fríggjadagur 9. november 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nýggjasta veljarakanningin vísir, at
samgongan gongur 6,2 prosentstig
aftur. Fólkaflokkurin missir ein
tingsess, og Sjálvstýrisflokkurin
missir sína umboðan á tingi.
Tað er vert at merkja sær, at
Fólkaflokkurin framvegis leggur
rygg til størstu afturgongdina hjá
samgonguflokkunum, hóast hinir
flokkarnir í samgonguni ferð eftir
ferð fáa skotið í skógvarnar, at sam
gongan førir fólkaflokspolitikk.
Flokkurin hjá løgmanni missir
gott nokk 1,2 prosent av atkvøð
unum, men tað nervar ikki um
boðanina á tingi, tí flokkurin fær
framvegis átta fólk á ting. Her er
vert at merkja sær, at løgmaður av
fleiri verður skírdur at vera vorðin
í so høgravendur, síðani hann fór í
hóslag við Fólkaflokkin og Jørgen
Niclasen. Fyrrverandi formaður
Sambandsfloksins, Edmund Joen
sen hevur fleiri ferðir víst á hetta,
seinast í tíðargrein í Sosialinum
seinasta fríggjadag, har hann bæði
vísti á høgrasnaring hansara og
áhuga løgmans fyri fullveldinum.
Men tølini tala løgmanni til fyri
munar. Hann missir ikki ta undir
tøku, ið slíkur innanhýsis kritikkur
átti at elvt til, og kunnu vit soleiðis
staðfesta, at veljararnir hjá Sam
bandsflokkinum ikki í stóran mun
taka undir við sosial-liberala veing
inum hjá Edmundi Joensen, men
heldur høgra-radikalu linjuni hjá
Kaj Leo Johannesen.
At Sjálvstýrisflokkurin rýkur út
er kanska ikki so løgið. Flokkurin
hevur ikki fótað sær eftir vánaliga
úrslitið á valinum seinast – og tað
hevur eftir øllum at døma ikki
hjálpt, at flokkurin kom upp í sam
gonguna og fekk politiska ávirkan.
Miðflokkurin er tann, sum í pro
sentum fær minstu afturgongdina:
Hann gongur eitt hálvt prosent aft
ur – men varðveitir báðar tingsess
irnar. Umframt ávaringarnar frá
Edmundi Joensen, so er Jenis av
Rana tann í samgonguni, sum hevur
talað harðast at samgonguni. Hann
hevur beinleiðis hótt við at fara úr
samgonguni, um samgongan ikki
broytti kós. Tað hevur samgong
an ikki gjørt, og Jenis er framvegis
partur av samgonguni. Ávaringar
hansara verða neyvan tiknar í álv
ara longur, tí tú hóttir ikki fleiri
ferðir, uttan at tað fær avleiðingar.
Men sambært veljarakanningini,
so er tað júst Jenis av Rana, sum
stendur við lyklinum til næstu
samgonguna. Ein samgonga mill
um Javnaðarflokkin og Sambands
flokkin er valla møgulig við Kaj Leo
Johannesen sum løgmanni. Alt
ernativa samgongan er tí millum
andstøðuflokkarnar. Men teimum
tørvar eina atkvøðu, hana hjá
Jenisi av Rana, sum nú er trygdin
fyri borgarligu samgonguni, sum
enn hevur størra álitið millum velj
ararnar.
Jenis av Rana setir
beina kós í stýriborð...
Strembanin eftir politiskari
ávirkan í Klaksvík (les pol
itiskum valdi) fer heilt víst
at føra við sær, at Jógvan
Skorheim fær tilboð frá
øllum núverandi andstøðu
flokkum í Klaksvíkar býráð
um at gerast borgarstjóri í
Klaksvík.
Tað er í øllum førum
einasti møguleiki hjá Sam
bandsflokkinum, Javnaðar
flokkinum og Tjóðveldinum
at vinna politiska valdið
frá Fólkaflokkinum, sum
søguliga altíð er sterkur í
Klaksvík, og sum sambært
tveimum veljarakanningum
stendur til at ganga fram á
valinum týsdagin.
