Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 7. november 2012 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Seinasti dysturin í bestu deild­ ini er í 22. umfari í Effo-deild­ini í ár, tá B68 er á vitjan í Gunda­dali hjá B36. Øssur Hansen spælir allar 90 minuttirnar, men fótbólts­skógv­ arnir koma ikki uppá aftur. – Eg tori at siga, at eg havi spælt mín seinasta dyst fyri besta liðið hjá B68, sigur Øssur avkláraður á málinum. Fór at egna, tá hinr fóru til Landskrona Landsliðstíðin hjá Øssuri byrjar nakað seinni, enn hon kundi. Øss­ ur hevur altíð dámt væl at staðið á egnum beinum og tað kostar eisini pengar. Tað má hann ásanna í upptaktini til minniliga landsdystin í Landskrona í 1990, tá Føroyar vinna 1-0 á Eysturríki. Landsliðið hevði nógvar venj­ ingar, og samsýningin samsvaraði ikki við tað, Øssur kann forvinna sum landformaður. – Eg var við til allar venjingarnar, men valdi at takka nei. Eg ringdi til Páll Guðlaugsson(táverandi lands­liðs­venjari, blaðm) og greiddi honum frá míni støðu. Kári Reyn­ heim royndi at yvirtala meg til at halda fram, men eg hevði tikið eina avgerð, sigur Øssur Hansen. Øssur viðgongur, at tað var hart at síggja landsmenninar fremja eitt tað størsta landsliðsbragdið í fót­bólts­søguni, meðan hann sat heima. – Tað var beiskt. Eg minnist eis­ ini, at vit vóru biltúr eftir dystin, og øll vóru úti, og fleiri søgdu við meg, at eg kundi verið har, greiðir Øssur frá. Øssur Hansen var í kapping við Poul Enok Hansen um vinstra vong­ bakk plássið. Tá samanumkom, so endaði tað við, at Jan Dam byrjaði inni. Í dag hugsar Øssur ikki um tað. Hann hevði allarhelst ikki byrjað inni alíkavæl, og hann hevur síðani spælt yvir hálvthundrað lands­ dystir. Páll ringir aftur – Allan skeldar Í 1992 eru aftur boð eftir Øssuri á landsliðnum. Páll Guðlaugsson er framvegis landsliðsvenjari, men hesaferð hevur hann funnið fram rætta agnið. Mótstøðan er Wales á útivølli. – Páll ringdi til mín og segði, at um eg kom við, so byrjaði eg inni, sigur Øssur og eftirlíkar ís­lendsku dialektini á núverandi KÍ venj­ar­ anum. Tað var einki annað at gera, enn at takka ja. Øssur gerst skjótt fast­ ur á landsliðnum. Tað blívur til yvir hálvthundrað landsdystir, og minn­ ini eru nógv. Á heimavølli móti San Marino vinnur føroyska liðið 3-0, og Øssur metir hetta vera hansara besta dyst í landsliðstroyggjuni. Í 1997 er landsliðið á Malta, og í hálvleikinum er Allan Simonsen ikki blíður. Støðan er 1-0 til Malta og Allan Simonsen metir, at Øssur hevur skyldina av málinum. – Eg spældi ein bólt upp á tvørs til Allan Mørkøre, sum ikki klárar at temja bóltin. Eg haldi ikki av­lever­ ingin var so vánalig. Kanska nakað høg, sigur Øssur. Malta fer í mótálop og endar við at skora. Í seinna hálvleiki verður Todi Jónsson feldur í brotsteiginum, og Øssur fær nú møguleikan at svara aftur, tí hann skal skjóta. – Tað fór eitt sus gjøgnum kropp­ in, tá dómarin bríkslaði. Eg fekk ikki bóltin at liggja ordiligt og tað endaði við, at hann lá í eini kullu, tá eg