Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 30. mars 2004 25 24 Nr. 62 - 30. mars 2004 álopinum rættuliga skjótt, men tá ið neistamenn fara skjótt fram í álop. blakar liðskiparin, Heini Hanusar- son, bóltin út av vøllinum, og tað var helst rættuliga sigandi um hansara avrik sunnudagin. Heini hevði snøgt sagt ikki ein av sínum betru døgum, og spurning- urin er, um hann yvirhøvur er komin fyri seg eftir skað- an, ið hann fekk í øksluna fyrr í vetur. Betra liðið vann Tey flestu, sum vóru til dystin sunnudagin, munnu verða einig um, at tað var betra liðið, ið vann. Kyndil sýndi ein størri stríðsvilja, enn neistamenn gjørdu, og harafturat gjørdust kyndils- menn ikki eins fjálturs- stungnir og neistamenn í teimum avgerandi løtunum. Sigurin hjá Kyndil var bygdur á eitt liðavrik, har allir arbeiddu fyri hvørjum øðrum, og har menn bakk- aðu hvønn annan upp 100 prosent. Tað sigur heldur ikki so lítið, at hóast Kyndil einans fekk 26 mál, so komu átta leikarar á mál- talvuna. Neistin má nú allarhelst veittra Fm-heitinum farvæl, og tað er kanska eitt sindur óvæntað, tí teir hava leingi verið favorittar hjá nógv- um. Sunnudagin, tá ið tað veruliga stóð á, megnaðu teir ikki at vinna dystin, og tað vóru tað fleiri orsøkir til. Nakrir av lyklaleikarun- um hjá Neistanum leiktu ikki upp til sítt vanliga støði, og samstundis møttu teir einum kyndlaliðið, ið var sera væl fyrireikað til uppgávuna, og sum hevði ein nógv betur gejst, enn hvat Neistin hevði. Sum áskoðari hevði tú eisini allan dystin varhugan av, at tað fór at verða Kynd- il, sum fór at vinna, tí tað tóktist sum um teir høvdu mentala yvirvág allan dyst- in. Tað sást kanska eisini best, tá ið Neistin eftir tógvið stríð hevði lagt seg á odda, so gingu tað ikki meiri enn okkurt um 10 sekund, so hevði Kyndil javnað. Í stuttum kann sig- ast, at Kyndil var betra lið- ið, og tað var fult uppi- borið, at teir vunnu. Dysturin í tølum Neistin-kyndil 24-26 (13-16) Málskjúttar Neistin: Dann Thorleifsson 6, Áki Mørk 5, Blagoje Buha 5(1), Heini Hanusar- son 4, Dragisa Stojovic 3(1), Helgi Justinussen 1 Kyndil: Josef Abrahamsen 5(1), Ken Zachariassen 4, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal-Christiansen 4, Jónleif Sólsker 3, Jacob Jónsson 3, Janus Einar Sørensen 2, Finnur Hansson 1 Brotskøst: Neistin 4(2), Kyndil 3(1) Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4 Dómarar: Karstin og Krist- ian Joensen - ungu klaks- víkingarnir fingu av álvara roynt seg sunnudagin, og uppgávan var kanska ein ov stórur gloypibiti hjá teim- um báðum. Tað gekk alt ov lang tíð, áðrenn kortini komu upp úr lummanum, og linjan við útvísingunum var ikki altíð serliga eyð- sýnd. Hinvegin vístu teir myndugleika allan dystin, og teirra avrik ávirkaði ikki úrslitið. Við einum framúr góðum liðavriki eydnaðist tað sunnu- dagin Kyndli í einum rættum oddabraki at vinna á grannunum úr Neistanum, og harvið køvdi Kyndil gulldreymarnar hjá Neistanum, sam- stundis sum Kyndil bert er ein sigur frá meistaraheitinum HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Karmarnir vóru í topp, tá ið tey bæði fremstu liðini í bestu mansdeildini í hond- bólti, Neistin og Kyndil, hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Stúgvandi fult var av áskoðarum, og stóra fjøldin var vitni til ein spennandi og undirhaldandi dyst við einari rúgvu av tí, ið hoyrir einum toppdysti til. Kyndil legði hart út Tað vóru gestirnir úr Kyndli, sum fingu bestu byrjanina. Neistin fekk als ikki fótað sær fyrstu løtuna, og áðrenn teir varnaðust, hevði Kyndil lagt seg á odda 4-0! Kvika spælið hjá teimum grønu gav Neistan- um stórar trupulleikar hesa løtuna, og tað var týðuligt at síggja, at tað serliga vóru teir bláu úr Neistanum, ið høvdu nervar undir dystin- um. Í verjupartinum vóru kyndilsmenn eisini nógv ágrýtnari enn neistamenn- inir, og til tíðir vóru teir í so ágrýtnir, og millum annað kann Høgni Klein verða fegin um, at hann slapp við tí gula kortinum, tá ið hann heilt tíðliga í dystinum jarðlegði Heina Hanusar- son. Hevði tað hent seinni í dystinum, er ikki óhugs- andi, at liturin á kortinum var ein annar. Neistin kom tó skjótt inn aftur í dystin, og serliga vóru tað teir báðir Blagoje Buha og Dann Thorleifs- son, ið góvu kyndilsverjuni trupulleikar. Blagoje Buha skal ikki hava nógv pláss á vonginum, og er hann sloppin inn um verjuna, so skorar hann at kalla hvørja ferð. Dann Thorleifsson var toppskjútti hjá Neistanum sunnudagin, og hann sýndi ein stríðsvilja, ið fleiri av hansara viðleikarum vænt- aðu. Munur á verjum Ein av stóru trupulleikun- um hjá Kyndil í hesum kappingarárinum, hevur verið at fingið verjuna