Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur Alfred endaði sjólívið við Kyrjasteini. Tá kom hann atgerast linjumaður hjá telefonverkinum. hann upp aftur við Katrinu, syst­ir hennara. Hon misti fyrst ein beigg­ ja, Edvard, við Florens í 1927. Og í 1930 misti hon beiggjan Jógvan við Ernestinu. Eg minnist, at eg eina­ ferð fór inn til Katrinu, tá sat hon og græt um beiggja sín. Tá ið Ha­ns doyði, giftist Katrina upp aft­ur við Johan Davidsen, eisini í Eldu­vík, sum var 19 ár yngri enn hon. Johan var virkin í Kirkjuliga Missións­ felag­num. Fór so við Fame Eftir at vera heimkomin frá Arizonu var eg heima í 8-14 dagar. Tá fór eg við Fame, sum Jákup Haraldsen í 1920 hevði keypt saman við svági sín­um Hendrikki í Bug, sum var ætt­aður úr Gøtu. Fame hevði fingið mot­or í 1929, ein 40 hk Skandia, sum var vanlig motorstødd hjá sluppum tá í tíðini. Hendrik var skipari á Fame. Hetta gjørdist eitt sera gott ár. Vit vóru tríggjar túrir á eystur­landi­ num. Her var høgligt fiska, bara 2½ fav­na vatn. Fiskurin var stórur, so tað var eisini skjótt at fiska. Vit sóu ikki eitt skip. Hendrik mundi hava funn­ið leiðir, sum vóru ókendar av øðr­um. Eg skal bera Hendriki, at hann var eitt stak menniskja. Hann var góður at vera við. Eg var jú so ung­ ur. Hendrik kundi viðhvørt koma á dekkið biðja meg hvíla meg, so skuldi hann fiska fyri meg, og hansara lippur fóru tá í mín lippu­ kassa. Fuglfirðingurin, Óli í Bakka­ num, sum var lastarmaður, hjál­p­ti mær eisini at fiska. Hetta vísti eisini eitt sosialt medvit hjá teimum. Teir vistu, at eg var faðirloysingur og tí álit í húsinum. Silver Lining og Justines Eg var í 1933 og 1934 við Justines Ejdes­gaard við Silver Lining. Vit vóru eisini undir Grønlandi. Vit løg­du fisk upp á land og fiskaðu so uppí hana aftur. Vit fóru so inn at taka fiskin, men tá gekk tað illa at fáa allan fiskin umborð. Tað gjørd­ ist so fult, og Silver Lining gjørd­ist eisini so tung í sjónum. Tað vóru menn umborð, sum ikki kendu seg so tryggir við støðu­ na. Teir søgdu seg vilja fara heim við einum øðrum skipi, tí teir væntaðu ikki, atvit komu vegin fram. Teir gjør­du kortini ikki álvara av hesum. Men tað gekk væl kortini. Vindurin var so góður, at vit høvdu ikki motor­in í gongd. Tá vit komu upp undir land, bleiv nak­að av vindi. Tá orðnaði Justines at strika toppseglið. Tá tað kom í hálva stongina bleiv tað óklárt, og vit fingu tað ikki niður. So var okkurt at gera. Justines bað meg fara upp í mastr­ina við einum enda. Hetta minn­ist eg væl, eg stóð uppi á toppi­ num á stórmastrini og fekk so ein enda tvørtur um. Mistu mann og mundu mist tveir Justines var góður at vera sam­ an við. Hann var ein sera rólig­u­r maður. Tann 21. mars 1933 mistu vit ein mann við Vest­manna­oyggj­ ar­nar. Hetta var tann 25 ára gamli Jógv­an Vidtfeldt úr Búðini á Sandi. Vit fingu ein sjógv, og Jógvan slerdi út. Vit vendu beinanvegin, tá ið hetta hendi. Vit sóu mannin langt upp í