týsdagur 30. mars 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2004
27
27
26
Nr. 62 - 30. mars 2004
Tey bæði botnliðini í
1. deild hjá monnum,
KÍF og H71, hittust í
innanhýsis dysti í
Hoyvíkshøllini leyg-
ardagin. Hóast hoy-
víkingar vóru á odda
ein stóran part av
dystinum, eydnaðist
tað kollfirðingum við
einum góðum enda-
spurti at vinna dystin
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kollfirðingar og hoyvík-
ingar hava í ár verið tvey
rættuliga óútroknilig lið,
sum til tíðir hava gjørt ein
ordans vørr og púra óvænt-
að tikið stig frá onkrum
toppliði. Sunnudagin hitt-
ust hesi bæði liðini á felags
heimavøllinum, Hoyvíks-
høllini,
í
næstseinasta
leikumfari á árinum, og í
hesari botnfinaluni vóru
tað kollfirðingar, ið drógu
longra stráið.
Gekk javnt á
Dysturin
var
rættuliga
javnur. Fyrstu løtuna vóru
tað hoyvíkingar, ið vóru við
yvirlutan, og teir vóru á
odda fyrstu tíggju minutt-
irnar. Kollfirðingar kom tó
á javnt aftur, og tað sum
eftir var av fyrra hálvleiki,
vóru tað sum oftast koll-
firðingar, ið vóru á odda.
Serliga var tað stóri skjúttin
hjá KÍF, Damir Oros, ið
H71 hevði stórar trupul-
leikar av. Ferð aftaná ferð
fór Oros upp og langaði
bóltin í netið aftan fyri Levi
Nybo í H71-málinum.
Kollfirðingar hinvegin
høvdu stórar trupulleikar av
leikandi venjaranum hjá
H71, Henrik Gerster, sum
skeyt heili seks mál fyri
steðgin. Men eisini Heini
Bentsen í høgru síðu hevði
ein góðan dyst, og hann
skeyt fimm mál fyri steðg-
in.
KÍF hevði munin ein
stóran part av fyrra hálv-
leiki, men tá ið seinastu
fimm minuttirnar komu
hoyvíkingar aftur í aftur, og
tað eydnaðist teimum at
koma frá 13-16 upp á javn-
leik 17-17, áðrenn farið var
til hálvleiks. Hevði H71
harafturat megnað at gagn-
nýtt síni brotskøst, høvdu
teir óivað verið á odda í
hálvleikinum, tí H71 fekk
bert mál upp á eitt av sínum
fýra brotskøstum í fyrra
hálvleiki.
Endaspurturin gav
KÍF stigini
Kollfirðingar fingu betru
byrjanina upp á seinna
hálvleik, men tað gekk ikki
lang tíð, so vóru tað
hoyvíkingar, ið vóru oman-
á. H71 legði seg á odda, tá
ið eitt knapt korter var farið
av seinna hálvleiki, og
næstu løtuna vóru teir heilt
greitt omaná. Teir fóru eitt
sindur frá kollfirðingum,
og tá ið einans sjey minuttir
vóru eftir at leika, var H71
á odda við trimum málum,
30-27, men so steðgaði alt
upp hjá hoyvíkingum.
Síðstu løtuna gjørdu koll-
firðingar eitt ordans sprell,
og upp á fýra minuttir
høvdu teir vent frá at verða
aftan fyri 27-30 til at verða
á odda 31-30, og tá punk-
teraði ballónin hjá H71
fullkomiliga. Heini Bent-
sen fekk tó javnað til 31-31,
men sálarliga yvirvágin var
hjá
kollfirðingum,
og
seinastu tveir minuttirnar
fingu Petur Martin Poulsen
og Regin Petersen skorað
hvør sítt mál, meðan Óla
Kristian í KÍF-málinum
hevði stongt málið hjá sær,
og tískil var tað KÍF, ið
vann dystin 33-31.
Nú eru KÍF og H71 jøvn
í stigum í botninum í 1.
deild, men H71 hevur betur
málúrtøku. Á seinasta leik-
degi komandi leygardag,
fær H71 vitjan av Neistan-
um í Hoyvíkshøllini, með-
an KÍF skal inn á Skála at
dystast við strandingar.
