týsdagur 30. mars 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2004
21
Una Olsen hevur síð-
ani juli mánað vunn-
ið fimm gullmerki.
Hóast gleðin hevur
verið stór hvørja ferð,
so helt hon tó leygar-
dagin, at hetta var tað
av teimum fimm, sum
kravda nógv tað
harðasta arbeiðið
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum vit skrivaðu í leygar-
dagsblaðnum, so høvdu
tvær av leikarunum hjá
Stjørnuni møguleikan at
vinna sítt fimta gullmerkið
innan minni enn eitt ár.
Onnur teirra var liðskip-
arin á liðnum, Una Olsen.
Sum vera man, so var frøin
stór, nú hon fyri fimtu ferð
síðani í summar kann gera
seg til reiðar at taka ímóti
einum gullmerki, og tá vit
spurdu hetta, hvørt hetta
eisini var tað strævnasta at
heinta, ivaðist hon ikki eina
løtu.
– Og so nógv tað strævn-
asta. Steypafinalan var
sjálvandi eisini strævin,
men har var tað yvir ein
einstakan dyst. Hetta er
vunnið yvir eitt kappingar-
ár, og tað krevur nakað væl
meira.
Ikki endurtaka
mistøkini
Fyrra hondbóltsgullið á ár-
inum kom til høldar, tá
Stjørnan vann steypafinal-
una á VB, og Una segði
eftir dystin, at finalan móti
VB eisini var nakað, sum
tey høvdu við í fyrireiking-
unum.
– Vit tosaðu nógv um, at
vit ikki endurtóku mistøk-
ini, sum vit tá framdu.
Serstakliga tað, at vit komu
so seint í gongd ta ferðina.
– Hóast hetta, so gekk tað
sera striltið hjá okkum
fyrstu løtuna, og var tað
ikki fyri Lidiu, so kundi tað
gingið heilt galið. Vit komu
tó aftur, og sjálvt um vit
vóru tvey mál aftan fyri í
steðginum, so nervaði tað
okkum als ikki. Tvey mál
eru púrasta einki í hond-
bólti, og vit trúu fult og
heilt upp á møguleikan, tá
vit komu út til seinna hálv-
leik.
Tað vísti seg so eisini at
ganga hjá Stjørnuni, men
hóast leiðslan tóktist trygg
seinastu fimm minuttirnar,
so helt Una sjálv, at hon
ikki kendi sigurin vísan,
fyrr enn seinasta bríkslið
hevði ljóðað.
– Kanska roknaði eg við
tí, tá Lidia tók hatta brots-
kastið, men eg veit ikki.
Spenningurin var so stórur,
og eg hevði alla tíðina
kensluna av, at um vit
slakaðu, so mistu vit alt
aftur. Tað mátti ikki ganga
galið, og tað gjørdi tað so
tíbetur heldur ikki, segði
hon smílandi.
Hugni á skránni
Og smílið stendur eisini
við, tá tosið fellur inn á
komandi vikuna. Ein vika,
sum skal enda við heima-
dysti móti Neistanum, har
ein stúgvandi full KÍ-høll
væntandi fer at heiðra
Stjørnuni. Og nú gullið er
tryggjað, roknar Una eisini
við, at tann dysturin verður
nakað lættari, enn hann
annars vildi verið.
– Sjálvandi fara vit inn
fyri at vinna. Tað gera vit
hvørja ferð.
– Men tað verður nokk
eitt meira hygg yvir spæl-
inum nú, enn tað annars
vildi verið. Tað sama rokni
eg eisini við fer at galda
fyri venjingarnar. Í øllum
førum rokni eg við, at tað
ikki verður talan um nakra
straff-renning hesa vikuna,
segði ein stórsmílandi Una
Olsen at enda.
So kom
fimta
gullmerkið
- Eg hevði alla tíðina varhugan av, at
slakaðu vit bara tað allarminsta, so
mistu vit alt aftur, sigur Una um løtuna,
tá flestu áskoðararnir mundu halda, at
meistaraheitið hjá Stjørnuni var víst
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 62 - 30. mars 2004
Rannvá Augustinus-
sen hjá VB helt, at tær
á degnum høvdu
gjørt ov nógv mistøk
til at vinna dystin
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Vit kláraðu ikki at halda
høvdið kalt. Vit skutu ov
nógv og ov býtt, og tað kost-
aði okkum dystin – og gull-
ið. Eg haldi ikki, at nervar-
nir vóru ov nógvir, men tað
hava teir so kanska verið
kortini.