lu men fingu einki gjørt. Har var eingin motorkraft at gera nakað. Tá ið Jógvan kom úr koyggjuni, for­taldi hann, at hann hevði droymt, at ein hvalur hevði slúkt seg. Áðrenn hann fór upp á dekkið, setti hann sær eina kjálkasteik í ovn­in. Í tí hann fer upp á dekkið, sigu­r hann: “Henda verður nokk brend, áðrenn eg kom aftur”.Tá er tað, at ein sjógvur kom beint fram­ man­á, og maðurin skolaði út. Ein maður av Húsum mundi eisi­ni farið. Hann hekk á einum fing­ri. Tað eydnaðist at fáa hann inn aftur í seinastu løtu. Ein týskur trolari, Main, fekk deyða mannin í trolið nakað sein­ ni. Teir tóku ringin av honum. Hann var forlovaður í Klaksvík við Poulinu, dóttur Gudmund Lass­en. Hon fekk so ringin aftur. Lík­ið koyrdu teir út aftur við eini sjó­manna­jarð­ar­ferð. Pápi Jógvan, Rólant, var eisini við. Tað var ringt at missa fólk soleiðis. Í 1934 fóru vit einaferð inn á Reykja­vík. Tá síggja vit sluppina Nól­s­oy koma út. Neptun lá fram­ veg­is við kei, men hon fór eisini út nak­að seinni. Tað bleiv ódnarveður um náttina, og hesi skipini spurdust ikki aftur. Við teimum fórust 43 mans. Atlantic Eg var eisini við Atlantic. Hetta var ein slupp, sum Sámal Petur Peter­sen í Fuglafirði hevði keypt í 1919. Skipari var Christian Petersen, vanliga kall­að­ur Kristian hjá Tróndi. Mourits Peter­sen úr Oyndarfirði var besti­mað­ur. Eina ferð fingu vit ein so stóran sjógv, at saltið fór út í annað borðið, og skipið legði seg liðuna. Í fyrsta um­fari var einki at gera uttan at taka skipið undan veðrinum, og lá tað og slongdist við ongum seglum. Tað, sum nú ráddi um, var at fáa saltið yvir í hitt borðið aft­ur, fyri at fáa rætta skipið upp aft­ur. Men nú var trupulleikin tann, at spakarnir, sum allir vóru í last­ini, vóru komnir at liggja undir salti­num. Einastu ráð vóru at fáa tallerk­ar frá kokkinum at lempa salt­ið við. Hetta var ein álvarsom støða at vera í. Eingin segði nakað. Men skipið rættaði seg aftur, so hvørt saltið kom aftur yvir í hitt borð­ið. Men hetta var eisini ógvis­ligt, so ungur eg framvegis var. Toldu ikki at elduvíkingur gjørdist formaður Tað verður so nógv tosað nú á døg­ um um samaleggin av kommunum. Tað sum eg minn­ist er tað mótsatta. Oyndarfjørður, Elduvik og Fun­ n­ings­fjørður vóru upp­runa­liga ein kommuna. Oynd­firð­ing­ar hildu seg sum størstu bygd­ina “eiga” formannin í kom­mu­nu­stýri­num. Men eina ferð verð­ur eldu­vík­ing­ u­rin Jacob Olv­høj formaður. Hetta dám­di ikki oynd­firð­ing­um, og teir skip­aðu fyri innsavning av und­ ir­skrift­um at fáa kommununa sund­ur­tikna. Teir komu enntá til Eldu­víkar at fáa undir­skrift­ir. Kom­mun­an fór eisini sund­ur í 1947. Nú er so Elduvík og Funn­ings­f­jørð komin uppí Runa­vík­ar kom­munu saman við Oyndarfirði. Aftaná Arizonu fór við Fame, har pápabeiggin Jákup Haraldsen var reiðari Alfred var við til at missa mann við Silver Lining, har Justines í Oyndarfirði var skipari Við Atlantic stóð eisini á gomlum nøglum