Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Karlot Hergeirsson Valevni fyri Framsókn kommunuval 2012 Í einari valgrein fyrr í vikuni fýltist eitt valevni hjá fólkaflokkinum á nýggju forhøllina til Hoyvíkshøllina. Tí hesar viðmerkingar. Høllin varð liðug í 2002 eftir at samgongan við Leivi Hansen, sum borgarstjóra, hevði tikið stig til at byggja eina venjingarhøll í Hoyvík. Hetta var eitt ómetaliga stórt framstig tá, og hevði ongin framburður verðið innan hondbóltin í H71, um høllin ikki kom. Tað varð tó skjótt greitt, at høllin er ov lítil. Tískil er samtykt at útbyggja høllina í stigum: 1. Forhøll og skiftingarrúm liðugt 2012 (er liðugt) 2. Lyfta til røðrslutarnað og innrættan av felagsrúmi við øllum hentleikum til ítróttarfelagið – peningur er avsettur á fíggjarlógini 2013 til endamálið. 3. Útbygging av fleiri áskoðaraplássum í høllini verður framt í 2014 Tað skal sigast, at tað ikki altíð er so lætt at koma afturumaftur, tá ein bygging er liðug, men eg haldi, vit eiga at fegnast um tað, sum er komið, heldur enn bara at finnast at. Vónandi verður hetta til gleði fyri ítróttin og hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík, soleiðis at menningin kann halda fram. Vinarligar heilsanir Jákup Símun Simonsen býráðslimur og valevni á lista E Jákup Símun Simonsen býráðslimur Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri lista E Útbyggingin av Hoyvíkshøllini Fallandi fólkatal, og vantandi til­flyting heimaftur av unga ættarliðnum eftir lid­na útbúgvingar tíð uttan­lands, hevur verið nógv um­røtt seinastu tíðina. Upp­gávu­ lyndið tykist ráða í kjakinum, men er støðan nú bara so vána­lig? Vit hava so ómetaliga nógv og góð virði, sum vit eiga at seta sjóneykuna á. Vit mugu venda eyguni móti tí góða og jaliga, sum vit hava at bjóða og gera tað sjónligt og lokkandi fyri onnur. Hvussu týdningarmikið er tað ikki, at vit kunnu upp­ ala okkara børn í trygg­um umhvørvi. At vit hava eitt reint umhvørvi og nóg mik­ið av reinum vatni. Vit kunnu fara til handils, seta barna­ vogn­in uttanfyri og barnið svev­ur sín søta blund, tá ið tú kemur út aftur. Eisini kanst tú seta ólæstu súkkluna frá tær, og hon fær frið. Tú kann heingja klæðir á snórin og taka tey inn aftur turr og ang­andi – tey eru hvørki skit­ in ella stolin! Reklamufólk siga, at brand­ing snýr seg um at skapa, tilevna og broyta upp­ fatan­ina inni í høvdinum á fólki. Vit eiga at venda ljós­ið móti tí góða. At seta ljós­kast­ ar­an á Føroyar sum eitt gott land, ein flytur heimaftur til, tá ein hevur verið burturi og lis­ið ella arbeitt. Rákið síðstu árini hevur verið, at tað er ikki “inn” at flyta til Føroyar, og neiliga um­talan, millum ungar før­ oy­inga, av Føroyum, hevur bara vundið uppá seg. Tað gráa og keðiliga verður drigið fram­um tað góða og bjarta – Sjálv ivist eg onga løtu í, at hen­da gongdin fer at venda. Latið okkum øll hugsa um alt tað góða, reina og trygga, vit hava – komið og takið okk­um saman og tosið um tað, sum vit hava at bjóða og eggja við. Samhaldsfesti og javnstøða Týdningarmikið er, at vit hava vælvirkandi politiskar skip­anir á tryggum fólka­ ræðis­ligum grundarlagi, bæði í kommunalpolitikki og í lands­politikki. Opinleiki og gjøgn­um­skygni eru lyklaorð í hesum høpi, og at borgarin kenn­ir samognarskap í sam­ felags­tilgongdini hevur eisini stóran týdning. Eg eri somuleiðis sannførd um, at javnstøða í politisku skipan­ ini hevur alstóran týd­n­ing fyri dygdina av ar­beiði­num. Mínar royndir eru, at við góðari javnstøðu í politisku umboðanini, verða tær loys­ nir valdar, ið á bestan hátt tæna fjøld­ini, með­an ser­ áhug­a­málini hava tor­førari við at seta dags­skránna. www.marinaktrina.fo Okkarar virði, samhaldsfesti og javnstøða Á veljarafundi í Nólsoy, var eg í drúgvum orða­ kampi við ein sitandi bý­ráðs­lim, hesin orð­a­ kamp­ur vísti ógvuliga væl hugburðin hjá sum­ m­um av sitandi bý­ráð­ s­lim­um. Hes­in sit­andi býráðs­lim­ur brúk­ti fleiri ferðir somu um­ber­ ing : Jú men, tað er ein landsuppgáva og ikki kommunalt, tá skúla­ depil­in í Mark­na­gili, Tjóð­pallurin og Eldra­ røkt­in kom á breddan. Hesin hugburður er væl­virkandi til at høvuðs­stað­urin er í minking. Vit í Framsókn hava ásanna, at um vit í høvuðs­staðnum ikki gera tað sum er neyðugt fyri at steðga tí negativu gongd­ini í fólkatalinum, so heldur hon áfram... hend­ur neyvan nakað. Mak­tin í Løgtinginum og Landsstýrinum liggur uttan­fyri høvuðsstaðin. Marknagilsdepilin, sum hevur so stór­ an týdn­i­ng fyri út­ búgv­ing og lest­ur í høvuðsstaðnum, er í stórum vanda fyri at steðga upp, tí Lands­ stýris­mað­u­rin ikki royn­ir at finna peng­ar­ nar sum mangla í. Hen­ da verk­æt­l­an má ikki steðga nú, og tí eigur Tórs­havn­ar Kommuna at fara inn og hjálpa til. Hetta er ein íløga sum er alneyðug fyri okkara land og høvuðsstað. Á íløgu­æ­t­lan­ini hjá Fram­ sókn eru 40 milliónir sett­a­r av til Mark­nagils­ depilin. Eg skammist av um­ støð­unum hjá Tjóð­palli­ num. At Tjóðpallurin skal liva­ undir so vánaligum kor­um, og fyri at gera ilt ver­ri, er raktur av fleiri bakk­ østu­m í seinastuni, so sum herverk, vatn og royk staða. Í Framsókn eru vit sannførd um, at tað einasta rætt er, at Tórs­havn­ar Kommuna setur peng­ar av til at byggja ein Tjóð­ pall. Á íløguætlanini hjá Framsókn eru 40 millión­ir settar av til Tjóð­pall­in. Vit fara at virka fyri, at kommunan fer at samráðast við lands­myndug­leik­ar­nar um at byggja pallin. "Viðhvørt muga vit gera tað, sum KREVST!” “...viðhvørt er tað ikki nóg mikið, at vit gera okkara besta"