Dysturin í tølum
KÍF-H71 33-31(17-17)
KÍF: Damir Oros 12(7),
Regin Petersen 5, Gert
Hansen 4, Mirko Milin-
kovic 3, Rógvi Weihe 3,
Petur Martin Poulsen 3,
Teitur Joensen 3
H71:
Heini Bentsen 8,
Henrik Gerster 7, Halgir
Dahl-Olesen 5(1), Niels
Viggo Niclasen 4, Kristian
Eli
Zachariassen
3,
Anfinnur N. Debes 2,
Johnny Durhuus 1, Eyðun
Jensen 1
Brotskøst: KÍF 7(7), H71
4(1)
Útvísingar: KÍF 6, H71 3
Dómarar: Geir Wardum og
Gunnar Gregoriussen
Í grannauppgerðini
millum bestu kvinnu-
liðini hjá Neistanum
og Kyndil var ongan-
tíð nakar ivi um, hvat
ið var betra liðið
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Neistin hevur eitt gott
kvinnulið við nógvum ung-
um og evnaríkum leikarum.
Sunnudagin spældu tær
móti grannunum úr Kyndli,
ið eisini hevur eitt rættuliga
ungt, men tó langt frá líka
gott lið.
Átta minuttir og 8-0
Dysturin var ikki nógv
meiri enn byrjaður, so var
hann avgjørdur. Neista-
kvinnur byrjaðu bragdliga,
meðan kyndilskvinnur als
ikki fingu skipað seg. Tað
gekk tí heldur ikki long tíð,
so hevði heimaliðið Neistin
avgjørt til egnan fyrimuns.
Longu eftir átta minuttir
var dysturin avgjørdur, tí tá
hevði Neistin skorað átta
ferðir, og Kyndil hevði enn
einki mál fingið.
Nógvar hildu seg til
Neistin snøgt sagt smurdi
Kyndil av sunnudagin, og
Kristina
Simonsen
í
Kyndlamálinum hevði úr at
gera. Tað skal tó vera sagt
beinan vegin, at tað ikki var
hennara skyld, at tapið
gjørdist so stórt.
Hjálparvenjarin
hjá
Neistanum,
Flemming
Raben, ið hevði ábyrgdina
av liðnum hendan dystin,
brúkti dystin til at lata
nógvar leikarar sleppa at
royna seg, og ikki kann
sigast annað, enn at tær
hildu seg til. Ikki færri enn
seks leikarar hjá Neistanum
skutu fýra mál ella fleiri,
meðan tað hjá Kyndil bert
eydnaðist Ann-Mari Wang
at skora fleiri enn tvey mál.
Kyndil hevði ikki nógv at
bjóða upp á sunnudagin, og
í Kyndli eru tey óivað farin
undir at fyrireika seg til
komandi kappingarár, tá ið
ætlanin er at gera ein størri
innsats á kvinnusíðuni, Tað
krevur tó, at nýtt fólk
kemur til, tí hópurin er ikki
nóg góður í løtuni til at
bjóða sterkastu liðunum av.
Neistin hevur hinvegin
eitt ungt og evnaríkt lið við
nógvum góðum leikarum,
og tað er lítið at ivast í, at
um ungu genturnar á lið-
num ikki fara av landinum,
so hevur Neistin eitt lið,
sum í nærmastu framtíð fer
at blanda seg upp í odda-
stríðið í føroyskum kvinnu-
hondbólti. Leikarar sum
Ása á Neystabø, Marjun
Tróndarson og Lív Søren-
sen eru allar ungar og evna-
ríkar, og tær kunnu óivað
gera Neistan til eitt topplið
komandi árini.
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 41-13
(21-5)
Neistin: Simona Dziugyte
9(2), Marjun Tróndarson 8,
Ása á Neystabø 6, Lina
Andrilyte 6, Lív Sørensen
4, Susan Brockie 4, Vivi-
ann Unadóttir 3, Unn
Kragesteen 1
Kyndil: Ann-Mari Wang
7(2), Linda Weihe 2, Randi
Wardum 2, Sabine Frølund
1, Anja Heinadóttir 1
Brotskøst: Neistin 4(2),
Kyndil 2(2)
Útvísingar: Kyndil 4
Dómarar:
Kristian
og
Karstin Joensen - høvdu
ongar trupulleikar av einari
yvirkomiligari uppgávu
Boccia um vikuskiftið
Stór boccia kapping varð hildin í
Gundadalshøllini leygardagin
Talan var um árligu FM-kappingarnar hjá ÍSB, og
varð kappast í bólkunum fyri menningartarnað,
rørslutarnað børn og rørslutarnaðum vaksnum.
Hartil var talan eisini hesaferð um tvær vár-
kappingar, har systkin og pensionistar fingu høvi at
royna seg.