skuldi skjóta, greiðir Øssur frá. Hann sendir bóltin til høgru fyri málmannin og so er 1-1. Stutt fyri tíð avger Todi Jónsson dystin. Øssur nevnir eisini dystirnar móti Russlandi sum nakað serligt. Millum annað eru vit á odda 2-1 eina løtu á Svangaskarði, og í Russlandi verða vit snýttir fyri eitt brotsspark, meðan støðan er 0-0. Ein partur av at spæla á lands­ liðnum er at býta um troyggju við mótstøðuleikararnar. Tað er ymiskt hvussu høgt leikararnir ganga upp í tað. Øssur hevur ikki gjørt nakað burtur úr teimum troyggjunum, sum hann hevur fingið, men leggur dent á tvær. – Eg eri Liverpool fjeppari um ein háls, og tí var tað stuttligt at fáa troyggjuna frá Dietmar Hamann, sum tá spældi við Liverpool, sigur Øssur. Hin troyggjan, sum hann er glaður fyri er burturblivin. – Eg býtti um troyggju við Gheorghe Hagi, men hon bleiv vekk eftir ein innandura tíma í høllini í Runa­vík eina ferð í 90unum. So um tað er nakar, ið hevur hana, so er viðkomandi meir enn vælkomin aftur við henni, sigur Øssur og smá­ flennur. Frísparkið! Løtan sum Øssur Hansen er mest kendur fyri, er frísparkið móti Slovenia á Svangaskarði í 2000. Tofta­maðurin hevði í eina tíð spælt illa á landsliðnum, og sjálvsálitið var ikki í topp. Undan dystinum er eisini um at ganga gali. Tað gongur upp fyri frísparkssnillingin, at fótbólts­ skógv­arnir við gummi-knoppinum ikki er ein haldbar loysn. Øssur veit ikki hvar hansara fótbóltsskógvar við jarn-knoppunum eru – so eru góð ráð dýr. – Vit skiftu jú í sama skiftirúmi, sum B68 leikararnir. Eg fór tí at leita á hillini hjá Arnbirni Danielsen. Har fann eg so eina fótbóltsskógvar við jarn-knoppum, og tær passaðu sum fótur í hosu, greiðir Øssur skemt­ iliga frá. Í fyrra hálvleiki gongur illa hjá Øssuri. Saso Udovic leggur Slovenia á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og í sjálvum hálvleikinum hongur Øssur við høvdinum. – Eg biði um at blíva skiftir út, men Allan Simonsen sigur nei, greið­ur Øssur frá. Støðan var leingi 1-0 til gestirnar, men tríggjar minuttir fyri tíð økir Milan Ostrec til 2-0. – Fólk reisast og byrja at fara av­ stað, minnist Øssur Hansen. Tríggjar minuttir seinni sendir Jóhannus Joensen ein bólt innfyri. Uni Arge er knappur og prikar bóltin í málið. Í yvirtíðini ger Slovenia eina út­ skifting. Tað fyrsta innskifti leik­ arin ger, er at fella Allan Mørkøre, tá hann hegnisligar vendir sær og skal seta ferð á móti málinum. Frísparkið er á júst sama stað, sum Øssur hevði vant fríspørk dagin fyri. – Eg visti beinanvegin, at eg for at skora. Vit høvdu vant akkurát somu støðu einar tíggju ferðir dag­ in fyri, og eg skoraði næstan hvørja ferð, sigur Øssur. Frástøðan er ikki so lang til málið og tí verður bólturin nærmast lyftur upp um manngarðin og í nærmasta málhorn. Í næstu sekundunum renn­ur Øssur ovurfegin allan veg­ in aftur á egna hálvu áðrenn hann verður fangaður av eins ovur­feg­ num viðleikarum. – Eg veit ikki hvat eg føldi ella ætlaði. Eg rann bara til eg bleiv fangaður, sigur Øssur við einum