Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kl.09.00 týsmorgunin ring­di telefonin, og boðini vóru, at nú er André farin. André hevur verið sjúkur sein­asta hálva annað árið, og seinastu tíðina hevur hann sitið í koyristóli, og tað hava verið ávís tekin um, at hansara heilsustøða so líðandi versnaði, og ikki lætti tað um hjá honum og Marj­un, at teirra elskaði son­ur, Jákup Andrias, fyri min­ni enn einum ári síðani, so brádliga varð tikin frá teim­um. Men hóast alt hetta, so komu deyðsboðini held­ur óvæntað júst nú. Fólk í Runavíkini hava, sein­astu mánáðirnar, dag­ liga sæð André, við sínum eyð­kenda blíða smíli, í el­ driv­na koyristólinum koyra runt í býnum, har hann áð­ ur, sum arbeiðsformaður hjá kommununi, dagliga bæði gekk og koyrdi fyri at tryggja sær, at tey mongu arbeiðini hjá kommu­nu­ni vórðu gjørd. Vit gleddust øll at síggja, at André kundi flyta seg so væl við hesum snilda koyri­ stóli­num, og enntá klára brøttu brekkurnar mill­um høvuðsvegin og Norð­ur­ hædd, har Marjun og André hava búð seinastu árini, sum er hægst liggjandi vega­strekki í Runavíkini. André hevði mang­ar vøkunætur, tá veður­ván­ir­ nar boðaðu frá glopraregni, og hvussu mangan sóðu vit hann ikki í oysregni standa og hyggja niður í ánna við ein­um krákunevi í hondini. Einki at ivast í hevur hegni og forsýnið hjá André spart mangt húsarhaldið fyri eina váta uppliving. André hevur verið álitis­ mað­ur í Runavíkar kommu­ nu, har hann ar­beiddi í 28 ár, og hann hev­ur verið ein trúfastur sunnu­dags­s­kúla­ læri í Berøa, og hann hevur verið ein hugalig býarmynd mill­um borgarnar á eystara armi av Skálafjørðinum. Heimasandsmaður André Hentze er føddur 14. desem­ber í 1936, og var so statt 75 ár nú hann legði árarnar inn. André vaks upp í Ísansgarði heima á Sandi. Foreldrini vóru Char­lotta og Mads Winther. Sum barn varð hann hildin til at ganga í kirkju, á møti og í sunnudagsskúla. Sum 16 ára gamal fór André heimanífrá. Hann fór til Noregs, har hann gekk eitt ár í skúla. Har frá fór hann til Danmarkar, har hann búði trý ár. Tá dansk­ ar­ar vildu hava André at koma í hertænastu, var ungi drongurin heiman av Sandi ikki til reiðar til tað, og valdi tí at venda heim­ aftur. Hetta var í 1957 og André var 20 ára gamal. Eftir at hava veri heimaní­ frá í fýra ár, kom hann aftur til heim­bygdina Sand at búgva. Umvending André ynskti at fara til skips, og hann hevði eitt av góðu skipunum hjá Kjøl­bro í huganum. Hann skriv­aði til p/f Kjølbro um at fáa tjans við Skálanesi. Skyld­ mað­ur hansara á Sandi, Andrias Hentze, sum var væl kendur hjá Kjølbro, legði eisini eitt gott orð inn fyri André. Hann fór við Skálanesi og fekk bæði tími­ligan og andaligan vinn­ing burtur úr. Stýrimaðurin var Levi Joen­sen úr Klaksvík. André kendi ikki mannin, men legði skjótt til merkis, at hann stamaði av tí ringasta. Tá so hesin stamandi mað­ urin seinni á túrinum bjóð­ aði allari manningini til møti, hugsaði André, at tað verð­ur skemtiligt og undir­ hald­andi at síggja hvussu hetta møti fer at spæla av, og við hesum í huganum fór hann á møti. André og aðrir av mann­ ing­ini sótu við huldum skálk­a­brosi spentir og bíð­aðu til Levi fór at tala. Hann hevði aldri áð­ur verið kallaður av evangeli­inum, men á hesum møti­num, tá Levi talaði um kross­fest­ ing­ina og upp­reisn­ina, kom André á aðrar tankar um seg og sína støðu fyri Gudi. Hetta sama kvøldi trúði André á Kristus sum sín per­són­liga frelsara og hann fekk frið við Gud. André og Marjun André møtti konu síni í Havn­ini, har hann búði og arbeiddi miðskeiðis í seksti­ár­unum. Marjun og André giftust í juli í 1966, og longu árið eftir, í apríl í 1967, flyta tey inn í Heiðarnar (Runavík) at búgva, har tey við góðum hjúnabandsáralagið hava fostrað upp nøkur væl­ skapt børn. Eftir André sita børn­ini, nevnd í aldursrøð: Heidi – Jákup Andrias, sum doyði í januar í ár – Anja – Levi – Charlotta – Maria og 12 abbabørn. André og Marjun hava ver­ið trúføst í sam­komu­ ni í Berøa, har André var sun­nu­dags­skúla­lærari í uml. 40 ár. Tað er ikki nøk­ ur loy­na, at André var sera væl dámd­ur mill­um sun­ nu­dags­skúla­børn­ini, og tað sig­ur ikki so lítið um mann­ in, at onkur av børn­unum nevndi hann “Jesu­pápi.” Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minni eftir André Hentze. Poul Jóhan Djurhuus · gjaranes@olivant.fo Heimasandsmaðurin André Hentze farin Ein hugalig býarmynd millum borgarnar á eystara armi av Skálafjørðinum. Nøvn 60 ára føðingardagur Tórsdagin 8. november verð­ur Danjal Bjarkhamar 60 ár. Í sam­band við føðingardagin, verður opið hús í Stóra Pakk­húsi í Vági, leygardagin tann 10. november frá kl. 12 til 19, har øll eru hjartaliga væl­ komin. 75 ára føðingardagur. Ónsdagin, 14. novembur, fyl­ l­ir Gretha Lassen í Vági, 75 ár. Dagurin verður hildin í meini­g­heits­húsinum frígg­ja­ dag­in 16. nov­em­b ur frá kl. 18. Øll eru hjarta­liga væl­komin. 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 9. nov. verður Daniel Jacob Mortensen, (D.J. Mortensen) Tórshavn 85 ár. Dagurin verður hildin á Lágargarði saman við familjuni. kommunuval 2012 Leivur Thomsen Johan Mortensen Vit hava nógv at takka trø­un­um fyri, tí uttan tey var hesin býurin jú ikki til. Tórshavnar bý­ ur er jú fyri tað mesta bygd­ur úr træ - úr ein­ um ótali av feldum út­ lendsk­um skógum, sum hava givið okkum byggi­ til­far til hús, vit hava droymt um og strevast fyri. Tað mugu vit ikki gloy­ma. Trøini minna okk­um annars á, at vit eru part­ ur av einari vist­skip­an, sum andar, livir og doyr. Tey minna okkum á, hvar vit hava fest røtur, og at vit skulu berjast fyri at gera okkum tað livi­ligt eitt stað, har ódn­ ir støðugt bjóða okkum av. Reint poetiskt so eru vit líkasum trøini; ein sterkur bulur við grein­ um, sum við lívinum al­ samt gerast fleiri. Men bul­ur­in er har, og hann er altíð tann sami. Og so eru trøini eisini vøk­ur og skapa hugna. Tey skapa mótsetning til náðileyst betong og asfalt og eru við til at geva býarrúminum skap. Eg fari at virka fyri, at trøini fáa meiri pláss í almenna býar­ rúmi­num. Hetta skal sjálv­andi gerast við um­ hugs­ni og vera partur av heild­ar­ætlan. Tórshavnar Bý­ráð hev­ur í Um­hvørvis­ viku­ni havt eitt átak í skránni, sum kallast "Planta eitt træ", har plantu­pakkar hava verið út­veg­að­ir borgarum til egið brúk. Eitt átak, har mint verður á at planta eitt træ - lat okkum halda fast í hesum. Vakr­ ari kann tað ikki verða. X - u m h v ø r v i , X-býarskipan, X-Leivur Thom­sen, ein grønur politikkari, listi E Les meira her: http:// www.politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Trø eru fantastisk! EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEE EEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEE EEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEE EEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEE EEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEE EE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEE EE EEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEE EEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEE EEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEE EEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEE EEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEE EEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEE EEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEE EEEEEEEE EEEEEEEEEEEEEEEEE EEEEEEEEEEEE vil gera Havnina meira kreativa ! Johan E, Johan