Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 33 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, noktar seg sekan, sjálvt um blóð av Pidda var funnið á bili hansara, og lutir úr húsunum hjá Pidda vórðu at finna heima hjá tí ákærda manninum Randi Jacobsen Mánamorgunin fór Føroya rættur undir at viðgera revsi­ málið móti 33 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri at hava dripið og beint fyri líkinum av Dánjal Peturin Hansen. Seinasta lívsteknið frá Pidda kom klokka 03.31 4. november í fjør, tá ið hann endaði eina telefonsamtalu við ein vinmann. Tann ákærdi maðurin var róligur í rættinum, og hann noktaði seg sekan í øllum ákærum, sum reistar eru móti honum. Men hóast líkið av Pidda framvegis ikki er funnið, er ákærin sannførdur um, at tann 33 ára gamli maðurin er sekur. Hann hevði motiv til at gera tí, tí fleiri ábendingar eru um, at ætlan hansara var at yvirtaka húsini, sum Piddi búði í. Haraftrat eru ymiskir lut­ ir hjá Pidda, eitt nú telefonir, pass, klæðir og seingjarklæðir funnin á bústaðnum hjá tí ákærda manninum. Sárt Sjálvt um tað er hart og sárt hjá skyldfolkunum hjá Pidda at skula hoyra um málið í rættinum, hava tólv skyldfólk valt at sita í Dómhúsinum og lurta. Foreldur, systkin og onnur. Tey vilja hava at vita, hvat er hent. Nógv stóð á hjá fleiri teirra, tá ið ákærin mána­ dagin greiddi frá gongdini í málinum, kanningar og vísti myndir tiknar í húsunum hjá Pidda, tí har var so nógv blóð á myndunum. Tað hevur undrað fólk, hví tað skuldi ganga eitt heilt ár til málið kom fyri rættin, men sum ákærin greiddi frá teimum umfatandi kanning­ unum, er lættari at skilja, hví arbeiðið hevur verið so tíðar­ krevjandi. Kanningararbeiðið bleiv ikki lættari av, at tann ákærdi alla tíðina hevur noktað seg sekan, er komin við ymiskum frágreiðingum, og líkið ong­ an­tíð er funnið. Tað kann vera torført at skilja, at ákræuvaldið í fyrsta lagi hevur ákært mannin fyri manndráp, og í øðrum, triðja og fjórða lagi hevur skuldsett hann fyri at hava medvirkað til manndráp, kanska saman við øðrum, at hava lagt á Pidda, sum doyði av tí og fyri at hava medvirkað til harð­ skapin og kanska saman við øðrum. Skal ikki sleppa undan Tað er ikki tí, at ákæruvaldið ivast í, at tann ákærdi hevur dripið, men vit noyðast at taka hasi fyrivarnini, um nú tann ákærdi kemur fram við, at onnur vóru við, ella kemur við eini frágreiðing, hvat hendi. Um hann bara hevði verið ákærdur fyri einsa­ mallur at hava dripið, og hann ikki kann dømast fyri tað, hevði hann verið frí­ dømdur, segði ákærin Linda Hesselberg í rættinum. Hon legði nevningunum eina við, hvat tey serliga skulu hava í huganum. Kanningarnar hava verið sera umfatandi. Tey hava kannað telefonir og teldur, gjørt umfatandi kanningar á bbústaðnum hjá Pidda, hjá tí ákærda og heima hjá kvinn­ uni, sum Piddi var giftur við og kom saman við tí ákærda manninum. Haraftrat varð leitað í vikuvís og í fleiri umførum nógva staðni í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Leitað varð bæði á sjógvi og á landi, og í hesum leitingum luttóku bæði fólk, tyrlur og hundar. Verjuleysur maður Nógvar DNA kanningar eru gjørdar av blóði alla møguliga staðni. Linda Hesselberg segði, at tann ákærdi hevði sum mo­ tiv, at hann ætlaði at yvirtaka húsini, sum Piddi búði í, men sum fyrrverandi kona hans­ ara var tinglýsti eigarin av. Hon segði eisini, at Piddi hevur verið verjuleysur, tí hann var drukkin, og kanska var hann sovnaður. Ákæru­ valdið ivast ikki í, at Piddi doyði heima hjá sær sjálv­ um. Tann ákærdi hevur ikki dugað at greitt frá, hvar hann var ta náttina, sum vissa er fyri, at hann var á lívi. Eftirlýstur Málið kom upp í hendurnar á politinum, tá ið ein skyld­ maður fýra dagar eftir, at hann sambært politinum sein­ast var sæddur, ringdi og boðaði frá, at Piddi var horvin. Skyldmaðurin helt, at Piddi helst var fallin í drukk onkrastaðni. Hann skuldi um morgunin verið møttur í arrestini at sita ein dóm, men var ikki møttur. Í fyrsta umfari var hetta fyri politiið eitt mál um ein saknaðan persón, Slík mál eru ofta, eitt nú tá ið fólk ikki møta upp til eitt flogfar ella til Norrønu, sum tey hava ferðaseðil til. Gjøgnum Føroya Tele fekk politiið at vita, at Piddi hevði tosað í telefon í 19 minuttir við ein vinmann 4. november í fjør. 9. november varð hann eftir­ ­lýstur, og heitt varð á allar politipatruljurnar um at hava eyguni viåð sær, um Piddi var at síggja nakra­ staðni. Peningastovnarnir vórðu spurdir, og staðfestast kundi, at hann seinnapartin 3. nov­ ember hevði verið í Norðoya Sparikassa og tikið pening út. Mamma Pidda hevði verið á hurðini hjá soninum, men har var bæði læst og myrkt. Passið var vekk 9. november fór politiið inn í húsini. Har lá einki bræv, men politiið fann ein svartan pengapung við visakorti í, koyrikorti og passi hjá konu­ ni og nøkrum børnum. Men passið hjá Pidda var ikki har. Ákærin nevndi, at far­tele­ fonin hjá Pidda var tendrað aftur 9. november, men varð sløkt aftur. Tá ið telefonin Noktar blank Tann ákærdi greiðir frá í rættinum Pidda-málið