smíli. Hóast hann hevur havt eitt langt fótbóltslív, so er tað hatta frísparkið, ið stendur eftir í minninum á fólki. Einstaklingurin í hásæti Øssur Hansen skal komandi ár venja B68 og hann ætlar at gera broyt­ ingar. Í nógv ár vóru tað lokalir leik­ arar, sum vóru miðpunktið og vóru drívmegin í felagnum. Tað skal tað eisini verða í framtíðini. – Vit skulu aftur til tað gamla. Liðið skal mannast við leikarum av Toftum fyrst og fremst. Eg kundi eisini hugsa mær at endurskapt tað samanhaldið, sum vit høvdu fyrr, tá leikarar eisini hildu saman uttan fyri vøllin, sigur Øssur Hansen. Hann leggur tó dent á, at hetta als ikki er eitt álop á teir leik­ ararnar, sum eru komnir útifrá frá til felagið. – Tað eru í síðsta enda vit, sum hava biðið teir komið til felagið, so hetta skal ikki skiljast sum kritikkur av teimum, men bara ein stað­festing av hvat vit ætla at gera í framtíðini, sigur Øssur. Hann vísir á NSÍ og KÍ sum góð fordømi um feløg, sum hava valt at brúka egið tilfar til at manna bestu liðini við góðum úrslitum. Eisini fýlist Øssur á manglandi einstaklingarnar í føroyskum fót­ bólti. Hann metir, at tað eru nógv færri leikarar, sum eru úrmælingar við bóltinum í dag enn fyrr. Hann heldur, at fótbóltsuppalingin í Før­oyum í dag er við til at skerja frælsið hjá tí einstaka leikaranum og tí enda vit bara við liðleikarum. – Tað er eisini gott at hava liðleikarar, men eitt hvørt lið hevur brúk fyri einstaklingum. Tað er nak­að eg ætli mær at arbeiða nógv við, sigur Øssur Hansen. Øssur hevur ongantíð verið mælsk­ur á vøllinum, men leikluturin sum venjari hevur sett nýggj krøv til frynt­liga toftamannin, sum í 41 ár ikki kann minnast at hava verið skaddur í meiri enn tvær saman­ hangandi vikur. Onkur vildi sikkurt sagt, at hann hevur hug at hoppa undan á vøllinum, men mangan hevur hann verið kroystur í bæði føroysku landsliðs troyggjuni og í B68 troyggjuni, men ongantíð hev­ ur hann runnið undan ábygd. Hann skal nú fáa Toftir aftur í B68. Felagið skal mennast við støði í tí B68 liðnum, sum Øssur Hansen vaks upp í. Við John Kramer sum fyrimynd. Leikararnir skulu hava loyvi at vera menniskju og ein­stak­ lingar skulu eisini sleppa at vera einstaklingar. Øssur Hansen er hóast alt ein tann størsti úrmælingurin, vit hava átt, og tað mugu tey ásanna í bæði Slovenia og Malta. trondur@sosialurin.fo Øssur hansen vangamynd Øssur Hansen Føddur: 7. januar 1971 Foreldur: Torborg og Debus Hansen Kona: Súsan Janusardóttir Hansen Børn: Bára (15 ár), Sandra (11 ár) og Nomi (3 ár) Útbúgving: Eletrikari Starv: Arbeiðsformaður í Landmiðstøðini Debut í bestudeildini: 1987 Debut á A-landsliðnum: 1992 (Móti Wales) Yrkisleið: 1987 - 1994 B68 1994 Vejle(Dk) 1995 - 1997 B68 1997 GÍ 1997 - 1998 Herning (Dk) 1998 B68 1999 B36 2000 - 2001 B68 2001 B93 (Dk) 2002 - 2012 B68 Eg var við til allar venjingarnar, men valdi at takka nei. Eg ringdi til Páll Guðlaugsson og greiddi honum frá míni støðu. Kári Reynheim royndi at yvirtala meg til at halda fram, men eg hevði tikið eina avgerð