Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Eitt nevningating er ein hóp­ ur av fólki, sum skulu taka støðu til skuldar­spurn­ing­ in í einum revsimáli, og eitt nevn­ingating verður sett saman tá roknað verður við, at revsingin verður longri enn fýra ár. Soleiðis verður eitt nevn­ ing­a­ting definerað. Sakir, sum vanliga krevja nevn­inga­ting, eru dráp ella dráps­roynd, tí har er minsta revs­ing fimm ára fongsul. Men tá ákæruvaldið før­ ir eitt mál, har revsingin verð­ur kravd at verða longri enn fýra ár, verur talan um nevni­nga­ting. Nevningarnir verða út­vald­ir á tann hátt, at løg­ting­ið velur eina fimm manna­nevnd fyri hvørja sýslu at gera ein sonevndan grund­lista, og tann grund­ list­in er ein nevningur fyri hvør­ji 100 fólk. Taka vit Norðoya Sýslu sum dømi, so búgva har áleið 6.000 fólk, og tað merkir so aft­ur, at í teirri sýsluni eru 60 nevn­ing­ar á grundlistanum. Listar úr øllum sýslum verða so sendir inn til sorin­ skrivaran, sum síðani kast­ar lut um, hvør verður nevning­ ur. Av øllum teimum, sum standa á grundlistanum, koma so 72 nøvn at standa á sjálv­um nevningalistanum, og fólk fáa ikki boð um, at tey eru vorðin nevningar. Tá so eitt mál endar sum nevningasak, skal ein stór fyrireiking til, tí hes­ ar sakir vara vanliga nógv longri enn vanlig rættar­ mál. Tá tíðarskeiðið fyri máli­num er funnið, kastar dóm­arin lut millum fólkini á nevningalistanum, og eitt nevningating hevur altíð 12 nevningar og tveir eyka nevn­ingar. Hesir eyka­nevn­ ingar skulu ikki verða við at taka støðu, men skulu vera klár­ir at traðka til, um onkur av teimum 12 nevningunum skul­di fingið fráfall. Men áðrenn nevningarnir verða settir, fáa bæði ákæri og verji møguleikan at velja tveir frá, um teir halda, at við­kom­andi onkusvegna vóru ógegnigir. Hendir tað, má dómarin finna nýggjar nevn­ing­ar í staðin. Fatanin er, at fólk yvir­ høv­u­r eru ikki so glað fyri at vera nevningar, tí tað er ógvuliga ábyrgdarfult ar­ beiði, tað krevur nógva tíð og tú skal konsentrera teg alla tíðina. So talan er um hart arbeiði. Hinvegin hevur ein per­ són­ur, sum er tilnevndur at vera nevningur, ikki loysi at siga nei takk. Tað finnast tó undantøk, og gegni er tað mest ítøkiliga, men tað skal vera ein góð orsøk, fyri at rætturin skal góðkenna hana. Høvuðsuppgávan hjá nevn­ing­unum er at avgera skuldar­spurn­ingin. Dómarin hevur eina sonevnda rættar­ læru har hann greiðir frá, hvussu nevningarnir skulu meta um prógvini, og so fara nevn­ing­arnir í einarúm at við­gera málið innanhýsis. Áðrenn nevningatingið byrj­ar, skulu nevn­ing­ar­ nir síná­mill­um velja ein formann, sum so stýr­ir viðgerðini av skuld­ar­spurn­ ingi­num. Tá so for­mað­u­rin metir, at málið er við­gjørt til fulnar, fer ein at­kvøðu­ greiðsla fram. Tá er kravið, at átta nevningar atkvøða fyri, at ákærdi er sekur. Tað er tó dómarin, sum í síðsta enda ger av á tann hátt, at hann kann seta fram veto móti tí úrsliti, sum nevn­ing­arnir eru komnir til. Hend­ir tað, verður talan um nýtt rættarmál við nýggjum nevn­ing­um. Hetta heldur fram, inntil nevningar og dóm­ari eru samdir um úrs­ lit­ið. Soleiðis virkar eitt nevningating – Í einum nevningatingi kann dómarin altíð leggja veto, um hann ikki er samdur við nevningunum. Ger hann tað, verður nýtt nevningating, og tað kann halda fram, til nevningar og dómari eru samdir um úrslitið. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum greiðir okkum frá, hvussu eitt nevningating virkar