Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkaflokkurin eigur Klaksvíkina VELJARAKANNING Samgongan í Klaksvíkar býráð fær eina álitisváttin á býráðsvalinum týsdagin. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ganga 5,5 prosentstig fram. Hetta gevur tó onga broyting í umboðanini hjá teimum fimm flokkurin í Klaksvíkar býráð Eirikur Lindenskov Tað er eingin ivi. Fólka­flokk­ urin eigur Klaksvíkina. Hann hevur verið sterki flokkurin har í mong harrans ár, og á valinum týsdagin fer hann at styrkja enn meira um ta støðuna. Tað er í øllum førum skjóta niðurstøðan í kann­ ingini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í Klaksvík 2. til 5 november. Kanningin gevur Fólka­ flokkinum 43.7 prosent. Tað er ein framtongd upp á 2,2 prosent í mun til úrslitið á seinasta vali, tá Fólka­flokk­ urin í Klaksvík fekk 41,5 prosent. Fólkaflokkurin fær eins og seinast fimm umboð vald. Sjálvstýrisflokkurin, sum var tungan á vágskálini, tá samgonga varð skipað sein­ ast, stendur eisini til fram­ gongd. Sjálvstýrisflokkurin fekk ein mann valdan, Jógv­ an Skorheim, varaborg­ar­ stjóra, sum hevur verið sera eyðsýndur og sum síðani er komin á ting sum varamaður fyri Kára P. Højgaard. Sjálv­ stýrisflokkurin fær sambært kanningini eina framgongd upp á 3,3 prosent og fer frá 10,2 prosentum til 13,2. Tað gevur flokkinum tó ikki framgongd í mandatum, men her er vert at leggja til merk­ is, at Sjálvstýrisflokkurin fer fram um Sambandsflokkin og er 1,6 prosent aftan fyri Javnaðarflokkin. Sjálv­stýris­ flokkurin fær eitt umboð valt. Størstu afturgongdina sam­bært kanningini hevur Javnaðarflokkurin, ið stend­ ur til at missa 2,6 prosent. Flokk­urin fer frá 17,7 pro­ sentum til 15,1 prosent. Her er kanska vert at hava í huga, at Eyðgunn Samuelsen, sum seinstu árini hevur umboðað Javnaðarflokkin í býráðnum, ikki stillar uppaftur. Hon varð vald á ting á løg­tings­ valinum í fjør. Javnaðar­ flokkurin fær tvey umboð vald. Sambandsflokkurin hevur afturgongd upp á 1,7 prosent. Flokkurin fer frá 11,2 pro­ sentum til 9,5 prosent, og nærkast harvið sperru­marki­ num. Býráðslimurin hjá Sam­ bandsflokkinum í Klaksvík seinasta skeiðið, Hans Arne Bertholdsen, stillar ikki upp­ aftur. Sambandsflokkurin fær eitt umboð valt. Hin triðið andstøðu­flokk­ urin, Tjóðveldi, gongur eisini aftur sambært kanningini. Flokkurin hevði 19,4 prosent, men sambært kanningini fær flokkurin 18,2 prsoent, ein afturgongd upp á 1,2 pro­ sent. Samanlagt kann sigast, at samgongan gongur 5,5 pro­ sent fram, meðan andstøðan gongur tilsvarandi aftur. Hetta broytir tó ikki býtið millum samgongu og and­ støðu, sum eins og áður verður 6-5 til samgonguna. 2008 2012 Munur Fólkaflokkurin 41.5 5 43.7 5 2.2 Sambandsflokkurin 11.2 1 9.5 1 -1.7 Javnaðarflokkurin 17.7 2 15.1 2 -2.6 Sjálvstýrisflokkurin 10.2 1 13.5 1 3.3 Tjóðveldi 19.4 2 18.2 2 -1.2 100 11 100 11 0 181 samrøður eru gjørdar, 34 prosent hava enn ikki tikið støðu Hvussu nógvar kommunir skulu vit hava í Føroyum? Øki Flokkur Samlað Eysturoy Norðoyggjar Norðstreym Sandoy Suðuroy Suðurstreym Vágar Fólkaflokkin Framsókn Javnaðarflokkin Miðflokkin Sambandsflokkin Sjálvstýrisflokkin Tjóðveldisflokkin 1 kommunu 6% 3% 6% 6% 5% 7% 9% 4% 5% 11% 4% 7% 7% 0% 9% 2 kommunir 0% 0% 0% 0% 0% 0% 1% 0% 0% 0% 1% 4% 0% 0% 1% 3 kommunir 1% 1% 1% 0% 0% 0% 1% 0% 1% 0% 1% 0% 2% 0% 0% 4 kommunir 1% 0% 0% 2% 5% 1% 3% 0% 1% 5% 1% 0% 3% 0% 0% 5 kommunir 3% 2% 2% 0% 5% 0% 7% 0% 3% 0% 2% 4% 4% 0% 5% 6 kommunir 1% 1% 2% 2% 0% 0% 2% 0% 3% 5% 1% 0% 0% 0% 2% 7 kommunir 35% 34% 38% 38% 35% 41% 34% 28% 37% 47% 36% 26% 33% 50% 40% 10 kommunir 7% 7% 3% 6% 15% 5% 7% 7% 5% 0% 7% 15% 7% 6% 9% 15 kommunir 9% 7% 9% 11% 5% 8% 8% 15% 12% 5% 10% 11% 7% 6% 6% Sum nú (30) 8% 9% 7% 11% 5% 16% 5% 13% 8% 11% 10% 7% 9% 19% 5% Veit ikki 27% 36% 31% 23% 25% 22% 22% 33% 26% 16% 27% 26% 29% 19% 23% 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100.00% 100.00% 100.00% 100.00% 100.00% 100.00% 100.00% Veljarakanning Føroyar skulu býtast í sjey kommunur VELJARAKANNING Breið semja kring landið og í øllum politisk­ um flokkum er um, at Føroya eiga at skipast í sjey kommunur Eirikur Lindenskov Veljarin er ikki í iva. Før­ oya skulu býtast sundur í sjey kommunur. Tað er greiða niðurstøðan í velj­ arakanningini, sum Gal­ lup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Samlað halda 35 pro­ sent av føroyingum, at Føroyar skulu verða sjey kommunur. Tað eru bara 8 prosent sum halda, at tali av kommunum skal vera 30, sum tað er í dag. Hinvegin halda bara 6 prosent, at Føroyar skulu vera ein kommuna. Taka vit øki fyri øki, so eru tað suðuroyingar, sum í størstan mun halda, at Føroya skal býtast í sjey kommunur, tí 41 prosent av suður­oy­ ingum halda tað. Hin­ vegin eru tað 28 prosent í Vágum, sum er samd í hesum, meðan talið í øllum hinum økjunum liggur har ímillum. Taka vit flokkarnar, so eru fólk í ymsu flokk­ unum rímuliga samd um hesar sjey kommun­ur­ nar. Helmingurin av sjálv­stýrisveljarunum halda tað, meðan 40 pro­ sent av tjóð­veldis­velj­ar­ unum halda tað sama. Hjá Framsókn er talið 47 prosent, hjá Fólka­flokk­i­ num 37, Javnaðar­flokki­ num 36, Sambands­flokki­ num 33, meðan talið er minst hjá Mið­flokkinum. Av teirra velj­arum halda 26 pro­sent, at Føroyar skulu skipast í sjey kom­ mun­ur.