týsdagur 30. mars 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2004
23
22
Nr. 62 - 30. mars 2004
Stjørnan er føroya-
meistari. Tær vunnu
avgerandi dystin í
Vági, og so kann
Klaksvíkin enn eina-
ferð fegnast um eitt
gullmerki í føðingar-
dagsárinum hjá
ítróttarfelagnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skuldi nakar ivast, so var av
álvara lagt upp til stórdyst í
VB-høllini leygardagin.
Stjørnan kom á vitjan hjá
lokalu hondbóltskvinnun-
um, og tað stóð teimum
flestu greitt, at ein møgu-
ligur vinnari av hesum dyst-
inum var føroyameistari í
kvinnuhondbólti fyri 2004.
Áhugin var heldur ikki at
fara skeivur. Longu væl
undan dystinum strekti bil-
røðin seg væl eystur móti
bygdini, og í høllini var
neyvan nakar sessur tøkur.
Soleiðis sum høllin í Vági
er háttað, við lágum lofti og
nógvum metallið er heldur
einki at siga til, at talan var
um sannan ljóðmúr kring
leikararnar, sum hitaðu upp
á vøllinum.
Lidia steðgaði VB
Og ljóðmúrurin gjørdist til
eitt satt inferno, tá dysturin
so varð blástur ígongd.
Hetta var »brakið«, sum
bíðað hevði verið eftir
síðani januar mánað, og á
vøllinum tóktist hvør tann
einasta av leikarunum eis-
ini at vera greið um hetta.
Intensiteturin var í toppi
frá fyrsta bríksli. Í verjuni
sótu kropstaklingarnar bein-
hart, og fyrstu gulu kortini
hjá dómarunum báðum
vóru skjótt uppbrúkt, tó at
talan ikki var um nakran
form fyri óreinum spæli.
Og á vøllinum var tað VB,
sum legði betri út. Kanska
var ætlanin at endurtaka
fyrstu
minuttirnar
frá
steypafinaluni, tá tær vunnu
sær eina at síggja til trygga
leiðslu, og tað var sum so
eisini um reppið at eydnast
hjá teimum. Men Stjørnan
hevði Lidiu Vladic í málin-
um. Fyrstu fimm minuttir-
nar tók hon sær av trimum
skotroyndum frá leysum
vágbingum, umframt at hon
eisini lúrdi Aukse Vysnia-
skaite av í eini brotskasts-
roynd, og so líðandi kom
Stjørnan eisini inn í dystin.
Takið í høllini mundi tó
fara uppfrá, tá Stjørnan eftir
tíggju minuttum varð rakt
av eini dupult-útvísing. VB
nýtti høvið til at vinna seg
upp á 6-4, og hetta var nak-
að, sum Stjørnan ongantíð
vann aftur fyri steðgin.
Ikki tí. Í verjuni tóktust
gestirnir nú at liva fult upp
til málsetningin um at
steðga teimum báðum út-
lendsku stórskjúttunum hjá
VB. Ikki minst varð Aukse
tacklað alt fyri eitt, tær
ferðirnar hon gjørdi seg til
at skjóta.
Men VB verjan var tó
heldur ikki fyri ongum. Í
longum løtum sum 5-1, har
bak-ketan hjá Stjørnuni alla
tíðina varð órógvað, og tó
at hendan kom betri við, tá
farið varð aftur í 6-0, so
tóktist tað vera VB, sum
hevði takið.
Eingi kontra
Seinnu árini hava eyð-
kennini hjá VB og Stjørn-
uni millum annað verið, at
bæði liðini hava dugað sera
væl at fingið kontra-spælið
at koyra. Tað hevur ofta
givið útslag í nøkrum sera
undirhaldandi og ferðmikl-
um dystum millum feløg-
ini, men soleiðis varð tó
ikki hesaferð.
Undirhald og ferð var tó
nóg mikið av, men kontra-
spælið var mest sum ikki
til. Bæði tí leikarar vóru ov
varnar við at renna avstað,
tá mótstøðan royndi seg við
skoti, men so sanniliga eis-
ini tí denturin á retur-renn-
ingarnar var ovurstórur.
Svørt VB-løta
Tí vóru tað onnur vápn,
sum skuldu nýtast, og frá
byrjan av seinna hálvleiki
fór Stjørnan eisini undir at
nýta eitt av hesum.