Tilsamans tóku fleiri enn 100 fólk lut, og fór
kappingin fram á átta vøllum. Og væl gekst at
avgreiða kappingina. Byrjað varð um tíggju-tíðina
um morguin, eftir at Eirikur Dam, nevndarlimur í
Javna, hevði sett kappingina, og longu kl. 15.00 var
klárt at fara til handanina av heiðursmerkjunum.
Hesi vórðu býtt, soleiðis sum yvirlitið niðanfyri
sýnir.
FM – rørslutarnað børn
1 Martin Kristoffur Hansen, Eiði
2 Heðin Midjord, Vágur
3 Tummas Ejdesgaard, Eiði
FM – rørslutarnað vaksin
1 Marius Johannesen
2 Jógvan Telling Joensen
3 Jói Ziska
FM – Menningartarnað
1 Theodor Esmar Hansen, Kollafirði
2 Elvin Weihe, Runavík
3 Símun Petur Zachariassen, Klaksvík
Várkapping – systkin
1 Benjamin Ejdesgaard, Eiði
2 Ásvør Rasmussen, Klaksvík
3 John Mortansson Haraldsen, Eiði
Várkapping – pensionistar
1 Havnin III: Begga, Jórun, Jenny
2 Sandur V: Óli, Niels, Kristina
3 Sandur VIII: Kolbrún, Petrina, Anna
KÍF-H71 33-31(17-17):
Góður enda-
spurtur gav
KÍF tvey stig
Neistin-Kyndil 41-13 (21-5):
Neistin smurdi Kyndil av
Hoyvíkingar høvdu leingi takið, men alt endaði tó við, at KÍF fekk strítt seg til stigini, tá tey
bæði niðastu liðini í bestu mansdeildini hittust
C
M
Y
K
26
Hjá B36, sum smurdi
FS Vágar av, var tað
bara upp, meðan KÍ
og NSÍ skiftust um at
vera yvir og undir
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Kappingin um Løgmans-
steypið er ofta meiri venj-
ingardystir, heldur enn
steypakapping, har tað í
einum og sama dysti ræður
um at vinna fyri at sleppa
víðari í næsta umfarið.
B36 fekk lítla dystarvenj-
ing, tá ið FS Vágar vitjaði í
Gundadali
leygardagin.
Styrkismunurin var alt ov
stórur. B36 vann 9–0, eftir
at teir í steðginum høvdu
verið frammanfyri við fýra
málum. Á plusssíðuni hjá
B36 taldi, at fleiri ungir
spælarar, sum eru upp-
vaksnir í felagnum, fingu
høvi at royna seg.
Kenneth Jacobsen stútaði
til 1–0, Jens Kristian
Hansen økti til 2–0 eftir
horna, Levi Hanssen var
fyrstur á returbólti, og
Bárður Mortansson syrgdi
fyri síðsta málinum í 1.
hálvleiki eftir fínt álop og
innlegg frá Arnbirni Dani-
elsen.
Eftir steðgin helt einvegis
ferðslan fram: John Peter-
sen skoraði, tá ið Pól
Thorsteinsson hevði spælt
hann leysan, og sami maður
átti næstsíðsta fótin, tá ið
Bárður Mortansson økti ti
6–0. Jóhan V. Gunnarsson,
sum var komin inn í
vinstru, legði fleiri ferðir
væl innfyri. Tað takkaði
Bárður Mortansson fyri, tá
ið hann økti til 7–0, og
Jóhan átti eisini næstsíðsta
fótin á, tá ið Tórður Hentze,
sum fyri fyrstu ferð var
komin á besta liðið, tá ið
hann hevði loyst John
Petersen av, skoraði til 8–0,
og so staðfesti veteranurin
Jens Kristian Hansen.
Skiftust um
Meiri dystarvenjing enn
teir í B36 fingu KÍ og NSÍ í
Klaksvík. Fyrra partin av
fyrra umfarinum spældi
heimaliðið við stórari ferð.
Erling Fles legði KÍ fram-
um, eftir at Jacob Bymar
hevði stungið fram ímill-
um, og Erling var um repp-
ið at økja, tá ið hann lyfti
upp um Jens Martin Knud-
sen, men bólturin rakti
tvørtræið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
fór ferðin eitt sindur úr
heimaliðnum, og so átti
NSÍ tørn seinna partin av
fyrra og fyrrapartin av
seinna umfarinum. Brynj-
olvur Nielsen javnaði und-
an steðginum. Frísparkið
hjá honum nært ein av
teimum í manngarðinum og
snýtti Jákup Mikkelsen eitt
sindur.
Eftir stegin stútaði Helgi
L. Petersen NSÍ framum
eftir horna og snittara frá
nærra og til handara stólp-
an. Helgi var um reppið at
økja um leiðsluna eftir
horna, men bólturin tók
stólpan skeivu megin.
