Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finnbogi Arge Leivur Thomsen Tað eru nógv framstig hend inn­an ítrótt í Tórshavnar Kom­mu­nu seinastu árini. Fim­leik­ar­ar­nir hava fingið Fimi, rennarar hava fingið Tórs­breyt og hoyvíkingar og koll­firð­i­ng­ar hava fingið nýggj­ar ítrótt­ar­hallir. Ynskilistin er tó framvegis lang­ur. Skotið er upp at gera lang­hyl, breiðka Badminton­ høll­ina til judo og borðtennis, og handbólturin rópar eftir hallar­plássi. Allar ítróttargreinar gera vart við seg, og tað er gott. Tað er tekin um nógv ung­dóms­virksemi, sum vil sleppa í gongd, men har karm­ar­nir enn ikki loyva tí. Hóast framstig, so tyk­ist tað at trupult hjá kommun­ uni at fylgja við tørvinum á ítrótt­ar­økinum. Heilsurákið hevur broytt lívsstílin hjá borgar­unum, og tí noyðist kom­mu­nan at laga seg til hesi viðurskifti. Fótbóltsfeløgini hava hild­ ið lágan profil higartil. Helst tí, at kommunan saman við FIFA er í einari tilgongd at gera eitt landsstadion á Tórs­ vølli, sum má vera í landi­ num, skulu vit halda fram við altjóða fótbólti. Fótbólturin er fremsta and­lit føroyinga uttanlands, og tí rós til Tórshavnar Kom­ mu­nu fyri viljan til at taka hesa uppgávu uppá seg. Tórsvøllur verður nógv brúktur til lands­liðs­venj­ing­ ar, so støðan er tann, at feløg­ ini her ikki kunnu rokna við Tórs­vølli sum venjingarvølli. Higar­til er bert eydnast at fing­ið nakrar fáar tímar um viku­na til tey smæstu. Sostatt eru í veru­leika­ num bert tveir vallir tøk­ir í Gundadali og ein á Argjum. Ovari og niðari vøllur í Gunda­dali eru í kapp­ing­ ar­árinum fult book­aðir av gomlu havn­ar­feløg­unum. Nýgg­ju feløgini Undrið og GIZA Hoyvík mugu bíða til seint út á kvøldið, áðrenn tey sleppa framat. Í ár hava 300 børn pendlað mill­um Hoyvíkshøllina, oman til ein lítlan Eysturvøll utt­an skiftirúm og wc, og so nið­an til Tórsvøll ella ovara og niðara vøll í Gundadali, tá tað hevur eydnast at funnið eitt pláss har. Ein støðug óvissa um nær og hvar hevur gjørt tað sera torført hjá børnum, for­eldr­ um og venjarum . Avlýsingar hava eisini verið neyðugar av somu orsøk, og tað hevur elvt til keðiligar støður fyri mong. Tann stóri trupulleikin er, at vallarkapaciteturin í Havn er alt ov lítil í mun til vaks­ andi áhugan hjá ung­dómi­ num fyri fótbólti. Í Tórshavnar Kommunu eru 3 fótbóltsvallir til 19.941 íbúgv­ar. Til samanberingar kann nevnast, at í Eystur­ oyn­ni eru 8 vallir til 10.743 íbúgv­ar. Tað hevði hjálp almikið, um ætlaði vøllurin í Hoyvík skjótt gjørdist veruleiki. Og hví ikki leggja graslíki á vøll­in við Venjingarskúlan, tað hevði ikki kostað nógv, men hevði munað væl, um feløgini fingu atgond til skiftingarhølið. Og skúl­in kundi brúkt vøllin í skúla­ tíð­ini. Støðan hjá fótbóltinum í Havn og Hoyvík kommunuval 2012 Kostpolitikkur er eitt ræðslu­orð, sum fær nógv at stúrsa við, tí tey ímynda sær lógir og para­graff­ir smoygdar nið­ur um herarnar. Mín sannføring er, at politikkur anno 2012 skal eisini taka støði í upp­lýsing, samskifti og sam­starvi, heldur enn ein­vegis valdsstýring. Allar avgerðir hava jaliga ávirk­an á summi og nei­ liga ávirkan á onnur. Politik­ar­ar eiga at hoyra all­ar bólkar sum verða ávirk­aðir og fakfólkini á økinum, fyri at finna ta bestu loysnina. Sam­ skif­ti tryggjar eisini at loysnirnar virka í prak­ sis. Tað manglar ein yvir­ skip­að­ur kost­politik­ur í Tórs­havnar kommunu á barna­ans­ingarøkinum. Í dag letur fuglur við hvør sín­um nevi, so at siga. Ein stovnur fylgir einum leisti og ein annar einum øðr­um. Sum foreldur muga vit hava trygd fyri, at børn okkara fáa heilsu­góðan kost, og dent­ur verður lagdur á góð­ar ráðvørur. Ein kanning herfyri vísti, at alt fleiri føroysk børn viga ov nógv og at fyribyrging og góðir matvanar eiga at verða sett inn tíðliga, helst áðr­enn børnini eru 4 ár. Sum