mikudagur 7. november 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Alfred Haraldsen úr Elduvík var bara 15 ára gamal, tá hann við Arizonu kundi fingið eina váta grøv eins og pápin
2. partur
Í 1932 var eg blivin 15 ára gamal, og
sum aðrir dreingir í hesum aldri
num var bara eitt at gera, og tað var
at fara til skips.
Eg slapp við Arizonu, sum Jo
hannes
Johannesen,
Leirvíks
Jóannes kallaðir, átti. Skipari var
Fríðrik Bláhamar, og vit vóru tígg
ju elduvíkingar við. Umframt meg
og Fríðrik vóru vit Peter Ernst
Hans Sofus Sámalson, Peter Karl
Hansen, Jacob Olvhøj, Frederik
Davidsen, Oliver Joensen, Corne
lius Olvhøj og Hans Johan Harald
sen, pápabeiggi mín og Jógvan
Davidsen,fosturbeiggi mín.
Úr Oyndarfirði vóru Heini
Hansen, Stóri Heini, og Harald
Anthoniussen við. Harald gjørdist
seinni trúboðari hjá donsku Indre
Mission, eisini eitt skeið í Føroyum.
Hann gjørdist heilt gamal og er
deyður fyri fáum árum síðani.
Hann skrivaði eisini nógv niður
um sítt sjólív.
Úr Funningi vóru Poul Johannes
Thomsen, kokkur, Sigmund Peter
Petersen og Edvard Petersen.
Hetta gjørdist ein buldrasligur
túrur frá byrjan av.
Arizona hevði fingið munandi
umvælingar í Havn. Hetta hevði
tikið so langa tíð, at Arizona varð
seinkað til Íslands. Men tað blivu
fleiri seinkingar.
Á
ferðina
úr
Havn
hendi
fyrsta óhappið. Tá ið vit komu á
Mjóvanes slitnaði fanglínan til
bátin, vit høvdu aftaná okkum. Tað
eydnaðist hjá Ernst at sleppa sær
í bátin, men trupulleikin varð, at
tað gekk illa hjá okkum at fáa bátin
og mannin aftur. Hetta eydnaðist
kortini.
Tá vit komu norður móti Árna
sker komu vit at standa á einum
skeri, men tá ið fløddi, varð Arizona
leys aftur. Vit fóru so til Vestmanna
at umvæla bummin til stórseglið.
Vit fóru til Íslands fyrst í apríl.
Tað var nógv at fáa beinanvegin á
Suðurlandinum, har vit vóru. Hetta
var ógvuliga strævið, ikki minst fyri
okkum ungu.
Skipini plagdu at halda sunnu
dag í Herdisarvík, har tað var gott
akkerspláss. Einastu hús har var
ein bóndagarður
Máttu í bátin
Men fyrsta sunnudagin á túrinum,
vit høvdu bert fiskað tríggjar dag
ar, endaði galið hjá okkum. Vit
vóru sum vanligt farin inn at halda
sunnudag og fóru út aftur sunnu
kvøldið um 8-9 tíðina. Bóndin
plagdi at koma umborð at vitja
skipini saman við einum húskalli,
og hann var eisini umborð hjá okk
um. Barometrið var fallandi, men
tað skuldi kortini ikki verið vandi
á ferð
Men knappliga á veg út, nú
stendur skipið. Roynt varð at bakka
skipið av, men tað var til fánýtis.
Tað stóð púra fast.
Skipið fór skjótt at leka, og tað
gjørdist tyngri og tyngri í sjónum.
Nú var einki at gera uttan at royna
at sleppa í bjargingarbátin. Hetta
var ikki uttan trupulleikar. Báturin
furaði um dekkið, men tá stýriborð
fór undir, fór báturin av sær sjálv
um á sjógv. Tað var bølamyrkt og
heglingur. Tað var eisini ringt at
gerast leysir av skipinum. Tann
seinasti maðurin mátti fáa sær
renningarlop at leypa í bátin.
Tá vit vóru komnir í bátin tá
stemmaði kokkurin, Poul Johannes
í Funningi, í at syngja:
“Millum boðar og íður eg strand-
aður var”. Hann hevði so sera gott
mál. Eg hevði ikki hoyrt henda
sangin fyrr, og eg gloymi hann ikki
aftur, hóast 80 ár eru liðin.
