mikudagur 7. november 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Veljarakanning
Vit hava onga avtalu
gjørt um samgongu
VELJARAKANNING Hóast Jógvan Skorheim letur væl at samstarvinum
millum Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin í meirilutanum í Klaksvíkar
býráð, so er eingin avtala gjørd millum partarnar at halda fram
Eirikur Lindenskov
– Eg haldi, at eg bíði við at
taka støðu til nakað, fyrr enn
úrslitið er greitt valkvøldið.
Tað sigur Jógvan Skor
heim,
varaborgarstjóri
í
Klaksvík. Hann hevur einsa
mallur umboðað Sjálvstýris
flokkin í Klaksvíkar komm
unu, har hann er í samgongu
við Fólkaflokkinum, sum
hevur
fimm
býráðslimir.
Tilsamans hava hesir báðir
flokkar meiriluta.
Spurdur
um
Sjálv
stýrisflokkurin
og
Fólkaflokkurin
hava
gjørt nakra avtalu um,
at
samstarvið
skal
halda fram aftan á
valið, sigur hann, at
tað hava tey ikki.
– Vit mugu fyrst
síggja,
hvussu
úrslitið
verður,
og so taka vit tað
harfrá, sigur Jógvan
Skorheim.
Men hann sigur, at sam
starvið hevur verið
gott.
– Vit hava
fingið
væl
burturúr, vit
hava
verið
loyal
hvør
móti øðrum,
hóast onkur
kanska heldur,
at tað hevur
ridla eitt sindur nú beint
upp undir valið. Men
samstarvið
hevur
verið gott og stabilt,
og tað er tað, sum
hevur týdning.
Jógvan
Skor
heim sigur, at hann
sjálvandi
fegnast
um góða úrslitið, og
at hann stendur til at
verða afturvaldur.
– Men eg havi
sjálvandi eitt
s i n d u r
f já l t r i
a
v
slíkari
kann
ing, um
h
o
n
k a n n
á v i r k a
úrslitið
s k e i v a
vegin, sig
ur hann.
J ó g v a n
Skorheim varð
fyrstu ferð valdur í Klaks
víkar býráð á býráðsvalinum
seinast, tá hann fekk 134 av
teimum 295 atkvøðunum
hjá
Sjálvstýrisflokkinum.
Frammanundn sat Kristian
Eli Zachariassen í býráðnum
fyri Sjálvstýrisflokkin, men
hann var ikki afturvaldur,
hann fekk 75 atkvøður.
Tríggir toppskorarar
Sambært
kanningini
hjá
Gallup Føroyar eru tríggir
týðuligir toppskorarar til bý
ráðsvalið í Klaksvík.
Hjá Fólkaflokkinum er tað
Gunvá við Keldu, sum sein
asta valskeiði hevur verið
borgarstjóri.
Hjá Sjálvstýrisflokkinum
er tað Jógvan Skorheim, sum
stendur til at verða valdur, og
hjá Tjóðveldinum stendur
Steinbjørn O. Jacobsen til
fyrsta plássið.
Ódámligi landspolitikkurin skal ikki framat í Havn
Borgarstjórin í Havn
sigur greitt, at Javn
aðarflokkurin vil
halda fram við sam
starvinum við Tjóð
veldi. Jógvan Arge
sigur, at Tjóðveldi er
farið til val upp á
tað, tey hava avrik
að saman við Javn
aðarflokkinum
Eirikur Lindenskov
Føroyskir politikarar tora vanliga
ikki framman undan einum vali
at boða frá, hvørjum teir fara
at samstarva við aftan á valið.
Soleiðis er tað bæði í landspolitikki
og í lokalpolitikki.
Samgongan í Tórshavnar býráð
stendur sambært veljarakann
ingini sum Sosialurin kunngjørdi
mánadagin til at fáa framgongd
tilsamans.
Javnaðarflokkurin
stendur til at ganga 3,8 prosentstig
fram, meðan Tjóðveldi gongur 2,1
prosentstig aftur. Báðir flokkar
standa til at varðveita síni um
boð.
Tað merkir, at Javnaðarflokk
urin varðveitir síni fimm umboð,
meðan Tjóðveldi varðveitir síni
fýra umboð, sum flokkurin fekk
á seinasta vali. Men síðani tá er
fyrstvaldi býráðslimurin, Bogi
Andreasen, farin úr Tjóðveldinum
og upp í Fólkaflokkin. Kortini
stendur Tjóðveldi til at varðveita
øll umboðini.
