mikudagur 7. november 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Maðurin, sum er ákærdur
fyri at hava beint fyri Dánjal
Petur
Hansen,
vanliga
nevndur Piddi, gav sjálvur
løgregluni slóðir at elta í
royndunum at finna Pidda
aftur,
Tað er komið fram í
rættinum í gjár.
Har var tann ákærdi
tráspurdur um, hvønn leiklut
hann hevði í, at Piddi hvarv
og ikki er komin aftur íaftur
enn.
Tað kom fram, at tvær
ferðir gav hann løgregluni
tipp um, hvar Piddi kundi
vera.
Løgreglan
kannaði
málið. Aðru ferðina góvu
kanningarnar úrslit, men
aðru ferðina var onki hald í
tippinum.
Einaferð var løgreglan í
Norðoyatunlinum og leitaði
eftir sporum eftir Pidda
Tá fann løgreglan bæði
blóðspor eftir Pidda og ein
skógv.
Tað
var
tann
ákærdi
sjálvur, sum vísti løgregluni
á hesa slóðina.
Hann segði, at hann hevði
fingið illgruna um hetta
staðið frá tí, at skodabilurin,
hann hevði koyrt í, var stolin
fyrru ferðina, sum greitt
erfrá í aðrari grein.
Hann
hevði
koyrt
aftan
á
skodabilin
yvir
til Norðoyatunnilin, men
hann fór ikki aftan á bilin
ígjøgnum tunnilin, tí hann
átti ikki fyri tunnilsgjaldið
og hevði heldur ikki nóg
mikið av olju í tanganum.
Hann sá, at trý fólk vóru í
skodabilinum, tá ið hann fór
inn í tunnilin
Hann bíðaði uttanfyri,
men tá ið skodabilurin kom
út aftur, vóru bara tvey fólk
í honum.
Tó tíð
Dagin eftir var ákærdi farin
aftur til Norðoyatunnilin.
Tá hevði hann kannað
eftir, hvussu leingi skoda
bilurin
mundi
vera
í
tunlinum.
Í
meðan
bilurin
var
í
tunlinum,
hevði
hann
roykt tvær sigarettir og so
lukkaðist hann eisini at
pissa.
Dagin eftir gjørdi hann
tað sama og tók tíð at vita,
hvussu leingi tað tók.
So koyrdi hann inn í
tunnilin at vita, hvussu langt
inn tað bar til at koyra og
aftur upp á hesa tíðina.
Hann kom eftir, at Skoda
bilurin mátti vera steðgaður
við
tað
stóra
víkiplássi
leirvíksmegin, tað er annað
víkipláss úr Leirvík, har eitt
betonghús stendur.
Ákærdi segði, at hann
hevði koyrt framvið har og á
vegnum hevði hann sæð ein
myrkan blett á asfaltinum.
Tað kundi vera blóð, ella tað
kundi vera olja, men hann
var ikki farin úr bilinum at
kanna hetta nærri.
Tað
var
hetta,
hann
boðaði løgregluni frá og tá
løgreglan fór at leita, funnu
tey blóðspor av Pidda og
seinni fann ein maður frá
Landsverki eisini ein skógv,
sum tað vísti seg, at Piddi
átti.
Ákærdi
hevði
onga
forkláring upp á, hvussu
hann
kundi
vita,
at
skodabilurin hevði steðga
akkurát við hatta víkiplássið,
tí hann kundi ikki vita,
hvussu skjótt, bilurin hevði
koyrt.
Onki úrslit
Ákærdi
maðurin
hevði
eisini fortalt løgregluni, at
hann hevði sæð ein bil á
vegnum til vindmyllurnar
í Neshaganum, har tveir
mans høvdu tikið ein posa
úr bilinum vil onkrum í og
høvdu grivið tað niður.
Men hann dugdi ikki at
siga, hvat slag av bili tað var,
ella hvussu menninir sóu út.
Hann hevði teknað fyri
løgregluni, hvar tað var og
hann hevði eisini verið við
løgregluni í Neshaganum og
víst teimum, hvar teir skuldu
grava.
Men kanningarnar góvu
onki úrslit.
Hann tvíhelt um, at hann
hevði ongantíð talað orð
um, at tað var Piddi. Hann
avsannaði eisini, at hann
einaferð
hevur
sagt
við
løgregluna, at tað var eitt lík.
Í rættinum dag segði
hann, at talan kundi vera um
ein seyð ella ein hund, ella
okkurt annað dýr. Men hann
vitsti eisini, at Piddi var ikki
stórur maður, men førur.
Hann
hevði
onga
forkláring uppá, hví hann
hevði
fortalt
løgregluni
hetta, um so var, at hann
helt, at talav var um eitt djór
av onkrum slagi.
Tað vísti seg eisini, at
Ákærdi gav
sjálvur løg
regluni spor
PIDDAMÁLIÐ Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjal Petur
Hansen, gav sjálvur løgregluni slóðir at elta í uppkláringararbeiðnum
pidda-málið
Í meðan bilurin var
í tunlinum, hevði hann
roykt tvær sigarettir og
so lukkaðist hann eisini
at pissa
Tað var tann ákærdi sjálvur, sum
vísti løgregluni á hesa slóðina