Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brandur í Dali valevni á lista E til býráðvalið í Tórshavn Heðin Mortensen borgarstjóri Heri Ólason Dam kommunuval 2012 ’Ung í arbeiði’ hevur nú virka í nøkur ár, og víst seg at verið eitt avbera gott tilboð til ung millum 14 og 16 ár, har tey kunnu tjena sær nøkur oyru í summarfrítíðini. Sum kunnugt eru tað sera nógv, sum á hvørjum ári søkja um at sleppa at arbeiða, men einans nøkur, ið sleppa framat. Eg haldi tað verða sera harmiligt, at partur av hesum ágrýtna ungdómi, sum vísir vilja og eisini hegni til arbeiði ikki fær møguleikan, tá viljin og eisini tíðin nú einaferð er til staðar. Eisini tað, at vinmaðurin ella vinkonan sleppa til arbeiðis og ikki ein sjálvur, kann virka ómotiverandi á hesi ungu, serliga í hesum døgum, tá tað er torført at finna arbeiði, samstundis sum alt annað rundan um ein er spennandi – soleiðis sum tað nú einaferð skal verða hjá teimum ungu. So eru tað ivaleyst tey sum siga, at hetta er ein peningalig útreiðsla fyri kommununa, men har eri eg ósamdur! Eftir mínum tykki kann tann peningaliga útreiðslan ikki samanberast við tað, vit fáa inn aftur frá hesum ungu. Fyri tað fyrsta eru tey dugnalig til at prýða og betra um okkara vakra bý, harafturat er tað so deiliga hugaligt at síggja hesi virknu ungu í sving runt umkring í Havnini og síðst men ikki minst: Hetta arbeiðið kann verða við til at kveikja arbeiðssemi og hugin til at vinna sær egnan pening, og tað er ein íløgu, ið ikki skal undirmetast. Og hetta eru einans nakrir av fyrimunum. Fyri tann einstaka kann tað verða bæði gevandi og mennandi í mun til tað sosiala netverkið, samstundis sum gerandisdagurin í einum parti av summarfrítíðini fær eitt meira skipað innihald hjá hesum ungu, og tey fáa eina kenslu av, at tey hava virði fyri samfelagið – at tey hava týdning fyri hendan felagsskapin. Um eg verði valdur, er hetta nakað, ið eg vil virka fyri, tí eg veit, hvussu gevandi tað er hjá tí unga at sleppa í ’ung í arbeiði’ og hvussu skuffandi tað samstundis kann verða, tá ein ikki sær sítt navn á listanum yvir teimum, ið sleppa til arbeiðis. Vel lista C, vel Hera Ólason Dam Vit fremja úrslit ’UNG Í ARBEIÐI’ til øll tey, ið hava áhuga til tess! Nýskapan er neyðug, og hetta er nakað eg vil arbeiða hart fyri, um eg megni at vinna mær eitt sæti á vag­ li­num. Trappubrøðurnir løgdi lunn­ar undir føroysku fisku­vinnuna, tá teir keypti slupp­ina Fox. Síðani hava vit havt nógv vinnulívsfólk, sum hava bygt seg upp frá nær­um ongum til at hava stór virkir, sær sjálvum, starvs­fólkum, men ikki minst býnum til gagns. Vit hava enn brúk fyri tílík­um íverksetarum! Verandi samgonga hevur ný­liga­ni samtykt at seta á stovn Nýskapanarhús í Konga­gøtu. Hetta er nakað sum hevur stóran týdning fyri Havnina. Ætlanin við Ný­skap­an­ar­húsinum er at tað skal samstarva við útbúgv­ing­arstovnar og vinn­u­na um ráðgeving og verk­ætlan­ir. Tað er umráðandi at vit skapa góðar karmar fyri nýggjum vinnulívið í kommununi. Vit muga skilja at vit ikki bara skula hava tænastuvinnu. Virk­ir og fyritøkur ið kunnu virka vørur, bæði til út­flutn­ing men eisini til heima­mark­ nað­in, skulu hava bestu karm­ar og møguleika at fáa fót­in fyri seg her í økinum. Býráði skal eisini veg­ leiða íverksetarar um hvørji krøv teir kunnu vænta frá myndug­leikum. Tað verið seg her heima ella frá EU, sum nú eisini tíanverri er byrjað at fáa fastatøkur á okk­a­ra lógarverkið. Um­ráð­ andi er at einki nýtt virkið kvalist í reglugerðum. Nýggja nýskapanarhúsið sam­an við at vinnu­ menn­ing­ar­deildini, sum samstundis verður endur­ stovn­að og far nógv víðari heimil­dir enn fyrr, er mítt íkast til hvussu vit gera havn­ina kappingarføra á vinnuøkinum. Hetta skal vera við til at geva vinnu og nýskapan eina vita­min­ inn­spræning, sum tørvar til tess at føra býin longur fram á leiðini, hetta móti hug­sjónini um at vera ein kommu­na sum vil vinnuni væl. Vegurin fram eitur íverksetan og vinnumenning - Vanliga er onki galið við trúvirðinum í kanningunum hjá Gallup. Í tí stóra og heila eru kanningarnar oftast rættar, vísa rættar ábendingar og av og á enntá heilt rætta úrslitið. - Men trupulleikin er, at ein Galluppkanning eisini væl kann broyta úrslitið. Um ein kanning vísir eitt ógvusligt úrslit stutt uppundir eitt val, so kann tað tykjast óført hjá summum, men vera ein eggjan til ein øgiligan endaspurt hjá teimum, sum ikki vóru nøgd við úrslitið. - Persónliga dámar mær ikki at síggja og hoyra um øgilig persónlig tøl beint uppundir val. Tað einasta, tað førir við sær er, at mong hugsa sum so, at tá nú Heðin fær so nógvar atkvøður kortini, so kunnu tey einsvæl stuðla onkrum øðrum. Og tá ger ein tílík kanning, at Heðin fær færri atkvøður, enn kanningin vísti! - So mín vón er, at mínir veljarar ikki lata seg tøla av eini tílíkari kanning, men standa fast og ikki lata seg vika av, at ein einsamøll kanning vísir eitt rímiliga gott úrslit til valið. - Gott val! Latið tykkum ikki tøla av góðum Galluptølum!