mikudagur 7. november 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Øssur hansen vangamynd
egningarskúrarnir eru áhugaverdir.
Har eru nógv, sum halda seg fram
at, og mangan eru allir skúrarnir
fullir.
Boð eru longu eftir Øssuri tá
hann bara er 15 ára gamal. Hann
er so mikið góður, at B68 velur at
senda eina umsókn til Fótbólts
samband Føroyar, har felagið vil
hava undantaksloyvi at brúka
hann. FSF sigur nei, men gevur
honum loyvi at royna seg í næst
bestu deildini.
Venjari hjá B68 er danin John
Kramer. Hann skal vísa seg at fáa
stóra ávirkan á framtíðina hjá
Øssuri.
Gyltu árini
Í 1987 spælir Øssur Hansen sín
fyrsta dyst í bestu deildini. Liðið er
mannað av lokalum leikarum, og
eftirnøvn sum Hansen, Petersen
og Højgaard ganga aftur á dómara
seðlinum. Leikararnir hugna sær
eisini eftir venjing, tá millum annað
kortspæl er á skránni. Hetta er við
til at skapa eitt gott samanhald
á liðnum, og tað er nakað, Øssur
minnist fyri tað góða.
– Leikarar fóru ikki heim beint
eftir venjing. Teir flestu komu av
Toftum, og vit hugnaðu okkum
mangan eftir venjing í B68 hús
inum. Í dag er hetta meira sjálv
samt, tí leikarar millum annað
koma aðrastaði frá og skulu heim,
greiðir Øssur Hansen frá.
Komandi tvey árini blívur B68
nummar tvey og trý. John Kramer
er ein væl lýddur venjari, og tað
manglar lítið í, fyri at meistaraheitið
kemur í hús. Danski venjarin vísur
Øssuri stórt álit og dugir væl at fáa
tað besta burtur úr leikarunum
uttan at vera órímuligur. Hann
skilir, at menn arbeiða við síðuna
av og hava familju.
Øssur fær fleiri og fleiri dystir og
er so smátt við at blíva ein av týdn
ingarmiklu leikarunum á liðnum.
Í 1990 verður John Kramer venj
ari hjá KÍ, og nýggjur venjari hjá B68
verður svenskarin Kenneth Rosén.
Hann velur at steðga í summar
steðginum, og Finnur Helmsdal
tekur við. Liðini endar mitt í deildini
og tað ger tað eisini árið eftir, men
frástøðan upp til oddasessin er ikki
so stór.
Í 1992 tekur Jógvan Norðbúð
við, og nú bragdar. Liðið er ein
góð blanding av ungum og meiri
royndum leikarum, umframt at
tilgongdin aðrastaðni frá ger góðan
mun.
Millum teir ungu eru 21 ára
gomlu Øssur Hansen, Jan Petersen,
Oleif Joensen, og 19 ára gomlu Jacob
Eli Olsen og Súni Fríði Barbá. Millm
teir meiri royndu eru beiggjarnir
Petur Hans Hansen og og Jens
Christian Hansen, umframt Aksel
Højgaard, Eyðfinn Olsen, Jógvan
Martin Olsen, Kjartan Nesá, Ingolf
Petersen og Ingemar Højgaard. Til
gongdin er navnframi Ábraham
Løkin(tá Hansen, blaðm) og Oddmar
Færø, sum báðir roynast væl.
– Liðið hjá okkum var væl
samanspælt, og allir trivust. Vit
vóru millum 20 og 30 mans til
hvørja venjing og aftaná var hugni,
greiðir Øssur frá.
Øssur varð toppskjúttið hetta
árið við tíggju málum, meðan Aksel
Højgaard var honum næstur við
átta málum.
Allan Simonsen lokkar
Í 1994 fer Øssur av landinum, og
leiðin gongur til Horsens at spæla
fótbólt. Tað var líka til, at føroyski
landsliðsvenjarin, sum eisini var
venjari hjá Vejle, fekk yvirtalað
toftamannin til at koma til Vejle.
Hann spælir fyrru hálvu av før
oysku kappingini í B68, áðrenn
hann skiftir til Vejle.
