Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Krabba­meins­ sjúklingar skulu varðveita vónina Tað er altavgerandi fyri sjúkugongdina, at fólk við krabbameini fáa sálarligan stuðul frá tí løtu, sjúkan verður staðfest. – Tað er umráðandi, at tey ongantíð missa vónina, sigur Kristianna Hammer, ið hevur kannað sambandið millum vón og krabbamein Rannvá G. Fossaberg Tá fólk fáa staðfest krabbamein, verður alt brádliga ein ruðuleiki. Hvussu verður framtíðin? Hvør skal taka sær av mær? Hvussu fer sjúkan at ávirka meg? Hetta eru spurningar, sum ikki eru óvan­ligir, at tann sjúki setir sær, tá við­komandi fær boðini um, at hann hevur krabbamein. Tíverri stendur sjúk­ling­ urin í summum førum rættiliga einsamallur við øllum spurning­ unum, tí í sjúkrahús­verkinum eru ikki altíð stundir til at taka sær nóg nógv av sálarstøðuni hjá tí sjúka. – Ofta verður sjúklingurin so at siga sleptur upp á fjall, eftir at við­komandi hevur fingið stað­fest krabba­mein. Hetta ger, at sjúk­ ling­urin lættliga missir vónina um, at alt nokk skal ganga, sigur Kristianna Hammer. Hon hevur starvast sum sjúkra­røktar­frøð­ ingur í 30 ár, harav 17 ár innan onkologi, tað vil siga krabba­meins­ sjúk­lingar. Kristianna Hammer hevur eina Ph.d innan gransking av sambandinum millum vónina og krabbamein. Stóra kanningin vísir millum annað, hvussu um­ ráð­andi tað er, at fólk, ið fáa stað­ fest krabbamein, ongantíð missa vónina. Fyri stuttum bleiv tann triðja greinin um kanningina hjá Kristionnu Hammer útgivin í altjóða tíðarriti. Tørv á stuðli Orsøkin, til at Kristianna Hammer av fyrstan tíð valdi at granska inn­an hetta økið, var, at hon út frá drúgvu royndunum sum sjukra­ røktarfrøðingur á onkologisku deild hevði sæð, hvussu fólk reagera, tá tey gerast sjúk av krabba­meini. Sjúklingarnir hand­ fara støðuna á ymsan hátt, men sam­bært Kristionnu Hammer hevur sálarstøðan hjá tí einstaka ein av­ger­andi leiklut. Serliga ein hending, tá Kristianna Hammer arbeiddi á sjúkrahúsi í Danmark, fekk hana at vilja granska og vita meir um krabbameinssjúk­- lingar. – Á tí stráluviðgerðardeildini, sum eg var á í Danmark, kom ein maður fullur av ótta til strálu­við­ gerð. Her fekk hann eina kalda móttøku, tá hann spurdi sjúkra­ røktarfrøðingin, ið skuldi viðgera hann, um hann fór at doyggja av hesum. Ístaðin fyri at stuðla manninum og vera eitt vanligt medmenniskja í hesi torføru støðu byrjaði sjúkrarøktarfrøðingurin at tosa við hann um ymisk hagtøl og hagfrøði sum heild. Maðurin bleiv sendur heim, og næsta dag hevði hann hongt seg, greiðir Kristianna Hammer frá. Hendingin fekk hana at vilja kanna krabbameinssjúklingar við tí í hyggju at kunna betra um støð­una hjá teimum og vónandi forða fyri, at fleiri hendingar eins og tann við manninum í Danmark koma fyri. – Á sjúkrahúsum eru læknar og sjúkrarøktarfrøðingar ofta rætt­iliga resultatorienterað og gloyma stundum at viðgera allan per­són­in og harvið eisini hugsa um eitt slag av sálarligari viðgerð ella sálar­ligum stuðli. Vit skulu duga betur at vísa teimum á týdn­ ingin av at hava vónina sum ein lýsandi varða í sjúkugongdini, sig­ ur Kristianna Hammer. Skulu geva vón Kanningarnar, sum Kristianna hevur gjørt, vísa, at vónin hjá sjúk­ ling­inum er av alstórum týdningi. Soleiðis sum sjúkrahúsverkini arbeiða í dag, verður vónin ofta tikin frá sjúklingunum. – Læknar og sjúkra­røktar­ frøðingar skulu í størri mun enn í dag duga at vera medmenniskju og eisini hugsa um sálarstøðuna hjá sjúklinginum, heldur enn bara hugsavna seg um, hvør heili­ vágur riggar best, ella hvør skurð­ við­gerðin er tann besta, greiðir Kristianna Hammer frá. Hon heldur tað vera óheppið, at summir sjúklingar kunnu kenna tað, sum at vónin verður tik­in frá teimum, tá krabbamein verð­ur staðfest. – Eitt er, at vit sum læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, ikki bara skulu tosa um hagtøl, men at vit í størri mun skulu hugsa sum van­lig menniskju, tá vit eru til ar­beiðis. Sum mannagongdirnar í meldrinum