Somikið greið var Rann-
vá Augustinussen, tá vit
eftir tapta gulldystin leygar-
dagin fingu orðið á hana.
Soleiðis sum dysturin
háttaði sær, so er tað eingin
loyna, at tað var Stjørnan,
sum betri megnaði at halda
høvdinum køldum, men
hartil, so helt Rannvá eisini
í vónbrotinum, at VB ikki
hevði tikið dystin rætt.
– Vit høvdu sera ilt við at
fáa frið á spælið. Støðuga
skiftið millum 5-1 og 6-0
gjørdi, at vit ikki høvdu tíð
at fella niður. Vit høvdu
annars skjúttarnar hjá teim-
um sera væl í 5-1 verjuni,
og kanska skuldu vit hildið
meira fast um hana. Hartil
fingu vit ongan tíð skjót-
álopini at koyra. Tað hevur
annars verið ein av stóru
styrkjunum hjá okkum, men
tað riggaði so heldur ikki,
staðfesti hon.
Hóast ein dystur framveg-
is er eftir, so er einki at ivast
í, at VB’arnir kenna tað,
sum er kappingarárið liðugt
fyri teirra viðkomandi.
Og tað tykist heldur ikki
bøta um lagið, tá vit at enda
spyrja Rannvá, hvørt tað nú
berte er at bíða, og so aftur
koyra á um hálvt ár ella so.
– Hvar skal eg koyra á.
Vit hava ikki ein gongd eitt
stað at venja, so í løtuni veit
eg slettis ikki, sigur hon at
enda, og sipar her til um-
støðurnar, sum nakrar av
VB-kvinnunum
hava.
Rannvá sjálv og Laila Jesp-
ersen búgva nevnliga í
Havn, og her hava tær ikki
møguleika at venja saman
við liðfeløgunum, og heldur
ikki hevur tað eydnast at
sloppið upp í part í venjing-
unum hjá nøkrum av havn-
arfeløgunum.
Gongst eftir ætlan
fara HB og B36 at
gera fótbóltshøll
millum húsini bæði.
Ovara hæddin skal
útleigast til fimleikin
HALLARBYGGING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu afturi í 1999 høvdu
tey bæði stóru havnarfeløg-
ini í fótbólti ætlanir um at
byggja á økinum millum
bæði felagshúsini. Ta ferð-
ina var ætlanin, at ein fót-
bóltshøll skuldi gerast í
neðra, meðan ovara hæddin
skuldi leigast út til bowl-
ing-høllina, sum tá varð
fyrireikað, men hendan
ætlanin varð tó av ongum.
Fyrst og fremst tí Býráðið
av ymsum ávum ikki vildi
veita stuðul til byggingina.
Síðani tá hava hesar ætl-
anir ligið fjaldar í onkrari
skuffu, men nú er líkt til, at
pappírini eru tikin fram aft-
ur, og hesa ferð tykist sann-
líkt, at ætlan gerst til veru-
leika.
8 mió kr.
Á seinasta aðalfundinum
hjá B36 greiddi Kristian á
Neystabø, formaður, frá, at
feløgini aftur vóru farin at
umhugsa møguleikarnar í
einum slíkum projekti, og
sum skilst, so er nú eisini
líkt til, at Býráðið vil vera
ein aktivur viðleikari hesa-
ferð.
Mikukvøldið skal Ment-
anarnevndin hjá Býráðnum
taka støðu til eina umsókn
um stuðul til ein kombiner-
aða fótbólts- og fimleika-
høll millum húsini bæði, og
sum skilst, so er talan um
væl størri vælvild hesaferð.
Kristian á Neystabø sig-
ur, at tey í feløgunum enn
hava arbeitt mest út frá
gomlu ætlanunum, men at
ávísar tillagingar tó eru
gjørdar í hesum.
– Sum tað liggur nú, so
verður talan um eina høll
við einum graslíksvølli í
niðaru hæddini, meðan
ovara hæddin verður ein
fimleikarhøll, sum Havnar
Fimleikafelag ætlandi skal
leiga. Enn hava vit so ikki
gjørt endaligu projektering-
ina klára, tí vit vilja fyrst
hava tilsøgn frá Býráðnum,
men verður hetta viðgjørt
positivt, so er ætlanin at
fara ígongd alt fyri eitt.
Víðari sigur Kristian, at
samlaði kostnaðurin av
ætlanini helst fer at tátta í
átta mió kr. Ætlandi skulu
landið
og
Tórshavnar
Kommuna lata 30% hvør í
stuðuli, meðan restin verð-
ur fíggjað av teimum báð-
um
fótbóltsfeløgunum.
