mikudagur 7. november 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Amerikanska forsetavalið
Sambært fjølmiðlunum gekk
linjan heit, og til í morgun
høvdu meiri enn 70.000 velj
arar ringt hagar og kært seg
um ymiskt, sum tey vóru
misnøgd við.
Fleiri av kærumálunum
vóru av tí meiri álvarssama
slagnum. Eitt nú var ein klaga
um, at í statinum Pennsyl
vania høvdu valeygleiðarar
hjá republikanska flokkinum
kravt at fáa atgongd til at
kvøðukassarnar. Úr Ohio
kom ein kæra frá fólki, sum
settu spurnartekin við, um
telduútbúnaðurin
á
val
støðunum var lógligur, og í
Florida høvdu sjálvvirkandi
telefonir sagt fólki, at valið
var útsett til í dag. Sum skilst
høvdu 12.000 veljarar fingið
hesi boðini.
arni@sosialurin.fo
70.000 klagur um valið
Í sambandi við valið høvdu myndugleikarnir
skipað eina neyðlinju, sum fólk kundu ringja
til, um tey vóru misnøgd við eitt ella annað í
sambandi við sjálva atkvøðugreiðsluna
Søguligur og
tryggari sigur
enn væntað
Tað var stórur spenningur ein stóran part av náttini um, hvør fór at
vinna amerikanska forsetavalið, men so kom úrslitið úr Ohio
Árni Joensen
Enn hevur eingin vunnið
amerikanska
forsetavalið
uttan at vinna í statinum
Ohio, og tí varð bíðað við
stórum spenningi eftir úrs
litinum haðani. Tá tað so
kom tíðliga í morgun, hevði
Barack Obama vunnið har,
og við tí hevði hann tryggjað
sær meiri enn teir 270 val
menninar, sum eru neyðugir
fyri at vinna forsetavalið.
Men hvat var tað, sum
trygjaði
Obama
sigurin?
Eygleiðarar siga, at hann
vann við at brúka tann sama
taktikkin
sum
fyri
fýra
árum síðani, tá hann megn
aði at byggja eina samgongu
millum tey ungu, teir etn
isku minnilutarnar so sum
tey svørtu og latínamerikan
ararnar og seinast men ikki
minst kvinnurnar.
Bush hevði skyldina
Undan valinum vístu fleiri á,
at tað fór at vera torført og
kanska ógjørligt hjá Obama
at vinna við einum arbeiðs
loysi, sum togar í átta prosent.
Hetta og búskapurin annars
vóru eisini høvuðsvápnið hjá
avbjóðaranum, Mitt Romney,
sum ígjøgnum alt valstríðið
endurtók, at tað eru fleiri
arbeiðsleys í USA nú, enn tá
Obama tók við, hóast forsetin
hevði lovað tað øvugta.
Men atfinningarnar hjá
Romney rinu ikki rættiliga
við. Tvørturímóti eydnaðist
tað Obama at sannføra velj
ararnar ella í hvussu er nóg
nógvar teirra um, at tað er
ikki hann, sum hevur skyld
ina av arbeiðsloysinum og
kreppuni, tí hetta arvaði
hann frá undanmanninum,
George W. Bush. At fólk góð
tóku hesa frágreiðingina sást
í gjár, tá ein kanning vísti, at
50 prosent av teimum spurdu
góvu Bush skyldina av krepp
uni. 40 prosent søgdu Obama
hava skyldina.
Og so var tað Sandy.
Hvussu stóran ávirkan ill
veðrið hevði á valúrslitið er ilt
at meta um, men eygleiðarar
eru á einum máli um, at tann
nógva umrøðan, sum for
setin fekk í fjølmiðlunum í
sambandi við Sandy, kann
hava gagnað honum í gjár.
Tepurt í atkvøðum
Enn er ikki heilt greitt,
hvussu greiður sigurin hjá
Obama er, tí uppteljingin í
Florida er ikki endaliga av
greidd. Í atkvøðubýti var
munurin lítil. Sambært teim
um seinastu tølunum fekk
Obama 49,85 prosent av at
kvøðunum og Mitt Romney
49,29 prosent.
Men tá tað snýr seg um
valmenn, var munurin mun
andi størri. Fyri at tryggja sær
sigurin skal eitt valevni fáa
minst 270 valmenn, og vinn
ur Obama í Florida, kemur
hann upp á 323 valmenn, og
Romney fær 206.
arni@sosialurin.fo
Mitt Romney fekk ikki sannført veljararnar um, at Obama
hevur skyldina av arbeiðsloysinum og kreppuni í búskapinum