fríggjadagur 9. november 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. november 2012 - Nr. 131 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin 3
EIN FRAMSØKIN
HØVUDSSTADUR
VIT SKULU HAVA SKIL Å MIDBYIN
Tórshavnar kommuna hevur sum høvudsstadur nógvar
avbjóðingar. Komandi árini skulu vit møta hesum
avbjóðingum við eini fakliga vælgrundaðari ætlan, sum vit
skulu skipa býin eftir. Í eini skipaðari ætlan skulu vit seta
ferðsluna, parkeringina, handilslívið, vinnuna og - ikki at
gloyma - bústaðirnar á breddan.
Framtíðarmynd av Vågsbotni úr "Havnin innan fyri Stóragarð"“
VIT SKULU HAVA FÓLK AFTUR Í BÝIN
Vit eiga at umbyggja fleiri av teimum stóru bygningunum,
sum Í dag hýsa m.a. kommunalari fyrisiting, so teir kunnu
hýsa íbúðum. Í býnum eru eisini fleiri privatar ognir, sum
við tillaging av byggisamtykum og hóskandi umbygging
kundu hýst nýmótans íbúðum.
Byggiverkætlan í Tórsgetu. H. Restorff
EINGIN HØVUDSSTADUR UTTAN EIN TJÓÐPALL
Vit mugu gera okkum púra greitt, at skulu Føroyar fáa ein
Tjóðpall, so mugu vit havnarfólk taka um endan og bera so
í bandi, at hann verður bygdur. Í Framsókn eru vit sannførd
um, at tað einasta rætta er, at Tórshavnar kommuna sjálv
setur pengar av til at byggja ein tjóðpall - eitt leikhús, sum
umframt at vera karmur um leiklistina eisini kann hýsa
ødrum virksemi.
Framtíðarmynd av Skålatrød úr "Havnin innan fyri Stóragarð"
FRAMSÓKN
TJODSKAPARFLOKKUR DOK SOM/RRAMSORNIG