Við eini 5-1 verju, sum í
stóran mun minti um mans-
verju av Daivu, royndu gest-
irnir at seta kílar í álops-
spælið hjá VB, og spakuliga
tóktist yvirvágin koppa til
fyrmuns til gestirnar.
Enn var tað tó VB, sum
hevði munin á máltalvuni.
Tær megnaðu alla tíðina at
svara næsku gestunum aft-
ur, og tíggju minuttir inni í
hálvleikinum fingu tær
møguleikan at skræða seg
leysar. Við 18-16 á talvuni
fekk Anna Kristina Samson
hjá Stjørnuni tveir fingrar
frá dómarunum. Júst tað,
sum Stjørnan ikki hevði
tørv á, nú tær framvegis
vóru aftanfyri, men VB
megnaði ongan tíð at gera
sær dælt av hesum.
Tvørtur ímóti, so var tað
Stjørnan, sum fekk tey
bæði næstu málini, og at
tað var dyggur smeitur hjá
VB, var sjónligt.
Luftin tóktist mest sum
fara úr leikarunum, og hó-
ast tær enn einaferð megn-
aðu at leggja seg á odda, so
setti Stjørnan nú av álvara
trumf á. Ikki minst gjørdi
tað góðan mun, tá Katarina
Stepanov aftur kom inn á
vøllin, eftir at hon hevði
hvílt seg síðani einaferð í
fyrra hálvleiki. Við einum
lámi á bakkinum kom
brádliga nógv størri breidd
í spælið hjá Stjørnuni, og
so opnaði VB-verjan seg av
álvara. Alina Olaru og
Katarina sjálv sluppu ferð
eftir ferð heilt inn at
verjuni, áðrenn tær loystu
hoppskotini av, og sjálvt
um VB framvegis helt stutt
tjóður í, so tóktist dysturin
hava funnið sína avgerð.
Stjørnuløtan
Og staðfestingin av hesari
kom seinastu fýra-fimm
minuttirnar. Fyrst fór Joan
M. Djordjevic við eini
framúr fótfintu ígjøgnum
VB-verjuna, og tá Anna
Kristina so varð tikin í
gjøgnumbrotsroynd
av
veinginum, sá svart út hjá
VB. Talvan vísti 23-25 í
málum og 28.43 í tíð, tá
Alina Olaru fór fram at
skjóta brotskastið. Flestu
áskoðararnir mundu halda
ondini, tá rumenski leikarin
riggaði til, og suffið frá
mongu vágbingunum og
fagnaðurin hjá klaksvíking-
unum, sum vóru komnir
suður, segði nokk tað
mesta. Meistaraheitið var
avgjørt, og tó at VB við at
fara heilt út til mótstøðuna
seinastu løtuna fekk skapt
nakað av órógv, so var ivin
burtur. Ikki minst tí VB
heldur ikki kundi nýta ein
javnleik til nakað sum
helst, uttan at útseta pínuna
í eina viku. Stjørnan átti
dagin og meistaraheitið, og
tá seinasta bríkslið hevði
ljóðað, tustu áskoðarar inn
á vøllin, meðan VB-leikar-
arnir niðurbrotnar fóru av
vøllinum. Tær høvdu givið
alt, og móti einum hvørjum
øðrum liði í landinum
hevði hetta helst eisini ver-
ið nóg mikið. Men ikki
hesaferð. Tær hittu her
besta kvinnuliðið í landin-
um, og mugu tær nú lata
steypið frá sær.
Uppiborið
meistaraheiti
Og skal takast samanum, so
má eisini sigast, at meistara-
heitið er uppiborið hjá
klaksvíkskvinnunum. Sjálv-
andi fyrst og fremst tí tær
eru liðið, sum hevur flestu
stigini, men eisini tí tær
tykjast vera liðið, sum hevur
flestu og størstu dygdirnar.
Ikki minst sýndu tær
hesaferð, at tær megna at
halda fast um taktiska upp-
leggið til eina uppgávu.
Her var stóru dentur lagdur
á at steðga báðum útlend-
ingunum hjá VB, og sera
konsentrerað og effektivt
varð hendan uppgávan eis-
ini loyst.
Og við eini bak-ketu, sum
helst er tann sterkasta í land-
inum saman við tveimum av
skjótastu vong-spælararun-
um, er fundamentið fyri
góðum álopsspæli so sanni-
liga eisini lagt. Ikki minst
hevur liðið her eisini havt
fleiri streingir at spæla uppá,
eftir at Alina Olaru í vetur
varð knýtt at felagnum.
