Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Joen Peter Petersen Bergur Andreasen stjóri og vinnurekandi í Tórshavnar Kommunu seinastu 22 árini Kári P. Højgaard formaður Sjálvstýrisfloksins Ja, yvirskriftin sigur alt - at vit á Sandoynni rópa mayday, tí hettar er síðsta útkall til tykkum, sum sita við landsins leiðslu. Fáa vit ikki ein tunnil nú, so doyr Sandoyggin út. Gerið td. eina kanning, hvussu nógv gomul fólk eru á Sandoynni. Eg eri ein skuffaður sambandsmaður - sera skuffaður - og tað er nógv fyri, at man skal verða svikin ár eftir ár av sínum egnu partamonnum, hvar teir hava lovað og lovað at gera ein tunnil til Sandoynna. Men gakk - tað er sum at sletta vatn á gás og hvat tosa teir ovastu í Sambandsflokkininum. Málsetningurin í valskránni ljóðaði so idylliskur hjá okkum, og eg loyvi mær hervið at citera úr valskránni hjá Sambandsflokkinum til seinasta løgtingsval í 2011: Landið hevur seinastu nógvu árini brúkt nógva orku og pening uppá at útbyggja infrakervið í Føroyum. Hetta hevur havt við sær, at umleið 85% av øllum føroyingum hava fast samband og kunnu koyra í millum økini í landinum – undantikið Suðuroyggin, Sandoyggin og útoyggjarnar. Sa m ba n d s f l o k ku r i n fer at virka fyri, at øll øki í landinum verða líkastillað við møguleikum at flyta fólk og farm. So nú livdi eg í tí vón, at Sambandsflokkurin varð tann flokkurin man kundi vænta, sum fór at brúka sína orku uppá, at vit fóru at byrja uppá tunnilin og tað fór at birtast eitt ljós fyri framman,fyri okkum sum búgva í útjaðarinum. Men nú ein dagin hoyrdi eg, at farast skuldi undir at gera tunnil til Viðareiðis - og eg skal ikki siga, at tey ikki treingja til ein tunnil - jú vist gera tey tað. Men eg haldi, at vit hava bíðað so leingi og tað eru fleiri ár síðan at byrjast skuldi uppá tunnilin, men nú sær svart út hjá okkum, at vit nakrantíð fáa eitt fast samband til oynna. Alt tað unga fólki vendir ikki heimaftur til Sandoynna og eg kundi gott hugsa mær at vita, hvussu nógvar ungar familjur eru á Sandoynni og hvussu nógv er minka hesi seinastu 5 árini. At fólk eru rýmd vegna, at tey noyddust vekk, tí onki arbeiði var og tað eru nógv, sum pendla um fjørðin og skal viðmerkjast, at tað mangan ikki er stuttligt at gera. Mín áheitan til Sambandsflokkin er: takið tykkum nú saman til at byrja uppá eitt fast samband til Suðurøkið. Tað er ikki tann stóri trupulleiki, at bara kunna rópa um tað í eini valskrá og ikki halda lyftini ella gera tað, sum summir av løgtingslimunum hjá Sambandsflokkinum - gera okkum upp í pengum. Haldi, at tit skulu taka tykkum saman nú og seta pengar av til Suðurøkið. Vinarliga – ein, ið kanska er búgvandi á Sandoynni um 5 ár. Mayday - Mayday! Útbúgving er ein íløga í framtíðina. Okkara ungu skulu hava neyðuga vitan og barlast, at møta teimum abjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða. Fiskivinnan er framhaldandi okkara høvuðsvinna, men gongdin er við at broytast. Í 2001 vóru 93 skip og 1211 fulltíðarstørv sum fiskimenn. Í 2011 vóru 64 skip og 769 fulltíðarstørv sum fiskimenn. Í sama tíðarskeiði er blivið truplari at fáa