Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Á einum vegamóti sum bý­ ráðs­vali er natúrligt at gera greitt, hvør stevnan er í ítrótt­ar- og frítíðarmálum. Vit í Tjóðveldi ivast ikki í tí týdningi, sum rørsla og ítrótt­ur hava fyri fólk, teirra heilsu og møguleikar at menn­ast. Vit ivast heldur ikki í, at fólk í øllum aldri mugu hava møgu­leika at røra seg og lut­taka í ítrótti sum partur av breiddini ella elituni. Til at fremja hendan politikk mugu vit hava ítróttabreytir og ítróttahús, har rørslan kann íðkast. Tað ásannaðu báðir flokk­ ar, Tjóðveldi og Javnaður, í sam­gonguskjalinum 2005. Sam­stundis stungu vit út í kortið, at høvuðsborgin skul­di miða eftir, at Føroyar aft­ur vórðu førar fyri at taka Oyggjaleikir upp á seg. Vit løgdu fyri við at út­ vega eina ítróttabreyt til fræls­ar ítróttir á Hálsi. Síða­ ni varð farið undir stóru fim­leik­ah­øllina í Gundadali við eini hart tiltrongdari am­ boðs­høll og hallum til rútm­ isk­an fimleik. Hetta hevur kastað nógv av sær í undirtøku og givið okk­um munandi betri úrslit í kappingum við onnur lond – umframt ta heilsubót, sum virk­semið hevur veitt íðkar­ unum yvirhøvur. Triðja frumítróttagreinin, svimj­ing, er í stórari menn­ ing. Farið verður undir 50 metra svimjihyl. Hann víðkar um trongu karmarnar, sum eru um almennu svimjingina og kappsvimjingina, so fleiri kunnu vera við og tímarnir í vat­ni fleiri. Golfspælið má hava góðar um­støður, skulu vit hýsa Oyggja­leikum. Kommunan fyri­reik­ar eina golfbreyt við 18 holum á Glyvursnesi. Við henni verður stór menning inn­an golf, sum er gott og sunt frítíðarítriv. Skotfólkið má hava betri um­støð­ur, tá vit bjóða okkum fram at hýsa teimum mongu skjóti­kapp­ingunum, sum eru á Oyggjaleikum. Hetta skal fremj­ast til Oyggjaleikirnar í Før­oyum. Umstøður til innandura kapp­ing­ar í øðrum greinum eru neyðugar. Tær kun­na eitt nú avgreiðast í teim­ um báðum vanligu ítrótt­ar­ hallu­num, sum talað verður um í Havn og á Argjum í fyrs­tu framtíð. Hondbólts- og flogbóltsfeløgini ganga undir í børnum, men hava ikki umstøður at bjóða nóg nóg­va venjingartíð. Tí er fram­gongdin darvað. Hugaligt verður somu­ leiðis at bjóða eitt dagført tjóð­ar­stadion sum Tórsvøll fram til slíka stórhending, sum Oyggjaleikir eru fyri bæði land og bý. X við E. Jógvan Arge valevni á Lista E, á pallborðsorðaskifti 5. november Sámal Ímundarsson valevni Tjóðveldi Rógvi á Rógvu Valevni hjá Tjóðveldi Havnin fram móti Oyggjaleikum Ítróttur hevur ongantíð áð­ ur, verði so frammaliga í politiska meldrinum. Her heima, men eisini úti í al­ heim­i­num. Tað vísir seg at verða sterkasta brandi vit eiga, saman við grindadrápi. Ítróttur verður ofta sædd­ ur sum tann lættari end­in á okkara mentan. Eg haldi hetta verða ein skeiv upp­ fatan av ítróttinum. Ítrótt­ urin kann selja okkum og okkara vøru. Hetta sameinir tjóð­ir og fólk yvir øll mørk, her undir mál, mentan og poli­tikk! Tað er ikki bert úr­vals­ ítrótturin, sum bindur fólkið í heiminum saman. Vanlig renn­ing, hevur sett alla aðra ítrótt­ar dyrkan til síðis. Fólk í tætt sitandi klæðum, síggjast nú slíta asfalt í bý- og bygd. Vanlig fólk ferðast langa leið út í heim fyri at renna klass­iska grikska bragdið, mara­thon. Ikki í Grikkalandi, men runt í øllum heimsins høvuðs­støðum og stórbýum ann­ars. Her nýta tey sam­ veru­na, saman við túsund­ tals samhugaðum fólki úr øll­um heiminum. Tað er í grundini undrun­ ar­vert. Tí annars kunnu vit stað­festa at væl­ferð­ar­sjúk­ ur­nar gera seg inn á okkum sum fólk eisini. Vit eta ov nógv og røra okkum ov líti. Hetta er ein størri og størri vansi fyri fólkaheilsuna yvir­ høv­ur. Hetta kann ítróttur verða við til at fyribyrgja. Niðurstøðan er at