Vit hava spurt Heðin Morten
sen, borgarstjóra og Jógvan Arge,
býráðslim fyri Tjóðveldi, um flokk
arnir hava bundið seg til samstarv
eftir valið.
Men tað hava teir ikki. Í øllum
førum ikki formliga.
– Vit vilja fegin binda okkum
til at samstarva við Tjóðveldi, og
vit bíða bara eftir teimum. Men vit
fáa einki svar, sigur Heðin Mort
ensen.
Jógvan Arge er ikki eins
greiður, hóast hann kemur við
ábendingum:
– Vit eru farin til val upp á
avrik og ætlanir, sum vit hava
framt og lagt saman við okkara
samgongufelaga í átta ár, Javnað
arflokkinum. Vit staðfesta, at sam
gongan øll hevur stóra undirtøku
millum borgararnar í Tórshavnar
kommunu. Vit leggja okkum fyrst
og fremst eftir at fáa øll fýra um
boðini í hús, sum tykkara veljara
kanning bendir á, at vit fara at fáa,
tí vit meta, at eitt sterkt Tjóðveldi í
Tórshavnar býráð er besti garant
urin fyri, at tíðarinnar ódámligi
landspolitikkur ikki sleppur fram
at ræðinum í Tórshavnar býráð.
Um »tíðarinnar ódámligi lands
politikkur« er politikkurin hjá
Fólkaflokkinum, so kann hendan
útsøgnin hjá Jógvan Arge tulkast
sum, at Tjóðveldi og Fólkaflokkur
in í hvussu so er ikki fara at skipa
samgongu, og so er bara tann eini
møguleikin, at sitandi samgonga
heldur fram.
Men seks dagar eru eftir til val
ið, og nógv kann broytast upp á ta
tíð.
Sum vit hava víst á áður, so er
tað vanligt, at samstarvsflokkurin
hjá borgarstjóranum í Havn gevur
honum knvín í ryggin. Tað hendi
í 1996, í 2000 og í 2004 – men ikki
í 2008.
Alternativa samgongan hesa
ferð kundi verið millum Tjóðveldi
og Fólkaflokkin.
Tað kann væl vera, at Sjálv
stýrisflokkurin týskvøldið
kemur í lyklastøðu, og
harvið hevur møguleikan
at gera av, um tað skal
vera Gunvá við Keldu, ið
hevur verið borgarstjóri
hetta valskeiðið, ella tað
skal vera ein annar, sum
skal sita í formanssessi
num í Klaksvíkar býráð.
Hetta valskeiðið hevur
Jógvan Skorheim eins
amallur umboðað Sjálv
stýrisflokkin í býráðnum.
Hann hevur verið í sam
gongu við Fólkaflokkin,
og tað hevur borið næst
formanssessin í býráð
num við sær.
Um Sjálvstýrisflokkur
in kemur í lyklastøðu, so
er møguleiki fyri, at Tjóð
veldi, Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin –
um hann verður umboð
aður – sum fara at bjóða
Jógvani Skorheim for
manssessin.
Í síni tíð var Sámal Pet
ersen, sum seinni var bæði
tingmaður og landsstýr
ismaður fyri Sjálvstýris
flokkin, formaður í sókn
arstýrinum í Klaksvík.
Asbjørn
Joensen
lyfti
arvin eftir Sámal Pet
ersen. Áðrenn hann fór
upp í landspolitikk, var
hann formaður í sókn
arstýrinum í Klaksvík í
1967 og 1968. 44 ár eru liðin,
síðani Sjálvstýrisflokkurin
síðst sat við róðrið í
Klaksvík. Síðani hevur
Fólkaflokkurin átt for
manesessin í 20 ár, Tjóð
veldi í fjúrtan ár, Javnað
arflokkurin í níggju ár og
Sambandsflokkurin í eitt
ár – í 1970.
So er spurningurin, um
Jógvan Skorheim týsdagin
kemur í støðu, har tað ber
honum til at verða valdur
til býráðsformann, og um
hann fer at taka av, ella
um hann tá heldur velur
at halda fram í samgongu
við Fólkaflokkin, sum er
og sambært kanningini
framvegis fer at verða
nógv størstur í Klaksvíkar
býráð.
44 ár síðani
Sjálvstýri hevði
borgarstjóran