Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú nærkast til vit aftur skulu velja nýtt býráð her í høvuðs­staðnum, og lat tað verða sagt beinanvegin, at vit hava havt ein dugnaligan meir­luta, sum hevur lagt nógv góð úrslit eftir sær, - ikki minnst takkað verið góðu tjóðveldisumboðunum, sjálvt um hesi ikki hava stað­ ið fremst, sum prýði í bløðum og sjónvarpi. Eitt av hesum stórmálum, sum hesi leggja eftir seg, er ókeypis bussleiðin, sum bygg­ir á veruligt sam­halds­ festi og ikki minnst gott um­ hvørvis­ligt vinarligt átak. Ein skip­an, sum hevur vakt ans langt út um landoddarnar og kann gerast fyrimynd hjá øðrum. Treyðugt so kun­ nu og skulu ábøtur ger­ast á skipan­ina og við nú­ver­andi hugsun­ar­hátti hjá meir­luta­ num í býráðnum, er onki at ivast í, at tað eisini verður gjørt. Stóra takk fyri hetta! Men A-»garpa«liðið í bý­ ráð­num hevur ikki spælt við her, - tvørtur ímóti hava vit ofta hoyrt, at tey ynsk­ ja hesa samhaldsføstu og umhvørvisvinarligu skip­an har pipari grør,- sa­m­halds­ festi er ikki nakað í hóvar hes­um »gørpum«,- hvørki í lands- ella kommunalum høpi. Tí er tað bæði grátuligt og provokerandi, at síggja júst hetta A-»garpa«lið tagla buss­ar­nar út við herrópum um velja seg. Tað »sker meg í hjarta«, sum skilagóða konan sigur, at síggja hetta og eigur hetta at vekja eftirtanka hjá flestu veljarum. Ella hvat siga foreldur til, at hesir somu »garpar«, sum nú »prýða« bussarnar við sínum rakst­r­ar­rópum, samstundis vilja avtaka hesa ókeypis sam­halds­fasta tænastu, har m. a. børn tykkara kunnu fara inn í ein buss og koma til frá skúla, uttan at hugsa um gjald, ikki minnt í hesum ill­fýsnu heystardøgum? So­ lei­ð­is, sum skipanin er nú, er sam­haldsfesti, tá tað er best! Lat okkum sláa mann­garð um hetta glæs­liga sam­halds­ fasta og um­hvørv­is­vin­ar­ liga tiltak, sum ikki minst tjóð­veldis­umboðunum er fyri at takka, við ikki at lata A-»garp­arn­ar« fáa avgerandi vald í býráðnum! Ongin ivi er um, at við ein­um sterkum tjóðveldi í bý­ráð­num, verður hesi góðu skipan lív lagað, eins og kom­ mu­nan sum heild verður í góð­um hondum. So Tove og onnur: komið tit eisini við í hendan sam­ halds­fasta »bussin« og verð við til at menna hendan enn meira, ikki minnst á teim­um økjum har ábøtur og ný­skap­ ar­nir krevjast! Gamla skipan­ ina verður eitt risa­aftur­stig, Tove! Eitt gott samhaldsfast val! Kjak Gunnleivur Dalsgarð Sirið Stenberg Tjóðveldi »Tað sker meg í hjartað...« “Eg las í einum blaði í dag at tað eru so nógv børn sum hava tað ringt. Eg bleiv rættulig forfard. Tað er jú ikki á hvørum degi, at bløðini skriva nakað sum passar “ Orðini skal Astrid Lingren hava sagt, tá ið hon ein dagin las um tær vanlagnur nógv børn eru úti fyri. Tøgnin er brotin- hvat nú? Eisini her hjá okkum eru vit blivin betri til at seta orð á truplar støður, og eitt gott dømi er opinleikin um siða­ misbrot, sum tað ikki long­ ur tykist vera tabu at tosa um. Og alt gott um opin­leik­ an, men eg haldi tað vera uppá sítt pláss at fara meira seriøst til verka, og seta eitt miðvíset arbeiði í gongd, sum kann arbeiða fram móti eini null hugsjón á øki­ num. Gjøgnumgangandi fyri flestøll, sum traðka fram og siga sína søgu er, at tey ikki hava fingið nóg gott við­gerð­ ar­til­boð, og í nøkrum førum onki tilboð um hjálp. Tí eru søgur­nar í miðlunum í fleiri før­um eisini neyðarróp, og ein­asti vegur at fara. Tað eiga vit ikki at góðtaka sum polit­ isk­ur