Øssur upplivir eina kollvelting,
tá hann kemur til Danmarkar. Á
vøllinum ger hann stór framstig og
kallar tað fyri bestu tíðina í yrkis
leiðini. Men uttan fyri vøllin er alt
ikki, sum tað plagar. Einsamallur í
einum nýggjum umhvørvi hevur
toftamaðurin ringt við at fella til.
Allan Simonsen heldur ikki
fram sum venjari. Eftir drúgva um
hugsanartíð velur Øssur Hansen ta
tryggu loysnina og kemur aftur til
Føroya.
– Eg hevði gjørt nógv øðrvísi í
dag. Eg hevði fyrireikað meg áðrenn
eg fór av landinum, og havt okkurt
at gjørt við síðuna av fótbóltinum.
Helst tikið eina útbúgving, so tað
hevði verið rúm fyri at hugsa um
annað enn bara fótbólt. Tað kann
blíva einsligt, greiðir Øssur frá.
– Eg fái bara einki gjørt við tað
í dag, men eg menti meg nógv ta
tíðina, eg var í Vejle, leggur Øssur
afturat.
Í Føroyum bjóðar B68 honum
lærupláss sum eletrikari og pengar
eru so smátt við at koma í føroyskan
fótbólt.
– Tú kanst siga, at eg valdi tað
trygga, sigur Øssur avkláraður á
málinum.
Árið eftir er Petur Mohr venjari,
og B68 kemur í steypafinaluna, men
tað greitt fyri HB í Gundadali. Vejle
flytur upp í Superliguna.
Skiftið til GÍ
Í 1997 fær B68 nýggjan venjara.
Hann kemur úr Jugoslavia og eitur
Mihajlo Djuran. Hann er harður
við leikararnar og tað sæst aftur á
venjinginum. Hann er ísakaldur. Tá
menn biðja um frí frá venjing vegna
arbeiði ella familjuna, er hann
tvørur. Tað er bara eitt at gera, og
tað er at møta upp til venjing.
– Hann var tað mótsatta av tí,
sum John Kramer var, sigur Øssur.
Sum tíðin gongur gert tað al
samt meiri greitt, at Øssur Hansen
verður noyddur at skifta felag. Um
hetta mundið er tað ikki óvanligt,
at leikarar skifta millum feløg, men
tað er framvegis torført hjá Øssuri
at fortelja foreldrunum um av
gerðina.
– Eg kláraði ikki at halda hann út
og tey flestu í felagnum skiltu mína
avgerð, men eg visti ikki hvussu eg
skuldi fortelja tað heima við hús,
sigur Øssur, sum valdi at skifta til
fýrfaldu FM vinnararnar úr Gøtu.
Uppgerðirnar millum B68 og GÍ
hava altíð verið nakað serligt. Tað
er bara dystirnir móti NSÍ, sum eru
meiri ein grannauppgerð enn upp
gerðin móti GÍ. Hinvegin, so hava GÍ
og B68 tey seinnu árini frá 80’inum
og inn í 90’ini kempað í oddinum í
føroyskum fótbólti.
Hetta merkir Øssur tó einki til,
tá hann kemur aftur til Toftir í eini
GÍ troyggju og skorar omaná tað
heila.
– Eg haldi ikki, eg hoyrdi nakað
fyri tað. Eg skoraði til 3-1 í seinna
hálvleiki, og spenningurin var eitt
sindur farin úr dystinum tá, sigur
Øssur Hansen.
Toftamaðurin hevur heldur ikki
trupulleikar við at finna seg til
rættis í gulu og bláu troyggjuni.
– Eg kendi teir flestu frá lands
liðnum, so tað gekk fínt at koma
inn á liðið, greiðir Øssur frá.
GÍ endar á einum triðja plássi og
fær bronsu.
Herning, B68,
B36 og aftur B68
Komandi árini hendir nógv í fót
bóltslívinum hjá Øssuri. Hann
roynir seg eitt tíðarskeið í donskum
fótbólti við Herning í næstbestu
deildini. Hann fær ikki ta spælitíð,
hann ynskir sær, og kemur aftur til
Føroya til kappingarbyrjan í 1998.
