mikudagur 7. november 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jákup av Skarði
Jógvan Arge
valevni á Lista E, á pallborðsorðaskifti 5. november
Nú er tað stásiliga Boða
nesheimið latið kommu
nuni og umstøðurnar á
eldraøkinum í Tórshavn
ar Kommunu eru nú
nógv betri , bæði tá tað
kemur til tað, at brúk er
fyri røktarheimi, men
ikki minst tíðina áðrenn
tað kemur hartil.
Um vit hyggja eftir
tølunum fyri íbúgva
ratalið í kommununi
og talið á røktarheims
plássum, er talið á røkt
arheimsplássum
á
einari leið sambært út
rokningum aðrastaðni
frá. Hetta greiddi ein
sjúkrafrøðilesandi mær
so skilagott frá, tá vit
hittust til móttøkuna á
Boðanesheiminum.
So er tað upp til
okkum, sum starvast á
eldraøkinum at leggja
alt so væl til rættis, at
møguleikarnir viðvíkj
andi
døgnumlætting
við
endurvenjing
og
aðrar fyribyrgjandi ella
viðlíkahaldsvenjingar
vera so góðar, at okkara
eldru
í
kommununi
veruliga kenna seg “í
góðum
hondum”,
tá
brúk er fyri hjálp so ella
so. Eisini mugu vit bera
soleiðis at, at til ber at
veita døgnumlætting, tá
hóttafall kemur knapp
liga á. Hetta vænti eg,
at allir politikkarar kun
nu taka undir við, bæði
kommunalir og lands
politikkarar.
Vit fá at vita upp í
saman, at tað ikki er
fíggjarligt møguligt at
leggja eldraøkið út til
kommununar , tí eldra
økið gerst so dýrt, tá tað
verður lagt út. Um mann
endurtekur ein pástand
nóg ofta so trúgva fólk
tí, men ongin hevur
víst á tøl fyri hesum
pástandinum. Tað ber til
at rokna út, hvat hetta
kemur at kosta í 2014,
2024 osv. við framrokn
ingum. Tað haldi eg, vit
skulu fáa tøl fyri, áðrenn
vit sleingja handan pá
standin út.
Nú eitur yvirskriftin
Boðanesheimið og Buss
leiðin. Tað krevur eina
frágreiðing. Tann annars
so frálíka Bussleið, koyr
ir ikki framvið Boðanes
heiminum enn í hvussu
er. Hetta átti at vera
hugsa inn í ætlaninar
við Boðanesheiminum.
Vit vita, at starvsfólka
hópurin, sum kemur at
arbeiða har, hoyrir til
tann lægsta láglønar
bólkin og hugsast kann,
at øll ikki hava ráð at
hava bil. Tey mugu tí
dúva uppá Bussleiðina
og tað sama gera nógv
avvarðandi, sum koma
á heimið at vitja. Mær er
fortalt, at onkur hevur
takka nei til pláss har,
tí tey avvarðandi ikki
hættaðu sær at koma á
vitjan av somu orsøkum.
Hetta kunnu vit gera
betri, um eg veri við, har
avgerðirnar verða tiknar
í býráðnum.
Setið
krossin
við
Hensiu Einarsson á lista
E.
Boðanes
heimið og
Bussleiðin
Hensia Einarsson
kommunuval 2012
Góðu tit á Strandferðsluni!
Vit hava nú í longri tíð hoyrt
lýsingar um Smyril og eisini
frætt um Teistan. Men eg
sakni
greitt
útspæl
um
Ternuna!
Á fundi í Nólsoy varð lov
að okkum, at SSL arbeiddi við
eini virðiligari loysn, at ferð
andi um Nólsoyarfjørð eisini
skuldu kenna seg trygg. Men
støðan eftir ovastevnu hevur
verið okkum ótolandi.
Eg loyvi mær at seta fram
opnan fyrispurning: Kann
SSL seta dagfesting á, nær
eykaskipið Ternan aftur er í
nøkulunda fastari sigling um
Nólsoyarfjørð?
Ternan varð tikin úr sigl
ing mánadagin eftir ova
stevnu. Tað hevði beinan
vegin trupulleikar við sær,
tí SAM mátti setast inn at
flyta tilfar inn aftur. Síða
ni vóru túrarnir til farm
settir at verða týsdag og
hósdag, í mun til vanligu
farmaskipanina mikudag og
fríggjadag.
Silja Star er góður bátur
til ferðandi, ið eru væl fyri
- og í góðum veðrið. Men at
Silja Star skal vera álitið frá
13. august til vit nú eru kom
in væl inn í november?
Nei! Hetta er ikki virðilig
loysn! Minnist til barnavogn
ar, rørslutarnað, og at Silja
Star hevur ikki innilokað øk
ið, har tú kann seta vøru frá
tær.