myndugleiki, men held­ ur taka uppgávuna á okkum um at gera alt vit kunnu fyri bæði at fyribyrgja kynsligum ágangi og veita hjálp til tey, sum eru rakt, og familjur teirra Null-hugsjónin Nógvir tættir skulu samvirka fyri yvirhøvur at nærkast hes­um málinum. Vit mugu seta fyribyrgjandi átøk í verk, upplysa og kunna børn, foreldur og fakfólk sum eru um barnið, umfamt al­menn­ ing­in sum heild. Kunningin má taka støðið í bæði at læra at siga frá, at duga at sígg­ja tekin, at vita hvussu man handferð mál o.s.fr. Her ligg­ur eitt stórt arbeiði fyri framm­an, sum tað tíbetur er sett hol á. Siðamisbrot mugu ikki vera sosialt acceptera Nógv dømi eru um børn og ung, sum hava gjørt vart við sína støðu, men ongin hev­ur trúð teimum. Nøkur hava beinleiðis sagt frá, onn­ur hava víst broyingar í atburði, sum ongin hevur meg­na at sett í samband við kyns­lig­an ágang. Ár seinni, tá ið sannleikin kemur fram siga nógv, at tey vistu gott, at okkurt var áfatt. Og øll ken­na til hugtøk sum barna­ lokk­ar­ir o.s.fr. Alt tekin um, at øll hava vitað, men ongin ella fá hava handlað. Tí kann man kanska loyva sær at siga, at tað partvís hevur ver­ið sosialt acceptera. Hetta má broytast í stundini. Tey vaks­nu hava ábyrgdina av at rea­gera, og politiski myndug­ lei­k­in hevur ábyrgdina av, at lógar­verk og hjálp eru skipað og tøk. Fleiri 100 tals børn og ung hava verið fyri kynsligum ágangi Gransking hjá Tóru Petersen vís­ir at 5,2 % av næmingum í 8 flokki hava verið fyri kyns­ lig­um ágangi. Hetta svar­ar til 36 børn. Man skal sjálv­sag vísa fyrivarni við at yvirføra hetta tal á aðrar aldurs­bólk­ ar, men hetta má vera ein greið ábending um, at vit hava við hundartals fólk at gera. 100 tals lagnur, sum eru merktar fyr lívið og, sum vit ikki hava verð nóg góð at taka okkum av. Men tað er ikki ov seint at byrja at gera nak­að við tað. Og tað hava vit skyldu til. Seinárin Lagnurnar eru mangar og sjálv­sagt ymiskar. Nøkur eyð­ken­ni, sum kunnu vísa seg sein­ni í lívinum eru tung­lyn­di, sálarsjúka, vón­ loy­si, vánaligt sjálvsvirði og sjálv­s­álit, misnytsla av rús­ evn­um, væntandi ar­beiðs­ førleiki o.s.fr. Alt eyðkenni, sum kunnu invalidera við­ kom­andi og familjur teirra. Tí er veruliga brúk fyri góðari hjálp á øllum økj­um. Hjá nógvum er tað eisini soleiðis, at nakrir av­leið­ ing­ar av kynsligum ágangi rættu­liga koma til sjónd­ar, tá ið viðkomandi er í øðr­ um truplum ella krevj­an­di støðum t.d, tá ið við­kom­ andi gerst foreldur. Á henda hátt kann kynsligi ágang­urin ávirka og breiða seg gjøg­ num generatiónir, um ikki hjálp verður sett inn. Tíbetur eru tað fólk sum hó­ast sína vanlagnu kunnu fáa eitt gott og virkið lív. Men tey eru sjálvdan komin til tað uttan við hjálp og stuðli. Eg trúgvi tí ikki fyrr enn eg síggi tað – eg síggi tað ikki fyrr enn eg trúgvi tí Kanska hava vit vent tað blinda eygað til ? Kanska hava vit ikki duga at tulka tekin ? Kanska hevur tað bara verið ov sárt at tosa um. Ella kanska hava vit ikki trúð tí vit ikki hava sæð. Men veruleikin er júst øvugt­ur, vit síggja tað ikki fyrr enn vit trúgva tí. Tí skal eitt arbeiði framhaldandi ger­ast við upplysing, kunn­ ing, fyribyrging og viðgerð. Og tað má bera til at fáa gjørt eina heildarætlan, sum fevnir um allar tættir, og arbeiðir fram móti eini null- hug­sjón á økinum. Alt annað er almennur um­sorg­an­ar­ svík­ur. Siðamisbrot – ein sorgarleikur Ein heildarætlan við eini null-hugsjón má vera endamálið