Men einsamall
ur
fær
Fólka
flokkurin valla
valdið – og tí er
Jógvan Skor
heim lykilin
hjá
øllum
h i n u m
f l o k k u
num til
p o l i t
i s k a
valdið í
Klaks
vík – tí
eins og í
Havn, so ger man ikki slík
ar avtalur fyri valið, tí alt
skal standa opið – so øll frítt
kunnu stinga hvønn annan
í ryggin.
Tað er politikkur. Tað er
stríðið um ávirkan. Tað er
stríð um
vald...
Skorheim borgar
stjóri í Klaksvík
Nú er Jenis álitið
Um tær veljarakanningar, sum
gjørdar eru upp til býráðsval
ið í Havn hesaferð eru eftirfar
andi, so eru fleiri møguleikar,
tá nýggj samgonga skal skip
ast.
Men tað slepst valla undan
Heðini Mortensen sum borg
arstjóra, nú hann og Javnaðar
flokkurin standa til ein søgu
ligan valsigur.
Sambært kanningini, sum
Gallup gjørdi fyri Sosialin í
síðstu viku, so er sætta um
boðið hjá Javnaðarflokkinum
og trappuni, og sambært kann
ingini, sum Gallup hevur gjørt
fyri Norðlýsið hesa vikuna, so
fer
Javnað
arflokk
urin at
tryggja sær sætta umboðið í
Tórshavnar býráð.
Tað merkir, at Javnaðar
flokkinum nýtist bert eitt um
boð afturat fyri at tryggja sær
meiriluta – og teir møguleikar
nir eru fleiri, tá Tjóðveldi ikki
hevur bundið seg til samstarv
við Javnaðarflokkin:
Sambært fyrru kanningini,
so kann Framsókn fáa eitt um
boð valt. Tað tykist bæði vist
og sannlíkt, at Sambandsflokk
urin fær í hvussu so er eitt
umboð valt. Um so verður, so
verða fimm sessir at býta mill
um Fólkaflokk og Tjóðveldi.
Endurskipa Javnaðarflokk
urin og Tjóðveldi samgonguna,
so verður tað ein breið sam
gonga. Men skipar Javnaðar
flokkurin samgongu saman
við Sambandsflokkinum, so
fær Javnaðarflokkurin nógv
størri ávirkan einsamallur.
Annfinn Brekkstein verð
ur varaborgarstjóri og fær ein
annan týðandi formans
sess – og so hevur Sam
bandsflokkurin størstu
ávirkan.
Politikkur
snýr
seg um ávirkan. Og
ávirkan
er
vald
við einum penari
orði.
Men politikkur snýr seg so
sanniliga eisini um taktikk.
Men viðhvørt so skuggar trá
anin eftir ávirkan (altso valdi)
fyri skilvísinum í at gera av
talur.
Um Tjóðveldi og Javnað
arflokkurin ynsktu at tryggja
sær valdið saman framman
undan valinum, so tóku tey
hvønn annan í hondina og
søgdu: »Vit halda fram við
samstarvinum. Tann av okk
um, sum størri verður, fær
borgarstjóran«.
Tá
Sosialurin
týsdagin
spurdi Heðin Mortensen og
Jógvan Arge um hetta, segði
Heðin Mortensen greitt ja,
meðan Jógvan Arge gav eitt
kryptiskt snikk-snakk svar.
Gott nokk er tað so nemt og
bíligt hjá Heðini Mortensen at
siga ja, tá hann er ein tryggur
vinnari.
Men tað kann verða dýrt
hjá Tjóðveldinum at spæla við
musklunum, tí tað er so skjótt
at verða settur uttan fyri vald
ið – altso ávirkan.
Politikkur er stríð um vald.
Vápnini eru mangan náðileys –
men nokso óskiljandi, at flokk
ar, sum siga seg samstarva væl,
ikki kunnu spæla opið spæl
fyri veljarunum...
Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri í Havn...
Jú javn
ari jú betri
og sterkari
samfelag
Hans Pauli Strøm
Tíðargrein á síðu 19
Har tú
og eg gera
mun
Tóra við keldu
Eygamálið á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000