Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað hava leingi verið ætlanir um hjá landinum at leggja skúla­økið og eldraøkið til komm­un­ur­nar at umsita, og at pengar skuldi fylgja við frá landinum. Nú hevur so sit­andi landsstýrissamgonga eisini ásett, nær málsøkini skulu leggjast út. Men einki um, hvussu tað skal gerast, og heldur ikki hvussu nógvir peng­ar skulu fylgja við. Eldraøkið og skúla­økið eru tvey av teimum týdn­ing­ ar­mestu vælferðarøkjunum yvir­høvur. Tey fylla nógv í lands­hús­ar­haldinum. Tað koma tey altíð at gera. Og so­ lei­ð­is eigur tað at vera. Einki er at ivast í, at tað er tann væntandi út­reiðslu­ vøkst­ur­in, sum er grundin til, at landspolitikarar sum skjót­ast ynskja at flyta ábyrgd­ina fyri hesi øki yvir á kommunurnar, áðrenn tær fáa mælt ímóti. Teir siga, at pengar fara at fylgja við, men tað kunnu vit undir ongum um­støð­um líta á. Teir royna bara at turka hetta av upp á komm­un­ur­ nar, so at tær koma at sita eft­ir við apuni. Kommunurnar koma at verða sum lús millum negl. Trýst­ið frá borgarunum verð­ur á kommunurnar, með­an landspolitikararnir, sum skulu játta neyðugu peng­ar­nar, ganga fríir. Teir fara ikki at lata komununum nóg mikið av pengum, og teir fara heldur ikki at loyva komm­un­unum at hækka skatta­pro­sen­tið, tí so verður minni hjá teimum at ráða yvir. Landspolitikararnir vilja helst sjálvir sleppa at brúka skatta­borgarans pening til okk­urt stuttligari enn skúla- og eldraøkið. Tí haldi eg, at tann myndug­leikin, sum á sam­ halds­føstum grundarlagi hev­ur heimildina at áseta skatt og gjøld – og tað er lands­stýri og løgting, eisini skulu hava hesa ábyrgd. Har­fyri ber væl til at gera av­tal­ur millum land og kommu­nu um roydnar- og menningarvirksemi á skúla­ øki­num og á eldra­økin­um. Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging, sum var herfyri , var mein­ ings­l­eys. Spurningarnir vóru mein­ings­l­eysir og irrele­vant­ ir. Heldur skuldi man spurt borgaran: 1. Ynskja tygum, at eldra­økið verður lagt til komm­un­ur­ nar? og 2. Ynskja tygum, at skúla­ øk­ið verður lagt til kommunurnar? Eg haldi at eitt nývalt býráð í Tórhavnar kom­mu­nu skal skipað fyri hes­um sum skjótast. Tað hev­ur kom­mu­ nan fullan demo­krat­iskan rætt til – uttan at spyrja lands­stýrið. Tórshavnar Kommuna hev­ur nógvar uppgávur at loysa til tess at gera Havnina til eina undan­gongu­kom­mu­ nu í Føroyum, og at skapa trivn­að og vøkstur. Eitt málsøki, har landið hev­ur givið skarvin yvir, eru íløgur í ítótt, mentan og list. Dagstovnaøkið og barna­ vernd­arøkið krevja nógv, og mugu undir ongum um­ støðum forsømast til frama fyri annað. Skal kommunu­húsar­ hald­ið yvirtaka fíggingina av eldra- og skúlaøkinum, so verður helst einki eft­ir til annan átrokandi kom­mu­nu­ rakst­ur og íløgur. Helena Dam á Neystabø valevni Javnaðar­floksins til Tórshavnar Kommunu Sjúrður Olsen Býráðslimur Magnus Rasmussen borgarstjóri Listi A Eldraøkið, skúlaøkið og fólkaatkvøða kommunuval 2012 Øki 4 (Undirvísing): Vit halda skúla í 4 skúlum í løtuni, og eru teir Skála skúli, Oyndarfjarðar skúli, Glyvra skúli og Skúlin við Løkin. Vit hava arbeitt fyri bestu karmum á undir­vís­ ing­ar­økinum, og eiga vit sjálvsagt allatíðina at syrgja fyri, at vit eru í frems­tu røð, tá um hetta økið ræð­ ur. Vit hava í summar tik­ ið avgerð í býráðnum, at allir næmingarnir í kom­ mu­nuni skulu ganga í framhaldsdeildini í Skúla­ num við Løkin. Høvuðs­ grund­gevingin fyri hesi støðu­takan er, at hetta er best fyri næmingin. Hetta kemur m.a. at føra við sær, at vit skulu skipa fyri skúla- barna­flutningi av vestara armi til Runavíkar. Í hesum við­fangi síggi eg møguleikan at fáa skipaðan bussflutning mill­um Skála og Runavík og síggi eg eisini møguleikan at knýta norðanbygdirnar í kommununi í eina slíka leið. Her er