Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Næsta ár fyllir Handils­ skúl­in 30 ár, í uml. 1980 vórðu nakrar barakkir bygd­ar í Smiðjugerð at hýsa Tekniska Skúla, sum skuldi standa liðug­ur fimm ár seinni, tað eru meir enn 30 ár síðani, og øll kenna støðu­na í Hoydølum við plásstroti og soppa­ trupul­leikum og hurli­ vasa. Og enn er spakin ikki sett­ur í í Marknagili. Nú má Tórshavnar Kommu­na koma á ban­ an, og gera síni sjónar­ mið galdandi. Sjálvandi skal alt gerast at laga verk­ ætlan­ina til ta játtan, sum landið hevur sett av til skúlan. Men vit mugu ikki bera so í bandi, at tað sum bygt verður, verð­ur eitt neyðaregg. Havnin hevur prógv­ a­ð at hon dugir at byggja skúlar. Men skúlarnir sum Havnin hevur bygt, eru ikki bíligari enn tann skúlaverkætlan, sum nú er sett út í kortið. Tí skal Tór­havn­ar Kommuna streing­ja á og krevja at verk­æt­l­anina verður framd - nú! Skúlin liggur her í Havn og skal vera mið­ depil fyri ungdómin í øll­um Suðurstreymoy í hálva øld ella meira. Hann má og skal vera fram­tíð­ar­trygg jaður. Tór­havn­ar Kommuna kann fáa nógv gagn av at eiga aktiu í skúlanum. So tað skal vera mín áheit­an til tey sum koma at manna Tórshavnar Bý­ráð at fara miðvíst til verka eftir valið. Verður mær sjálvum víst tað álit, skal mín part­ur ikki liggja eftir. Nú má røkka ella støkka Helena Dam á Neystabø valevni Javnaðar­floksins til Tórshavnar Kommunu Fleiri fólk býgva í Havn – betri trívast kvinnur og ung Elin Lindenskov býráðslimur fyri Javnaðarflokkin Fróði Ó Olsen Valevni á lista A Eg havi fyrst valt at spyrja: Hvat fær kvinnur til betri at trívast í Keypmannahavn enn á bygd? Orsøkin til at kvinn­ ur trívast betri í Keyp­ manna­havn er tí, at í Keyp­ manna­havn eru fleiri og fjølbroyttari størv til kvinn­ ur enn á bygd. Og í Keyp­ manna­havn eru fleiri aktivi­ tets- og tænastutilboð. Orsøkin til at tað eru fleiri størv og tænastutilboð til kvinnur er, at fleiri fólk búg­ va í Keypmannahavn, og tey búgva tættari. Fleiri fólk, sum búgva tætt, skapa fleiri tænastu­ størv og aktivitets- og tæn­ as­tu­ti­l­boð til kvinnur. Vit fáa kafeir, restaura­ tión­ir, frisørsalongir, handlar, ser­handlar, vælverustøð, bio­graf­ar, sjónleikarhús, list, designfyritøkur, reklamu­ virki og eina rúgvu av øðrum tæn­astu- og aktivitets­til­boð­ um og arbeiðs­pláss­um, sum ikki eru á bygd. Somuleiðis hava býir fleiri størv til væl­ út­búgvin fólk. Sum kunnugt fáa fleiri kvinn­ur í dag hægri út­búgv­ ing enn menn. Tí gevur tað meining, at vit byggja tættari og fáa fleiri fólk at búgva innan fyri Ringvegin og í mið­býn­ um. Eg síggi miðbýin sum alt frá hospitalinum nið­an í Gunda­dal og oman á Skans­ an, og tað sum er innan fyri hesa linju. So sum eg síggi tað, kunnu væl fleiri búgva innan fyri Ring­vegin. Í tí økinum eg búgvi í frá læknamiðstøðini í Jónas Broncks niðan til stats­kassan, yvir í Lon og oman á politistøðina búgva kanska 50 fólk í dag. Í hesum øki kundu sambært arkitekti saktans búð upp móti 500 fólk um byggingin var skipað øðr­vísi. Hugsið tykkum, hvørj­ar tænastur vit høvdu fing­ið í Jónas Broncks, um tað búðu fleiri fólk í økinum. So vit mugu skipa okkara bý og bústaðarseting