manning til partar av føroyska fiskiflotanum. Fiskimenn í stórum tali leita sær kjans við norskum ella grønlendskum fiskiskipum, ella teir fáa arbeiði innan oljuvinnuna. Fyri tann, sum hevur eina góða maritima útbúgving, er lætt at fáa fast starv, og tørvurin á sjófólki er ovurstórur. Eitt felags mál fyri tey ungu má verða, at útbúgvingarnar í mest møguligan mun eru tillagaðar tí tørvi, sum kann væntast at verða í samfelagnum, tey komandi árini. Málið er sjálvsagt, at eitt arbeiðið stendur í boðið, tá lærutíðin er komin at enda. Talið av ungum, sum velja sjóvegin og mynstra, er munandi minkað seinastu árini. Tí er tað ein vaksandi trupuleiki, at fáa mannað partar av fiskiskiflotanum. Avleiðingin av hesi gongd er, at saman við minkandi talinum av føroyskum fiskimonnum, fer vitanin og royndirnar, sum vit hava vunnið okkum gjøgnum fleiri ættarlið. Í roynd og veru kann óhepna gongdin gerast katastrofal fyri høvuðsvinnu okkara, um vend ikki kemur í. Ein møgulig orsøk til, at so fá ung fara til skips, er kravið um trygdarskeið og Bláubók fyri at mynstra. Hesi krøv eru neyðug av trygdarávum og kosta áleið 4000 krónur. Fleiri av teimum ungu hava ikki fíggjarliga orku, til at gjalda eina slíka peningaupphædd fyri at fáa staðfest, um sjóvinna skal verða teirra framtíðar lívstarv. Endamálið má vera, at trygdarskeið ikki skal verða ein forðing ella fløskuhálsur, sum tað vegna ov høgan kostnað í veruleikanum er blivið. Útbúgving og sjóvinna er ikki mítt málsøki, harafturat eru øll ráðini rakt av sparingum. Men tað er ein felags skylda hjá okkum, sum hava ábyrgd av hesum samfelagnum, at vit taka avbjóðingina í álvara og fremja neyðug tiltøk. Um 300 til 400 ung árliga taka av tilboðnum, verður talan um ein kostnað áleið 1,5 mió. Sum samfelag hava vit ikki ráð at lata standa til og onki gera. Ókeypis tilboð um trygdarskeið og Bláu Bók, til øll sum ganga á framhaldsdeild í fólkaskúlanum Eftir at vit noyddust í fjølmiðlarnar við einum lesara­brævi undir yvir­ skrift­ini, “Kommunan ger korini ótolandi fyri handils­vinnuna í Havn” fyri fáum døgum síðani, har vit kærdu okkum um ta sera órættvísu viðferð, sum fyritøka okkara, Sp/f Kaj Andreasen & Co, hev­ ur fingið frá Tórs­havn­ar kommunu við­víkj­andi millum annað einum vant­andi byggiloyvi, hev­ ur Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri, tíbetur tikið mál okkara í egnar hend­ ur og lovar at loysa tey. Tað var skjótt, at borgar­stjórin ringdi til mín og bjóðaði til fundar, so skjótt lesarabrævið hjá mær var komið í fjøl­ miðla­rnar, og hann lovaði mær at taka málið við á bý­ráðs­fund í somu viku. Býráðið hevur nú sam­ tykt at geva okkum byggi­ loyvi, og tað er at fegnast um. Takk fyri, Heðin Morten­sen, at tú – eisini fyri okkara viðkomandi – hevur gjørt slagorðið hjá tær og flokki tínum, “Vit fremja úrslit”, til veru­ leika. Eisini takki eg tær fyri, at tú lovar at loysa tvey onnur mál hjá okk­ um. Eg bíði í spenningi eftir skriv­liga byggiloyvinum frá Tórshavnar kommunu um­framt skrivligu til­ søgn­ini um loysn á hinum báð­um málunum. Heðin Morten­ sen fremur úrslit fyri okkum eisini