Tá ið KÍ kom afturíaftur
gekk striltið at fáa mál,
men tað eydnaðist í síðstu
løtu. Eftir horna og eitt
sindur aftur og fram var
Jacob Bymar fyrstur á, eftir
at Símun Joensen hevði
stútað upp á tvørs, og tað
var um reppið, at KÍ fekk
eitt mál afturat. Stig Edvin
Aksnes sneiddi uttanvert
brotsteigin framvið Jens
Martini Knudsen, og tá ið
hann sendi ímóti málinum
rakti bólturin í ein verju-
spælara.
Klaksvíkingar
vildu halda, at hesin hevði
nýtt hondina, men dómarin,
Suni Johansen, hevði ikki
somu áskoðan.
B36–FS Vágar 9–0 (4–0)
1-0: Kenneth Jacobsen 13.
2-0: Jens Kristian Hansen
20.
3-0: Levi Hanssen 36.
4-0: Bárður Mortansson 43.
5-0: John Petersen 47.
6-0: Bárður Mortansson 60.
7-0: Bárður Mortansson 65.
8-0: Tórður Hentze 80.
9-0: Jens Kristian Hansen
89.
KÍ–NSÍ 2–2 (1–1)
1–0: Erling Fles
1–1: Brynjolvur Nielsen
1–2: Helgi L. Petersen
2–2: Jacob Bymar
Hóast TB var undir-
mannað tveir trið-
ingar av dystinum, so
megnaðu teir javn-
leik. Samstundis legði
GÍ seg einsamalt á
odda
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um eina botn- og
eina oddauppgerð í bólki 2
um vikuskiftið.
Botnuppgerðin
var
á
Sevmýru, har TB tók ímóti
B68, og einki er at taka seg
aftur í, at hetta gjørdist ein
bæði spennandi og dramat-
iskur dystur.
Dramatikkurin
kom
longu í hæddina eftir góðan
hálvan tíma. Eftrir nærdyst
við B68-málverjan slerdi
Óli Johannesen eftir pól-
verjanum, og so hevði Nic-
las á Liðarenda einki annað
val enn at taka ostaskorp-
una fram.
Beint eftir hetta fekk B68
so lagt seg á odda, tá Mor-
tan Hansen ímillum fleiri
TB’arar fekk tamarhald á
bóltinum og prikaði í kass-
an.
TB fall tó ikki í fátt. Teir
stríddust manniliga, og
undan steðginum vunnu
teir seg eisini upp á javnt, tá
Martin Østergaard við ein-
um
framúr
langskoti
smekkaði bóltin inn um ein
púra
prísgivnan
Jacek
Przylbicki.
Seinna hálvleik var lagt
upp til, at B68 skuldi seta
trýst
á
undirmannaða
heimaliðið,
men
hóast
trýstið, so eydnaðist teim-
um ikki at skora. Nakrar
góðar møguleikar gjørdist
talan um, men TB helt alla
tíðina fast, og tað eydnaðist
teimum eisini at ogna sær
eina stigið.
ÍF dróg aftur svart
Í Fuglafirði tók ÍF ímóti
grannunum, sum tað ikki
hevur eydnast at vunnið
síðani hesir komu í bestu
deildina, og heldur ikki
hesaferð fekk ÍF nakað á
skaftið.
Fyrra hálvleik vóru tað
gestirnir úr Gøtu, sum
høvdu bóltin meira, men
hóast hetta, so megnaðu
teir ongan tíð av álvara at
seta trýst á verjuna hjá ÍF.
Eftir
steðgin
kom
Krzytof Popczynski sjálvur
á vøllin, eftir at bara hevði
átt leiklutin sum venjari
fyri steðgin, og hetta broytti
um spælið hjá GÍ.
Tað eydnaðist teimum
eisini at koma á odda, tá
Hans Pauli Petersen við
handaru stong fekk goða
tíð at beina eitt innlegg í
málið, men eftir hetta stóð
ÍF tó fyri tí mesta.
Teir royndu at trýsta, og
fleiri møguleikar spurdust
eisini burturúr, men sein-
asti neyvleikin var tó ikki
til staðar. Trýstið gav tó eis-
ini GÍ møguleikan fyri
kontra, men tað skuldi eitt
fríspark langt inni í yvirtíð-
ini til, áðrenn dysturin varð
endaliga avgjørdur.
Karsten Joensen royndi
at stilla múrin rætt, men
Súni Olsen hevði ikki stun-
dir at bíða eftir hesum, og
hann gjørdi tí skjótt av og
sendi bóltin í tóma málið.