øðrvísi, um vit vilja hava kvinnur og ung at búseta seg her. Tað er sera týdn­ing­ar­mik­ ið, at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu og hví vit skulu broy­ta miðbýin, áðrenn vit í smá­um fara at broyta her og har. Ein broyting av mið­býn­ um má leggjast væl til rættis. Tórs­havnar kommuna má seta tíð og neyðuga peningin av til at leggja ætlanina fyri mið­býin. Vit brúka uttan trupul­ leik­ar milliónir til einstøk hús til ymisk endamál. Her snýr tað seg um at leggja eina ætlan fyri hjartað í Havn­ini og eisini hjartað í Før­oy­um. Tað mugu vit seta neyðuga peningin av til. Tað er týdningarmikið at allir borgarar verða hoyrdir og eru við í tilgongdini at bro­y­ta miðbýin, um broyt­ ing­in av miðbýnum skal eydn­ast væl. Fyrst mugu vit spyrja: Hvat slag av lívi ynskja vit í mið­býn­um. Er tað blinkandi New York stemning, vit vilja hava? Er tað “Strøjið” vit vilja hava? Er tað mentan og list, vit vilja hava? Er tað shopp­ing­sent­ ur? Hvussu høgt skulu vit bygg­ja og hvat av tí gamla ynsk­ja vit at varðveita? Er tað breiðar bilgøtur vit vilja hava? Eru tað grøn frípláss vit vilja hava? Vilja vit hava fleiri ung í býin? Vilja vit hava eitt universitet í býn­ um? Spurningarnir eru nógv­ir og skulu svarast væl áðr­enn farið verður undir broyt­ing­ ar­nar. Eg fari at mæla til, at Tórs­havnar kommuna fyrst í komandi ári fer at halda eina ráðstevnu um økis- og býar­menning. Henda ráð­ stevna skal svara spurn­ing­ un­um um, hvat skal verða í býnum, hvussu vit skipa bú­stað­ir, handlar, skriv­ stov­ur, arbeiðspláss, havnir, park­er­ings­øki, tilhaldsstøð og ferðsluna til og frá mið­ býn­um. Eftir ráðstevnuna mugu vit seta ein fakligan bólk at arbeiða saman við bý­ráð­ n­um og borgarunum um miðbýarmenningina. Kans­ ka kundu nøkur av hes­um fólkunum verið tey somu, sum gjørdu ætlanina hjá Hans Mortensen. Tann æt­ lan­in er ein tann mest spen­ n­andi ætlanin vit leingi hava sæð fyri miðbýin. Vónandi fara fólk at taka undir við einari bæði vísinda­ligari og fólksligari til­gongd til broytingina av mið­býnum. Eg fari at enda við at siga, at jú fleiri fólk búgva í Havn og innan fyri ringvegin, jú betri fara kvinnur, ung og fólk sum heild at trívast! Innlegg á Kvinnufelagsfundi um miðbýin 5. november 2012 Nú, vit byggja skúlar fyri hundrað­tals milliónir í Tórs­ havn­ar kommunu, skilji eg ikki, at møguleikar fyri eini matar­skip­an ikki eru við. Sjálv­ur havi eg sera góð­ ar royndir av slíkari skip­an í Hirtshals skúla, har næm­ ing­ar fingu eina heita máltíð ella eina tvíflís fyri sámuligt gjald. Tíðin má vera farin frá, at næmingarnir sita og eta kleimd­ar stressmatpakkar mill­um blýantspískarar, linjal­ir og annað á skúla­ borði­num. Stórur partur av hes­um matpakkum endar í ruskílatinum ella liggur órørd­ur í skúlataskuni, til næsti pakki er klárur. Ein matarskipan hevði har­til lætt munandi um heima við hús, og royndir í m.a. Reykjavík vísa eisini, at innlæringin betrast mun­ andi, tá ið næmingar hava eina góða og trygga matar­ skip­an. Eini slíkari skipan vil eg arbeiði fyri í Tórshavnar kommunu! Matarskipan í skúlarnar Nú skal nýggjur miðnámsskúli byggjast í Havn kommunuval 2012