Mihajlo Djuran er ikki longur
á Toftum, og nýggi venjarin, Petur
Simonsen, vil gjarna síggja Øssur
aftur í B68 troyggjuni. B68 hevur
eitt miðal kappingarár, og Øssur er
miðpunktið og spælir flestar min
uttir av øllum á B68 liðnum.
Í 1999 vil Øssur Hansen royna
okkurt nýtt. Leiðin gongur ikki av
landinum, men heldur til høvðus
staðin, har tvey tey seinastu meist
araheitini eru endað hjá ávíkavist
B36 og HB.
– Allan Mørkøre hevði sett meg
í samband við HB. Vit vóru í sam
ráðingum, tá systkinabarn og B36
leikarin, Jens Christian Hansen,
fær at vita, at eg eri á veg til HB,
sigur Øssur Hansen.
Tað fellur Øssuri lættari at skifta
til B36, sum hann lýsir sum eitt
meiri »bygdasligt« felag. Hann fær
eina íbúð og arbeiðir sum eletrikari.
Liðið er framúr gott, og Øssur als
ikki fegin um bronsu heiðursmerki,
sum B36 fær hetta árið.
– Vit høvdu fleiri góðar leikarar,
og liðið var gott nokk til at vinna
FM, sigur Øssur greiður á mál
inum.
Í 2000 er ein brasilsk kollvelting
á veg á Toftum. Marcello Marcelino
og Marlon Jorge koma til felagið, og
B68 fer frá at verða eitt felag, sum
er kent fyri at kempa, til at spæla
meiri bólt. B68 hevur eitt gott ár
við Jóannes Jakobsen sum venjara,
og Øssur vinnur enn eitt bronsu
heiðursmerki.
B93 ævintýrið fer á heysin
Árið 2001 byrjar við, at Øssur
spælir ein branddyst móti Vejle á
venjingarleguni á La Manga við
A-landsliðnum. Hetta er byrjanin til
áhuga frá danska felagnum B93. Á
summri flytur Øssur Hansen niður
og toppar á øðrum sinni sum yrkis
fótbóltsleikari. Hann er ytstur á
vinstru mið í eini 4-4-2 spæliskipan.
Tað hóvar toftamanninum, sum fær
fleiri dystir í beinini.
Tíverri megnar felagið ikki at
halda fram og fer á heysin. Tað er
áhugi frá Superliga felagnum Silke
borg, men Øssur velur at siga stopp
fyri fótbóltsyrkisleiðini uttanfyri
landoddarnar.
– Eg var jú blivin familju maður,
so eg mátti eisini hugsa um tey.
Tú kanst aftur siga, at eg valdi ta
tryggu loysnina, sigur Øssur meiri
avkláraður enn við avgerðini um
ikki at halda fram í Vejle í 1994.
10 misjøvn ár
Síðani 2002 hevur Øssur Hansen
bara spælt við B68. Hann er í góð
um formi eftir B93 tíðina og skorar
ikki færri enn 16 mál í øllum kapp
ingarárinum. Í 2003 kemur enn
eitt
bronsu
heiðursmerki
um
hálsin, men frágongdin er stór til
kappingarárið 2004, og tað endar
við fyrstu niðurflytingini í søgu
felagsins.
– Alt gongur galið, sum kann
ganga galið. Tað er greitt tíðliga
í kappingini, at hetta verður ikki
lætt, minnist Øssur afturá.
Í 2005 vinnur felagið uppflyting
við Julian Johnsson sum venjara,
men longu árið eftir er aftur niður
flyting á skránni. Øssur umhugsar
tó ongantíð at skifta felag. Hann
fylgir trúfastur við í næstbestu
deildina, har Rúni Nolsøe stendur
á odda fyri næstu uppflytingini.
Sum tíðin gongur og aldurin
hækkar, so dettur Øssur longur
aftur á vøllin. Hann er drúgvur
fram til 2011, tá hann gerst partur
av venjaratoyminum hjá Bill M.
Jacobsen.
Páll ringdi til mín og segði,
at um eg kom við, so byrjaði eg inni
Eg tori at siga, at eg havi spælt mín
seinasta dyst fyri besta liðið hjá B68