ítrótt­ ur er góður fyri fólk og land. Bæði úrvals- og breidd­ar­ ítrótturin. Tí eiga kommuna og land at stuðla ítrótti yvir­høvur. Man kann kalla tað fyri “hjálp til sjálvhjálp”. Tí­skil eigur kommunan at, bjóða seg fram sum ein ak­ tiv­ur partnari í ítróttinum. Eg haldi at kommunan eig­ur at arbeiða fyri at, fólk í kommununi kunnu nýta gott av sosialum og ítróttarligum felags­skapi og upplivingum, sum ítróttarfeløg kunnu bjóða. Haldi eisini at kommunan eig­ur at stuðla feløgum í at, fáa eitt førleika lyft, til at gera ein bygnað, sum kann rúma og fasthalda øktum eftir­spurn­ingi Ítrótturin hevur rímiliga góð­ar karmar og ein ítøkilig æt­l­an liggur á borðinum um út­bygg­ingar í Gundadali og aðra staðir! Men her er eisini rúm fyri forbetringum! Haldi tað verða av stórum týdn­ingi, at kommunan nú, vendir eyguni eftir bygd­ unum og teimum pørtum av Havnini sum liggja í út­ jaðari­num. At gjørt sam­ lings­støð til ítrótt, men eisini til list, ungdóm og felagslívi annars. Hetta vil stuðla upp und­ir og styrkja felagsskapin í nærøkinum. Máli skal verða at nøra und­ir­ment­a­nir(sub­kult­ur), sum eru grundfestar í nær­ um­hvørvi­num.­ Hetta vil skapa ein ja­lig­an spenning og kapp­ing mill­um bygdir og býar­part­ar okkum øllum til gleði og trivna. Ítrótturin hevur stóran týdn­ing fyri nógv fólk, bæði so og so. Tey nógvu íðka ítrótt, og onnur stuðla upp undur ítróttin, men heilt vist er tað, at ítrótt­ur upptekur nógv fólk dag­liga. Tískil má ítrótturin hava góðar umstøður og dag­førast javnan, soleiðis at vit altíð kunnu fylgja við í menn­ ingini av ítróttinum og okk­ um sjálvum! Ítróttur og heilsa! Fróskaparsetur Føroya fekk í 1990 frá Tórshavnar kommu­nu, eitt øki til at brúka sum byggilendi. Ø­k­ ið er 50 tús. fermetrar til stødd­ar, við góðum sløttum lendi, vøkrum umhvørvi og frálíkum útsýni yvir Havn­ ina og Nólsoyarfjørð. Lestrarumhvørvið er ov spjatt Menning, royndir, samstarv og sosial tiltøk eru neyðug fyri at skapa eitt gott lesrtar­umhvørvi. Tað hevði bøtt nógv um viðurskiftini, at allar hægri útbúgvingar vóru savnaðar í einum nýggj­um og tíðarhóskandi setri í høvuðsstaðnum. Vitin við Marknagil Setursskrivstovan út­skriv­ aði í 2001 eina innanhýsis kapp­ing til eitt nýtt setur. Við­komandi sum vann kapp­ingina, hevur givið mær loyvi til at brúka úr hesum tilfarið og fari eg heilt stutt at lýsa tað góða hug­skotið. "Hugskotið "Vitin" hósk­ ar væl til eitt lærdóms og- vitanarsetur og tann arki­tekton­iski parturin av hug­skoti­num er gjørdur við íblástri frá skapi og virk­ naði hjá einum vita. Grundøkið hevur skap sum ein hálvhosa og er í ein útsynning/sunnan úr Vallaraheiminum við Hotel Føroyar. Í stórum er grundøkið býtt upp í tveir slættar har megin­ part­urin av ovara slætta­ num er hugsaður sum parkeringsøki. Bygn­ing­ urin hevur eitt miðhús (vitatornið) og fýra lonir, har hvør lonin hevur 2-3 hús við 2-4 hæddum. Miðhúsið hevur flatskap sum ein sekshyrningur, sum minnir um tað runda skap­ið ein viti vanliga hev­ ur. Miðhúsið skal stinga upp um lonirnar, og ovast er hugsa at hava glasstovur og balkongir sum geva brá av toppinum av einum vita­ torni, har ljóskastarnir eru. Tær fýra lonirnar peika út frá miðhúsinum eins og geisl­ar frá eini ljóskeldu og hava litanøvn." Tórshavn sum altjóða lestrar­býur Land og kommuna eiga í felag at leggja lunnar undir ein nýggjan setursdepil. Landið átti at bjóða út vinnu­fremjandi og hægri út­búgv­ingar innan tónleik og list. Fleiri lestrartiboð og eitt spenn­andi lestrarumhvørvi hevði økt munandi um áhugan at útbúgva seg. Hetta hevði stuðlað upp und­ir at Tórshavn gjørdist ein altjóða lestrarbýur- lan­ di og fólki at gagni. Nýtt fróð­ skap­ar­setur við Marknagil