina »Ein biltúrur«,
meðan Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út
bøkurnar »Dumbo« og »Vit telja og skriva tøl«
Tvær semjur sama
samdøgur
C
M
Y
K
18