Sum vera man, so vóru
fuglfirðingar ónøgdir um
hetta, men tað hjálpti teim-
um tó lítið. GÍ hevur nú
lagt seg á odda í bólkinum,
sum teir liggja sera væl fyri
til at vinna, men hinvegin
er støðan hjá ÍF á ongan
hátt vónleys. Komandi
dysturin hjá teimum er á
Sevmýru, og verður talan
um fulla úrtøku her, eru
eisini teir væl áleiðis.
TB-B68 1-1 (1-1)
0-1: Mortan Hansen
1-1: Martin Østerbæk
ÍF-GÍ 0-2 (0-0)
0-1: Hans Pauli Petersen
0-2: Súni Olsen
Føroyameistararnir
úr HB vóru ógvuliga
hepnir at hava øll trý
stigini við sær aftur
av Skála leygardagin
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í bólki 2 í kappingini um
Løgmanssteypið er HB
stórfavorittur til at vinna
bólkin, men enn hevur
havnarfelagið ikki verið
serliga sannførandi. Leyg-
ardagin var meistaraliðið á
vitjan á Skála, og tað var
ikki heilt uppiborið at HB
vann 1-0 og fekk øll trý
stigini.
Brendir møguleikar
Í fyrra hálvleiki í dystinum
á Skála vóru ikki teir stóru
málmøguleikarnir,
men
skálamenn vóru minst líka
ofta á vitjan í brotsteiginum
hjá HB, sum meistararnir
vóru í brotsteiginum hjá
Skála. Tað eydnaðist tó HB
at fáa einasta málið í
dystinum beint fyri hálv-
leik. Eitt hornaspark var
sent høgt innfyri, og mál-
verjin hjá Skála, ið annars
leikti ein góðan dyst, fór
skeivur av bóltinum, og so
var lagamanni hjá Hans á
Lag við handaru stong at
skalla bóltin í tóma málið
til 1-0 til HB.
Eftir steðgin vóru skála-
menn nógv sjónligari. Teir
vóru nógv ágrýtnari og
naskari enn havnarmennin-
ir, men teir dugdu ikki at
gagnnýta sínar møguleikar.
Havnarliðið fekk als ikki
sítt spæl at hanga saman,
og tað var heilt týðuligt, at
liðið ikki er samanspælt
enn. Dysturin á Skála var
ikki væl spældur, men
skálamenn vóru ikki sørt
óhepnir at tapa dystin.
Heimasigur á Mølini
Á Mølini á Eiði hittust hini
bæði liðini í bólki 2, EB-
Streymur og VB. Heimalið-
ið byrjaði betur, og tá ið
fyrri hálvleikur var okkurt
um hálvrunnin legði EB-
Streymur seg á odda.
Rumenin Sorin Anghel
spældi hegnisliga Sonna L.
Petersen leysan, og runa-
víkingurin sveik ikki og
skoraði til 1-0.
Í seinna hálvleiki gekk
leikur eitt sindur meiri
javnt á, men um miðjan
seinna hálvleik økti heima-
liðið um leiðsluna. Væl-
leikandi Hans Pauli Samu-
elsen sendi ein góðan bólt
inn um verjuna hjá vágb-
ingum til Sorin Anghel, og
rumenin skeyt bóltin mill-
um beinini á Bjarna Johan-
sen, og so var felagsliðið á
odda 2-0. Vágbingar fingu
minkað um munin nakað
fyri leiklok, men tað var
ikki nóg mikið, og tískil
fekk EB-Streymur síni
fyrstu stig í steypakapp-
ingini.
HB er nú einsamalt á
odda í bólkinum við fullum
stigatali, men enn hava
meistararnir ikki víst nakað
sannførandi spæl. Gamaní
er nakað av nýggjum fólki
komið til, men so stórar eru
broytingarnar á liðnum
heldur ikki. EB-Streymur
og VB hava bæði trý stig,
meðan Skála enn einki stig
hevur. Komandi vikuskifti
skal HB til Vágs, meðan
EB-Streymur
og
Skála
hittast.
Skála-HB 0-1 (0-1)
0-1
Hans á Lag
EB-Streymur-VB 2-1 (1-0)
1-0
Sonni L. Petersen
2-0
Sorin Anghel
2-1
Milan Kulic
Bólkur 1:
Nógv upp og niður
Runavíkingar
høvdu mest sum
sigurin vísan,
men í evstu løtu
eydnaðist kortini
KÍ at javna
Bólkur 2:
Reytt til landsliðsskiparan
Bólkur 3:
Hepnir meistarar