at virka til fulnar. Hetta tykist nýggja venjaraparið tó hava fingið gjørt nakað við, og sjáldan er kyndilsverjan sæð betur enn júst sunnu- dagin. Menn stríddust sum úlvar á skóg, og stóru neistamenninir høvdu ógvuliga stórar trupulleikar av kontanta verjuspælinum hjá Kyndil. Í hinum endan- um var neistaverjan als ikki so sannførandi, sum hon mangan áður hevur verið. Kvika álopsspælið hjá Kyndil gav verjuni hjá Neistanum grá hár í høvdið, og ferð eftir ferð sluppu kyndilsmenn at renna mitt inn gjøgnum verjuna og skora. Munurin á verjunum var sjónligast eftir steðgin, og tað kann kanska ljóða eitt sindur løgið, tá ið havt verður í huga, at Neistin vann seinna hálvleik við einum máli, men tað var veruliga so, og besta dømi um hetta eru tey mongu bíligu málini, ið Kyndil fekk í seinna hálvleiki. Hinvegin noyddust neista- menn at stríðast nógv meiri fyri at fáa síni mál. Avgerandi løtan Kyndil var á odda við trim- um málum í hálvleikinum, 16-13, og teir fingu eisini betru byrjanina upp á seinna hálvleik, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, vóru neistamenn aftan fyri við fimm málum 14-19, og nú hildu nógv, at dysturin var avgjørdur. So var ikki, tí undir leiðslu av Áka Mørk kom Neistin sterkt aftur, og tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika, var tað Neistin, ið var á odda 22-21. Hesa løtuna hevði Kyndil stórar trupul- leikar í álopinum, sam- stundis sum Neistin hevði sett ferð á. Men gleðin var stokkut hjá mongu neista- viðhaldsfólkunum, tí næstu minuttirnar avgjørdi Kyndil dystin til egnan fyrimun, og serliga var tað veteranurin Jónleif Sólsker og málverj- in Jóhan Danielsen, ið tá gjørdu bart. Jónleif var komin á bakk- in at spæla, og tríggjar ferðir á rað rann hann inn gjøgnum neistaverjuna og skoraði. Tá ið neistamenn royndu at svara aftur, var tað til fánýtis, tí antin var kyndilsverjan fyri og fekk blokerað skotunnum, ella var tað Jóhan í málinum, sum tók pippið frá neista- monnunum. Jóhan hevði nakrar frálíkar bjargingar, júst tá ið mest stóð á, og dysturin stóð til at fara ann- an vegin. Hetta fullkomi- liga køvdi neistamenninar, og tá ið Josef Abrahamsen skoraði tvey mál afturat fyri Kyndil, var alt avgjørt, tí tá vóru teir grønu á odda 26-22, og bert fýra minuttir vóru eftir at leika. At hepni eisini fylgir einum oddaliði var sjón fyri søgn, tá ið Josef skoraði til 25-22. Jacob Jónsson kastar langt fram til Josef, sum ikki fekk loftað bóltinum, men hann fekk líka fingurin á, og tað snýtti Jota í neista- málinum, og bólturin fór í mál. Neistin fekk tó minkað um munin við tveimum málum afturat, og so vóru tvey mál á muni, og hálvur annar minuttur eftir at leika. Kyndil misti bóltin í Neistin-Kyndil 24-26 (13-16): Kyndil køvdi gulldreymarnar hjá Neistanum Toppskjúttin hjá Kyndli í dystinum sunnudagin, Josef Abrahamsen, segði eftir dystin, at spælir Kyndil eins væl móti vestmenn- ingum komandi leygardag, verða teir føroyameistarar HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Josef Abrahamsen var sum vera man ovurfegin, tá ið vit fingu orðið á hann beint eftir dystin móti Neistanum í høllini á Hálsi sunnudagin. Spurdur hvussu tað bar til, at Kyndil vann dystin, segði Josef avgjørdur, at alt tað, ið Kyndil hevur manglað gjøgnum ein stóran part av kapping- arárinum, kom aftur í dystinum sunnudagin. Verjan ein múrur Serliga helt Josef, at stríðsviljin hjá Kyndil sunnudagin var betur enn nakrantíð áður, og hetta førdi so við sær, at verjan hjá okkum var sum ein livandi múrur, sigur Josef. Sjálvur heldur Josef, at tann gejsturin, ið kyndlaliðið vísti sunnu- dagin, hevur verið harð- liga saknaður í nógvum øðrum dystum. Kyndil hevði sera gott tak á stórskjúttunum hjá Neistanum, Heina Han- usarson og Dragisa Sto- jovic, og tað var eisini nakað, ið dentur var lagdur á í taktiska upp- legginum, sigur Josef. Serliga var tað umráð- andi hjá okkum at fara út í Dragisa, so at hann ikki fekk loyvi til at koma heilt inn at skjóta, tí tá er tað nærum vónleyst at steðga honum, sigur Josef, og tað eydnaðist okkum. Nú er so lagt upp til eina reina finalu kom- andi leygardag, tá ið VÍF kemur til Havnar, og tann dystin hevur Josef Abra- hamsen góðar vónir um. Tað verður allarhelst ein rein finala, um ikki StÍF rættir okkum eina hjálp- andi hond, men spæla vit, sum vit spældu í dag, so vinna vit á øllum liðum í Føroyum, sigur Josef Abrahamsen at enda. Josef Abrahamsen, Kyndil Viljin á muni Neistin stríddist, men til fánýtis. Kyndil stríddist nevnliga bæði meira og betri, og eftir ein drúgvan niðurtúr hevur Kyndil nú aftur trumfarnar í FM-stríðnum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24