Møguliga umvegis eitt
partafelag, sum feløgini so
skulu seta á stovn.
Meira til onnur
Sambært reglugerðini fyri
HatTrick grunnin hjá UEFA,
so skal ein partur av hesum
eisini nýtast til menningar-
projekt
við
sonevndum
mini-fótbóltsvøllum,
og
Kristian viðgongur, at hetta
eisini er ein møguleiki at fáa
fígging til verkætlanina,
men at feløgini sum sagt
hava bíða við at nýta meira
orku til ætlanina, fyrr enn
tilsøgnin frá Býráðnum er
fingin til vega.
Verður ætlanin veruleiki,
fer hetta at merkja, at fót-
bóltsfeløgini framyvir fara at
hava sínar innanduravenj-
ingar í egnari høll, og átti
hetta eisini at komið øðrum
ítróttargreinum til góðar. Tey
bæði feløgini hava sum er 16
tímar um vikuna í Ítróttar-
høllini á Hálsi, og kunnu
hesir soleiðis leysgevast til
onnur at nýta. Og lítið er at
ivast í, at tað ikki trýtur við
avtakarum til hesar tímarnar.
Høll millum havnarfeløgini
Ov nógv mistøk
Ov nógv mistøk, ov nógv skot og ov býtt skot. Tað var stutta
niðurstøðan hjá Rannvá Augustinussen eftir tapið leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Her er ætlanin, at HB og B36 skulu byggja hús, sum millum annað skal rúma einum innandura venjingarvølli
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast Alina Olaru
skuldi skjóta kanska
týdningarmesta
brotskastið á árinum,
so helt hon ikki, at
hetta var nakað, sum
nervaði stórvegis
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein minuttur og 17 sekund
vóru eftir á klokkuni, tá
dómaraparið dømdi brots-
kast, eftir at Anna Kristina
Samson varð tikin í gjøgn-
umbrotsroynd.
Við støðuni 23-25 á talv-
uni var hetta løtan, sum
uttan iva kundi senda
meistaraheitið til Klaks-
víkar, men sum hinvegin
eisini kundi geva VB eina
seinastu vón, um royndin
varð misnýtt.
Umstøðurnar høvdu iva-
leyst verið nóg mikið til at
givið fleiri leikarum kaldar
føtur, men ikki Alinu Olaru
hjá Stjørnuni. Hon fór púra
køld fram til strikuna, og úr
sjey metrum staðfesti hon,
at Stjørnan í ár eigur besta
kvinnuliðið í landinum.
Eftir dystin hittu vit Al-
inu, og spurd um júst
brotskastið segði hon, at
hon als ikki var í iva.
– Fleiri spurdu meg, um
eg ikki hevði nervar, men
tað hugsaði eg ikki um.
Heldur ikki um týdningin,
sum hetta kastið hevði.
Fyri meg var hetta eitt
brotskast eins og øll onnur.
Onkra tíð skorar tú og
onkra tíð ikki.
Hart arbeiði
Somikið einfalt kann tað
altso vera at ogna sær eitt
meistaraheiti í hondbólti,
men var meistaraheitið og
steypasigurin nakað, sum
Alina hugsaði um, tá hon í
vetur gjørdi av at skifta
hondbóltstilveruna á Skála
um við eina í Klaksvík.
– Sjálvandi var onkur,
sum tosaði um greipuna,
men eg visti í øllum førum,
at tað fór at verða hart.
Hart arbeiði, har allar eru
við hvørja tí einastu ferð,
skuldi til, og tann partin
hava vit livað upp til. Tað
gevur seg eisini aftur í
dystum, tá nógv stendur á,
tí vit eru allar til reiðar at
stríðast fyri hvørjari aðrari.
Men tá tað so kemur til
ein slíkan dyst, har alt árið
skal avgerast yvir 60 min-
uttir. Koma tað ikki eitt
sindur av nervum upp í
spælið tá?
– Jú, kanska áðrenn.
Men tá dysturin fyrst er
byrjaðu, so spælir tú bara.
Tá hugsar tú ikki um
klokkuna ella annað, segði
Alina Olaru at enda. Leik-
arin, sum kanska var av-
gerandi fyri meistaraheitið,
og sum í øllum førum gav
Stjørnuni ein stóran trumf
til endaspælið.
Ongar nervar
- Fyri meg var hetta eitt brotskast eins og øll onnur. Onkra
tíð skorar tú og onkra tíð ikki, vóru einføldu boðini frá Alinu
Olaru eftir kastið, sum við 100% vissu staðfesti meistara-
heitið hjá Stjørnuni
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20