størsta kommuna, eiga vit at ganga undan tá umræður góðan kost og dygd á rávøru. Eg fari at arbeiða fyri, at kommunan setir ein kost­ráðgeva, sum saman við stovnunum seta ljós á kost, heilsu og ta góðu rá­vøru­na. Stovnarnir skula fáa íblástur til spenn­andi máltíðir, spøl og aktivitetir, sum eru við at gera børnini til­ vit­að um kost, heilsu og góða rávøru. Børnini eru okkara dýra­bærasta tilfeingið, tey skula vit fjálga um. Les fleiri greinar á http://bjorgdam. blogspot.com Glað børn og trygg foreldur Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Símun Michael Sørensen Valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið Í býráðnum fari eg at ar­ beiða fyri, at fáa lang­tíð­ar ætlanir fyri bæði rakstr­ar­ út­eiðslur og íløg­ur, soleiðis at borg­ar­in fær at vita nær ið bý­ráð­ið fer ígongd við hesu ymisku verk­æt­lan­ir. Hetta gevur meira opin­ leika. Tað, sum vit mest hava upp­livað tey sein­as­tu árini, eru bara fyribilsloysnir, í stað­in fyri at gera hetta enda­ligt. Hetta ger, at pen­ing­ur verður brúkt­ ur óneyðugt, tí endaligar loysn­ir skulu gerast. Hetta ger, at arbeiðið verð­ur gjørt dupult, og møgu­liga tríggj­ ar ferðir. Eitt annað er, at allar eyka inntøkur sum kom­ mu­n­an ikki hevði lagt í fíggj­arætlan,­ eru brúkt­ar, uttan at vit borgarar fáa nak­að munagott fyri hes­ar eyka krónur. Hví eru hesar inn­tøk­ur ikki brúktar at niður­gjalda skuld ? Um eg verði inn­vald­ur, vil eg arbeiða fyri, at hal­ da fíggjarætlanina. Og eru eyka inntøkur, so skulu hesar ikki bara brúkast til onkra fyribilsloysn. Langtíðar ætlanir ístaðin fyri fyribilsloysnir Eg plagi at spáka mær ein túr oman Undir Bryggju­ bakka. Tað er ein framúr býar­uppliving. Har eru vakr­ ir bygningar, nýgjørdur kei­ kant­ur, básar at selja mat, og út­sýni er til bátabrúgvarnar við teimum nógvu ymsu bátu­num - ein vøkur og spenn­andi sjón, man leingi kann dvøljast við. Og so er har góður sólargangur eisini. Men har er framvegis held­ur deydligt. Var tað ikki Kaffihúsinum og Hvonn fyri at takka, var Und­ ir Bryggjubakka, eins og meginparturin av mið­býn­ um, oyðin. Ein orsøk til hetta er, at veghæddirnar í flestu bygn­ing­unum hýsa skriv­ stovum. Um veruligt lív skal koma aftur í hetta øki, má Tórs­ havn­ar Kommuna onkur­s­ vegna arbeiða fyri, at talið av skrivstovum á bryggjuni verð­ur avmarkað. Ein máti kundi verið at farið í dialog við tey, sum eiga bygn­ing­ar­ nar, og gjørt avtalu um, at bert ovaru hæddirnar verða brúkt­ar til skrivstovur. Ein annar møguleiki kun­di verið, at Tórshavnar Komm­una veitti stuðul ella lán til umbygging av hølu­ num, júst sum tá ið Guðr­ un og Guðrun fluttu í Niels Finsensgøtu. Um ikki annað riggar, er ein triði møgu­leiki, at Tórshavnar kommu­na keypir nakrar flóti­prám­ ar við húsum á og legg­ur teir við kei - ikki ov nógv­ar, kanska ein ella tveir. So kann ymiskt vinnuligt virk­semi fara fram í hesum, t.d. flót­ andi matstovur. Hesir kunnu lætt­liga flytast eftir ynski. Hetta er bert eitt hugskot. Ímynda tær eina mat­ stovu, sum borðreiddi við al­skyns góðum beinleiðis frá havi­num við uttandura borð­reið­ing um summarið - tað hevði jú verið eyðsæð, tá vit nú einaferð eru fiski­ vinnutjóð. Tað hevði har­ afturat verið eitt gott sam­ spæl millum vinnu, mentan og náttúru. Hetta er bert eitt dømi Undir Bryggjabakka verð­ur mill­um fólk ofta saman­borið við Nyhavn í Keyp­manna­havn. Hetta undir­bygg­ir tað ynski, sum er, og sum eg taki undir við, nevniliga at gera Undir Bryggju­bakka til bilfría frí­ stað­ið í Havnini, har man fer út at njóta lívið og kanska fáa sær ein betri bita í fan­ tast­iska maritima um­hvørvi­ num. X-estetiskt maritimt øki, X-lívsnjóting, X-Leivur Thom­sen, ein kreativur poli­ tikk­ari Les meira her: http:// www.politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Føroyska Nyhavn