mikudagur 7. november 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Vinnulívið skal hava góðar
og tryggar karmar at virka
undir.
Men tað eru eisini onnur
viðurskifti, sum eru ein for
treyt, skal tað eydnast at
venda gongdini við minkandi
fólkatali.
Hetta vóru kvinnulig val
evni í Suðuroy samd um á
valfundi í Vági leygardagin.
At kalla øll valevnini
vístu á, at skal fólk trívast, er
ikki nóg mikið við arbeiðs
plássum.
Fólk vilja eisini hava eitt
lív uttanfyri arbeiðið og tí
hevur tað avgerðandi týdning
at trivnaðurin er góður.
Og í hesum sambandi er
tað avgerðandi at hava góða
barnaansing, góð frítíðar
tilboð og, ikki minst, góðar
skúlar.
Nettupp skúlin fekk fitt
av umrøðu.
Í hesum sambandi saknaði
fleiri valevni eitt betri sam
starv ímillum skúlarnar í
Suðuroynni.
Onkur vísti á, at 10. flokk
ur samstarvar um nakrar
lærugreinar,
men
onkur
vísti eisini á, at tað einasta
rætta er, at tað bara er ein
framhaldsdeild í Suðuroy,
har næmingarnir kunnu fáa
verulig lærugreinatilboð.
Okkurt valevni hevði enn
tá børn, sum heldur fóru til
Danmarkar í 10 flokk, enn í
Suðuroy, tí framhaldsdeildin
í Suðuroy er keðilig.
Okkurt annað valevni
heldur, at yvirhøvur eiga
skúlarnir í Suðuroy at sam
starva nógv meiri enn teir
gera.
– Samstarvið eigur at vera
heilt niður til tey smæstu
børnini, við fleiri felags til
tøkum fyri børnini heilt
niður í fyrsta tí soleiðis læra
vit tey frá barnaárunum, at
tað er onki nátúrligari enn
at samstarva.
Serliga helt onkur, at tað
var sjálvsagt, at kommunur
nar í Suðuroy høvdu betri
samstarv um børn við ser
ligum avbjóðingum.
Fleiri vístu eisini á, at tað
verður neyðugt at fáa fleiri
miðnámsútbúgvingar
til
Suðuroy til tey, sum ikki hava
hug at fara á studentaskúla.
Men so vóru tað eisini
onkur, at skal fólk fáast at
støðast í Suðuroy er tað
neyðugt við einum fjøl
broyttum bústaðartilboði við
leiguíbúðum og at hava bílig
grundstykki til taks.
Kloyvd í tvey
Annars fýltist nógv á komm
unurnar í Suðuroy ikki sam
starva meiri.
Summi harmast um, at tað
tykist sum um at Suðuroy
er kloyvd í tvey, í syðru- og
í norðaru helvt, ístaðin fyri
at samstarvið fevnir um alla
oynna.
Sum okkurt valevni tók
til: Rópa vit hvør sær, hoyrir
ongin okkum, men rópa vit í
felag, verða vit hoyrd.
Men yvirhøvur saknaðu
valevnini samstarv ímillum
kommunurnar serliga, nú
ætlanin er at leggja eldraøkið
undir kommunurnar at verða
umsitið.
Men dentur varð eisini
lagdur á, at skulu kommun
urnar yvirtaka eldraøkið frá
landinum, skulu pengarnir
fylgja við, tí annars verður
tað eitt ódnartak.
Skil á ferðavinnuna
Eitt evni, sum fyllir nógv
hjá kvinnuligu valevnunum
í Suðuroy, er ferðavinnan, tí
tey halda, at tað er ein vinna,
sum er sjálvsøgd hjá suðuroy
ingum at kasta seg yvir.
Men tey eru eisini samd
um, at skal ferðavinnan
mennast,
krevjast
stórar
ábøtur.
Eitt nú er tað ein avbjóðing
av teimum stóru at fáa nakað
at eta í Suðuroy, tí øll, sum
skulu eitast at hava hotel
og matstovu, hava stongt.
Tískil er tað mangan, at tað
frægasta, suðuroyingar hava
at bjóða ferðafólki til matna,
er tað, ið fæst til keyps í ein
um pylsuvognur.
Tí vóru fólk á einum máli
um, at tað er neyðugt at
menna tænasturnar og vit
skulu ikki vera bangin fyri
at taka okkum væl betalt fyri
tær tænastur, vit hava.
Men serliga løgdu valevn
ini dent á, at tað eigur at vera
eitt krav frá suðuroyingum,
at Smyril siglur hvønn ein
asta dag í árinum.
Sum støðan, er ongin sigl
ing fleiri halgidagar, men tað
eiga suðuroyingar ikki at
góðtaka.
aki@sosialurin.fo
Bleyt virði líka stóran
týdning sum vinnulívið
KOMMUNUVAL kvinnulig valevni í Suðuroy eru á einum máli um, at hóast vinnulívið hevur
stóran týdning, hava barnaansing, skúli og onnur bleyt virði, líka stóran týdning
Kvinnulig valevni til
kommunuvalið í Suðuroy eru
samd um, at skal fólk fáast at
trívast í Suðuroy, er ikki nóg
mikið við arbeiðsplássum
– Aftur á hesum valinum
mugu vit staðfesta, at fleiri
av kvinnuligu valevnunum
eru bara ífylla á listunum.
Tað
staðfestir
Trine
Joensen í Valkyrjunum,
sum er kvinnufelag í Suð
uroy.
Leygardagin
skipaði
Valkyrkurnar við valkafé
í Vági við kvinnuligu val
evnunum í Suðuroy.
– Tað er ómetaliga harm
iligt, legði hon afturat.
Hon sipaði til, at til
samans eru 44 kvinnulig
valevni til kommunustýris
valið í Suðuroy.
Í Suðuroy eru 16 listar
uppstillaðir til kommunu
stýrisvalið í teimum sjey
kommununum í oynni.
Allir listar hava kvinn
ilig valevni uttan listin hjá
Tjóðveldi á Tvøroyri, har
tríggir mans eru uppstill
aðir.
Allir hinir 15 listarnir
hava kvinnulig valevni og
til valfundin í Vági vóru
Valkyrjurnar í sambandi
við allar listarnar.
Men kortini vísti tað
seg, at bara sjey listar
sendu kvinnulig umboð at
føra síni sjónarmið fram á
valfundinum.
Tað skal vera ósagt um
tað skal takast sum ein
spegilsmynd av, hvussu
stóran
áhuga,
veljarar
hava fyri kommunustýris
valinum, men á fundinum
mundi tað vera líka nógv
valevni sum tað vóru velj
arar.
Á valfundinum fingu tey
høvi at føra síni sjónarmið
fram um, hvussu Suðuroy
kemur fram á leið og hó
ast
meiningarnar
vóru
ymiskar, vóru tó nøkur
viðurskifti, ið gingu aftur
sum ein reyður tráður hjá
øllum, ella at kalla øllum
valevnunum.
aki@sosialurin.fo
Nógvar kvinnur
eru tann bera ífylla
Í hesum sambandi
saknaði fleiri valevni eitt
betri samstarv ímillum
skúlarnar í Suðuroynni