Málverja-plássði
tóktist
kanska fyrstu umførini ikki
at vera tað sterkasta, men so
hvørt sum Lidia Vladic og
verjan lærdu hvønn annan at
kenna, batnaði hetta, og at
sjálvsálitið hjá málverjanum
eisini øktist av hesum, var
dysturin í Vági eitt framúr
dømi um.
Afturat hesum – fyri tað
mesta royndu – leikarunum,
hevur Stjørnan so eisini
nakrar leikarar, sum kom-
andi árini kunnu seta dám á
kappingina.
Leygardagin
stóð helst ov nógv upp á
spæl, til at venjari tordi at
tveita tær inn, men við mið-
vísari ætlan og innslúsan
hesum viðvíkjandi, er væl
hugsandi, at Stjørnan eisini
tey komandi árini fer at
halda til í oddinum av før-
oyskum kvinnuhondbólti.
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 24-26 (13-
11)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8(3),
Gurið Mortensen 5, Aukse
Vysniaskaite 3, Laila Jesp-
ersen 3, Rannvá Augustin-
ussen 3, Margreth August-
inussen 2
Stjørnan:
Alina
Olaru
9(2), Joan M. Djordjevic
5(2), Una Olsen 4, Anna
Kristina Samson 3, Katar-
ina Stepanov 3, Annika
Ljósstein 1, Bára S. Klak-
stein 1
Brotskøst: VB 6, Stjørnan
6
Útvísingar: VB 1, Stjørnan
6
Dómarar úr Neistanum/-
Kyndli: Kristian Johansen
& Gunnar Gregoriussen.
Lótu seg als ikki ávirka av
umstøðunum, men hildu
fast og róliga um eina
greiða linju allan dystin á
tamb.
VB-Stjørnan 24-26 (13-11):
Stjørnugull
Dysturin er blástur av, og so
tustu viðhaldsfólk hjá
Stjørnuni inn á vøllin at
heiðra leikarunum, sum
tryggjaðu enn eitt gullmerki
til Klaksvíkina
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrst og fremst varð sigurin
grundlagdur við einum
framúr avriki í verjuni, tó at
tørvurin á einum góðum
málverja var sera stórur
fyrstu løtuna
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22
BERGEN-CRUISE
Fyri hvønn
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu
í 4 koyggjukamari innan við wc/bað. Hartil 2 nætur á
hotelli í Bergen í dupult kamari við wc/bað.
Eykaprísur er fyri onnur kamarsløg
1.260,-
Farið verður av Havnini hóskvøld og komið
verður til Lerwick fríggjamorg un kl 8.30. Í
Hetlandi hevur tú uml. 2½ dag at hugna tær
í. Farið verður avstað aftur sunnukvøld og
kom ið verður á Havnina mánamorgun kl.
6.00.
Í Hetlandi er vøkur náttúra og hóp in av
áhuga verdum støðum at vitja.
-CRUISE
Fyri hvønn
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu
koyggjukamari innan við wc/bað. Hartil 2 nætur á
otelli í Hetlandi í dupult kamari við morgunmati.
ykaprísur er fyri onnur kamarsløg
1.500,-
BERGEN – býurin millum tey sjey fjøllini. Lítandi oman yvir býin frá
fjallinum Fløjen, spákandi niðri á bryggj uni fram við gomlu litríku
timburhúsunum, ella hvar vit enn eru, so er Bergen ein sera vakur og
hugtakandi býur. Havið hevur í øldir knýtt býin til umheimin og gjørt
Ber gen til ein miðdepil fyri samhandil og ment an.
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Mini-Cruise
úr 600,-
Loyv tær eina hugna liga
Mini-Cruise ferð við Norrönu
Prísirnir eru hesir:
4-koyggjukamar við wc/bað, innv. kr. 600,-
4-koyggjukamar við wc/bað, útv.
kr. 700,-
3-koyggjukamar við wc/bað, innv kr. 800,-
3-koyggjukamar við wc/bað, útv.
kr. 900,-
2-koyggjukamar við wc/bað, útv.
kr. 1000,-
Prísurin fatar um ferð fram og aftur á farleiðini Tórs-
havn-Hanst holm, Tórshavn-Bergen ella Tórshavn-
kju vørur ikki íroknað).
ferðum
MINI-CRUISE
Ferðirnar eru
galdandi restina av
vetrar sigl ingar skeiðnum,
t.v.s. til 29. apríl.