Tað var trongt við 20 monnum
í bátinum, men vit høvdu tó eina
lítla jollu at taka til. Seinni fóru fýra
menn í jolluna.
Tað var óhugsandi at leggja at
landi sum brimið var, so vit róðu
tvørtur um víkina. Vit royndu at
senda upp neyðrakettir, men tað
var so tjúkt í veðrinum, at eingin sá
tær. Eitt motorskip kom framvið.
Vit royndu at gera vart við okkum,
men tað ansaði okkum ikki, hóast
vit royndu at gera vart við okkum.
Sjógvur kom alla tíðina inn í
bátin, so tað mátti oysast í heilum.
Móti morgni batnaði veðrið og sýn
ið eisini. Tað var framvegis nógv
brim, so tað var ikki vandaleyst at
sleppa okkum uppá land.Men við
okkum vóru menn úr brimplássum
í Føroyum, og teirra royndir komu
okkum til góðar, so vit kundu passa
okkum løgir millum brotini.
Komu uppá land
Tað eydnaðist okkum eisini at kom
í land í øllum góðum. Komnir uppá
turt bað ein av monnunum eina
takkarbøn fyri bjargingina.
So var at sleppa okkum niðan á
bóndagarðin í Herdisarvík, sum lá
nakrar hundrað metur niðan frá
strondini.
Fólkini á garðinum vóru ikki
uppkomin, hóast klokkan var nær
um níggju. Ikki fyrr enn vit bank
aðu á eitt vindeygað vísti bóndin
seg. Tey høvdu verið úti um náttina
í illveðrinum at bjarga kríatúrum.
Í Íslandi var longu tá so væl fyri
skipað við bjargingarfelagnum, at
ein slíkur bóndagarður hevði eina
goymslu av klæðum, sum vóru ætl
að forlistum sjómonnum. Vit slup
pu tískil beinanvegin í turr klæði.
Vit fingu eisini at eta, og vit
fingu so nógva mjólk, vit orkaðu
at drekka. Síðan sluppu vit at sova.
Hetta var eisini tiltrongt eftir eina
so drúgva nátt.
Bóndin undraði seg yvir, at vit
vóru komnir í land á einasta staði,
har hetta var møguligt í slíkum
álandsvindi. Vit hildu, at hetta var
mestsum eitt undur.
Eitt var at koma til Herdisarvík.
Eitt annað var at koma víðari til
Reykjavíkar, sum líkindini vóru.
Hetta mátti í fyrsta umfari vera
á rossabaki. Hesum stúrdi vit fyri, tí
eingin hevði sitið á rossi fyrr. Men
her var einki val, um vit skuldu
sleppa nakran veg.
Fyrsti steðgur var í bygdini
Bjørg, har vit skuldu gista. Her vitj
aðu vit Stranda kirkju, sum hevur
havt stóran týdning fyri siglandi
fólkið. Her vóru líkini av teim
um á Ernestinu sett inn tvey ár
frammanundan.
Morgunin eftir vórðu vit vaktir
kl. 6, og nú skuldi ferðin halda á
til Reykjavíkar. Vit skuldu aftur á
rossabak í minst 3 tímar í ringum
kulda, síðani skuldi vit við bili til
Reykjavíkar. Hetta gekk væl, og vit
gistu á hotelli. Í Reykjavík fingu vit
nýggj klæði. Longu morgunin eftir
skuldu vit sleppa heim við Lyru.
Vit komu so heim í øllum góðum.
Hetta árið, 1932, var annars eitt
feigdarár. Laura og Immanuel gin
gu burtur við 38 monnum. Vit sóu
skipini, og frættu so um vanlukku
na, tá ið vit komu heim.
Gekk ikki so frægt hjá okkum
hevði feigdin hetta árið verið enn
størri, og so at hugsa sær, at so
nógvir menn í Elduvík vóru við
Arizonu.
Hetta var annars ein tíð, tá ið
nógvir mans fórust á sjónum. Hans
hjá Peri giftist við Mariu Thomasen
úr Miðvági. Hon doyði, og tá giftist
Alfred: Forlisti
fyrsta túrin til skips
Skipari á Fame var Hendrik
Olsen, Hendrik í Bug. Honum
letur Alfred ógvuliga væl at
Fyrsti og seinasti túrur hjá Alfred kundi eins væl blivið við Arizonu.
Hon er kirkjuskipi Nólsoy gjørd av Poul Niclassen