veruliga nakað at arbeiða við, sum hevði gagn­ að nógvum borgarum, og sum eisini hevði viðvirkað til økta felagskenslu. Í summar byrjaði for-skúli á Skála, sum ein roynd­ar­ verk­ætlan. Ein eftirmeting verð­ur gjørd, tá nakað er frá­ lið­ið, og eigur tá býráðið at taka støðu til, hvørt haldast skal fram ella ikki. Verður niður­støðan, at haldast skal fram, so eiga øll børn í kommununi at fáa sama møgu­leika. Øki 5 (Mentamál): Vit hava eina fjøltáttaða mentan í kommununi. Eg kann sum dømi nevna musikk­skúla, kvøldskúla, ítrótt, fornminni, bókasavn, stevn­ur og tiltøk av ymisk­um slag. Nógv av felags­ar­beiði­ num er ólønt, og eiga øll tey, sum á onkran hátt eru við í slík­um arbeiði, stóra tøkk uppi­borna. Hetta arbeiðið er við til at skapa trivna, so tað for­slær. Kommunan roynir eftir førimuni at stuðla og vera við á mentanarøkinum í tann mun hon megnar, ásann­andi at hetta er eitt sera týdningarmikið øki. Kommunan eigur fram­hald­ andi at stuðla mentanini. Sum nokk øllum kunnugt, so byggir kommunan nýggja og snotiliga fimleikahøll. Hetta er ikki “bert” ein fim­ leika­høll, men ein høll, sum kann og eigur at brúkast av nógvum fólki og til fleiri ymisk endamál. Her verða karm­ar, sum veruliga kunnu flyta okkum frameftir, og sum koma at geva okkum nýggj­ar møguleikar. Ítróttarøkini, sum vit vara av, treingja til ábøtur, og myndugleikarnir økja krøv­ini til økini. Her eigur kom­mu­nan at fylgja væl við og gera sítt besta til, at um­ støð­ur­nar eru góðar. Í mong Harrans ár hevur tos­að verið um svimjihøll í Runa­vík, og einki er hent, sjálvt um øll ynskja sær hana og síggja tað gagnliga og neyðuga í at hava eina svimji­høll. Hvussu kunnu vit koma víðari við hesum máli? Til hendan spurning havi eg eitt uppskot um man­na­ gongd: • Heildarætlanin, sum verð­ ur gjørd fyri ít­rótt­ar­øk-ið við Løk­in, skal kunna siga, hvørt tað er pláss fyri eini svimji­høll á økinum. Stað­ set­ing er neyðug, áðrenn farið verður víðari, og staðsetingina eiga vit at av­g­era skjótast tilber • Tá staðsetingin er avgjørd, so eigur líknandi leistur, sum hevur verið brúktur í sam­bandi við byggingini av fimleikahøllini, at verða lagd­ur til rættis og út­førd­ur, t.e. byggiskrá, kost­nað­ur v.m. • Svimjihøllin eigur so at verða løgd inn í íløguætlan og fíggjarætlan hjá kom­ mu­nuni, soleiðis at svimji­ høll­in kem­ur á rað­fest­ ing­ar­listan fyri komandi íløgu­r At siga nær væntast kann, at bygging av svimjihøll verð­ur byrjað, tað er ilt at meta um, men so leingi oman­fyri nevnda arbeiði ikki er gjørt, so hendir einki í hesum máli. Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna fram­hald­andi skal vaksa og mennast, og at vit bjóða okkum fram bæði í heim­lig­ um og altjóða um­hvørvi. Veruleikar í og hugsjónir fyri Runavíkar kommunu (3. partur av 5) Í dag leika fólk innan­ durða ítrótt til tey eru 70 ár. Hettar setur krøv til kommununa at útvega fleiri hallir, tí sum er, er tað næstan ómøguligt at fáa innivist í verandi hall­um. Hondbóltsfeløgini sleingj­ast runt allan býðin fyri at finna venj­ing­ar­tímar. Eg veit enntá, at nøkur av teim­ um ungu liðunum mugu venja klokkan 6 og 7 á morgni fyri yvirhøður at fáa tímar. Slík er ikki hald­bart í longdini. Nýggja hond­bolts­ felag­ið á Argjum - ÍA - hev­ur ongan heimavøll, og má tí trýsta á aðrar hall­ir í kommununi, sum longu frammanundan ikki hava nokk av tím­ um. Heldur ikki slíkt er hald­bart í longdini. H71 er blivið eitt so stórt felag, at tey kunnu ikki lata nakrar tímar frá sær í Hoyvíkshøllini. Neistin og Kyndil hava hallir­nar í Gundadali, og har er skilið tað sama, tey feløgini mangla, eins og H 71, eisini tímar. Kommunan hevur ikki sett pening av kom- andi ár til at útvega nakra nýggja høll, hes­ um kunnu tit broyta, við at seta x við lista A. Ítróttarhøll á Argjum og í Vesturbýðnum