mikudagur 7. november 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Motivið var húsið
á Gerðisvegi
Ákæruvaldið hevur sína greiðu teori um, hví ákærdi kroatin gjørdi av við
Pidda. Hann og fyrrverandi kona Pidda skuldu flyta inn saman, og húsini á
Gerðisvegi var besta loysnin
Leo Poulsen
Tað kom fram í rættinum
í gjár, at fyrrverandi kona
Pidda var vorðin upp á vegin
við nýggja unnusta sínum, og
tí vildu tey bæði fegin flyta
saman at búgva.
Kriminalpolitiið
hevði
funnið ymisk skjal á telduni
hjá ákærda, sum bar brá av
leigusáttmála. Eisini funnu
teknikarar hjá politinum tvey
nærum eins skjøl, har umrøtt
var, at Dánial Petur Hansen
skuldi flyta úr húsunum og
ikki nærkast teimum aftur
minni enn 500 metrar.
Øll trý skjølini vóru um
sett í Google Translate, og
øll trý skjølini høvdu sama
kroatiska orðið, ið var skeivt
stava. Orðið, ið talan er um,
merkir »bera út« ella »bera
inn« í eini hús.
Ákærdi maðurin segði
seg einki kenna til hesi skjøl,
hóast tey lógu á hansara
egnu teldu. Somuleiðis segði
hann, at hóast hann visti,
hvat Google Translate er,
hevði hann ongantíð nýtt
tað.
Men tá ákærin vísti á, at
teldufrøðingar hjá politinum
høvdu funnið 25 nýtslur av
Google Translate á telduni
hjá ákærda seinastu tveir
mánaðirnar, áðrenn hann
var handtikin, greiddi hann
frá, at hann stundum nýtti
hetta hjálpitól at umseta
einstøk orð.
Upp á vegin
Ákærdi greiddi frá, at hann
einaferð fyrst í oktober í fjør
fekk at vita frá fyrrverandi
konu Pidda, at hon var upp á
vegin, og at tey bæði tí skuldu
hava eitt barn saman.
Ákæruvaldið vísti tó við
sterkum ábendingum á, at
hesin upplýsingum allarhelst
er givin ákærda væl fyrri.
sms-boð, send teirra mill
um, vísa, at tónalagið í hans
ara
sms’um
til
hennara
broyttu tónalag. 22. septem
ber hevur hann sent henni
sms, har hann fleiri ferðir
sigur, hvussu góður hann er
við hana. Men í einum sms’i
25. september er tónalagið
broytt, og nú kallar hann
hana fyri mamma. Og tað er
prógv fyri, heldur ákæru
valdið, at ákærdi einaferð
millum 22. og 25. september
hevur fingið at vita, at hann
skal vera pápi.
Hetta ger so alt, at tey
bæði fara at sóknast eftir
einum staði, har tey kunnu
búgva saman.
Og tað sær út til, at tað
skal eydnast teimum, tí onk
usvegna frætta tey um eini
hús á Mýravegi, sum møgu
liga verða sett til sølu. Ákærdi
setir seg í samband við
avvarðandi av húsunum og
fær at vita, at tey møguliga
verða sett til sølu eftir
nýggjár, og annars at fylgja
við á heimasíðum og í
bløðunum.
Men hetta eru sjálvandi
ikki so góð tíðindi, og tí
verður ein annar møguleiki
vendir.
Keypa á Gerðisvegi
Tað kom fram í rættinum,
at Piddi hevði bjóðað fyrr
verandi konuni at keypa
hana út soleiðis, at hann
einsamallur skuldi eiga hús
ini á Gerðisvegi 34.
Tilboðið ljóðaði upp á, at
Piddi skuldi gjalda konuni
115.000 krónur, sum var metta
frívirðið í húsunum. Hesum
tók konan tó ikki av.
Seinni, tá tað stóð greitt,
at keypið á Mýravegi neyvan
bleiv til nakað, bjóðaði fyrr
verandi konan Pidda júst
sama tilboð, sum Piddi hevði
bjóðað henni. Hetta er 11.
oktober, og 29. oktober tosa
Piddi og sakførari hansara
saman um hetta.
2. november rykkir sak
førarin Pidda eftir einum
svari. Hetta er dagin fyri, at
Piddi etur nátturða saman
við einum vinmanni.
Fríggjanáttina 4. novem
ber veit politiið við vissu, at
Piddi tosar við ein vinmann.
Samtalan byrjar klokkan
03.12 og endar 03.31, og tí
kann sigast við vissu, at Piddi
tá var á lívi.
Klokkan
03.56
svarar
ákærdi
einum
Facebook
boðum frá unnustuni, og
teoriin hjá ákæruvaldinum
er tí hon, at einaferð eftir
03.56 er ákærdi farin við
Skodabilinum til Gerðisveg,
hevur dripið Pidda, og so
eftir øllum at døma koyrt
hann til Norðoyatunnilin, har
hann hevur »goymt« hann í
næsta stóra víkiplássinum
Leirvíksmegin frá.
Við Pidda beindan av
vegnum – er teoriin hjá
ákæruvaldinum, at ákærdi
hugsar – er leiðin opin hjá
teimum báðum at flyta inn á
Gerðisvegi 34.
Pidda-málið
Tað vóru húsini á Gerðisvegi, sum enn stóðu í navninum hjá fyrrverandi konuni hjá
Pidda, sum sambært ákæruvaldinum er motivið fyri drápinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tíðargreining
3. november klokkan 15.45
Piddi keypir inn í Rúsuni
3. november klokkan 19.20:
Ein hýruvognsførari, sum hevur etið nátturða
saman við Pidda, fer av Gerðisvegi 34. Piddi
rættiliga ávirkaður.
3. november klokkan 15.56-24.00
Ákærdi til arbeiðis á Bakkafrost
4. november klokkan 03.12-03.31
Piddi tosar í telefon við ein vinmann
4. november umleið 03.00
Skodabilurin stolin úr túninum hjá foreldrunum
hjá fyrrverandi konu Pidda. Ákærdi eltir bilin til
Norðoyatunnilin og heim aftur í túnið.
4. november eftir døgurða
Ákærdi koyrir til Norðyatunnilin og kannar,
hvussu langt inn í tunnilin Skodabilurin kundi
koyra og koma út aftur, meðan hann roykti tvær
sigarettir
5. november fyrrapart
Ákærdi og fyrrverandi kona Pidda hittast á
Gerðisvegi 34, og fara undir at gera reint
6. november
Ákærdi og unnustan í Havn til
fimleikaframsýning
8. november
Piddi verður meldaður sum saknaður
8., 9. 10. november
Politiið kannar hjá Smyril Line og Atlantsflog,
um Piddi kann vera farin av landinum, stórt
leitiarbeið verður sett í verk
10. november klokkan 02.00-0.300
Skodabilurin verður stolin fyri aðru ferð uttan
fyri húsini hjá unnustuni hjá ákærda. Hann
stendur aftur í túninum morgunin eftir
15. november
Húsini á Gerðisvegi 34 verða sperrað av av
politinum, og málið broytist frá saknaðum
persóni til drápsmál
8. desember
Ákærdi avdúkar okkurt, sum fær politistin, ið
avhoyrir hann, at steðga avhoyringini, tí hann
metir, at verjin eigur at vera til staðar. Ákærdi
vildi ongantíð aftur útgreina, hvat hann var í
ferð við at greiða frá
17. og 22. juli
Ákærdi teknar tríggjar tekningar av økjum í
Neshaganum, har Piddi møguliga er grivin