Smásøgur ganga, at Tern
an skal á beding í eina viku
eftir at Teistin røkir farleið
ina um Skopunarfjørð. Men
samstundis frættist eisini, at
Ternan skal verða stuðuls
skip hjá Teistanum fyrstu
vikuna - um nú onkur skrúva
slær frá aftur.
Kunning og upplýsing!
Góðu tit á Strandferðsluni.
Tá ið Dagur og vika ber tíð
indi um Teistan, hevði tað
verið hugaligt at frætt okkurt
um
Ternuna.
Harafturat
hevði tað verið hugaligt
at sæð onkra dagføring á
heimasíðu tykkara. Nøkur
orð, ið geva okkum eina vón
um at Ternan er í sigling fyri
jól - í ár.
Støðan er ótolandi. Eldri
fólk hætta sær ikki til lækna.
Foreldur hava lítlan hug
at loyva børnum sínum til
musikkskúla
og
fimleik.
Byggitilfar fæst bert í oynna
týsdag og hósdag umleið kl.
11. Ruskbilarnir skulu um
skipa sína ruddingarleið fyri
at tillaga seg nær SAM áleið
liggur í Nólsoy.
Vónandi verður greitt út
spæl frá Strandferðsluni - í
hesi vikuni.
Óvissa skapar
illgitingar
Tað er mær ein heiður at
vera til pallborðsorðaskifti
her í Arbeiðsmannafelags-
húsinum í Kollafirði. Her er
mangur áhugaverdur fundur
hildin, og her hava ofta verið
bæði álvarsom og stuttlig
orðaskifti. Summi av okkum
hava longu verið á einum
politiskum fundi í Kollafirði,
og har talaðu kollfirðingar
greitt.
Tosað varð bæði um for
tíð, nútíð og framtíð. Í hes
um umfarinum havi eg hug
at leggja meg eftir fram
tíðini. Seinast hevði eg fyri
reikað ein spurning til koll
firðingar um, hvussu teir
síggja framtíðina í Kollafirði.
Spurningurin varð ikki sett
ur, tí eg skilti á lagnum, at
framtíðin í hugaheiminum
her er nógv tengd at tí, sum
ikki er hent í Kollafirði sein
astu mongu árini.
Í kvøld havi eg hug at
leggja fyri við at siga, at
Listi E vil fegin gera alt,
sum gerast kann, fyri at
fáa útstykkingar í lag her
í Kollafirði. Tað kann ikki
bera til, at tað skal vera so
tvørligt at fáa grundstykkir í
eini búnaðarbygd, at bygdin
steðgar upp – heldur upp at
at vaksa og missir tað unga
fólkið og harvið børnini. Her
má onkur gongd leið vera
burtur úr tronganum, sum
hevur vart nú í eini 20 ár sum
eg skilji.
Havi eisini hug at siga, at
Kollafjørður er ikki komin
nóg langt á barnaansing
arøkinum. Her er ikki tikið
nóg rívan til, og her mugu
aðrir bollar í suppuna, skula
karmarnir um barnaansing
ina her koma á hædd við teir
karmar, sum eru aðrastaðni í
kommun-uni. Lítil ivi er um,
at hetta takið skal takast við
Botnánna. Tað, sum ræður
um, er at finna tær gongdu
leiðirnar.
Sum tað triðja havi eg
hug at nevna, at tann ung
dómurin í Kollafirði, sum
ikki fæst so nógv við ítrótt,
eigur at fáa tilboð um ann
að ungdómsvirksemi, sum
líkist tí, sum er í Havn,
Hoyvík
og
Nólsoy.
Har
savnast ungdómur í klubb
um, ið eru útgjørdir við
teldum, telduspølum, leik
førum til tónleik og øðr
um
áhugaverdum.
Slík
tilboð
hava
innivist
í
ansingarstovnum ella skúl
um – so tað skuldi verið lagað
manni at gjørt tað sama her
í bygdini.
Standurin á hesum økj
um fremur ikki búseting í
Kollafirði. Eru ongi grund
stykki, so kann ongin seta
búgv. Hevur barnaansingin
vánalig kor, velja fólk aðrar
umstøður, og hevur ungdóm
urin ikki fjølbroytt tilboð, so
ger hann kanska okkurt, sum
hann ikki skuldi gjørt.
Vit halda eisini, at sam
bandið millum kommununa
og bygdirnar eigur at verða
útbygt við skrivstovu, sum
varðar av øllum málum við
víkjandi bygdunum og syrgir
fyri at tey verða viðgjørd og
avgreidd skjótt og væl.
X við E
Framtíðin í
Kollafirði