mikudagur 7. november 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
eru í dag, verður vónin ofta tikin
frá sjúklinginum, sigur Kristianna
Hammer.
Hon vísir á, at í teimum før
um, har sjúklingurin kennir stórt
vónloysi, eiga fólk innan sjúkra
húsverkini at hjálpa viðkomandi
sjúklingi til at fáa vónina aftur.
– Teir sjúklingarnir, sum hava
vónina, klára seg betur gjøgnum
hesa ógvuliga truplu tíðina, har
alt er eitt stórt kaos. Teir hava
yvirskot til eitt nú at ganga túrar,
hugsa um støðuna og megna at
finna orku til at koma ígjøgnum
sjúkugongdina.
Mangla neyðugu amboðini
Kristianna Hammer heldur, at bæði
læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, og
onnur, sum eru um krabbameins
sjúklingar, hava lyndi til at halda
eina ávísa frástøðu til tann sjúka.
Ofta fyri at verja seg sjálvan.
– Stundum kunnu læknar og
sjúkrarøktarfrøðingar
tykjast
kynisk og køld, eitt nú tá álvarsom
boð sum staðfesting av krabba
meini skulu gevast einum persóni,
sigur Kristianna Hammer.
Hon leggur stóran dent á, at
trupulleikin ikki eru læknarnir
ella
sjúkrarøktarfrøðingarnir,
men heldur tað, at tey mangla
neyðugu amboðini fyri at kunna
handfara krabbameinssjúklingar
annarleiðis líka frá tí løtu, sjúkan
verður staðfest.
– Vit skulu leggja arbeiðið øðr
vísi til rættis og handfara støðuna
upp á ein annan máta. Vit, sum eru
um sjúklingin, skulu duga betur
at síggja, hvussu sjúklingurin er
fyri sálarliga, og so skulu vit tora
at fara inn, har tað ger ilt, sigur
Kristianna Hammer.
Hóast hon ynskir, at læknar og
sjúkrarøktarfrøðingar eru meira
tilvitaðir um sálarstøðuna hjá
sjúklinginum, merkir hetta ikki, at
tey skulu gerast sálarfrøðingar.
– Tey skulu á ongan hátt hava
leiklutin
sum
sálarfrøðingar.
Ístaðin skulu tey vera kenslusom
eins og onnur medmenniskju.
Mannagongdirnar
skulu broytast
Hon brigslar á ongan hátt læknum
og sjúkrarøktarfrøðingum teirra
arbeiðshættir og handfaring av
krabbameinssjúklingum.
– Trupulleikin er, at skulu
mannagongdirnar broytast í sam
bandi við handfaringina av sjúku
gongdini hjá krabbameinssjúk
lingum, er neyðugt, at læknar og
sjúkrarøktarfrøðingar umframt
amboðini eisini fáa ta neyðugu
vitanina,
sigur
Kristianna
Hammer og leggur afturat, at
endamálið við kanningini í sein
asta enda er at fáa framt broyt
ingar í mannagongdunum á
sjúkrahúsdeildum fyri krabba
meinssjúklingar.
Hon kundi hugsað sær, at tann
sálarfrøðiligi parturin av útbúgv
ingini hjá læknum og sjúkra
røktarfrøðingum fer at fylla meir,
enn hann ger í dag.
– Skulu vit hava røttu am
boðini fyri at hjálpa krabbameins
sjúklingum eisini sálarliga, mugu
vit læra tað, meðan vit eru í út
búgving. Tí hevði tað verið ynski
ligt, um sálarfrøðin fylti meir
í útbúgvingini og eisini í eftir
útbúgvingum, sigur Kristianna
Hammer.
Um kanningina:
Kristianna Hammer, lektari og ph.d frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, hevur
skrivað eina grein við heitinum, »Hope Pictured in Drawings by Women Newly
Diagnosed with Gynecologic Cancer«, sum er útgivin í altjóða tíðarritinum
»Cancer Nursing.« Greinin er skrivað við støði í kanningini, sum Kristianna
Hammer hevur gjørt í Danmark um sambandið millum vón og krabbamein.
Kannað verður við samrøðum og tekningum, hvussu kvinnur, sum júst hava
fingið staðfest krabbamein, greiða frá vón. Hvussu ein persónur megnar hetta
tíðarskeiðið, kann hava ávirkan á, hvussu hann kemur ígjøgnum tíðina sum
sjúklingur, og her er vónin ein viðspælari.
Til ber at lesa greinina á: http://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/23051866
– Vit, sum eru um sjúklingin, skulu
duga betur at síggja, hvussu
sjúklingurin er fyri sálarliga, og so
skulu vit tora at fara inn, har tað
ger ilt, sigur Kristianna Hammer
Mynd: Privat