Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 var tendrað, var hon á leiðini við Gøtu. Politiið frætti í teimum døunum frá umleið 300 fólk­ um, sum antin høvdu søgdu seg hava sæð Pidda, ella tey høvdu onkrar tankar um, hvar hann kundi vera at finna. Allar hesar upplýsingar vórðu eftirkannaðar, eisini upplýsingar frá fólki, sum søgdu seg hava evni til at ”síggja”. Heima hjá Pidda varð funn­ ­in ein posi við seks ølum, og polistarnir hildu, at tað, sum var á posanum var blóð. So var. 12. november small tann nú ákærdi maðurin og fór á Landssjúkrahúsið. Fram­man­ undan hevði atburður hans­ ara verið heldur løgin, hava fólk greitt politinum frá. Tá fekk politiið illgruna til tann nú ákærda mannin. Politiið tosaðði eisini við ein hýruvognsførara, sum 3. november hevði verið heima hjá Pidda og etið nátturða saman við honum. – Hann er tann seinasti sum eftir fatanini hjá poli­ tinum seinast hevur sæð Pidda, segði ákærin. Frá eftirlýsing til drápsmál 12. november fór málið frá at vera ein leiting til kanning av einum drápsmáli. Dagin eftir varð tann ákær­-di avhoyrdur á Lands­ sjúkrahúsinum. Hann skilti álvaran og læt politinum fáa telefon sína. Fyrst vildi hann tó sleppa at ringja til arb­ eiðsplássið at boða frá, at hann ikki kom til arbeiðis dagin eftir. Tað slapp hann. Áskærin legði dent á, at als eingin illgruni var til fyrrverandi konuna og tá­ verandi unnustuna hjá tí nú ákærda manninum. Einki illgrunasamt var at finna í hennara teldu ella telefon, á bústaðinum ella í bilinum, hon koyrdi við. 15. november varð maður­ in aftur avhoyrdur við tulki, tí maðurin var útlendingur. Tað kvøldið varð hann kann­ aður á Landssjúkrahúsinum, og ymisk prus sóust á herða­ blaðnum og hondum hans­ ara. Dagin eftir varð hann varð­haldsfongslaður. Og so vórðu boð send eftir kriminalteknikarum úr Dan­ mark. Óhugnaligt hús Í rættinum vórðu vístar sterk­ ar myndir tiknar í hús­unum, har Piddi búði. Blóð og leivdir av blóði vóru at finna allastaðni, í kamarinum, í songini og á gardinunum, í gongini, baði­ rúminum og ymsa staðni út í bilhúsið. Øll seingjarklæðini vóru burtur. Í bilhúsinum stóð ein spann við blandi av vatni, sápu og blóði í. Tað var týðiligt, at har var vaskað, og ein sápudunkur stóð eisini í gongini. Uttan fyri kamarshurðina stóð ein moppa. Men illa var vaskað, og haraftrat bar til at framkalla blóðleivdirnar, tí blóð hvørv­ ur ikki so. Nógv blóð var eisini at finna í bilinum, sum tann ákærdi plagdi at koyra í, við øskubikari, á girstongini, á forsetrinum og aðrastaðni. Tá ið bilurin var kannaður aftur tveir mánaðir seinni, var nakað moðið at síggja á forsetrinm. Tað var av blóði. Nærri kanningar vístu blóð á síðurútinum og undir loftinum, og seinni varð blóð at finna innan fyri nummar­ pláturnar, sum høvdu verið tiknar av. Baksetrið tikið úr Baksetrið var ikki í bilinum. Tann ákærdi hevði sagt poli­tinum, at tað lá uttan fyri húsini, men har var tað ikki. Tað varð funnið í hjalli hansara. Har var eisini blóð av Pidda at finna. Ákærdi greiddi frá, at vitni høvdu sæð ákærda vaska bilin. Tann nú ákærdi maðurin var við, tá ið bústaður hans­ ara á Nesi varð rann­sak­að­ur. Í stovuni vór funnir einir skógvar, og fótasporini av teimum samsvaraðu við spor funnin heima hjá Pidda. Í hjallinum vórðu funnin fleiri blóðug klæðir. Seingjarklæðini hjá Pidda vóru ikki í heiminum í Runa­ vík, men tá ið rannsakað varð á nesi, varð har funnið eitt dýnuvor, og í tí vóru bæi dýna, koddar og lak alt fult av blóði. Pannan varð somu­ leiðis funnin við blóði av Pidda á. Ein jakki hjá ákærda varð somuleiðis funnin við hans­ ara egna blóði á. Tann ákærdi hevur sagt politinum, at hann ongantíð hevði tosað við Pidda, bara borið eyga við hann. 8. desember í fjør varð tann ákærdi maðurin av­ hoyrd­ur, og tá segði hann nakað, sum politistarnir hildu vera so álvarsligt, at teir hildu mannin skula hava advokat hjá sær. Peikaði á Norðoyatunnilin Men tá ið hann skuldi av­ hoyrast aftur nakrar dagar eftir, vildi hann einki siga. Ákærin vildi ikki greiða frá út í æsir, hvat henn hevði sagt, men tað var nakað um, at hann hevði sæð blóð í Norð­oyatunlinum. Tí varð farið at leita í Norðoyatunlinum, har blóð av Pidda var funnið. Fólk frá Landsverki komu eisini fram á ein skógv, sum Piddi hevði átt. Telefonin hjá Pidda var ikki at finna nakrastaðni, men okkurt fekk politiið til enn eina ferð at fara at leita eftir telefonini. Átta politistar fóru avstað, og teir byrjaðu allir at leita í húsunum á Nesi. Uppi á bitanum i kjall­ aranum á Nesi vórðu tvær telefonir hjá Pidda funnar, og har lá eisni pass hansara. Fyri at kanna kjallaran nærri, varð øll bjálvingin tikin niður. Í tveimum umførum vórðu umfatandi leitingar gjørdar í Nes haga. Tað kom av, at tann ákærdi hevåði sagt við tveir politistar, at hann visti, hvar Piddi lá grivin. Hann teknaði, hvar tað varð. Leitað varð fyrru ferð við tveimum hundum og seinnu ferð við fýra hundum, men einki varð funnið. kt at hava dripið Verjin lurtar eftir tí ákærda Tann ákærdi vitnar Pidda-málið